Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 67 - 5. apríl 2003 Nr. 67 - 5. apríl 2003 11 Sitandi samgonga skar blokkin við 366 milliónum um árið. Hetta leggur sjálvsagt band á, hvussu út- reiðslusíðan á fíggjarlógini skal síggja út. Sitandi samgonga hevur samtykt eina fíggjarlóg, ið krevur stórar sparingar, eitt nú á Strandferðsluni. Ikki er gott at vita, hvat samgongulimir hava hugsað fyri sær, tá teir atkvøddu um hetta syrgiliga skjal, ið eitur fíggjarlógin fyri 2003. Eftir øllum at døma, hava teir ikki havt stundir at befatta við nakað so banalt sum avleiðingar. Nú komið er um fyrsta ársfjórðing byrja avleiðing- arnar av ábyrgdarleysa politikki samgongunar at síggjast. Strandferðslan hevur lítið í at velja, annað enn at spara, har sparast kann, og tí varð boðað frá, at Dúgvan skuldi leggjast. Teir somu samgongulimir, ið fáar mánaðar framm- anundan høvdu atkvøtt fyri fíggjarlógini við kravd- um sparingum uppá tíggju millióinr til Strand- ferðsluna, tykjast standa púra óforstandandi yvirfyri avleiðingunum av teirra egnu gerðum. Tað má sigast at verða sera átaluvert, fyrst at taka eina avgerð, ið merkir, at skip skulu leggjast og fólk sigast upp, fyri síðani bert fáar mánaðar eftir at hálsa um við at flyta svartaper víðari til okkurt annað øki. Sum fakfelagsformaður eisini vísir á í blaðnum í dag, so vita starvsfólkini hjá Strandferðsluni ikki, um tey eru keypt ella seld, og líkist hetta ongum. Samgongulimir vóru ávaraðir frammanundan, men tað var sum at sletta vatna á gás, og úrslitið sæst nú. Málið um Dùgvuna er bert ein av mongu avleið- ingunum av førda politikkinum. Hvussu ofta hoyrir man ikki millum politikarar og millum fólk, hvussu gott tað var, at blokkstuðulin var niðurskorin við 366 milliónum umárið. Tað tykist sum um, at ávísir politikarar og viðhaldsfólk teirra halda tað verða óført, at føroyingar gjalda alt sjálvir, har sum hesi somu fólk ikki verða rakt væl at merkja. Vit síggja, hvussu samgongulimir í Norð- oyggjum reagera. Teir hava sjálvir við sínum sam- tyktum noytt føroyingar at spara, men ikki skal tað raka teir, ella valdømi teirra. Tað er skjótt at rokna út, hvussu leikur fer, um hetta skal verða niðurlagið á øllum økjum. At blokkniðurskurðurin ikki kom at merkjast, var ongantíð satt. Harmiligt er, at so nógvir veljarar trúðu útsøgnunum hjá samgonguni. Eitt er, at sam- gongan liggur, sum hon sjálv hevur reitt, men tað harmiliga er, at alt Føroya fólk nú skal líða undir ábyrgdarleysa politikkinum hjá samgonguni. Dúgv- an er bert tað fyrsta av nógvum málum, ið koma at merkja fíggjarárið 2003. DAGSINS MEINING Sosialurin Avleiðingarnar eru komnar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Finnleif Guttesen Tvøroyri Løgtingsmenn, sum eisini eru kommunustýrislimir áleggja sínum veljarum eyka útreiðslur við aftur- virkandi kraft, fyri at fáa kabaluna hjá landstýrinum at gangq upp. Eg haldi tað vera heilt ótrúligt, at løgtingsmenn í samgonguni sum eisini eru kommunu-politikarar, kunnu taka undir við upp- skotinum um hækking av FAS gjaldinum hjá komm- ununum, enntá við aftur- virkandi kraft. Í hesum FAS- málinum hevur landstýrið lækka gjaldi hjá kommununum í 2002, men hækkar tað til tað sama aftur frá 1. januar 2003, tí tann fíggjarliga