leygardagur 11. januar 1992síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Så a 18
Progvad at
trekkivanar
kunnu broytast
TB er m.a. lógin frá 1979 um loyvi at bryggja
sterkt øl dómi um skrivar Dagny Joensen, blað-
kvinna m.a. í "Sjónarmið" í dag.
| SJÓNARMIÐ | |
- Minnast tit ikki, tá plattar
av Filaøli og FFarum komu
til landið í stórum mongd-
um, varð spurt við borðhald
um jólahalguna, har fýra
ættarlið vóru komin saman.
Tá varð sjálvsagt prátað um
nýggja og eldri tíð - alt í
einum.
Evnið í hesum føri var nýg-
gja rúsdrekkauppskotið,
sum fólk eru farin at ótol-
nast eftir at frættafrá.
RÆTT OG SKEIVT
Tá børnini eru vorðin
tilkomin, tora tey ofta at
tosa um tað, sum tey áður
fjaldu fyri foreldrunum. Tá
ereisini møguleiki at flenna
at býttleikum og kjakst um,
hvaterrættog skeivt. Tad er
eisini mangan skemtiligt og
lærurikt at hava stundir og
møguleikar at pråta um
slikt.
Innantanna roknaði eg út,
at hasin garpurin við FF'ar-
unum neyvan mundi vera
meiraenn 16- 17 ára gamal,
tá hann saman við ødrum -
helst eldri - unglingum (?)
bílegði sær ølid, sum í dag
Ikki fæst í Føroyum.
Onkur hendinga ølfløska
er at síggja á hillum hjá
fólki, sum minni um farna
tíð.
Hon stendur har sum ein
skomm ella stuttleiki - alt
eftir hvat tann einstaki held-
ur um rúsdrekkamálið.
MOTBURDUR
- Tað vóru ivaleyst mong,
sum stúrdu fyri at drekki-
vanarnir fóru at broytast til
tað verra, tá Vilhelm Jo-
hannesen, sum var lands-
stýrismaður í 1979, legði
uppskot fram um at bryggja
øl í Føroyum, samstundis
sum tað sterkara ølid og
rúsdrekka yvir 60% varð
bannað at innflyta.
Tå føroyska ølid kom,
hvarv sterka glið,ið fólk áð-
ur nýttu saman við rúsdrek-
ka, sum dogg fyri sól!
FORBOÐ
GAGNAR ONGUM
Tað var helst ikki for-
boðið í sjálvum sær, sum
førdi ul broytingina, men
heldur tað at fólk fingu ann-
að í boði. Slík lógarbroyting
var skilagóð og gagnlig, ti
hon bøtti um ógvusligu
drekkivanarnar.
Í dag drekka tey flestu
pilsnarøl, og ferðast tú á
stóðum, har rúsdrekka
stendur tær í boði, so er tað
ógvuliga sjáldan, at fólk
drekka t.d. gulløl.
MAMMU-
DRONGUR
Ein tilkomin maður nevndi
herfyri, tá prátið fall á rús-
drekkalógina, at tú vart
hildin at vera rættur mamm-
udrongur, um tú drakk pils-
naragl afturvið rúsdrekka,
tá hann var ungur í sjeyti-
árunum.
Ein ungligur, sum var
heima á jólum, men býr í
Keypmannahavn segði, at
hann undraðist yvir, hvussu
lítið føroyingar gjørdu av at
drekka sterkt øl, tå teir
komu til Danmarkar.
Hann er vanur at fara inn á
Skarv í friløtum, og har
drukku øll eisini pilsnaraøl
og kanska gull.
- Tað ber til - við øðrum
orðum - at broyta drekki-
vanar, um lógir og fyriskip-
anir eru skilagóðar.
Hví so ikki lata fólk sjálvi
hava ábyrgd av rúsdrekka-
nytsluni?
RUSDREKKA OG
SORGARLEIKIR
Tað er ein sannroynd at
nógvir sorgarleikir standast
av rúsdrekkamisnýtslu.
Eingin familja, sum hevur
roynt hetta, vil sínum arg-
asta fígginda slíkar mann-
minkandi upplivingar.
Tað er eisini ein sann-
roynd, at hvør einstakur
okkara hevur ábyrgd fyri
sær sjálvum, tá vit drekka
rúsdrekka, gl ella vín.
SJÓNLIG BREK
Nú hevur Rúsdrekka- og
Narkotikaráðið lagt fram
álit, í samband við broyt-
ingar í rúsdrekkalógini,
sum eftir tí íð er komið
fram, er sera skilagott.
Fjaldir skeivleikar við nú-
verandi lóg verða gjørdir
sjónligir. Hetta eru trupul-
leikar, sum vegna tørvandi
nútíðar rúsdrekkalóg, hig-
artil hava verið eins og ikki
til.
Nidurstødan er tann sama
sum nyggja rusdrekkaupp-
skotið leggur upp til, men so
er eisini farið út í æsir við
teimum trupulleikum, sum
higartil alment hava verið
friðhalgaðir.
