Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 67 - 5. apríl 2003 Nr. 67 - 5. apríl 2003 7 Hagtøl um livikor føroyinga eru fyri- treytin fyri einum mennandi almennum orðaskifti, sigur Beinta í Jákupsstovu granskari Rigmor Dam Hvussu kunnu vit skipa hagtøl um vælferð, arbeiðs- marknað og javnstøðu, so tey í granskingarhøpi eru sambærilig um landamørk? Soleiðis ljóðaði yvir- skriftin á granskingarstevn- uni, sum var í Havn í døgunum 27.-29. mars. Og júst tátturin um javn- støðu og hagtøl var til við- gerðar á fyrra almenna fund- inum á stevnuni, har staðfest varð, at tað er ein stór forð- ing í javnstøðuarbeiðinum í Føroyum, at vit ikki hava hagtøl, sum kunnu lýsa støð- una millum kynini. Ein av stigtakarunum til stevnuna, sum eisini legði fram, var Beinta í Jákupsstovu, sum er granskari við lærda háskúl- an í Molde í Noregi. Beinta hevur seinastu árini gjørt kanningar um kvinnur í før- oyskum kommunalpolitikki og hevur í hesum sambandi mangan rent seg fasta, tá tøl ikki eru tøk at nýta í gransk- ingini. Í uppleggi sínum greiddi Beinta í Jákupsstovu frá um støðuna í Føroyum, tá umræður tøl, ið kunnu lýsa livikor føroyinga, og royndum hennara sum samfelagsgranskari at gera kanningar um kyn, vælferð og arbeiðsmarknað. Eitt nú hevur hon sett sær fyri, at samanbera vælferðarstøðið hjá kommunum sum, hava kvinnur í bý- ella bygdaráði, við tær kommunur har ongar kvinnur eru umboðaðar. Sæðst tað aftur í politikk- inum, um tær verða stýrdar av kvinnum ella monnum? Her er tað, sigur Beinta í Jákupsstovu, at stóra av- bjóðingin kemur til sjóndar, tí tað finst nærum einki tal- grundarlag, sum ger tað møguligt at samanbera kommunurnar. Í fyrsta parti av kanning- ini skuldi Beinta í Jákups- stovu finna útav, hvørjar kvinnurnar eru, sum velja at stilla upp til kommunu- val. Men av tí at hon ikki kendi føðingardagin hjá teimum uppstillaðu kvinn- unum, kundi hon ikki fáa hesar upplýsingar. Næsta stig var at samanbera livi- korini í ymsu kommunun- um, men heldur ikki hetta bar til, tí ongi tøl eru fyri slíkt í Føroyum. Einasta sum vit vita um kommun- urnar, eru aldurs- og kyns- býtið hjá íbúgvunum, men einki um hvussu fólk liva ella hvørjum tey liva av. Hvussu nógv fólk eru í løntum starvi? Hvørja út- búgving hava fólk? Hvussu er kynsbýtið og lønarbýtið? Vit vita tað ikki. Í framløgu sínari segði Beinta í Jákupsstovu, at hagtøl um livikor vanliga vera savnað, um tað frá politiskari síðu er ynski um, at eitt ávíst økið verður viðgjørt. Umframt hetta eru hagtøl eisini amboð hjá bólkum í samfelagnum, sum ynskja meira ávirkan. Men tíverri hevur tað mangan verið so, segði Beinta í Jákupsstovu, at vit í Føroyum hava aftrað okkum við at gera hagtøl, sum kunnu siga okkum nakað um livikor og sam- felagið sum heild, og at hetta sjálvsagt er eitt polit- iskt val. Tí spurningar, sum ikki koma upp at venda í orðaskiftinum, hoyra priv- atlívinum til, og harvið ikki almennu Føroyum. - Tí er tað av alstórum týdningi at vit fáa ná- greinilig tøl, sum kunnu lýsa samfelagsviðurskifti í Føroyum, og soleiðis kunnu skapað eitt betri grundarlag fyri almenna orðaskiftinum um føroyska vælferð, segði Beinta í Jákupsstovu. Ongin javnstøða uttan hagtøl Jørgen Niclasen sá ongantíð