leygardagur 5. apríl 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 67 - 5. apríl 2003
Nr. 67 - 5. apríl 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
26. mars fingu Ann Zachariassen, Hvannasundi, og
Frank Skorastein, Leirvík, eina dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3600 gr.
28. mars fingu Steinvør Olsen og Tóroddur Niclasen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3775 gr.
28. mars fingu Joana Valborg Bjarnastein og Gunnar
Restorff , Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 52
cm long og vigaði 3100 gr.
29. mars fingu Marjun og Dan Kjelnæs, Hoyvík, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4300 gr.
29. mars fingu Beinta Johnsdóttir Danielsen,
Tórshavn, og Petur Pauli Petersen, Sandi, ein son.
Hann var 52 cm langur og vigaði 3950 gr.
30. mars fingu Ata Reinert úr Kaldbak, og Kærleis
Danielsen úr Vági, eina dóttur. Hon var 52 cm long
og vigaði 3500 gr. Tey búgva í Keypmannahavn.
30. mars fingu Anna Sofía og Henrik Mellemgaard,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3700 gr. Dótturin eitur Tina.
1. apríl fingu Annika Olsen og Niels Winther
Poulsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og
vigaði 4250 gr.
2. apríl fingu Ebba Parker Øre og Bogi Petursson
Nielsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og
vigaði 3550 gr.
2. apríl fingu Katrin í Gerðinum Olsen og Eivind
Olsen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm long
og vigaði 3450 gr.
2. apríl fingu Marjun Sólgerð Haraldsen og Torkil
Davidsen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur
og vigaði 3100 gr.
Andlát
26. mars
Hjalmar Guttesen, Tórshavn, 54 ár.
27. mars
Alma Joensen í Sumba, 75 ár.
Ebba Wore, fødd Gregersen, ættað úr Syðrugøtu, 87
ár
28. mars
Sunnvá Johansen, Miðvág, 68 ár.
30. mars
Erling Nielsen, ættaður av Sandi, búsitandi á Eiði, 78
ár.
Hjalmar Sílbjørg, Klaksvík, ættaður úr Kunoy, 75 ár.
Erling Nielsen, ættaður av Sandi, bús. á Eiði
31. mars
Jacob Adrian Hansen, í Leirvík, 81 ár.
01.apríl
Ásmund Davidsen, í Elduvík, 41 ár.
01. apríl
Amalia Jacobsen, á Toftum, 89 ár.
Mikudagin 26. lat Sri
Sivananthan Jacobsen upp
ein nýggjur málingahandil í
Lucas Debesargøtu 6 í
Havn. Sri, ið er ættaður úr
Sri Lanka, kom til Føroyar
fyrstu ferð í 1989. Eftir at
hava búð 12 ár í Danmark,
kom hann aftur til Føroya í
2001. Í Danmark arbeiddi
hann í 9 ár hjá málinga-
verksmiðjuni Dyrup, har
hann fekk útbúgving sum
procesoperatørur við litum
og lakki sum sergrein.
Handilin selur máling av
merkjunum Dyrup´s, Gori
og Bondex. Umframt tað
hevur handilin eisini ta
nýggjastu Flora málingina
frá Dyrup´s, sum einans
fæst har. Annars er alt tað
vanliga til málingabranch-
una at fáa hjá Sp/f SRI,
sum heldur til í hølunuum,
har Daddan fyrr seldi
barnaklæðir, yvir av bil-
støðini Auto.
Enn ein útskifting
í Framtaks-
grunninum
Nývaldi Carl á Lag hevur
sagt seg úr nevndini fyri
Framtaksgrunnin, tí ivi er
sáddur um gegni. Í hansara
stað kemur Hans Andrias
Joensen, stjóri í Thor
– Tað hevur verið mót-
mælt frá pørtum av vinn-
uni, og eg føli eisini okkurt
frá politiskari síðu. Eg havi
ongan hug at draga mín
persón, mína familju ella
mítt virksemi ígjøgnum
rumbul, og tí havi eg sagt
meg úr nevndini.
