Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 1992síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 — 11. januar 1992 Esmar A. Jacobsen >Tú mást ikki ganga um við sleygi móti tjóðfelaga tínum og ikki royna eftir kvi næsta tíns. Eg eri Harrin! — 3. Mós. 19,16. Vit liva í einum samfelagi, har sum tíbetur eingin verður forfylgdur vegna trúgv sína — verður mangan tikið til. Men man hetta nú vera so satt, sum tað er sagt? Vónandi. Guds orð sigur: »Og allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsekt- ire. 2. Tim. 3,12. So satt sum tað finnast Guds bern í Feroyum, so satt verða tey eis- ini atsekt. Tey verða ikki hålshøgd eins og Jákup, og ikki steinað eins og Stefanus. Men hvat man vera svárari, at verða dripin ella at verða seigpindur? Og seigpínd verða Guds børn vid illgitingum av ymsum slag. Illgitingar- nar pína tann, ið illgittur verður; men tær av- dúka mest av óhumsku hjá illgitaranum sjálvum. Og burtur úr illgitingunum spyrst so sleygið, sum skjótt ferðast húsa og bygda millum. Víst er tað einki stuttligt at verða steinaður til avlívis; men tað er heldur ikki stuttligt at verða sleygaður í hel. Eisini við at sleyga roynir tú eftir lívi næsta tíns. Tú stjelur frá honum góða um- demi hansara og dálkar navn hansara mill- um manna. Og tú heldur at Gud hoyrir tað ikki! »Eg eri Harrin!< — sigur okkum, at Gud vakir yvir børnum sínum til tess at bjarga; men hann vakir eisini yvir fíggindum teirra til tess at týna. 18. desember fingu Unn Berg og Henning Nicla- sen, Nes, Hvalba, eina dóttur. 20. desember fingu Jó- hanna og Poul Johannus Næss, Miðvági, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3100 gr. 2. januar fingu Anita Højgaard og Knút Marni Jacobsen, Keyp- mannahavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigadi 3650 gr. 3. januar fingu Anna Kjartansdóttir og Johan Leo, Skopun, eina dótt- ur. Hon var 50,5 cm long og vigaði 3320 gr. 3. januar fingu A. Maiken og Arnbjern Madsen, Argjum, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3640 gr. 3. januar fingu Esther Pou! -n og %yvind ILPOSS:25" Hentze, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3900 gr. 4. januar fingu Fía og Jónsvein Lamhauge, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vig- aði 3600 gr. 4. januar fingu Sonja Thomsen og Hans A. Bertholdsen, Klaksvík, eina dóttur. 6. januar fingu Sólrit Mikkelsen og Bjarni Berg, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4250 gr. 6. januar fingu Elly og Sámal Debes, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3310 gr. 6. januar fingu Lena Joensen, Nólsoy og Eirikur S. Hansen, Tórs- havn, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2725 gr. Gudstænastur 1. s. e. trettanda Svínoy: Jógvan Johansen kl. 12.00 Årnafjørdur: Henning Bøgesvang kl. 12.00, altargongd Christianskirkjan: Niels P. Danielsen kl. 11.00 Gøta: Peter O. K. Olofson Funningsfjørdur: Peter O. K. Olofson kl. 16.00, altar- gongd Norðskála: Petur M. Rasmussen, dómpróstur, og Emil Olsen kl. 11.00, altargongd Glyvrar: Jákup Kass kl. 11.00, altargongd Hósvík: Martin R. Jacobsen, altargongd Vesturkirkjan: Høgni Poulsen Argir: Kjartan Mørkøre Havnar kirkja: Jåkup R. Hansen Sørvågur: David Johannesen, kl. 12.00, altargongd Tvøroyri: Jónsvein Bech kl. 12.00, familju og barnaguds- tænasta. Talvan gongur fyri Sunnudagsskúlan Vágur: Heri Joensen kl. 11.00 Meinigheitshúsið í Havn Bønarfundur verður í kvold kl. 20.00. Johs. 16,23-24. Bíðið í Jesu navni og tit skulu fáa. Sunnudagsskúli verður í morgin kl. 14.00. Meti við Hedin Jacobsen verður sunnukvøldid kl. 18.00. Streingjakórið syngur. Innsavnan til Evangelisk Alliance. Kvinnumøti kl. 20.00 KFUK Eldrasamkoman Læknavaktir Tórshavn: Sølvi W. Olsen, tlf. 16611, leyg- ardag og Kaj Kallsberg, tlf. 13150, sunnudag. Eysturoy: Magnus å Stongum, tlf. 23006, leygardag og Sverri Lamhauge, tlf. 48016, verdur månadagin kl. 15.00. Upp- lestur vid Ditlev Olsen, fyrrverandi skúlastjóra. sunnudag. Norðuroyggjar: Jaspur Petersen, tlf. 56400. Vågar: Tlf. 32413. Suduroy (nordur): Tlf. 71560. Suduroy (sudur): Tlf. 73030. 