umsóknina Jørgen Niclassen sá ongantíð umsóknina frá reiðarínum hjá Napoléon, áðrenn hann varð noyddur úr landsstýrissessin- um. Hevði hann vitað av henni, hevði málið tikið aðra vend, sigur hann. Tvætl, svarar Tórbjørn Jacobsen VEÐHALD Edvard Joensen Jørgen Niclaen er skelk- aður av at frætta, at reiðaríi hjá Napoléon, sum Tór- bjørn Jacobsen, løgtings- maður, er stjóri í, hevur skrivað til Fiskimálaráðið við umsókn um at víkja fyri lánum, samstundis sum stríðið um politikska lív landsstýrismansins í sama slag málum er upp á tað harðasta. – Tað undrar meg ikki, at ein slík umsókn kemur, sig- ur Jørgen Niclasen, Men tað, sum skelkar meg, er dagfestingin á brævinum. Brævið frá reiðarínum hjá Napoléon er skrivað tann áttanda januar. Seks dagar áðrenn eg varð koyrdur frá sum landsstýirsmaður. Jørgen Niclasen heldur uppá, at hevði hann vitað av hesum brævinum, áðr- enn hann fór í tingið tann 14. januar, heðvi úrslitið av málinum verið heilt annað. – So hevði eg kunnað víst Tjóðveldisflokkinum bræv- ið, og teir høvdu so uttan iva tikið stuðulin til misálit- isuppskotið hjá Sambands- flokkinum og Javnaðar- flokkinum aftur, sigur hann. – Tvætl, svara Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og reiðari. Hatta hevði als ikki broytt støðu Tjóðveldis- floksins, tí hatta hevur einki við hvørt annað at gera. Teir báðir, Jørgen Nicla- sen og Tórbjørn Jacobsen eru samdir um, eins og advokaturin hjá reiðarínum hjá Napoléon eisini í áður- nevnda brævi sigur seg vera, at tað er loyvt at víkja fyri lánum, eins og her er søkt um. Men hóast Jørgen Nicla- sen heldur málini um Høgafoss og Arctic Viking vera av júst sama slagi, sum tað søkt verður um vegna Napoléon, heldur Tórbjørn Jacobsen ikki, at tey eru í familju við hvørt annað. – Okey, sigur Jørgen Niclasen, Nú eri eg ikki so væl inni í familierum við- urskiftum. Men lat okkum so siga, at tey líkjast sum eineggjaðir tvíburðar. – Nei, heldur Tórbjørn Jacobsen fast um. Frágreið- ingin hjá Turid Debes Hentze staðfestir, at Jørgen Niclasen í tveimum førum hevur brotið lógina, og tí mátti hann frá. Her er talan um, at vit søkja um at vikið verður fyri kostnaði av at økja um virðið á einum skipi, og tað er lovt, sigur hann. – Tað er júst tað, sum loyvt er, er Jørgen Niclasen, samdur við honum í. Og tað var júst tað, sum gjørt var í hinum báðum málunum. Men nú fær Jacob Vester- gaard, landsstýrismaður, ein risastóran trupulleika, vísir Jørgen Niclasen á. Tí hann kann ikki fara at játta Napoléoni at víkja fyri lán- um, uttan at verða frá- koyrdur millum annað av tjóðveldismanninum Tor- birni Jacobsen, sum eisini er reiðari á Napoléon. – Ikki uttan so at hann fyrst fær eina váttan frá øll- um flokkum í Løgtinginum um, at tað ikki hendir, tá málið verður avgreitt, sigur Jørgen Niclasen. Jørgen Niclasen er skelkaður av, at Tórbjørn Jacobsen søkir Fiskimálaráðið um at víkja fyri lánum hjá reiðaríið hansara, samstundis sum hann er við til at koyra landsstýrismannin frá fyri at hava gjørt júst tað sama fyri skip í sama bólki sum Napoléon Norðuratlantsbólkurin í hernað móti stjórnini Norðuratlantsbólkur- in vil hava Fólkating- ið at áleggja donsku stjórnini at strika hernaðarlógirnar, sum júst eru settar í