Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 5. apríl 2003 15 15 14 Nr. 67 - 5. apríl 2003 Fyrst í mars mánaði fóru nøkur ung úr Føroyum til Bejing við Bíblium. Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við ein felagsskap í Danmark, og má hetta sigast, at vera ikki sørt vandamikið SAMRØÐA Solby A. Eliasen Klaksvík: – Tá ein hevur verið ein tílíkan túr, so verður ein antin ísakaldur aftaná, ella vil ein bara sleppa at royna tað aftur, siga tey bæði Olevina Jacobsen og Dávið Sunds- skarð, tvey av teimum seks, sum fóru til Kina við Bíblium í mars mánaði. Tey ásanna bæði, at tað kann vera vandamikið at fara ein slíkan túr, men tey eru ikki vorðin rødd av teirra fyrsta túri. Og bæði siga tey, at tey hava hug at fara ein túr avstað aftur. – Tað er sera spennandi og gevandi at fara ein tílík- an túr. Og vit hava tosað um at fara til okkurt annað land eina aðru ferð og møguliga í eitt longri tíðarskeið, sigur Olevina. Hon leggur aftur- at, at tað ikki eru bara tey bæði, sum hava hug at fara aftur, men allur bólkurin. – Samstarvið okkara millum á hesum túrinum var sera gott, og tí halda vit, at tað hevði verið spenn- andi at farið ein túr afturat, siga tey bæði, Olevina og Dávið. Spurd um tey ikki kunna hava verið stoytandi yvir fyri kinverjum, tí tey hava gingið runt og tosað við tey um kristindómin, siga tey, at tað tyktiskt ikki so. – Fleiri tyktust at vera sera áhugaði í kristindóm- inum, og tey spurdu nógv, men onnur vóru púra óáhugaði og vildu ikki hoyra eitt orð. Tey fóru bara avstað, tá vit byrjaðu at spyrja, um tey vóru trúgv- andi, greiðir Dávið frá. Alt loyniligt Ein tílíkur túrur verður fyri- skipaður av einum felags- skapi í Danmark. Og í tøtt- um samstarvi við tey, sum skulu avstað, verður alt fyrireikað. Tí tað er ikki so, at tey ganga á gøtunum í Bejing og deila Bíbliur út. Alt má ganga fyri seg so loyniligt sum møguligt. Tað gongur fyri seg á tann hátt, at hvør fær umleið 20 kilo av Bíblium við, tað eru umleið 22, í part, og tær skulu allar útflýggjast á einum staði. Har verða tær so avheintað- ar av einum persóni, sum so syrgir fyri, at tær koma á rætta staðið. Alt fyrireik- ingararbeiðið verður gjørt, áðrenn farið verður avstað. Dávið og Olevina greiða frá, at tað finnast rættuliga nógvar sokallaðar kjallara- samkomur í Kina, har krist- indómurin valdar. Og tað eru millum annað hesar, sum fáa Bíbliurnar. Men tey fingu ikki høvi at síggja nakra. Tey vita heldur ikki, um Bíbliurnar komu fram, og tað kunnu tey heldur ikki vænta at fáa at vita nakrantíð, tí alt er so loyni- ligt. Tað er sera vandamikið at býta Bíbliur út í Kina, tí tað er stutt sagt ikki loyvt. Tað er ikki loyvt at evangilisera uttanfyri kirkjurnar, og um ein kinverji verður fangað- ur í tílíkum virksemi, er revsingin hørð. Og um ein útlendingur verður fangað- ur í tí sama, so kann við- komandi verða vísur í, at ein verður vístur út úr land- inum. – Vit hugsaðu meira um kinverjarnar, sum hjálptu okkum, tí tað ringasta,sum kundi henda við okkum var Útflýggjaðu Bíbliur í Kina Dávið Sundsskarð og Olevina Jacobsen vóru tvey av teimum seks, sum fóru til Kina við Bíblium í mars mánaði Tey seks, sum vóru við á túrinum, vóru fremst frá vinstru: Olevina, Daniella, Karina, Andreas, Dávið og Margreth C M Y K 14 jú, at vit blivu landsforvíst, meðan kinverjarnir mugu síggja eina munandi harð- ari revsing í eyguni, sigur Dávið. Hann er ikki heilt vísur í, hvussu hørð