Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 67 - 5. apríl 2003 Nr. 67 - 5. apríl 2003 9 Bush fekk eykajáttan Senatið og umboðsmannatingið í USA hava nú játt- að einari umsókn frá George W. Bush, forseta um 578 milliardir krónur í eykajáttan til kríggið í Irak og tiltøk ímóti yvirgangi. Umsóknin varð samtykt við stórum meiriluta. Í senatinum atkvøddu 93 senatorar fyri og eingin ímóti, og í umboðsmannatinginum tóku 414 umdir við umsóknini, meðan tólv atkvøddu ímóti. Men umboðsmannatingið broytti tað upprunaliga uppskotið hjá forsetanum, soleiðis at fyritøkur í Fraklandi, Týsklandi og Russlandi skulu ikki fáa part av amerikansku pengunum, sum fara til at endurreisa Irak. Hetta verður gjørt, tí tey trý londini hava verið tey harðastu ímóti álopinum á Irak. At munur er á samtyktunum ger, at málið má viðgerast eina ferð afturat, men tað verður ikki hildið, at hetta er nakar stórvegis trupulleiki. Forsetin hevur annars sagt, at málið má avgreiðast innan 11. apríl. Lækni leyp á við knívi Seinnapartin hósdagin gjørdist ein kvinnuligur spanskur lækni brádliga frá sær sjálvum og stakk ein annan lækna og ein sjúkling so meint, at teir doyðu. Sambært sponsku fjølmiðlunum stóð kvinnan og tosaði við nakrar starvsfelagar, tá hon brádliga tók ein knív og legði á felagarnar. Tað eydnaðist henni at stinga átta fólk og tvey teirra so meint, at tey doyðu. Tann 31 ára gamli læknin hevur arbeitt á einum sjúkrahúsi í Madrid seinastu trý árini, og hon var júst komin aftur til arbeiðis eftir at hava verið sjúkrameldað vegna sinnistyngd. Starvsfólk á sjúkrahúsinum siga, at hóast hon var komin aftur til arbeiðis, var tað týðiligt, at hon var ikki frísk. Sambúgvi hennara, ein tíðindamaður, sigur, at leiðslan á sjúkrahúsinum visti, at hon var ikki frísk, men at hon kortini varð biðin um at koma aftur til arbeiðis. Samráðingar útsettar ES og tey trý EFTA-londini, Noreg, Ísland og Liktinstein, hava gjørt av at halda ein steðg í sam- ráðingunum um nýggja handilsavtalu. ES hevur boðað frá, at samráðingarnar skulu vera lidnar fyri páskir, um tann nýggi sáttmálin skal fáa gildi 1. mai næsta ár, tá tey tíggju umsøkjaralondini koma upp í ES. Samráðingarnar hava gingið illa, tí EFTA-londini hava sýtt fyri at rinda tað, sum ES krevur fyri ein nýggjan sáttmála. Men tað er ikki tann einasti stríðsspurningurin. ES krevur, at tollur skal leggjast á fisk úr Noregi og Íslandi til tey nýggju limalondini. Skal eingin tollur rindast, krevur ES atgongd til norsku og íslendsku fiski- vinnuna. Hesum hava bæði Noreg og Ísland víst aftur. Partarnir hava avtalað at hittast aftur hósdagin í næstu viku. Samráðingarnar millum ES og EFTA- londini byrjaðu tíðliga í januar. Kunngera stjórn í næstu viku Nýtilnevndi palestinski forsætisráðharrin, Mah- moud Abbas, fer ætlandi at kunngera stjórn sína í næstu viku. Palestinski ráðharrin í altjóða viðurskiftum, Nabil Shaath, segði í gjár, at seinastu tíðina hevur Mah- moud Abbas tingast við umboð fyri palestinararnar á Vestara Áarbakka og í Gaza-geiranum um tað komandi stjórnina. Nabil Shaath segði, at gongst eftir ætlan fer Mah- moud Abbas at kunna aðalstjórnina í Fatah- flokkinum um ta nýggju stjórnina einaferð í næstu viku. UTTAN ÚR HEIMI Ein sendimaður hjá ST, sum er í Norður- korea, sigur, at krepp- an millum Norður- korea og USA kann enda við kríggi KRÍGSVANDI Árni Joensen - Tað er avgjørt vandi fyri, at ósemjan millum Norð- urkorea og USA kann enda í einari veruligari kreppu. Sjálvur dugi eg ikki at síggja, at kríggj er neyðugt, og harafturat er tað trupult at ímynda sær eitt kríggj, um hugsað verður um av- leiðingarnar, men kortini er veruliga vandi fyri tí, sigur ST-sendimaðurin í Norður- korea, Maurice Strong. Sjálvur heldur hann ikki, at amerikanarar hava hug at leypa á Norðurkorea, og hann hevur heldur ikki fingið ta uppfatan, at norð- urkoreanar vilja hava kríggj. Men hinvegin held- ur hann vanda vera fyri, at álitið millum tey bæði londini verður so lítið, at tað kann