leygardagur 5. apríl 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 67 - 5. apríl 2003
Nr. 67 - 5. apríl 2003
5
Í dag klokkan 16 lata
Olivur við Neyst og
Hanni Bjartalíð upp
framsýning í Lista-
skálanum
FRAMSÝNING
Solby A. Eliasen
Hanni Bjartalíð og Olivur
við Neyst mugu sigast at
vera tveir sera virknir og
áhugaverdir listamenn. Á
framsýningini leygardagin
sýna báðir fram ymsar
teknikkir, tað eru vatnlitir,
oljumáling og prent, men
tað áhugaverda er, at teir
gera tað upp á hvør sín hátt.
Báðir stava teir úr Klaks-
vík, men teir umboða hvør
sítt ættarlið og hvør sítt
myndamál.
Verðin hjá Hanna Bjarta-
líð, sum er føddur í 1968,
er fjølbroytt, men byggir al-
oftast á eitt slag av frásøgu-
kendum upplivingum, sum
kunnu vera droymandi og
ævintýrakend, men eisini
full av speisemi. Hann sig-
ur frá við einum modern-
istiskum og ekspressivum
myndamáli.
Hinvegin er Olivur við
Neyst, føddur í 1953, óivað
meira klassiskur modern-
istur, tí hann leggur dent á
litir, rørslu og bygging, tó
so at motivini, so sum
landslag, fuglar, fólk og
skip, ongantíð fána burtur.
Í
tíðindaskrivi
sigur
Listasavn Føroya, at tað
gleðir tey, at tað eydnast at
skipa fyri hesi framsýning,
har tvey so ymisk listafólk
fáa høvi at rúmast undir
sama taki.
Listaframsýningin verður
opin til 21. apríl.
Olivur og Hanni
í Listaskálanum
Olivur við Neyst er annar av
listamonnunum, sum sýnir
fram í Listaskálanum frá í
dag av. Hanni Bjartalíð er
hin, og tað eru myndir hjá
honum, sum hanga í
bakgrundini
Mynd: Jens K. Vang
Hetta vikuskiftið
letur Jógvan Asbjørn
Skaale tvær framsýn-
ingar upp í hvør sín-
um enda í landinum
LISTAFRAMSÝNING
Áki Bertholdsen
Tað er ikki ofta, at listamál-
arar hava tvær framsýn-
ingar ísenn.
Men tað hevur Jógvan
Asbjørn Skaale, listamál-
ari tær næstu vikurnar.
Báðar listaframsýningar
lata upp hetta vikuskiftið,
men tær eru í hvør sínum
enda í landinum.
Onnur framsýningin er í
Ribarhúsi í Fuglafirði og
hon lat upp klokkan 15 í
gjár og er opin til 23 apríl.
Hetta er ein framsýning um
kvinnurnar
hjá
Jógvan
Asbjørn Skaale og máln-
ingarnir eru 23 í tali.
Framsýningin er opin
mánadag til fríggjadag frá
klokkan 15 – 17.30 og
leygardag frá klokkan 11 –
13.
Hon framsýningin er í
listaskálanum
Oynni
á
Tvøroyri. Hendan framsýn-
ingin letur upp sunnudagin
klokkan 15.
Á
framsýningini
eru
nógvir málningar og hend-
an framsýningin er eisini
opin í tvær ella tríggjar
vikur.
Oyggin er opin hvønn
dag frá klokkan 15 til 20,
men mánadag er stongt.
Í Oynni er eisini ein lítil
kaffistova, so ímeðan ein er
á framsýning, ber til at
hugna sær við einum kaffi-
munni, einum glasi av víni
ella eini øl og einum løttum
bita ella kaku afturvið.
Tvær
ferðir
Jógvan
Asbjørn
Skaale
Jógvan Asbjørn Skaale er virkin listamálari og hetta viku-
skiftið letur hann ikki minni enn tvær framsýningar upp, ein
er í Fuglafirði og ein er á Tvøroyri
Leiðslan á Fiski-
vinnuskúlanum i
Vestmanna hevur
sent vestmenningum
bræv, har sagt verður
fra, hvussu kalt tað er,
tá ongastaðni slepst
undir tak
BÚSTAÐAR-
TRUPULLEIKAR
Edvard Joensen
Vestmanna:
Fiskivinnu-
skúlin hevur sent vest-
menningum bræv við áheit-
an um at hýsa næmingum
skúlans
eftir
summar-
frítíðina.
