leygardagur 11. januar 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 11. januar 1992
eres"
SR S0Slalurin
Bræv av Malta
Vit hava fingið sendandi bræv úr Malta. Tad er
rithøvundin Jens Pauli Heinesen, sum skrivar.
Brævið er dagfest 11.12.1991
i
Vit búgva, sum tit kanska longu vita, í
einari bygd her á Malta, eini danskari
bygd, ti at tað er Dansk Folkeferie, sum
bygt hana hevur, og her búgva so at
siga bara danskir turistar. Her eru 150
hús ella bungalows, sum teir rópa tað.
Vit hava stóran svimjihyl, líka stórur
sum tann í Havn, og er hann upphitaður
um veturin. Harafturat tennisvell, mini-
golf, spælipláss til bern. Vit hava eisini
eina reception, ein sjålvtøkuhandil, eina
restauratión, og eina barr — nógv fínari
enn t.d. Maxim á Argjum. Matur og
drekka eru bíligari enn i Føroyum, eisini
húsaleigan er rættiliga bílig.
Vit búgva í einum av hesum húsun-
um, tey eru stór, her eru sjey seingjar-
pláss og allir hentleikar, men einki sjón-
varp og einki radio, men ein dagin, vit
vóru inni í hevuðsstaðnum Valetta,
keyptu vit okkum eitt radio við ellum
fýra bylgjunum og bandspælara við
stereo, so nú kunnu vit lurta eftir ensk-
um og týskum steðum og fylgja við,
hvat hendir úti í verðini. Eisini hoyra vit
danskaran og norðmannin á stuttbylgj-
unum. Tvey kveld upp í slag hoyrdu vit
danskaran á longbylgjunum rættiliga
væl, men so hvarv hann og ikki er hann
afturkomin enn. Vit hava keypt fleiri
bond, bæði klassisk og popp, so nú
kunnu vit, nær tað skal vera, bæði
danska polka og jitterbug her á stein-
gólvinum. Men sjónvarp fáa vit ikki, og
so legið tað kanska ljóðar, sakna vit tað
heldur ikki, í staðin fyri arbeiða vit dúg
1
iða og lesa nogV
3 við } [ ittanum. Uppi å
øt tel 3 ri uttanum, mel
FO har I til af 1 r all
lágu, SO Mar De ii áa soia ær ali
havt hug til tad
kansk
x .
nen tað ér ein
su iÍsamar
agoyggin, men n
enn 350.000 folk
PO k 1
eitt semitiskt eli
inum uppruna, men við
nskum og enskum lánorð
eru tey politisku o
mentunarligu viðurskiftini sera lík tein
um ferisku, sama knarrið og somu l
arabrev, hetta kunnu vit síggja í einun
ensktskrivandi blaði, sum vit keyp
hvenn dag
Øll her duga enskt. Malta var jú
bretskt hjáland, men fekk sama slag ax
sjálvstýri, sum vit hava, í 1921. Í 1964
fingu teir loysing, men ikki fyrrenn í
1974, tann 13. des., gjørdist oyggin
republikk. Hesin dagur er nú halgidag-
ur, øll hava frí, tað er teirra tjóðardagur,
sum tey hátíðarhalda við talum og
skrúðgongum og veitslum júst sum vit á
ólavseku. Hvusus tað er við ítrótti, dugi
eg ikki at siga.
Maltesar eru katolikkar allir samlir,
og tað sigst um teir, at teir eru teir mest
fanatisku í verðini. Alt, sum eitur porno,
er strangliga bannað. Eisini er tað
strangliga bannað kvinnum at vísa sín-
ar herligheitir. Skuldi onkur funnið upp
á tað, fær hon stóra bót, havi eg latið
mær fortalt, so her ræður um at ansa
sær. Men trýst elur móttrýst, tað kenna
vit eisini alt ov væl til i Føroyum. Eftir
blaðnum >The Times«, (soleiðis eitur
blaðið teir geva út á enskum), at døma,
sær tað ikki so heilt gott út við kristilig-
heitini í hjørtum teirra, ólevnaður og
hópin av
um, yvirh
stuldur hoyra til dagsins ordan og dråp
kemur ofta fyri. Nu ein dagin var ein
turistur sligin niður á alljósum degi og
alt tikið frá honum, hóast fult av fólki
var til stedar og løgreglan í námindum.
Og kortini slapp ránsmaðurin til rým-
ingar við tjóvagóðsinum. So tit skilja
eisini, at her ræður um at gera seg herða-
breiðan hjá tí, sum ikki er tað framman-
undan. Og brennivínið perlar í gløsum.
Barrirnar eru sum murran. Í so máta eru
teir ikki nekur hykl.
