leygardagur 11. januar 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í
í
é
Nr. 7 — 11. januar 1992
Lesarabrøv
Hvat verður av føroyinginum…
Tað er nógv, sum í hesum
vánaligu tíðum birtist í
okkum bæði so og so, og
mangan hava vit hug at
spyrja okkum sjálvi, hvat
varð av feroyinginum í
Feroyum.
Eru vit vorðin eitt
kensluleyst sálarleyst
fólk, sum ikki hava annað
uppiborið, enn av polit-
ikarum okkara einans at
verða mett í krónum og
oyrum og kanska rúm-
metrum og fermetrum
við
Skaldið syngur: Vatnið
vinnur harða hellu —
slættar niður fjøll — líggin
gongur, grasið fellur —
falla so vit oll.
At vit skulu falla fyrr
ella seinni, vita vit, eisini
at hetta kann framskund-
ast av umsteðum, vit
mangan ikki kunnu kasta
medmenniskjum ella sam-
felagnum fyri.
Landsstýrið, vit enda-
liga fingu, kom at átaka
sær eina heldur ótespuliga
uppteku, so troystaleysa,
at eingin annar vildi.
Nógv skuldi slættast,
men vit, sum til aldurs eru
komin og hava sæð ikki so
fáar broytingar, halda, at
hesuferð varð mangan í so
nógv fyri líggjanum, tí
skal alt tað falla, sum við
so nógv stríð varð fingið
at standa, verður seinur
dagur, áðrenn vit koma á
beint aftur.
Lættari er tó hjá okkum
gomlu at halda fast við
trúnna og vónina um, at
tað hóast alt skal bera til
sum frá líður, men hjá
teimum yngru, sum
kanska ikki kenna til ann-
að, enn eitt hampa lív í
einum hampa samfelag.
Hugsjónirnar, sum
javnaðarflokkurin birti
her á landi, og sum hava
verið hevuðsamboð okk-
ara í skapanini av hesum
hóast alt nógv frægari
samfelagnum, eiga vit tó
enn, og vilja vit landi og
fólki okkara væl, eru ikki
onnur ráð, enn einaferð
enn at hava hesar við
fremst í tí stríði, sum má
koma.
At eitt ov stórt fleirtal
av eini heldur forkelaðari
ætt kanska ikki hættar
sær undir neyðuga stríðið
eftir hesum treytum,
mugu vit so heldur taka
til eftirtektar og liva við,
enn fyri einhvenn prís at
reka neyðsemjupolitikk,
sum hverki teir ráðandi
ella fólkið er negt við. Tí
dagur og tíð javnaðar-
rerslunnar kemur hvussu
víkir og vendir altíð aftur
millum fólk, sum upp-
lýsingarliga hevur fingið
so frægt í beinini sum okk-
ara.
Ynski annars ollum fer-
oyingum — eisini politik-
arum okkara — eitt
eydnuberandi nýggjár.
77 ára gomul
havnarkona
Eysturskulamålid
Hugstoytt
Hugstoytt var at frætta
avgerðina hjá Torshavnar
Býráð um at selja part
burtur av Eysturskúlan-
um, og enn bilsnari gjørd-
ust vit, tá hetta hendi
beint fyri jól. Men ikki var
annað at vænta. Sjálvandi
tí at ta tíðina høvdu flest
fólk og serliga foreldur
annað at hugsa um. Men
hetta var so jólagávan frá
býráðnum — hesa ferð.
Nevndin heldur
fram
Nevndin, ið vald varð
4.11.91 at umboða for-
eldur og avvarðandi, held-
ur fram við stevnuni, ið
sett varð á nevnda fundi:
At forða at Eysturskúlin
ella partur av honum verð-
ur seldur.
Undirvísingar-
málaráðið
Ætlanin er nú at fara til
danska undirvísingar-
málaráðið fyri at vita, um
hetta letur seg gera.
Nevndin fer eisini at
kanna aðrar meguleikar í
hesum sambandi.
Foreldrafundur
Fundur verður aftur
mánakveldið 13.01.1992.
Fundurin verður fyri for-
eldrum og avvarðandi at
bernum fyri at greiða frá
steðuni, men eisini til at
fáa stuðul til ymisk tiltøk
í hesum máli. Umráðandi
er at meta fjølment.
Skaðin av hesi
gøluni
Her skal verda gjørt øllum
Føroya fólki kunnugt,
hvussu oyðileggjandi eitt
slíkt mál er fyri teir næm-
ingar, ið eru beinleiðis
uppi í hesum politiska
spæli, næmingar, ið hava
skyldu at ganga í skúla,
men einki hava at siga, tá
ið tað snýr seg um nakað
hægri: ííggjarpolitikk.
Ein líkasæla, ein ómegd,
ein stúran og ótti hevur
sníkt seg inn í ta tryggu
barnasálina, soleiðis at
long tíð fer at ganga, áðr-
enn hesi sárini lekjast.
Verður ikki friður í hesum
máli skjótt, fer tað at fáa
óbótaligan skaða fyri
Eysturskúlan og fyri allan
hin feroyska fólkaskúlan,
tí hetta kann jú vera eitt
frálíkt hugskot at sleppa
eini kommunu burtur úr
vánaligari fíggjarsteðu.
Og vit vita, at tær komm-
unurnar eru fleiri.