kabalin ikki gongur upp. Sum gongdin hevur verði tey seinastu árini, eru hesir menn við til at skerja inn- tøkurnar hjá kommunun- um, sínum egnu veljarum, so at tað kann blíva neyðugt hjá kommununum at hækka skattaprosenti. Er hetta tað teir vilja fyri at sita í samgonguni er vali teirra, men øki har teir eru valdir fer at merkja sviðan av hesari gongd. Schandorff Vang Oyrarbakki Fyri fitt av tíð síðan sóu vit Sofus Johannesen úr Gjógv í sendingini "Gesturin" í SvF, har hann tosaði um fólkaatkvøðu um saman- legging av kommununum í Sundalagnum. Henda at- kvøðugreiðsla skuldi verða fyrst í mei mánað. Eg havi síðan henda dag bíðjað eftir, at mín komm- una, Sunda kommuna, fór at senda okkum kunnandi tilfar. Einki er komið enn – bert ein mánað undan eini so týdningarmiklari fólka- atkvøðu!!! Á heimasíðuni hjá kommununi fann eg tvær A-4 síður nevndar Sam- ráðingarleistur. Eg skrivaði til Sunda kommunu og spurdi um kommunan ikki skyldaði okkum betri kunn- ing. Og um kommunan heldur, at vit hava nóg góðar stundir at seta okkum inn í alt hettar 10 dagar áðrenn atkvøðast skal. Svarið eg fekk var, at kunnandi fundir verða 10. og 29. apríl – og einki meira. Eg havi tosað við fleiri bogarar í økinum, sum einki vita og eru í villareið. Eru kommunurnar i ferð við eina ráðagerð??? Samarbeiði Víst hava kommunurnar samarbeitt væl síðan 1985, men nú skal útviklast meira. Hvat og hvussu hevði verið gott at fingið at vita! Landsstýrið hevur ætlan um at leggja uppgávur út á kommunurnar og verður sagt í Samráðingarleistin- um, at ein fyritreyt er, at kommunurnar hava eina ávísa stødd fyri at kunna umsita hesar uppgávur. Hvat nú um støddin ikki er har, hvør umsitur tá? Eisini verður nevnt, at samanlegging "kemur at krevja nógv av samein- ingarbólkinum" og skipast skal fyri, at "allir partar í hvørjari kommunu sær verða lýstir og gjølla við- gjørdir. Eisini krevur hetta eina gjøgnumskygda gongd, soleiðis at borgar- arnir í hvørjari kommuna sær kenna seg tryggar við tað, ið fer fram". Tað er júst tað – eg kenni meg als ikki tryggan, og havi als ikki fingið nakað sum helst lýst í sameining- armálinum!!! Í Samráðingarleistinum eru nøkur punkt nevnd, m.a. pkt. 5: "Øll starvsfólk hjá núverandi kommunum fáa starv hjá sameindu kommununi". Sjálvandi fær skrivstovan nakað at gera, men leggur man ikki saman fyri at rationalisera? Allar kommunurnar hava ymisk skattaprosent. Hvat hendur eftir sameiningina? Fer skatturin upp? Verður tað dýrari at búgva her? Megnar Sunda kommuna ikki at standa einsamøll? (Mær vitandi er kommunan væl fyri). Kundi hugsa mær, at støðan bleiv lýst nærri við, hvat er fyri og ímóti (áðr- enn nakrir fundir verða hildnir, so man kann fyri- reika seg). Spurningarnir eru nógvir – stutt sagt – tit skylda okkum at lýsa málið gjølla, so vit kunnu "kenna okkum trygg við tað, ið fer fram"!!! Í verandi støðu kenni eg meg ikki tryggan! Áleggja egnum veljarum eyka útreiðslur við skattahækking sum avleiðing Kommunusamanlegging í Sundalagnum VIÐMERKINGAR Bárður Nielsen løgtingsmaður Vit hava árini eftir krepp- una fyrru helvt av 1990- árinum fingið fleiri skatta- lættar, men framvegis eru tey flestu samd um at skatt- urin er alt ov høgur. Men er hetta veruliga so ella er tað bara