leygardagur 11. januar 1992síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20
gt til rættis
( ) Id! rør g
Poul
sen
Sáðið — Orð Guds
Mta tá ið Jesus lærdi fólkið, so brúkti Hann
nakrar segur, sum verða kallaðar líknilsir.
Líknilsini vóru um vanlig fólk og vanlig ting
frá dagligdegnum, sum Jesus sá rundan um
er
5
Les hesa søguna, og vita so um tú kanst
svara spurningunum, sum eru settir niðast.
Hendan segan stendur í Matt. 13.:
Ein dagin tá id Jesus lærdi fólkið, var so
nógv fólk har, at Hann mátti fara í ein bát,
og standa í honum og tosa.
Hann segði: Sáðmaður fór út at sáa.
Sumt sáð fall við vegin, og fuglarnir komu
og ótu tað upp, nakað fall í steinuta jørd, har
sum ikki nógv mold er, so tað fekk ikki fest
rættiligar retur, og tí vaks tað upp og var so
avsviðið av sólini. Nakað fall millum tornir,
og tornirnar kevdu tað.
Sáðið er Guds orð, segði Jesus.
Sáðið, sum fall við vegin, segði jesus, var
ein mynd um, tá ið hin óndi tekur burtur orð-
ið.
Sáðið, sum fall í gadda jørd, segði Jesus,
var ein mynd um tá ið fólk taka við orði
Guds við gleði, men síðani verður fyri falli,
tá ið mótsteða kemur.
Sáðið, sum sáað varð millum: tornir, segði
Jesus var ein mynd um tá ið fólk hoyra orðið,
men eru bangin, so tað verður køvt, og tá
kann tað ikki bera ávekst.
Vit skulu at enda lesa saman vers 23 í Matt.
12:
„Men tað, sum sáað varð í góða jørd, er
tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og sum so
ber ávekst; ein gevur hundraðfaldan, ein
sekstifaldan og ein triatifaldan.«
1. Jesus gav tríggjar orsøkir, hví sáðið ikki
kundi vaksa. Hverjar vóru tær?
Hvat er sáðið?
N
3. Hvat hendir, um jørdin er góð?
tiðindablaðið
Vann
Vinnarin av
jolakappingini
Jólakalendarin 91" er nú
funnin. Tað er Oddjó
Stovugarð í Skopun. Hon
var tann hepni av umleið
100 av trugvu lesarum
okkara, ið sendu inn
jólakalendaran við tekn-
ingini av Poul Michelsen,
borgarstjóra í Havn.
Vit ynskja Oddjó til-
lukku. Hon fær nú send-
andi tær triggjar skemu-
bøkurnar við tekningunum
hjå Ola Petersen umframt
ett Krov
Ein eykavinningur var
eisini. Har vann Finnur
Sandoy i Hoyvik, sum fær
tær triggjar skemitbøkur-
nar og eina ersju við kara-
mellum.
Her finnur Hjarnar Dalsgaard, praktikantur á Sosialurin,
tann hepna vinnaran
Norðingar kunnu
siga sína hugsan
um navnalóggávuna
Petur Martin Rasmussen fyrilestur í
býráðssalinum.
»Og ein skal eita Hanus og ein skal eita Hans,
og ein skal eita Fríðrik, og ein skal eita Frans,
men dóttirin skal eita — tann fyrsta sum tú fær —
Birita Brigitta Bardot handan Gard«.
Soleiðis tekur Tongla-
Tummas til í einum
sangi.
Eftir uppskotinum
um nýggja navnalóg,
sum er legd fyri løg-
tingið til viðgerðar,
verður loyvt at nýta
tey dreingjanevnini,
sum eru í sanginum,
meðan dóttirin ikki
kann eita soleiðis, tí
har eru meira enn trý
nevn.
Men hetta fáa vit
meira at vita um nú
sunnudagin, tá ið Pet-
ur Martin Ramussen
skal siga frá uppskot-
inum til nýggja navna-
lóg í býráðshúsinum í
Klaksvík.
Petur Martin er for-
maður í tí nevndini,
sum hevur evnað hetta
navnalógaruppskotið
til, og kemur hann at
greiða frá navnasegu-
ligu gongdini í Feroy-
um frá gamlari tíð og
til nú, at tað er komið
so mikið langt, at vit
fyrstu ferð skulu hava
eina føroyska navna-
lóg, um legtingið sam-
tykkir tað.
Nógv hevur verið
kjakast um navnalóg
og serliga aftaná, at
uppskotið varð al
mannakunngjørt.
Tað er so við, at vit
ikki øll eru å einum
måli um, hvussu regl-
urnar fyri at geva nøvn
skulu verða, men tó
munnu tey flestu vilja
hava eina feroyska
navnalóg, sum lagar
seg eftir føroyskum
navnasiði.
So nú er hevi hjá
norðoyingum at fáa
meira at vita um
navnalógaruppskotið,
samstundis sum mein-
ingar kunnu berast
fram á fundinum, og
vil Norrena felagið í
Norðoyggjum tí bjóða
ollum á fund í býráðs-
húsunum í Klaksvík
sunnudagin 12. januar
kl. 17.30 um nýggja
navnalóg, verður sagt í
tíðindaskrivi frá
Norrena felagnum í
Norðoyggjum.
Oddjó í Skopun
Nr. 7 — 11. januar 1992
Styvlarnir
å donskum
Skaldsøgan hjá Jóannesi
Nielsen "Gummistyvlarnir
eru einastu tempulsúlurnar í
Føroyum" hevur eisini
áhuga uttanlands.
Bókin er tydd ul danskt,
og forlagið Vindrose ætlar
at geva hana út nú.
Prógv
Hans Jóhann Sørensen í
Havn hevur fingið sveina-
bræv sum húsasmiður.
Hann hevur lært hjá P/F
Bygitek í Havn og var
avlærdur 10. januar. Læru-
meistari var Tummas Sør-
ensen.
Jan Joensen í Klaksvík
hevur fingið sveinabræv
sum maskinsmiður. Hann
hevur lært á Klaksvíkar
Sleipistóð á Mekaniska
Verkstaði og var avlærdur
10. januar. Lærumeistari
var Arni Olsen.