elva til kríggj. Kreppan millum USA og Norðurkorea versnaði munandi, tá norður-kore- ansku myndugleikarnir koyrdu umboðini hjá al- tjóða kjarnorkustovninum IAEA av landinum og lótu eitt kjarnorkuverk uppaftur, eftir at stjórnin í Pyon- gyang hevði viðgingið, at landið hevði roynt at fáa sær kjarnorkuvápn. Norðurkoreanar bera ótta fyri, at amerikanarar fara at leggja á landið, tá teir eru lidnir í Irak. ST-trygdarráð- ið fer at viðgera Norður- korea tann 9. apríl, og Marurice Strong sigur, at tað kann koma upp á tal at seta tiltøk í verk ímóti landinum. Norðurkorea hevur sagt, at møgulig til- tøk verða mett sum ein krígsavbjóðing. Maurice Strong heldur tó ikki, at talan verður um nøkur tiltøk enn, tí hann væntar ikki, at londini í trygdarráðnum kunnu semjast um tað. Tað var neyvan av til- vild, at streymurin fór í Bagdad fyrra- kvøldið. Hildið verð- ur, at amerikanarar sendu servandar her- menn inn í býin í myrktinum KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen Klokkan níggju hóskvøldið fór streymurin í irakska høvuðsstaðnum Bagdad, og fleiri vesturlendskir fjøl- miðlar hava síðani sagt, at servandir amerikanskir og bretskir hermenn vórðu sendir inn í sjálvan býin í myrkrinum. Hernaðarkeldur, sum bretska blaðið The Guar- dian hevur tosað við, siga, at fleiri smá lið av ser- vandum hermonnum vórðu sendir inn í býin, stutt eftir at ljósið var farið. Eitt ann- að bretskt blað, Financial Times, vísir á, at hetta var fyrstu ferð undir krígnum, at Bagdad misti streymin, og at hernaðarkeldur stut eftir váttaðu, at servandir hermenn eru í býnum. Tey bretsku bløðini siga, at amerikanararnir bumb- aðu elveitingina hóskvøld- ið. Tað avsannaði ameri- kanska herleiðslan í Qatar, men eygleiðarar siga, at av- sannanin var soleiðis orð- að, at tað er væl hugsandi, at tað var fregnartænastan CIA, sum sleit streymin. Undir krígnum í Kosovo bumbaðu amerikanarar el- veitingina, og tað elvdi til atfinningar, tí sjúkrahúsini lógu í streymloysi. Summir fjølmiðlar halda kortini, at tað vóru iraksku myndugleikarnir, sum sløktu streymin í høvuðs- staðnum, og at ameri- kansku og bretsku her- menninir gjørdu sær dælt av hesum møguleikanum at sleppa inn í býin. Tað er ikki heilt greitt, hvør upp- gávan hjá hermonnunum er, men hildið verður, at teir skuldu kanna, hvussu sterk verjan í Bagdad er. Samstundis ávarar ameri- kanska herleiðslan um, at kríggið er minni enn so liðugt enn, og at tað ring- asta framvegis er eftir. Veruligur vandi fyri kríggi í Norðurkorea Sníktu seg inn í myrkrinum Hóast amerikanarar og bretar hava tikið seg skjótt fram seinastu dagarnar, er tað ringasta eftir, sigur herleiðslan Mynd: Reuters Kríggið í Irak hevur broytt George W. Bush, forseta. Hann er vorðin ótolin og innisælur og heldur, at Guð hevur valt hann at leiða USA í einari truplari tíð Árni Joensen - Tú sært tað í eygum hansara, og tað hoyrist á rødd hansara. Eg eri bangin um hann, sigur ein av næstu vinmonnum forsetans við blaðið USA Today. Blaðið hevur tosað við fleiri av teimum, sum dag- liga hava við forsetan at gera, og tey eru á einum máli um, at Bush er broyttur tær seinastu vik- urnar. Hann øsir seg upp, um fjølmiðlarnir koma við frágreiðingum, sum honum ikki hóvar, ella tá fjølmiðl- arnir og fyrrverandi gene- ralar seta spurningar um kríggið. Forsetin skemtar eisini minni enn fyrr, og hann er heldur ikki so lættur at koma í samband við longur. Fyrr var hann altíð til reiðar at tosa við sínar medarbeiðarar, men í dag spyr hann fyrst, um tað er neyðugt. Eitt kall frá Guði Tað, sum serliga hevur vakt ans, og sum hevur elvt til stúran, er, at Bush hevur fingið ta uppfatan, at hann stríðist ímóti tí ónda í heiminum, og at Guð hevur valt hann til at leiða hetta stríðið fyri størri frælsi í heiminum. - Bush heldur, at hann hevur fingið eitt kall frá Guði um at leiða tjóðina. Hann tekur avgerðir, sum broyta søguna, sigur Dan Evans, sum er fíggjar- málaráðharri í stjórnini hjá Bush og ein av bestu vin- monnum