leysir pástandir. Niðanfyri er ein saman- bering av inntøkum, skatti og prístalsreguleraðari nettoinntøku frá 1997- 2002. Eisini eru skatta- broytingarnar fyri 2003 og 2004 tiknar við og roknað er við einum lønarvøkstri uppá 4,5% p.a. svarandi til miðallønarvøksturin síðani 1997. Fyri at gera roknistykki einklari er kommunuskatt- urin øll árini settur til 19% og er arbeiðaratímalønin brúkt sum grundarlag og eitt arbeiðsár er sett til 1800 tímar. Brúkaraprístalið er nýtt til prístalsviðgjørdu lønirnar. Sí talvu 1. Omanfyristandandi talva vísir, at hóast tímalønin er økt við 21,5% frá 1997 til 2002 er nettoinntøkan ein- ans økt við 17,6%, hetta skyldast at skatturin er øktur við 30%. Um vit gera hetta upp í krónum, so er ársinntøkan hjá einum tímaløntum farin frá kr. 136.548 í 1997 uppá kr. 165.960 í 2002, í sama tíðarskeiði er skatturin farin frá kr. 42.999 uppí kr. 55.921. Hetta vísir, at skatt- urin er øktur við kr. 12.922, meðan lønin er økt við kr. 29.412, svarandi til at 44% av lønarhækkingini er gold- in í skatt. Tað at so stórur partur av lønarhækkingini er goldin í skatt, ger at samlaða skattatrýsti hjá einum arbeiðara er farin frá 31,5% í 1997 upp í 33,7% í 2002, ein øking í skatta- trýstinum uppá 7%. Mynd 1. Um vit síðani innrokna brúkaraprístalið síggja vit, at reallønin í 2000 var kr. 7.923 lægri enn í 1997, men orsakað av at brúk- araprístalið í 2001 og 2002 ikki hækkaði nakað serligt er reallønin kr. 1.616 lægri í 2002 enn hon var í 1997. Mynd 2 Niðurstøðan av hesum út- rokningum má sostatt verða at hóast vit hava fingið skattalættar mestsum á hvørjum ári síðani krepp- uni hevur hetta ikki verið nokk til at mótsvarað lønar- og kostnaðarhækkingunum í samfelagnum. Skatta- lættarnir hava sostatt ikki verið nokk til at forða fyri at skattatrýsti hjá tí einstaka er hækka. Tað sæst eisini aftur í inntøkum landskassans, tí hóast skattalættar eru skattainntøkurnar hjá landskassanum av samlaðu lønarútgjaldingunum øktar úr 18,5% í 1997 til 22,0% í 2002. Hjá kommununum er parturin minkaður frá 17,5% í 1997 niður í 15,9% í 2002. Gongdin higartil í 2003 (jan., feb. og mars) vísir at gongdin er tann sama, landskassans partur er 22,4 % og kommunurnar fáa einans 16,1%. Stað- festast má at skatturin er høgri nú enn hann var í 1997 og er tað als ikki nøktandi, tá ið havt verður í hvussu góð búskaparár hesi hava verið í Føroyum. Skattalækkingar 1997-2002 Yvirlit yvir skatt av arbeiðaralønum 1997-2004 Kommunuskt 19 % Nettoskattur Nettoinntøka Árstal Tímaløn Ársinnt. Skattur Nettoinnt.í % av innt. Prístalsviðgj. Reallønbroyt. 1997 75,86 136.548 42.999 93.549 31,49% 93.549 0 1998 76,62 137.916 43.618 94.298 31,63% 98.000 -3.702 1999 80,17 144.306 46.966 97.340 32,55% 103.055 -5.715 2000 83,72 150.696 50.510 100.186 33,52% 108.109 -7.923 2001 87,96 158.328 52.594 105.734 33,22% 111.052 -5.318 2002 92,20 165.960 55.921 110.039 33,70% 111.655 -1.616 2003 96,35 173.430 57.758 115.672 33,30% 2004 100,69 181.242 59.741 121.501 32,96% Talva 1 L¿n & Skatt 0 50.000 100.000 150.000 200.000 1 2 3 4 5 6 7 8 r Kr. rsinnt. Skattur Nettoinn Mynd 1 Nettoinnt¿ka, rea -20.000 0 20.000 40.000 60.000 80.000 100.000 120.000 1 2 3 4 5 6 r Kr. Nettoinnt. Pr stalsvi¶ Reall¿nbroy Mynd 2 C M Y K 11 10