leygardagur 11. januar 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Hitt onda vinnur ongantíð
- tað forkemur sær bara sjálvt
Vit prenta her prædiku, sum Niels Pauli Danielsen,
sóknarprestur helt sunnudagin eftir nýggjár í Klaksvíkar kirkju
Ben fyri prædiku
Hirðarnir leitaðu til fjósið í Bethle-
hem, og vísmenninir komu heilt úr Eyst-
urlondum, løgdust á knæ og tilbóðu
barnið og góvu tí gávur
Eisini vit koma, kæri Jesus, leidd av
guddóms-orði tínum, og takka tær fyri
ljósið, tendrað er í hjørtum okkara, kær-
leikan, trúnna og vónina.
Tá ið seinni heimsbardagi var hasaður
av, komu teir í húsaleivdunum í Wars-
zawa fram á eina fløsku við einum
pappíri í. Á hesum pappírinum ger gýð-
ingurin Joessel Rackower 43 ára gamal-
ur lív sítt upp teir síðstu dagarnar og
tímarnar, hann livdi. Konan er deyð og
tey 6 børn teirra somuleiðis. Og í ghetto-
ini endar hann sjálvur dagar sínar í vón-
loysi, sterri enn maður skuldi verið førur
fyri at kunna borið
Og tó sigur tað, hann skrivar, frá ein-
ari legnari megi. Hann tekur fyrst upp
eftir einum rabbi: >Tað finst einki, ið er
meira heilt enn eitt brotið og sundur-
farið hjarta«.
Og Jossel Rackower vendir sær síðan
til Gud og sigur: >Tann roynsla, tú hev-
ur latið okkum verið fyri, er so tung og
so beisk, at tú mást bera yvir við teim-
um av fólki tínum, sum í vónloysi hava
vent tær bakið
Fyrigev eisini teimum, ið hava háðað
navn títt og eru farin at tæna ødrum
gudum — teimum, ið hava verið líkasæl
mótvegis tær. Tú hevur sligið tey so
harðliga, so at tey ikki longur trúgva, at
tú ert faðir teirra ella als ikki trúgva,
at tey hava nakran faðir
Eg kann ikki prísa tær fyri tað, tú
letur um teg ganga. Men eg vælsigni teg
og lovi ræðuliga stórleika tínum — hann
má vera egiligur, tá ið sjálvt tað, ið nú
fer fram, ikki rerir teg... «
Og hann heldur fram, nú ikki til Gud,
men um Gud:
>Ég doyggi róligur, men ikki í friði.
Eg eri sligin, men ikki frå mær sjálvum,
eri ein, ið trúgvi, men ikki ein, ið biði. Eg
eri ein, ið er bundin at Gudi, men ikki
ein, ið við bindi fyri eyga sigur amen til
alt. Eg havi hildið boð hansara, eisini tá
ið hann hevur sligið meg fyri tað. Eg
havi hildið av honum, og eg eri og verði
hugtikin av honum, eisini tá ið hann
hevur trýst meg til jarðar (jarðlagt meg),
hevur pínt meg til deyðis og hevur gjert
meg til háð og spott«.
Og hann heldur fram við at siga frá
einari segu, lærari (rabbi) hansara hevur
greitt honum frá um ein gýðing, sum
flýddi undan tí sponsku inkvisitatiónini
í einum lítlum báti, og sum mistu konu
og bern og endaði við at koma til eina
oydna oyggj og segði Gudi, at tað ikki
skuldi eydnast honum at sleppa av við
seg, sjálvt um hann sló hann, tók tað
besta og tað dýrabarasta, hann átti, frá
honum, ja, píndi hann til deyðis.
Og Jossel Rackower endar bræv sítt
við at siga: »Hetta eru síðstu orð mini til
tín, vreiði Gud mín: Tað skal ikki eydn-
ast tær! Alt meguligt hevur tú gjørt,
fyri at eg ikki skal trúgva tær, og fyri at
eg skal vera í iva um teg! Men eg
doyggi, sum eg havi livað, í einari óvik-
andi, hellufastari trúgv á teg.