7. januar fingu Hansina og Poul Sørensen, Tørs- havn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigadi 4500 gr. 8. januar fingu Turid Vang og Jan Joensen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vig- aði 3900 gr. 9. januar fingu Margreth og Rói Vang, Klaksvík, eina dóttur. 9. januar fingu Maiken og Jógvan Thomassen, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vig- aði 4400 gr. 9. januar fingu Marianna Hattarstein og Erhard Frederiksen, Miðvági, ein son. Hann var 52 cm. langur og vig- aði 3640 gr. 10. januar fingu Tove og Kári Poulsen, Tórshavn, tvíburðar, gentu og drong. Drongurin var 50 cm. langur og vigaði 2785 gr., og gentan var 46 cm. og vigaði 1910 gr. 10. januar fingu Fía og Janus Norðberg, Tórs- havn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4000 gr. 10. januar fingu Gunri og Suni í Kilhaganum, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vig- aði 3900 gr. 12. januar verður Petur Olsen í Svínoy, vanliga nevndur Pedda, 70 år. 8. Svínoy 19.00. MALTØGURIN Fráleiki Vit eiga mong orðini, og seinri parturin er leiki, t.d. stuttleiki. Tá ið menn ýta av á landi, so siga teir í flestu bygdunum hvenn leika teir hava, út- leika, vesturleika, norðurleika. Vit eru farin av lagnum og siga fráleiki í mong- um førum, tá ið vit ikki áttu at sagt fråleiki. Sum so mangan hevur navnorðamálið tikið okkum av fótum. Í einari grein um listaframsýning, stóð skrivað, at tú mátti ikki hava ov lítlan fráleika til myndir- nar, skuldi tú síggja væl, hvat ið listamaðurin royndi at vísa. Hann, ið skrivaði, skuldi ikki sagt soleiðis. Tann, ið hyggur at myndunum stendur annað- hvert nær teimum, ella langt frá teimum, soleiðis verður sagt millum manna. Um myndirnar og teg kundi verið skrivað: Tú mást ikki standa ov nær myndunum. Talað varð um húsabygging fyrr. Ein ungur maður tók tá til orðanna, at fráleikin var so lítil millum húsini. Man ikki vanliga málbrúkið heldur vera, at stutt er ímillum húsini, ella kanska onkur hevði sagt húsanna millum. Húsini stóðu í einum trunka. Bara túnið var ímillum teirra. Húsini stóðu so tett saman? Onkuntíð hevur verið skrivað, at best er, at tú hevur stóran fráleika millum beinini, skalt tú standa fastur á fótum. Heðin Brú sigur í Fedranna talu um teir gomlu: stinnir í sæti og vítt millum kniggja teir høvdu. Maður kann vera gleivin í beinunum. Hann kann stíga í stórum; og mangt annað vit kunnu siga. Onkuntíð kanska ikki sjáldan verður talað um fjarsteðu eisini í slíkum ferum, sum demini eru. Fjarsteða er heldur um okkurt, ið er langt burturi. Í orðabókini hjá M. A. Jacobsen og Chr. Matras stendur aftan fyri bæði orðini fráleiki og fjarleiki (lit.). Sv.T 45 ára starvsdagur Dagurin verdur hildin i leygardagin kl. Skipasmiðju i 45 år. 2. januar: Herdis Maria Jensen ættað úr Syðrugetu, búsit- andi í Havn, 71 ára gomul. Olivia Arge Gregoriussen, Tórshavn, nevnd Liffa, 87 ára gomul. 3. januar: Hjerleivur Christiansen, gamai. Stykkinum, 73 ára 4. januar: Kristian Olsen, Skopun, 69 åra gamal. 5. januar: Joannes Rasmussen, Torshavn, 79 åra gamal. 6. januar: Pål Johannes Poulsen, keypmaður, Sumba, 70 åre gamal. 7. januar: Oliver Nolse, Nólsoy, Olivur i Kristiansstovu, 89 åra gamal. 9. januar: Kristian Ludvik Wang, Kvivik, 97 åra gamal januar hevdi Vagnar Dam starvast á Tórshavnar