Foreldraumboðini
Sethúsatryggingarnar
Eg taki fult undir við les-
arabrævinum, sum stóð í
blaðnum 7. jan. 1992.
Feroya Brunatrygging
er ein so lukkaður stovn-
ur, at hon hoyrir ikki
heima í Feroyum.
Er tú til gongu og kem-
ur framvið stovninum,
sært tú ikki ta einastu
reklamu í sýnisgluggum
Opið bræv
Vinarligast
Olavur W. Høgnesen
Tryggingasambandið, Bjartur Dalsgarð, stjóri
Vísandi til skrivingina, ið verið hevur í Sosialinum
síðstu dagarnar, fari eg sum tryggingartakari at
biða um frågreiding og gjølligar útrokningar, ið
greina, hvussu komið er fram til flokkingina og
annað í nýggju tryggingarskipanini.
teirra. Man skuldi trúð, at
hesin stovnur var eitt ell-
isheim, tí pláss hava teir
at lýsa teirra produktir,
teir hava jú eitt hav av
plássi.
Marknaðarprísirnir eru
munandi falnir við at
byggja sethús í dag, men
Feroya Brunatrygging
hevur enn ikki dagfert
sínar fermetraprísir, altso
tú betalir ógvuliga dýrt
tryggingargjald.
Í lesarabrævinum fýlist
greinskrivarin á, hví ikki
Feroya Brunatrygging
sendir sínar menn á dyrn-
ar og har greiðir kund-
anum frá, hvat hann nú
hevur tryggjað ímóti og
hvat hann kann, men sum
eg havi hoyrt verða um-
boðsmenn teirra so lágt
lentir, at tað loysir seg
ikki at gera slíka tænastu
og harvið er kundin van-
rektur.
Í Danmark harímillum
fært tú ikki frið fyri trygg-
ingarfólki.
Gott í tykkum, sum sita
í nevndini fyri Føroya
Brunatrygging, latið nýtt
fólk sleppa framat stovn-
inum, hetta við elligoml-
um fólkum dugir íkki
longur og tað allar besta:
Gerið eina pakka-trygging
við ellum í, so man slepp-
ur frá at viðmerkja, hvat
man skal tryggja ímóti.
Best var sjálvandi, at
Tryggingarsambandið
Feroyar eisini slapp fram-
at at tekna sethúatrygg-
ingar, ja, tá rokni eg við,
at kapping tók seg upp.
Feroya Brunatrygging
koyrir eftir einum 50-ára
spori, so har kunnu ikki
væntast broytingar til
tryggingartakarans frama
og verður heitt á Hr. Jens
Petur Arge, stjóra í
Tryggingarsambandinum
um at tekna sethús eisini.
annar
tryggingartakari
Ríkjasamband
>Ein, sum er góður við
talaða málið< hevur
eftir tí, hann skrivar í
Sos. 4. januar fingið ilt
inni við orðið ríkjasam-
band — tað skal skurra
og hvína í hverjari
rykkju (hvat tað so
man vera). Hann vil
heldur siga »rikissam-
band«, sum »vanligt
er«!
Føroyskt er bending-
armål vid fyra føllum.
Orðið ríki eitur ríkis í
hversfalli eintali, ríkja
í hversfalli fleirtali. Í
hesum føri hava í
minsta lagi trý ríki í
gamla Sovjetsamveld-
inum bundið samband.
Tí má fyrri liður í orðin-
um vera í hversfalli
fleirtali, og ríkjasam-
band er tí málfreðiliga
rætta orðið, velja vit at
nevna tað so — annar
meguleiki kundi verið
samveldi av einum-
hverjum slag, sjálvir
nevna teir tað »comm-
onwealth< á enskum,
sigst! Í orðinum »rikis-
samband« liggur, at
eitt ríki er í sam-
bandinum — hvat skil
fær verið í tí?
Nú hevur postverkið
í mong år havt Fri-
merkjadeild, eydvitad
ti hon gevur út nøgd av
frimerkjum. Legið
hevði verið at kallað
hana »frimerkisdeild«,
ella hvat? Hevði tað
kanska verið í betri
samljóði við hitt há-
lovaða >talaða málið<?
Meinið man heldur
vera tað, at oyru okk-
ara eru so nógv er-
kymlað av donskum
málmynstrum. Á tí tal-
aða málinum er hvers-
falsendingin altíð -s,
sama hvat kynið er ella
talið. Áttamannafar er
rætt feroyskt orð,
»åttamansfar« mundi
skurrad i oyrunum å
øllum, eisini honum,
»sum góður er við tal-
aða málið<. Ti verri
hevur ikki altíð verið
farið eftir feroyskum
målreglum, tá ið nøvn
hava verið givin. Teir,
sum stovnaðu Ferya
fiskimannafelag, vistu,
hvat teir gjerdu, eisini
málsliga, men ikki var
føroyska málvitið
heima, tá ið Sjómans-
skúlin og Sjómans-
heimið vórðu hildin
undir skírn, men hin
sterka danska fyri-
myndin varð við yvir-
lutan (sømandsskole,
semandshjem) — fleiri
onnur demi kundu ver-
ið nevnd.
Vit eiga ikki at
smæðast fyri at nýta
teir ríku meguleikar,
sum okkara fjølbroytta
bendingarmál hevur í
boði og ikki lata okk-
um taka av fótum av
hverjum landsynnings-
loti.
Jóhan Hendrik
W. Poulsen
ILL;