revs- ingin er, men hann og ein annar høvdu roknað seg fram til, at um hesin kin- verjin, sum yvirtók teirra Bíbliur hevði verðið fang- aður, so hevði hann fingið eini 20 ár í fongsli. Tey komu til Bejing tann 2. mars. Nervarnir hingu uttaná hjá teimum øllum seks, tí tey høvdu Bíbliur í hondviðførinum, umframt í vanliga viðførinum. Fyri ikki at vekja mistanka lót- ust tey, sum um tey ikki kendust. Tað var sera tor- ført hjá teimum, tí tey gingu so at siga lið um lið til tollin, og kortini máttu tey lata sum luft. – Vit tosaðu sera nógv um tað umborð á flogfarin- um, og vit mintu hvønn annan á, at vit ikki máttu síggja út, sum um vit vóru bangin ella ørkymlað, sigur Olevina, og serliga her sást á teimum báðum, at spenn- ingurin hevur nátt eitt av sínum hæddarpunktum. Men samstundis so er greitt, hvussu týdningar- mikið tað var fyri tey, at tey fingu Bíbliurnar gjøgnum tollin, uttan at nakar varn- aðist tað. Tí um tey høvdu verðið tikin, so høvdu tey bara verið vend í tollinum avstað heimaftur, og Toll- valdið hevði lagt hald á Bíbliurnar. – Tað hevði ikki hent nakað álvarsligt við okk- um, men so hevði uppgáva okkara ikki verðið fullførd, siga tey álvarslig á málin- um. Tey komu í øllum góðum gjøgnum tollin, men tey halda sjálvi, at har var okk- urt undarligt, tí tað var so, at hvørja ferð ein teirra kom fram at tollaranum, so bleiv tann beint framman- fyri tey tikin, og tey sjálvi sluppu so óskalað framvið. Tey fóru síðani á hotellið, og hýruvognsførarin hjá teimum var sera blíður og hjálpsamur. Hesin sami bil- førari kom at seinni at hava ein ávísan týdning fyri teirra uppgávu. Uppgávan Tá tey komu á hotellið, sótu tey fyrst bara á rúminum og bíðaðu. Men tað var teim- um greitt, at teimum mang- laðu onkrar upplýsningar viðvíkjandi útflýggjanini. Tí tað einasta tey vistu var at, Bíbliurnar skuldu út- flýggjast á flogvøllinum um kvøldið. – Vit sótu so á hotellin- um, inntil vit mettu, at nú var við at verða kvøld. Tá fóru so Dávið og ferðaleið- arin hjá okkum avstað. Teir fóru á flogvøllin og settu seg at bíða, greiðir Olevina frá. Hon heldur fram, at tær sótu so fýra eftir á hotell- num og bíðaðu, inntil teir góvu boð um, at tær skuldu koma á flogvøllin við task- unum við øllum Bíbliun- um. Tað gingu tríggir tímar, áðrenn tær hoyrdu nakað, men so fóru tær avstað. Tá tær komu á flogvøllin, sótu teir saman við tveimum frá Hong Kong, sum høvdu somu uppgávu. Mitt í øllum kom ein kinesari har, og hann tók ein vogn, sum stóð har og gekk avstað uttan at siga eitt orð. – Vit gingu bara út frá, at tað var hesin, sum vit skuldu fylgja, men vit vistu tað ikki, sigur Olevina. Tær fýra og ein frá Hong Kong gingu so aftan á hesum manninum til elevatorin. Vaktarmenn stóður alla- staðni á flogvøllinum, so nervarnir vóru nógvir. – Hann førdi okkum til ein parkeringskjallari, har bilurin stóð. Hann tveitti allar taskurnar í bilin og reyk avstað, uttan at siga eitt orð, greiðir Olevina frá. Hon sigur eisini, at hon ongantíð í sínum lívi hevði sæð ein so bangnan mann. Tær fóru so aftur til Dávið og ferðaleiðaran, sum sótu og bíðaðu eftir teimum. Meiningin var, at teir skuldu við hesum manninum, men hann var jú farin, so tað var ikki møguligt. – Vit sóu so ongantíð taskurnar hjá okkum aftur, men tað gjørdi onki. Vit keyptu okkum bara nýggj- ar, sigur Dávið. Tey fóru øll so fegin aftur á hotellið, tí uppgávan var eydnast. Men tá tey komu inn á rúmið stóð ein taska eftir á