Nr. 7 — 11. januar 1992
Eitt nú, hvussu vanda-
mikið taðer fyri barnakonur
at drekka alkohol, bland-
ingsmisnýtsla av øli og tab-
lettum, sum fáast í hon-
keyp! Tørvin á at skapa
upplýsandi virksemi í skúl-
um og aðrastaðni o.s.fr..
GÓÐUR KODDI
- Júst so! Her eru trupul-
leikar sum vit vita hava
verið allar dagar, men sum
vegna jánkarsligu rús-
drekkalóg, nærum hava
fingið frið.
- Ein góður sovikoddi
hevur gamla rúsdrekkalóg-
in verið fyri politikarar og
avvarandi = myndugleikar,
víst er tað!
Flestu okkara munnu
hava roynt at greiða útlend-
ingum frá føroyska sam-
felagnum og nátúru, tá vit
ferðast uttanlanda. Tað er
altíð hugaligt, men oftast
verður eisini serliga rús-
drekkalóg okkara havd á
lofti.
Hinvegin er tað als ikki
hugaligt, tá somu útlend-
ingar koma hendavegin, og
síggja at vit als ikki í orð og
verki halda hesa góðu lóg.
Vit bróta hana á einhvønn
Dagny Joensen,
blaðkvinna: -Eru
politikararnir nú
ikki so mikið
tilkomnir, at teir
tora at taka stóðu til
rúsdrekkamálið ?
hátt, meðan gestirnir standa
og gána.
EINGIN VIRÐING
Hvat halda politikararnir,
sum smíða lógirnar og teir
útinnandi, sum skulu syrgja
fyri at lógimar verða hild-
nar. Teir verða jú hildnir
fyri tað turra spott!
Vónandi fara avvarandi
politikarar at sleppa nalva-
skoðanini og atkvødudyrg-
ingini í hesum álvarsliga
máli, so skil kann fáast á
rúsdrekkamálið.
Við broyting av núveran-
di rúsdrekkalóg er ikki talan
um at góðtaka misnýtslu,
men heldur at ásanna, at
hvgr = einstakur hevur
ábyrgd fyri sær sjálvum.
Sambært kanningini hjá
Rúsdrekka- og Narkotika-
ráðnum hava bert 13% av
mannfólkunum og 28% av
konufólkunum í Føroyum,
ikki smakka øl, rúsdrekka
ella vin í fjør.
Erupolitikararnúikki so
mikið úlkomnir, at teir tora
at taka stóðu til rúsdrekka-
málið?
Dagny Joensen
Cs [[[————————Z————————————>—————————"———)Yr—m——ooU——eec--—…3—|—…—…—————ee—e…$—$—…hl|…
Framhald av sidu 13
Hetta er samstundis
vissur missur hjå FSF, ti
Føroyar vid sinum 48.000
íbúgvum, og ti rættiliga
avmarkadu åskodaranøgd,
kunnu ikki bera at hava
tvinnar slikar landsdystir
dag um dag. Spurningurin
er eisini, um vøllurin å
Svangaskardi — eins litid
og flestallir aðrir grasvøllir
— kann bera tvinnar dystir
við so lítlum millumbili.
U21-lidiå má takast
úr kappingini
SUM cg SISINI havi ver-
10 frammi og nevnt fyrr, er
U21-i0i0 ein trupulleiki,
tá vit nú skulu spæla hesar
dystirnar dag um dag,<
sigur Torleif Sigurðsson.
»Og tå so hini londini ikki
kunnu góðtaka annað enn
tað, er spurningurin, um
tað ikki loysir seg eins væl
hjá okkum bara at taka
U21-lidid úr hesi kapping-
ini, sjálvt um tað kemur at
kosta okkum eina bót.<
Støda er enn ikki tikin
til, hvussu hesin trupul-
leikin verdur takladur,
men tad fer FSF at taka
stóðu til ein av allarfyrstu
unum I eilt møg
avDOO må KOMA Nu, SKA
tað koma.
Við í teirri stóðutakanini
er so sjálvsagt, um tað ikki
verður bíligari bara at taka
liðið úr kappingini, enn at
skula leggja ein dyst eyka
til rættis fyri U21-lidid,
hvørja ferð A-landslidid
skal spæla HM-landsdyst,
sum kortini ikki kann geva
nakað av sær uttan fíggjar-
ligan miss, tá áskoðara-
grundarlagið ikki er til
staðar til tvinnar dystir
dag um dag.
Hverki lid ella venjari
Onnur viduskifti, id eis-
ni stuðla einari avgerð un
at taka UZ2l-hiðið úr Kapp-
ingini, er at einki lið er
Sell, og at eingin venjari
heldur er til eitt møguligt
lið.
At so dreymurin um eitt
alternativt talent-lið aftrat
A-landsliðnum við kom-
andi evnum tann vegin má
liggja eitt sindur enn, er so
nakað, føroyskur fótbóltur
má læra seg at liva við, til
umstødurnar loyva
nøkrum ødrum.
hj.
Í
í
Á