Hoyr Ísrael, Harrin vár Gud, Harrin
er ein!«
Henda frágreiðing í brotnu fleskuni í
Warszawa sigur frá einum áliti, ið er
nógv størri enn allar okkara mangan 6-
kristiligu meiningar um, at øll røkni-
stykki á ein ella annan hátt ganga upp.
Tí tey ganga upp ferð eftir ferð ikki upp.
Men Gud er Gud, um land alt legðist
oyðið. Gud er Gud, um menniskjan øll
doyði.
Sama álit á Gud tykist Jósef hava
havt.
Við seguni um flýggjanina til Egypta-
lands sigur evangelisturin, at Jesus frá
fyrsta degi var forfylgdur her á jerðini.
Sendur av Gudi og jagstraður av
menniskjum.
Samtíðis sigur evangeliið frá forsjón
Guds.
Fyri eðrum at síggja flýggjaðu tey
fyri Heródesi og monnum hansara. Men
fyri teimum sjálvum at síggja var tað
ikki bara ein flýggjan, men ein fersla
(leiðsla). Og tá ið tey sóu tað, skyldast
tað lýdni teirra. At vera undir forsjón
Guds er ikki tað sama sum at vera fram-
síggin ella síggja tað úr erva. Tað hevur
heldur nakað við tað at gera at taka eitt
stig hverja ferð og vera tryggur við tað.
Jósef kundi jú væl havt spurt, hví
Gud ikki eins væl hevði latið Heródes
doyð nakrar dagar fyrr, so tey hevdu
ikki havt fyri neyðini at rýmt. Men tað
gjørdi Jósef ikki. Hann trúði á forsjón
Guds, men hann gjøgnumskodadi tað
ikki. Forsjón Guds kanst tú ikki fáa
eyga á, sum tú annars kann fáa eyga á
tær umsteður, ið ávirka lívið.
Tað var ikki bara sum at siga tað at
vera einum dreymi lýðin og far úr bygd-
um eki út í eina oyðimerk oman móti
Egyptalandi.
Vegin kendi Gud.
Tí mong ár frammanundan var ein
annar Jósef førdur burtur frá ættarfólki
sínum ta somu longu leið, ein Jósef, ið
eisini legði ell viðurskifti síni í hond
Guds og varð hjálptur, sjálvt um tað
gingu ár, áðrenn Gud fekk vent tí ónda,
beiggjarnir og kona Potifar's gjørdu
móti honum, og snarað tí til signing fyri
øll, bent tað, sum vit sungu fyri letu síð-
an, at Gud ger.
Vit duga ikki at skilja, hví bernini í
Bethlehem skuldu verða myrd. Ella
børnini í Egyptalandi á døgum Mósesar,
tey í Warszawa og undir seinna heims-
bardaga ella tey i dag, bæði fødd og
ófedd.
So ónt kann tað ónda vera. .
Men tað vann kortini ikki, og tað ónda
vinnur ongantíð.
Tað er boðskapurin til okkara.
Tað oyðileggur bara seg sjálvt.
Gud er hann, ið sigrar. .
Tað er eitt stórt undur, at hitt ónda
ongantíð megnar heilt at beina fyri tí
góða, eisini sjálvt um tað hevur valdið
sum hjá Heródesi. Hann gekk sínar
egnu leiðir. Tann meguleika hevur
menniskjan fingið, at hon kann ganga
egnu leiðir sínar og ikki Guds.
Jesus kom bara í vegin fyri honum.
Tí vildi hann beina fyri honum. Hann
hevði beint fyri øllum, sum komu í
vegin. Fleiri av elstaráðnum hevði hann
latið drepa, stutt eftir at hann var komin
til ræðið, og harumframt 300 heryvir-
menn. Elsta son sín, Antipater, hevði
hann eisini dripið, tí at hann óttaðist
fyri, at hesin fór at skúgva hann av rók-
ini og sjálvur vilja vera kongur. Og tveir
aðrar synir drap hann eisini, Alexandur
og Aristobul, tað sama hevði hann gjørt
við konu sína, Mariamme, móðir henn-
ara og beiggja hennara einaferð í einum
svimjihyli. Og nógv, nógv onnur.
Men Jesusbarnið slapp hann ikki at
rera.
Heródes er okkum ein steðug áminn-
ing um, hvussu ónd ið menniskjan kann
vera, og hvussu hitt ónda altíð brýtur
niður og oyðileggur, ja, livir av at gera
tað. Hitt ónda kann ikki skapa nakað.