Malta hevur sítt egna universitet,
nógv størri enn tað føriska. Nýliga vóru
ikki færri enn um 700 kandidatar út-
klaktir. Maud hevur roynt at sett seg í
samband við universitetið, men higartil
uttan úrslit, teir lata ikki frætta frá sær.
Heldur ikki stersta skald í oynni hevur
latið frætt frá sær. Maltesar eru staddir
í sama dilemr feringar, teir ert
fáir til at tal av so nógvum og
mugu sálda, tí koma vit vist í síðsta rað
Og maltesar er og fot ingar eitt eld
hugað fótbóltsfólk. Herfyri spældu teir
ungdómslandsdyst ímóti Ítalia og taptu
2—0, men tað kki ein sál, sum ikki
ivaðist í, at tað vóru teir, sum hevdu
vunnið. Dystin, teir hevdu spælt framm
anundan mó lia, taptu teir 9—0.
Her er grasvøl i stadion, og bert ein
teir nyliga hava
fingid. Restin er vist bara grusvøllir
Oyggin Malta er låg, og tad visti eg ikki
frammanundan. Her eru eingi fjøll, men
drúgvar herður sum i Suðurstreymi,
men bert upp til 200 metrar, eitt sindur
yvir onkustaðni. Oyggin er bygd upp av
kálksteini, eitt poknut og moyrt grót-
slag at síggja til. Vit vóru eina útferð við
bussi, og har sóu vit veldig >grótbrot<,
veldigar >torvgravir<, har teir við rund-
sag skóru ferhyrntar, avlangar steinar
úr hesum kálksteini, bókstaviliga soleið-
is sum vit eina ferð í fyrndini skóru torv.
So at siga allir bygningar í hesum landi
eru laðaðir upp og festir saman av hes-
um steini.
Á Malta regnar lítið, at kalla einki um
summarið. Á vetri kann tað haraftur-
ímóti stundum oysa niður, og kortini eru
her ongar áir og eingi vetn, tí at vætan
beinanvegin seyrar niður igjøgnum tað
poknuta grótið og hvervur í undirgrund-
ina. Teir gera vatn úr sjógvi, og tað er
dýrt, men vatninum bilar einki, tað foss-
ar úr kranunum, eg havi ongantíð áður
fingið so vælsmakkandi te. Vegna tey
klimatisku og geologisku viðurskiftini
er ikki nógvur trævekstur her og lítið av
mold.
graslíkisvellur, su
Men sjálvsagt hava teir sítt jarðar-
brúk. Frá tí vit komu og allan november
mánaða var fínasta summarveður. Men
fyri tveimum vikum síðan kom skifti í,
og tað gjørdist keðiligt føriskt summar-
veður við regni, vindi og toruslátti, og
hóast termometrið vísti 8 hitastig um
morgunin, kendist luftin ótrúliga keld.
Tað hevur ongantíð verið so kalt í de-
sember mánaða seinastu 50 árini, lesi eg
í blaðnum, so har hava vit ikki verið
heppin. Í tí heita Miðeystri hevur stór-
kavi verið seinastu tíðina, og tað er hað-
ani kuldin kemur. Men bendurnir fegn-
aðust um regnið, fyri teir var tað ein
gáva av himli. Teir høvdu júst sett epli
niður fyri triðju ferð í ár, so tit skilja, at
vit altíð kunnu keypa nýggj epli, og tey
smakka ófera væl.
Høvudsstadurin eitur Valetta eftir
einum fransmanni, Valette, ið grundaði
býin. Sjálvur býurin er ikki serliga stór-
ur, kroystur innan fyri ein tjúkkan ring-
múr, men uttanfyri vaksin saman við
aðrar býir til ein stórbý, sum t.d. Keyp-
mannahavn og Frederiksberg. Valetta
er ein tiottur Dyur vi
Tey kunnu sanniliga vera
stoit av at vísa fram sítt tinghús og sír
stjórnarbygning og sínar katedra
Kirkjubømururin er eitt lítið ne
li aftur-
ímóti. Hvussu hetta fámenta fólk hevur
1
kunnað bygt hesar veldigu bygningar-
nar, er mær ein gáta. Og okkara tin
hvat skulu vit siga um tað? Kundu vit
IKK) fingið okkum ein prýðiligari by
ing enn handa lítla bóndagarðin. Eg
minnist
eina ferð pápa spyrja meg:
„Heldur tú, vit fáa ein nýggjan løgtings-
bygning, áðrenn eg doyggi<. Tað var,
sum skammaðist hann um hann, og vit
fingu sum kunnugt ongan, meðan hann
var á lívi, og hann kemur helst ikki í
okkara tíð. Tað er meira enn neyðarsligt,
haldi eg. Annars er arkitekturin, tá ið
tað snýr seg um íbúðabygging her á
landi, avgjert einki at reypa av, tvertur-
ímóti.
