leygardagur 11. januar 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 11. januar 1992
Whisky frá
Foroya Bjór
Ja, hví ikki? Sum er hevur Føroya Bjór ein
stóran part av teimum tólum, sum skulu til at
bryggja whisky. Verður loyvt at bryggja sterkt í
Føroyum fer Føroya Bjór at kanna um tað
loysir seg
"Mett verður tískil, at ávís
"vanliggering" eigur at
fara fram soleiðis, at rús-
drekka kann keypast og
bryggjast í Fóroyum."
Soleiðis stendur millum
annað í frágreiðingini frá
Rúsdrekka- og Narkotika-
ráðnum, sum herfyri varð
latin landsstýrinum.
Vit hava spurt Einar
Waag, stjóra á Føroya
Bjór, um hann er til reiðar
at fara undir at brygja
sterkt á bryggjarínum í
Klaksvík.
Hann sigur, at klárir eru
teir ikki, men teoretiskt er
einki sum forðar fyri, at
tað kann lata seg gera,-
væl at merkja um tað
verður loyvt. Einar Waag
sigur, at hann hevur
onkuntíð spælt við tankan,
sum hann tekur til, og gjørt
onkra smávegis kanning.
Veruliga verkætlan hevur
hann tó ikki gjørt.
Stjórin á Føroya Bjór
Sigur, at teir sum er hava
umleið ein triding av
teimum tólum sum skulu
til at bryggja whisky.
Verður loyvt at bryggja
sterkt, fer hann at kanna
um tað loysir seg. At tað
ber til, ivast hann ikki í.
Íslendingar bryggja
sterkt
Spurdur um hann roknar
við, at føroyingar fara at
keypa føroyskt whisky
sigur Einar Waag, at tað
velst fyrst og fremst um
góðskuna. Men tað er eisi-
ni annað brennivín, sum
kann bryggjast. Íslendska
einkarsølan bryggjar
Svartadeyða, og Orri Vig-
fússon, sum eisini nógvir
føroyingar kenna, millum
annað frá laksakvotuni,
bryggjar Vodka.
At føroyski marknaðurin
ikki er stórur, átti heldur
ikki at verið nøkur forðing
fyri at bryggja sterkt, tá
hugsað verður um tey
smáu brennaríini í hvørjum
lítlum týskum býi, og allar
teir smáu whiskyframleið-
ararnar í Skotlandi.
Vínið fær betri samdir
Framtíðin hjá Føroya
Bjór er tó ikki bundin av,
at teir sleppa at bryggja
sterkt ella ikki.
Einar Waag letur væl at
ølsøluni. Ein lítil minking
hevur verið, men sølan er
jøvn. Hann harmast tó um,
at myndugleikarnir geva
víninum fyrimunir fram
um glinum.
Stjórin á Føroya Bjór
vísir á, at hóast gullið bert
er 6% sterkt er tað
skamtað. Men av eittnú
reyðvíni, sum kemur upp í
13%, kanst tú keypa heilar
byngjur, sum eisini verður
gjørt. Haraftrat er avgjald-
ið á víninum lægri enn á
glinum, tá hugsað verður
Um Erik Mørkøre, sum
er elsti meðarbeiðari hjá
Føroya Bjór, sleppur at
royna seg sum
whiskybryggjara er
åvist, men tekniskt er
eingin forðing fyri, at
sterki einaferð fer at
renna úr tangunum hjá
bryggjarínum í Klaksvík.
um alkoholinnihaldið.
tór.-
Drama í B36 húsinum
Í farnu viku var stórt tiltak ið ti nýggja
B36 húsinum har yvir 60 pedagogar, lær-
arir, pedellar og hjálparfólk vóru samlaði.
Hettar var ein fyrsti líður í
einum stórum barna-
fagnaði sum verður í
summar, hettar tiltakið
skal vara í fjúrtan dagar
hvar tað skal vera sungið
og spælt.
Teir flestu barnagarðanir
i Føroyum verða vid í
hesum stóra tiltaki, sum
þí 36 húsinum at fyrireika
røur HEIMI I Uummur
MM MINIF ; ;
skal vera runt um i
Havnini og úti um i
bygdinum. Tey hava eisi-
ni fingið hjálp uttan eftir,
tveir danir Uwe Bødewadt
og Lasse Hal sum skulla
leggja teimum lag á.
Lasse við drama og Uwe
við list.
Endamálid við barna-
fagnaðinum er at fáa til
sjóndar veruleikan, drey-
mar og g hugflog hjå børn-
um og at børn, starvsfólk,
foreldur og onnur áhugað
fáa høvi at arbeiða saman
um menturnartiltgk,
framsíningar, fyrilestrar,
kappingar har stovnarnir
saman við foreldrum
dystast, filmframsýningar
o.m.a.
Arbeitt hevur verid vid
hesum barnafagnadinum
eina tíð."Og Tað er eisi-
ni tungt bæði peningaliga
og prakust sæð" segði
Óli Rubeksen sum er ein
av fyriskiparinum at enda.
Hjarnar
60 fólk vóru samlað í B
e Hal
TIN
RK rådgevan
Tørvar tær orku til
at fåa skil å rokn-
skapinum - latið
okkum hjálpa tær.
- Bókhald
- roknskap
- Sjålvuppgåvu o.a.
Fyri smærri virkir
og einstaklingar.
Ringid og avtalid
eina tíð tlf. 1 9620
RK ráðgevan
J.C. Svabosg. 10
100 Tórshayn
A 3
— um ongin kennir veru
ella tænastu tygara, hver
skal so njóta hana?