Tað sigur Carl á Lag, ný-
valdi limurin í nevndini fyri
Framtaksgrunnin,
sum
longu hevur biðið Bjarna
Djurholm,
landsstýris-
mann, loyst seg úr nevndini
Bjarni Djurholm hevur
tikið støðuna til eftirtektar
og hevur valt Hans Andrias
Joensen úr Thor í Hósvík í
nevndina í staðin.
Carl á Lag er farin úr
nevndini, tí dagliga arbeiði
hansara fyri P/F SNG kann
seta hann í eina tvístøðu, tá
viðurskifti hjá feløgum í
Framtaksgrunninum skulu
viðgerast, sigur hann í
brævi til landsstýrismann-
in.
Sostatt fekk Carl á Lag
bert fáar dagar í nevndini
fyri
Framtaksgrunnin.
Hann varð valdur í nevnd-
ina fyri Niels Winther
Poulsen, sum eisini hevur
sagt seg úr nevndini eftir
bert einum ári sum for-
maður, tí ivi varð sáddur
um hansara gegni.
Carl á Lag er stjóri í al-
tjóða fyritøkuni SN Global,
sum
hevur
evropeiskt
høvuðssæti í Føroyum.
SNG fæst við fiskasølu, og
tí hava fleiri sett spurnar-
tekn við, um tað er hósk-
andi, tá ein av høvuðs-
ognunum hjá Framtaks-
grunnurin er Faroe Sea-
food. Sum skilst er Fiska-
sølan millum teirra, ið hava
víst sína ónøgd.
Ingi Rasmussen
Sp/f SRI – nýggjur málingahandil
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
90 ár
Leygardagin 5. apríl verður Sanna R. Danielsen,
vanliga nevnd Sanna á Høvdanum, á Strondum 90 ár.
Føðingardagurin verður hildin á Eysturoyar Røktar &
Ellisheimi frá kl. 15-18.
80 ár
Í dag verður Olli í Lágabø, koyrilærari, 80 ár. Dagurin
verður hildin á Hotel Hafnia fyri innbodnum.
Brúdleyp
Sunnudagin 6. apríl kl. 9.00 giftast í Dómkirkjuni
Beinta D. Bærentsen og M. Frífinn Nolsøe. Eftir
vígsluna verður brunch á Hotel Føroyum fyri teimum,
ið hava teknað seg.
Prógv
31. mars fekk Oddvør Davidsen, Sandavági, prógv
sum sosial- og sunnheitsassistentur á Sosial- og
sunnheitsskúlanum í Skive.
Sosialurin er farin undir at
hava fasta tíðindavakt í
vikuskiftinum. Hetta viku-
skiftið er tað Áki Berthold-
sen í Sandvík, sum er á
brúnni. Tey, sum hava tíð-
indi til blaðið, skipa fyri
fundum ol. kunnu venda
sær til Áka á telefon
375304 og á telduposti
aki@sosialurin.fo
Finnleif Durhuus
60 ár
2. apríl fylti Finnleif Dur-
huus í Havn 60 ár. Finnleif
er føddur og uppvaksin á
Sandi. Hann kom til Havn-
ar í 1959 og fór í læru sum
timburmaður hjá Peturi í
Gong byggimeistara. Hann
arbeiddi sum timburmaður
til 1966, tá hann fór til
Danmarkar at lesa til
byggifrøðing. Hann kom
heim aftur í 1969 og
byrjaði 15. apríl hjá Lands-
verkfrøðinginum. Í 1973
bleiv hann leiðari á vega-
og umsitingardeildini hjá
Landsverkfrøðinginum. Í
dag er hann eisini leiðari á
ferðsludeildini og á plan-
og projekteringsdeildini. Í
hesum arbeiði er hann
komin nógv runt í landin-
um og havt við nógv ymisk
fólk at gera. Finnleif hevur
verið í sangkórinum í Ebe-
nezer síðan 1960, og var
hann ein av teimum fýra,
sum mannaðu kvertettina
Sangbrøður, ið góvu sína
fyrstu plátu út til jólar í
1966. Teir góvu 3 plátur út
í 60-unm og eina endur-
útgávu til jólar í 2002.