Vestmenningar
eru positivir.
– Vit frysta úti, sigur
Fiskivinnuskúlin í skriv-
inum til vestmenningar, har
heitt verður á fólk um at
seta kamar, íbúð ella hús til
taks til fiskivinnunæming-
arnar, sum koma langvegis
frá i skúla.
Sagt verður, at fleiri av
teimum næmingum, sum
longu eru á skúlanum,
verða húsvillir eftir summ-
arfrítíðina. Og teir, sum
koma nýggir, hava heldur
ikki betri í væntu. Tað kann
so í ringasta føri gera, at
onkur má gevast, og onnur
ongantíð byrja, tí eingin
bústaðarmøguleikar
eru.
Og tað er spell, halda tey á
Fiskivinnuskúlanum í Vest-
manna.
Og so kemur skúlin við
einum hjartasuffi, sum
líkasum mest líkist einum
paradoksi.
– Vit tora ikki at hugsa
um, hvussu støðan verður í
2005, tá ein nýggjur skúli
vónandi stendur liðugur,
sum er ætlaður til 100
næmingar, men kanska fara
kommunan ella onnur í holt
við eina varandi loysn til ta
tíð, stendur millum annað í
skrivinum, sum Fiskivinnu-
skúlin sendi vestmenn-
ingum herfyri.
Eyðun Leo, sum er um-
sitingar- og praktikkleiðari
á
Fiskivinnuskúlanum,
sigur, at tey hava fingið eitt
sindur av afturmeldingum,
men at tað saktans kundi
verið fleiri.
– Og einki gjørdi heldur,
um tær vóru heilt ítøkiligar,
sigur Eyðun Leo, sum visir
á, at fólk vísa góðan vilja,
men í fleiri førum geva tey
ikki nakra heilt bindandi
tilsøgn kortini.
Hann væntar tó, at hend-
an áheitanin fer at hjálpa,
hóast hon kanska ikki
beinaveg hevur loyst tann
trupulleika, sum heilt givið
verður eftir summarfrítíð-
ina.
– Soleiðis er tað á hvørj-
um ári, sigur hann, men vit
plaga at fáa herbergað
teimum flestu kortini.
Men í ár verður so tann
trupuleiki, at fimm av
næmingunum, sum hava
gingið á Fiskivinnuskúlan-
um og búð í einum húsum
hjá kommununi, verða hús-
villir eftir summarfrítíðina.
Tá skulu húsini nevniliga
brúkast til barnaansing, og
so ber ikki til at búgva í
teimum meira, vísir hann á.
Hjá teimum, sum búgva,
har landfast er, ber til at
koma og fara, hóast tað við-
hvørt kann vera eitt sindur
tvørligt. Men hjá øðrum,
har sund er ímillum, ber
hetta jú ikki so væl til, og tí
er alneyðugt, at fólk fáa
nakað at búgva í, um hugs-
ast skal um at ganga á
Fiskivinnuskúlanum, sigur
Eyðun Leo.
Og so er her eitt paradoks
eisini. Tað eru næmingar-
nir úr Vágum, sum nú,
undirsjóvartunnilin er kom-
in, eru nógv verri fyri enn
fyrr, tá siglt varð av Oyrar-
gjógv til Vestmanna og lagt
at beint undir skúlanum.
Nú skulu ey við bussi,
sum steðgar í Kollfjarðar-
dali. So bíða tey og skifta
buss, sum so koyrir tey til
Vestmanna. Sama veg verð-
ur farið heimaftur. Um-
framt at tað nú eisini er
dýrari hjá teimum at koma
til og úr skúla.
Vanliga plagar tað at
liggja um eina helvt til tveir
triðingar av næmingunum á
Fiskivinnuskúlanum, sum
vilja hava okkurt at búgva í
í Vestmanna, sigur Eyðun
Leo.
Gunn Joensen, borgar-
stjóri í Vestmanna, er stødd
uttanlands, og tað eydnaðis
ikki, áðrenn blaðið fór til
prentingar, at fáa at vita
aðrastaðni frá, um Vest-
manna Kommuna hevur í
hyggju at gera nakað við
hetta málið.
Fiskivinnunæmingar
søkja innivist
Fiskivinnunæmingar søkja innivist
C
M
Y
K
5
4