forsetans. Fyrradagin helt Bush røðu fyri hermonnunum á Lejune-herstøðini í North Carolina. Hann nevndi nóg illa orðið hópoyðingar- vápn, men nýtti haraftur- ímóti drúgva tíð til at tosa um frælsi og demokrati í Irak. - Vit hoyra allar teir irakar, sum leingjast eftir frælsi. Og fólkið í Irak skal hoyra lyfti mítt: Okkara hermenn har fara at halda á, til alt landið hevur fingið frælsi, segði Bush í røðuni. UTTAN ÚR HEIMI Hvørki bílig arbeiðs- megi ella bílig húsa- leiga er nóg mikið til at fáa útlendskar pengamenn til at gera íløgur í teimum fátækastu londunum í Afrika, Asia ella Latínamerika MENNINGARLOND Árni Joensen Tað er niðurstøðan í teirri árligu frágreiðingini hjá Heimsbankanum. Tvørtur- ímóti vísir frágreiðingin, at í dag fara meiri pengar úr menningarlondunum, enn tey fáa ígjøgnum lagalig lán og íløgur, samstundis sum londini rinda meiri í uttanlandsskuld, enn tey fáa inn í nýggjum kapitali. Ein teirra, sum hava skrivað frágreiðingina, er Uri Dadush, sum starvast á skrivstovuni hjá Heims- bankanum í Rom. Hann sigur, at gongdin er eitt týðiligt tekin um, at virk- semið í menningarlondun- um er alt ov lítið, til londini kunnu sleppa burtur úr fátækradøminum og skuld- artrupulleikunum. Síðani miðskeiðis í níti- árunum og serstakliga aftan á búskaparkreppuna í Asia hava altjóða bankar verið sera varnir við at lata menningarlondunum privat lán. Uri Dadush sigur, at í fjør vóru útreiðslurnar av gomlu uttanlandsskuldini hjá menningarlondunum níggju milliardir dollarar størri ennn enn tað, sum londini fingu í nýggjum lánum. Samstundis eru tær útlendsku íløgurnar í eitt nú vinnuvirkir minkaðar støð- ugt seinastu trý árini. Menningarserfrøðingurin hjá Heimsbankanum vænt- ar, at nógv menningarlond fara at søkka uppaftur longur niður í skuldardýpið tey næstu árini, og hetta verður gongdin, sjálvt um Heimsbankin hevur strikað lán fyri einar 40 milliardir dollarar hjá teimum fátæk- astu londunum tey seinastu árini. Hetta er heilt einfalt ikki nóg mikið. - Skuldin bara veksur, tí londunum tørvar pening. Tað hevur ikki borið teim- um til at økja inntøkuna við størri útflutningi, og í fleiri førum hevur tað eisini víst seg, at londini fáa minni og minni fyri sínar vørur, sigur Uri Dadush. Meiri stuðul neyðugur Steen Folke, sum arbeiðir á altjóða granskingarstovn- inum í Keypmannahavn, sigur við Politiken, at tað er serliga óheppið, at tær pri- vatu íløgurnar í menningar- londunum minka, sam- stundis sum fleiri lond, teirra millum Danmark, hava skert hjálpina til hesi somu londini. Í fjør fingu menningar- londini 16 milliardir dollarar í almennum lánum umframt 33 milliardir dollarar í stuðuli. Men hetta ger alt ov lítlan mun, tí tørvurin er nógv størri enn so. Úrslitið er, at menn- ingarlondini verða meiri og meiri heft av privatum íløgum, og tær minka eisini. Harafturat hevur tað víst seg at vera sera óheppið, at londini gerast heft av privatum íløgum. - Nógv tær flestu privatu íløgurnar verða gjørdar í londum og vinnugreinum, sum klára seg væl framm- anundan. Tískil fer megin- parturin til at menna ídn- aðarútbyggingina í teimum kinesisku býunum og ikki til teir afrikansku bøndur- nar, har tørvurin er nógv størri, sigur Steen Folke. Sambært Heimsbankan- um eru teir útlendsku íleggjararnir serliga hug- aðir at gera íløgur Meksiko og í teimum londunum í Asia, sum eru væl fyri. Latínamerika hevur lítlan áhuga og serliga ikki aftan á búskaparkreppurnar í Argentina og Brasilia, og tey afrikansku londini eru sett fullkomiliga til viks. - ES og USA hava lovað at økja teirra menningar- hjálp 50 prosent tey næstu fimm árini, og nú vóna vit, at stjórnirnar har fara at halda hetta lyftið. Men tað er einki at ivast í, at tað verður neyðugt at minna tær á tað, sigur Uri Dadush á skrivstovuni hjá Heims- bankanum. Tað gongur tann skeiva vegin í menningarlondunum Bush: Guð hevur valt meg George W. Bush heldur seg hava fingið eitt kall frá Guði at stríðast ímóti tí ónda í heiminum Mynd: Reuters C M Y K 9 8