Finnleif er giftur við Jó-
honnu Mariu, f. Samuel-
sen, og eiga tey børnini
Mikkjal, Kára og Ingunn.
Áki á vikuskiftisvaktini
Olli í Lágabø 80 ár
6. apríl fyllir Olli í Lágabø
80 ár. Olli er føddur og
uppvaksin í Sørvági, har
hann lærdi til skómakara.
Hann flutti seinni suður til
Vágs, har hann byrjaði sum
skósmiðjur 29. februar
1948. Olli arbeiddi sum
skósmiðjur og vulkaniser-
aði gummiskógvar. Seinni
fór hann undir at vulkani-
sera bildekk og bobbensar
til skip. Hann bygdi bil- og
vulkaniseringsverkstaðin
Auto Vulk í Vági. Umframt
arbeiðið við verkstaðinum
var hann koyrilærari og
koyrdi hýruvogn, og hevði
hann fasta koyring við
lækna og ljósmóðir. Mið-
skeiðis í 80-unum flutti
hann til Havnar. Í Havn
arbeiddi hann sum koyri-
lærari og hevði egnan
koyriskúla. Olli hevur verið
ein góður maður, pápi, abbi
og langabbi. Hann eigur 5
børn og 30 abba og lang-
abbabørn.
Marianna Dam
60 ár
Leygardagin 5. apríl verður
Marianna Dam í Havn 60
ár. Marianna er ein havn-
armynd, hon hevur starvast
í ymsum handlum í Havn-
ini størsta partin av sínum
vaksna lívi. Vit minnast
hana hjá Jóan Jakku, í
Sápuhúsinum, hjá Sunnevu
Gram, í Samvinnufelag-
num og til endans í Madan
L. Nú er handilsdiskurin
skiftur út við kokkagrýtur-
nar, og kundarnir skiftir út
við vøggustovubørn. Mari-
anna starvast nú í køkinum
á Vøggustovuni við Velba-
staðvegin, og um kvøldar-
nar vaskar hon á Skipafe-
lagnum. Marianna hevur
verið og er ein álitiskvinna
á abeiðsplássinum. Hon er
gift við Árna Dam, og eiga
tey børnini: Mathildu, Jan-
us og Niels Una.
Elsa Olsen 85 ár
Tann 28. mars fylti Elsa
Olsen í Klaksvík 85 ár. Hon
er dóttir Cathrinu Christ-
iansen
av
Kirkju
og
Michael
Lamhauge
úr
Lamba.
Cathrina
og
Michael bygdu fast í sunn-
ara enda í Trøllagili á
Uppsølum í Klaksvík, og
har kom Elsa at slíta sínar
barnaskógvar.
Elsa er væl fyri, og
hvønn morgun ger hon
kaffi til tey, sum detta inn á
gólvið. Og hendir tað seg
ein morgun, at eingin
kemur, so ringir hon eftir
onkrum av ommubørnum
sínum.
Í 1939 giftist Elsa við
Hans Olsen av Tvøroyri.
Tey fingu børnini, Steinvør,
Michael, Onnu Elisabeth,
Katrin og Sørmund.
Elsa sigur sjálv, at hon er
signað við trimum gávum,
góðum matarlysti, góðum
svøvngávum og børnum og
ommubørnum, sum eru
sera góð við hana.
rs
Dagurin
5. apríl. Irene, deyð umleið ár 300. Tikin av døgum saman
við tveimum systrum. Navnið merkir friður.
6. apríl. Sixtus, deyður í 126. Hann var Pávi.
7. apríl. Egesippus, deyður umleið ár 180. Jødi i Róm,
sum gjørdist kristin.
C
M
Y
K
13
12