Tað kann bara oyðileggja tað, onnur
hava skapað og bygt upp. Tað er ikki
ført fyri at trívast við egnum mátti. Tað
må hava nakað at »tera uppå« fyri at
gera seg galdandi. Tað snultar og livir
av at oyðileggja tað góða á nakað tann
sama hátt, sum hitt stuttliga má hava
nakað, sum ikki er stuttligt, at liva av
og gera til láturs.
Men frásegnin um ferðina til Egypta-
lands hjá Mariu og Jósefi við Jesusbarn-
inum er upp aftur meira ein greiður boð-
skapur til okkara um, at hitt góða sigr-
ar, tí at óndskapurin verður lumpaður
og forkemur sær sjálvum. Hitt góða
vinnur. Gud vinnur, og tað ger hann
altíð, sjálvt um tað viðhvert tykist, sum
hann tapir, og tað tekur sína tíð.
»Hvør djevul hevur sína tid«,
tað er eitt gamalt orð.
Men tann, sum gekk mót Gud í stríð,
hann sjálvur fór í sor.
Gud vil ikki líðingina. Og hon rerir
hann. Tað er Langifríggjadagur prógv
um.
Men hví hevur hann so givið Heródesi
og øllum eðrum valdsharrum makt?
Kierkegaard hevur nomið við tað, tá ið
hann sigur: >At við at skapa menniskj-
una hevur Gud sagt treytaleysa almátt
sín frá sær. Ikki sum maskinur vórðu vit
skapað — men hann myndaði okkum út
frá tí kærleikans risiko (váða), ið gav
okkum myndugleika til sjálvi at elska,
men tí eisini til at hata. Hann gav okk-
um myndugleika til at lekja, men tí eis-
ini til at sára og pína.
Sum ein nýggjur Móses kom Jesus
undan ræðuleikunum í Bethlehem, har
skríggini hoyrdust so víða um, at tað
eisini í okkara máli í dag er eitt orð, sum
minnir á hetta óbótaverk, meitt rama-
skriggj« siga vit — »Rødd varð hoyrd í
Rama, grátur og eymkan mikil, — Rakul
var tað, ið um bern síni græt; ei hon vildi
dóp í Húsa kirkju
av trega lætta, tí at tey eru ikki til long-
ur«,
Og hann grundaði ríki sitt og stríðið
móti ti ónda, sum kann vera í okkum øll-
um, á kærleika, náði og fyrigeving.
Hann vann við at lata seg vera til lát-
urs og við at lata seg upp í hendur teirra,
ið slógu og krossfestu han, alt meðan
hann bað um fyrigeving fyri teir. Hann
vann teimum ein sigur og okkum ellum.
Henda sigur biður hann okkum meta,
taka sum okkara.
Tað er ein so vekur halgisega, sum
sigur frá ferðini hjá Mariu og Jósefi til
Egyptalands við barninum. Nakrir ráns-
menn komu fram á tey og ætlaðu at
drepa tey og taka tað sindrið, tey hevdu
við sær. Men ein av ránsmonnunum,
Dismas æt hann, kundi ikki fáa eyguni
av Jesusbarninum. Tað líkasum bant
hann, so at hann setti seg upp ímóti, at
nakar gjørdi teimum nakað. Tá ið hinir
so boygdu seg fyri kravi hansara, fór
Dismas yvir til Jesusbarnið og segði:
»O, tú, tað mest vælsignaða av øllum
børnum, skuldi tað hent, at ein náðitíð
einaferð kom fyri meg, so hav meg í
huga og gloym ikki hesa letu!<
Og halgisegan sigur frá, at tað rann
saman aftur teirra millum — á
Golgatha, tí at Dismas var annar av
ránsmonnunum, ið krossfestir vórðu
saman við Jesusi. Har fekk hann fyri-
geving og sálarfrið.
Ta somu fyrigeving ber hann okkum
og biður okkum bera hana víðari og
sjálv fyrigeva teimum, sum gera nakað
ímóti okkum.
Tann sama sálarfrið gevur hann okk-
um í okkara møddu hjørtum.
Amen.
Nr. 7 — 11. januar 1992