gildi fyri Føroyar beint ímóti einari løgtingssamtykt. Danskir politikarar øtast um framferðina hjá stjórnini HERNAÐARMÁL Ingi Rasmussen Norðuratlantsbólkurin í Fólkatinginum ger bart. Føroyski fólkatingsmað- urin Tórbjørn Jacobsen hevur vegna bólkin lagt uppskot til samtyktar fyri Fólkatingið um at áleggja donsku stjórnini at taka hernaðarligu revsilógina, sum hon júst hevur lýst fyri Føroyar, av aftur. Og líkt er til, at tað er ein møguleiki fyri at fáa upp- skotið samtykt. Tí fleiri danskir flokkar og politik- arar í Fólkatinginum øtast um ta viðferð, sum Føroyar hava fingið í málinum. SF, Eindarlistin, Javnaðar- flokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin stuðla eftir øllum at døma Norður- atlantsbólkinum. Ímóti samtykt Alt byrjaði, tá tað kom fram, at ein gomul donsk hernaðarlóg, sum framveg- is var í gildi í Føroyum, loyvdi deyðarevsing í krígstíð. Hetta kom púra óvart á landsstýrið, og nak- að av kjaki stóðst av hesum, tí tað var hildið at vera eitt óheppið tekin at senda út hjá einari framkomnari tjóð. Í Danmark var deyðarevs- ingin langt síðan tikin av, tí teir høvdu sett eina nýggja hernaðarlóg í gildi í 1973. Onkursvegna var lógin ongantíð dagførd í Føroy- um. Í 1992 svaraði lands- stýrið kortini stjórnini, at føroyingar ikki ynsktu nýggju lógina. Og so hendi onki meira. 22. november 2001 sam- tykti løgtingið einmælt, at gamla lógin skuldi strikast, so deyðarevsingin fór úr gildi. Samstundis varð gjørt greitt, at ongin hernaðarlig revsilóg skuldi vera í Før- oyum, tí tað var óneyðugt. Samtyktin varð send víðari til danskar myndugleikar 4. desember 2001. Hóast hetta setir danska stjórnin, umvegis ríkisum- boðið, nýggju hernaðarligu revsilógina í gildi fyri Før- oyar við at lýsa lógina í kunngerðarblaðnum tann 27. mars 2003. Saman við lógini er bunki av øðrum gomlum kunngerðum og kongligum fyriskipanum, sum viðvíkja hervaldi og krígsstøðu. Hvørki lands- stýrið ella løgtingið eru spurd eftir. Løgmaður tegir Rokningin fyri at lýsa lógirnar, 43.000 krónur, verður send til føroyska løgmálaráðið. – Hetta er ein grov provokatión. Vit fara ikki at gjalda rokningina, og vit fara ikki uttan víðari at lata okkum lynda, at hernaðar- lógirnar eru settar í gildi ímóti okkara vilja. Síðsta orðið er ikki sagt, og eg fari at venda mær til løgmans við málinum í eini vón um, at vit kunnu taka tað upp í felag, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum. Men løgmaður hevur sum skilst onga ætlan um at taka málið upp. Hann vil ikki gera viðmerkingar, tí tað er ikki hansara borð, og tað er heldur ongantíð viðgjørt, sigur hann. Eitt álitisbrot Tað er neyvan áður komið fyri í 55 ára søguni hjá føroyska heimastýrinum, at danskir myndugleikar hava sett eina lóg í gildi fyri Før- oyar, eftir at Føroya løgting áðrenn hevur samtykt tað øvugta. Nú hevur so Tórbjørn Jacobsen fólkatingsmaður tikið málið upp í Fólkating- inum og har vil hann hava Fólkatingið at áleggja donsku stjórnini at taka lógirnar aftur. – Við sínari gerð hevur danska stjórnin brotið tað álit, sum hóast alt er bygt upp millum føroyskar og danskar myndugleikar um gildiskomu av lóggávu í Føroyum. Hon hevur brotið siðvenjuna ígjøgnum 55 ár. Hon hevur brotið ta hevd, at