Eg havi ongantíð verið nakrastaðni,
har tað er so oyðið fyri fugl sum her. Her
eru havnir og her er útróður sum aðra-
staðni, men tú sært ikki eina likku,
henda matvísa fugl. Og tað hevur sínar
grundir, sum eg hevði hoyrt um, áðrenn
eg fór heimanífrá, men sum eg ikki vildi
trúgva, men vit fingu sjón fyri segn
beinanvegin vit komu. Vit fóru ein túr
niðan á eina herðu, har stóðu tveir menn
inni í einari lítlari smáttu laðað upp av
gróti, slíkar lítlar smáttur síggjast alla-
staðni. Alt í einum smullu trý skot og
ein stari kom bóltandi niður av himli í
einum fjaðraroki. Framman fyri okkum
gekk eitt ungt danskt par, og gentan fór
beinanvegin til gongu yvir til teirra, og
tað sást, at teir fingu av grovfílini, men
tað hjálpti lítið, hon hevði ikki meir enn
vent teimum bakið, so small aftur eitt
skot. Í gjár vóru vit so aftur ein túr, har
kom ein stórfuglur, sum eg ikki kendi,
skotini smullu, men hann slapp ið
hvussu er ta ferðina við lívinum.
Ja, teir skjóta allan fuglin, sum kemur
á oynna, ikki bara skjóta, men seta eisini
upp netfellur, og her koma nógvir fugl-
ar, ikki minst í flytifuglatíðini á veg til
Afrika. Longu í lýsingini byrja skotini
at smella, sunnudagar er tað sum í
kríggi. Hetta er ein maltesiskur sportur,
rópa teir tað, ein gamal siður. Fyri um-
leið 100 árum síðan hevdu byrsumennin-
ir í Feroyum eisini tann sport um vårar-
nar at fagna tjaldrinum við byrsu, men
Gud havi lov fyri, at tann sporturin er
r. Men tað er hann altso ikki her
og tey eru sjálvsagt nógv, sur
avlagdu
) eru í eð
ini um henda ósið bæði innanlands og
uttanlands, dúgliga verður skrivað
blødunum um tað, ikki minst nu, val
stendur fyri durum. Men tað hjálpir
einki, hvussu Malta verður skammað út.
ikki petti. Byrsumenninir eru nevniliga
so nógvir, at politikararnir tora ikki at
við málið. H sjúkt enna vit
Feroyum. Ein hert
på í ! í beið eð
ey. M iðug við barn
UUDB í I i [s € ði > x
næstun i 3 ( r
eg liðu ð sje u og st )
radnun | ferð inr eir dalig
søgu«, h« nan far £ mo
250 síðum, og verkið a 12(
síðum, so stikk denn leiga
okkum eina lítla knæteldu við printara
og eg siti nú og skrivi skaldseguna inn í
hesa lítlu og ótrúliga hentu maskinu. Eg
ætli sjálvur at geva út, men tað verður
hart, tí bókaselan hjá mær er so at siga
steðgað, eg hugsi, fólk er roytt
mær. Men tað er nú einaferð soleiðis við
tí, at ein bók er ikki liðug, fyrrenn hon er
komin út, so út skal hon onkursvegna
Bestur heilsur Jens Pauli.
PS. Nú eg sendi hetta avstað, er de-
sember mánaður av, og veðrið hevur
verið, sum tað stendur omanfyri, keði-
ligt føriskt summarveður, regn, vindur,
torusláttur. Gott av tí, eru tað víst nek-
ur sum halda. Áh menniskjan, menniskj-
an. Men hesi má eg bedreva við, at í dag
er aftur strálandi summar. Lesi annars í
blaðnum, at hetta er ringasti desember
mánaður í mong harrans ár, ikki bara
her, men nógva aðrastaðni í verðini.
Summi halda, at tað kemur av eldgosin-
um á Filipsoyggjunum saman við eldi-
brandinum hjá Saddam Hussein í Ku-
wait. Ja, hver veit. Landsliðið spældi
móti Grikkalandi herfyri. Úrslitið: 1—1.
Í 1975 spældu teir eisini móti Grikka-
landi. Tá vunnu teir 2—0, ein sensatión,
sum hoyrdist um allan heim, og sum teir
liva stórt uppá enn dagin í dag. Men
eftir mínari áskoðan als ikki so stór, sum
tann hjá okkum móti Eysturríki.
Gott nýggjár, ell somul.