gólvinum – full av Bíblium. – Tað var ikki gott, at vit høvdu gloymt eina tasku, tí hvat skuldu vit gera við tær. So lagið var ikki so gott á okkum hetta kvøldið. Men tey høvdu eina neyðloysn, tí tey høvdu fingið at vita, at um tað ikki eydnaðist teimum at sleppa av við lastina hjá teimum, so skuldu tey útflýggja Bíbliurnar til statskirkjuna. Eftirsum at tey nú vóru í Kina, so nýttu tey eisini høvi at síggja seg um. Tann eina dagin fóru tey til kinverska múrin. Fyri at koma hagar, ringdu tey eftir hesum sama hýruvogns- førara, sum hevði koyrt tey til hotellið. Hann koyrdi tey til múrin, og á vegnum sat ferðaleiðarin og tosaði við føraran um ymiskt, sum hevur við kristindómin at gera. Í speglinum hekk ein krossur av onkrum slagi, men tey dugdu ikki at siga, hvat tað var fyri ein krossur. Tá tey vóru komin til múrin, var tað onkur sum vildi sleppa at ganga niðan á múrin. Tað bar eisini til at fara við eini lyft, og tað tók munandi styttri tíð. So tey sum fóru við lyftini bíðaðu eftir hinum í bilinum saman við bilføraranum. Olevina sigur, at hon tók møguleik- an og spurdi hann, um hann vildi hava eina Bíbliu. – Tað lat til, at hann kendi nógv til kristindómin, og hann var kristin, tí tú skuldi bara sæð eyguni í honum, tá hann fekk Bíbliuna. Hann gav mær so eitt enskt Nýggja Testamentið aftur- fyri, sigur Olevina, og tað sást á henni, hvussu stóra ávirkan tað hevur havt á hana, at geva einum øðrum menniskja eina Bíbliu og síggja ta gleði, sum tað hevði við sær. Tey spurdu so hann, um hann vildi hava taskuna, sum stóð eftir, og tað vildi hann fegin. Tí hann helt ikki, at tað fór at vera nakar stórvegis vandi á ferð hjá sær, tí hann kundi bara verja seg við, at hann ikki átti taskuna. Okkurt ferða- fólk hevði bara gloymt hana eftir í bilinum. Og so- leiðis bleiv uppgávan hjá teimum seks at enda full- førd. Heimaftur Restin av túrinum í Kina nýttu tey tíðina til at hugna sær og taka sær av løttum. Tó at tey tosaðu við nógar kinverjar á gøtunum um kristindómin. Tey bæði siga, at túrurin hevur lært tey nógv. Dávið greiðir frá, at tey byrjaðu hvønn dag við at biðja fyri, at teirra uppgáva fór at eydnast. – Tað sterkasta við hesum túrinum var uttan iva, at her gjørdist tað mær enn meira greitt, at tað veruliga ikki bara eru vit, sum eru her, sigur hann og vísir sam- stundis á hetta við hýru- vognsføraranum. – Tí hvussu sannlíkt er tað, at nøkur sum eru á eini uppgávu sum vit, bara av tilvild renna okkum í ein hýruvognsførara, sum er kristin og kann taka nakrar Bíbliur. Nei, her hevur tað púra vist verið bøn okkara, sum varð hoyrd, eru tey á einum máli um. Tey siga eisini, at ferða- leiðarin hjá teimum segði aftaná túrin, at hetta hevði verið ein tann torførasti túrurin hjá honum við-víkj- andi útflýggjanini. Men tað var jú orsakað av, at tey ikki høvdu fingið allar upplýsn- ingarnar. – Alt í alt spældi alt væl av, og vit høvdu farið avstað aftur uttan at ivast, siga tey. Tá fólk fara ein slíkan túr fyri henda felagsskapin, virkar hann bara sum mill- umlið. Um nakað hendir ella gongur galið, tekur felagsskapurin onga ábyrgd. – Vit vita sum sagt ikki, um hasin kinverjin á flog- vøllinum nakrantíð kom fram til tað rætta staðið við øllum Bíbliunum, men tað kunnu vit bara vóna, at hann gjørdi, siga tey bæði, Dávið og Olevina at enda. Hetta er ein av parlamentarisku bygningunum á Reyða torginum í Bejing. Olevina og Dávið siga, at vaktarmenn síggjast allastaðni í Bejing