Føroyar eru ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind, sigur Tór- bjørn Jacobsen í viðmerk- ing til uppskotið. Vónirnar um, at uppskot- ið fer at vera samtykt eru góðar, tí fleiri danskir pol- itikarar hava sum nevnt longu givið sína ónøgd til kennar í seinastu Fregnum. Undrast stórliga Ein teirra, sum undrast stórliga, er Jeppe Kofoed, næstformaður í danska Javnaðarflokkinum. – Eg skilji ikki, at stjórn- in hevur gjørt hatta. Og tað er avgjørt nakað, sum eigur at vera tikið upp og kannað. Stjórnin, við Venstre á odda, hevur ið hvussu er í hesum málinum víst, at hon ikki røkir ríkisfelagsskapin. Og at hon ikki ein gang tos- ar við grønlendingar og før- oyingar um hetta, er sera ódámligt, sigur Jeppe Ko- foed. Spurdur hvørja støðu SF hevur til, at hernaðarliga revsilógin er sett í gildi fyri Føroyar ímóti løgtingsins vilja, sigur formaðurin Holger K. Nielsen, at hetta gongur ikki, er sera álvar- samt, og verður tikið upp í Fólkatinginum. Jan Sjursen, formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum, kann heldur ikki góðtaka, at danska stjórnin einvíst hevur sett hernaðarligu revsilógina í gildi. – Fólkatingið eigur sjálv- sagt at taka hetta upp og krevja, at stjórnin greiðir frá, hvussu hon kann loyva sær tað. Tað er rætt og slætt skyldan hjá Fólkatinginum, sigur hann. Hernaðarlógirnar eru fyrst og fremst galdandi fyri danska hervaldið í Føroyum. Uppskot til samtyktar í Fólkatinginum »Idet Folketinget anerkender og respekterer, at Færøerne er en selvstændig juridisk enhed, på- lægger Folketinget regeringen at tilbagetrække den militære straffelov fra 1973, som regeringen, uden Landstyrets viden og imod et enigt Lagtings beslutning, har bekendtgjort på Færøerne« Fakta Krígsglað stjórn knúgvar siðvenju Javnaðarflokkurin skjýtir upp í upp- skoti til samtyktar, at hernaðarliga revsilógin, sum stjórnin hevur sett í gildi fyri Føroyar, verður tikin av aftur beinanvegin HERNAÐARMÁL Ingi Rasmussen Føroya Javnaðarflokkur tekur nú stig til at forða fyri, at hernaðarlógir- nar, sum danska stjórnin hevur sett í gildi ímóti løgtingsins vilja, verða tiknar av. – Hetta er ein spurning- ur um integritet hjá Før- oya løgtingi. Vit vilja tryggja, at Føroya løg- ting varðveitir sítt vald sum lóggevandi ting í Føroyum. Ein krígsglað donsk stjórn skal ikki knappliga seta lógir og kunngerðir í gildi fyri Føroyar, sum vit ikki vita um. Tað ber ikki til, sigur Jóannes Eides- gaard, formaður Javnað- arfloksins. Javnaðarflokkurin hev- ur gjørt uppskot til ríkis- lógartilmæli, sum hevur við sær, at hernaðarliga revsilógin og aðrar kunngerðir, sum vóru lýstar 27. mars, verða tiknar aftur. Javnaðar- flokkurin fer nú at fáa neyðugu undirskriftir- nar til vega, so málið kann leggjast fyri løg- tingið, hóast freistin er farin. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað eru tvey viðurskifti, sum hava fingið Javnaðarflokkin at ressast við. Í fyrsta lagi brýtir stjórnin ta siðvenju, sum hevur verið gald- andi í 55 ár, sum sigur, at heimastýrið hevur endaliga orðið, tá lógir vera settar í verk í Før- oyum. Fyri tað næsta hevur løgtingið viðgjørt hernaðarligu revsilóg- ina, og tá varð samtykt, at tær ikki skuldu setast í gildi. C M Y K 7 6