leygardagur 5. apríl 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 67 - 5. apríl 2003
Nr. 67 - 5. apríl 2003
17
Norðoyatunnilin nærkast
– Nú manglar bert
tann síðsta viðgerðin,
so er klárt at fara
ígongd, sigur Bergur í
Garði, formaður fyri
Norðoyatunnilin
NORÐOYATUNNILIN
Heri á Rógvi
Arbeiðið at gera Norðoya-
tunnilin kann eftir ætlan
skjótt fara ígongd. À borð-
inum
hjá
Løgtinginum
fríggjdagin liggur síðsta
politiska málið til triðju
viðgerð, og so er tann poli-
tiski parturin liðugur.
P/F Norðoyatunnilin hev-
ur bíðað eftir politiskari
støðutakan, sum er neyðug
fyri at kunna fara ígongd.
Men P/F Norðoyatunnilin
hevur ikki ligið á lætu síð-
uni, og nógv fyrireikingar-
arbeiðið er fingið frá hond-
ini. So nógv, at ein endalig
avgerð nærkast.
– Nú manglar bert tann
síðsta viðgerðin hjá okkum,
so er klárt at fara ígongd,
sigur Bergur í Garði, for-
maður fyri Norðoyatunnilin.
– Øll tey formligu krøv-
ini eru við at koma upp á
pláss. Endalig avgerð verð-
ur tikin í komandi viku,
sigur Bergur í Garði.
Nevndin og leiðslan fyri
Norðoyatunnilin skal taka
støðu til, hvussu arbeiðið
skal bjóðast út.
NCC, sum hevur gjørt
Vágatunnilin, hevur indik-
erað fyri Norðatunnilin, at
teir kunnu gera arbeiðið upp
á Norðoyatunnilin fyri somu
takstir sum Vágatunnilin við
ávísum broytingum. Arbeið-
ið verður mett at fara kosta
325 milliónir.
Tað frættist, at J&K Pet-
ersen og NCC í felag ætla
at átaka sær arbeiðið, men
hetta hava vit ikki fingið
váttað.
Arbeiðið verður fíggjað á
sama hátt sum við Vága-
tunnilinum. Eitt byggilán og
eitt langtíðarlán verða veidd
P/F Norðoyatunnilin, og
landið skal so við játtanum á
fíggjarlógini gjalda byggi-
láni aftur, og tað verða brúk-
ararnir,sum skulu standa fyri
at gjalda langtíðarlánið aftur.
Í fyrsta lagi um ársskiftið
2005-2006 verður klárt at
koyra undir Leirvíksfjørð.
Eftir ætlan skal tunnilin
fara av Borðoyarvík og
koma upp miðskeiðis mill-
um
Leirvíksbygd
og
Brennistøðina.
Líkt er nú til, at skjótt kann
farast undir at bora ein
tunnil millum Leirvík og
Klaksvík. Eftir hvat skilst, er
tað sannlíkt, at NCC aftur
fer at standa á arbeiðsklæð-
unum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Truplu politisku
umstøðurnar gera, at
Tjóðveldisflokkurin
ikki fer at seta nýggj-
an landsstýrismann
fyrr enn í fyrsta lagi á
ólavsøku. Høgni
Hoydal metir tað bera
til at røkja tveir
landsstýrissessir
restina av tingsetuni
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Gitingarnar, um hvør verð-
ur nýggjur landsstýrismað-
ur í mentamálum, eru
nógvar. Og hesar gerast
ivaleyst bara fleiri og fleiri,
tí nýggjur landsstýrismaður
verður í fyrstu atløgu settur
á ólavsøku.
Hetta ger formaður Tjóð-
veldisfloksins, Høgni Hoy-
dal, greitt.
Orsøkin er, at Tjóðveldis-
flokkurin vil tryggja sær, at
samgongan finnur betri
stev, og tey politisku málini
hjá
samgonguni
betri
kunnu verða framd, eftir
samgongukreppuna
fyri
stuttum.
Hetta merkir, at Høgni
Hoydal heldur fram sum
landsstýrismaður í menta-
málum. Hetta starv hevur
hann røkt so at siga síðani
Annlis Bjarkhamar 4. mars
varð søgd úr starvi sum
landsstýrismaður.
Sostatt hevur Høgni Hoy-
dal virkað sum mentamála-
ráðharri í ein mánað, og
hann heldur fram í góðar
fýra mánaðir afturat.
Formelt er ikki talan um
tvey størv, men at Høgni
Hoydal hevur fingið fleiri
málsøki at røkja. Hinvegin
er bygnaðurin í almennu
umsitingini skipaður so-
leiðis, at landsstýrismaður-
in í mentamálum er ovasti
fyri Mentamálaráðið, og
landsstýrismaðurin í lógar-
málum er ovasti fyri Løg-
málaráðið.
Spurningurin er, um tað
er nøktandi – og kanska
niðursetandi fyri menta-
málini og lógarmálini - at
sami landsstýrismaður røk-
ir tvey størv í so langa tíð?
– Tað kundi tú sagt, um
málsøkini ikki vórðu røkt.
Við einum eyka innsatsi ber
til at røkja størvini á ein
nøktandi hátt, sigur Høgni
Hoydal.
Hann vissar um, at tað er
einki, sum bíðar óneyðugt í
Mentamálaráðnum orsakað
av støðuni.
Høgni Hoydal ásannar
samstundis,
at
hendan
støðan ikki er nóg góð í
longdini, og tískil verður
ein nýggjur landsstýris-
maður settur, tá samgongan
er betri fyri.
–
Annlis
Bjarkhamar
hevði sett nógv ígongd, og
hetta fylgi eg upp saman við
umsitingini. Øll tey pol-
itiskuni málini verða rokkin,
sigur Høgni Hoydal.
Føroya løgmaður, Anfinn
Kallsberg,
sum
hevur
ábyrgdina av at hava eftirlit
við landsstýrismonnunum,
vil ikki gera stórvegis
viðmerkingar til støðuna.
Ein partur av semjuni í
samgonguni snúði seg um
at halda tey ymsu málini
innanhýsis, heldur enn at
fara í fjølmiðlarnar, og
hetta hevur løgmaður eftir
øllum at døma tikið til
eftirtektar.
– Hvør verður landsstýr-
ismaður er nakað, vit við-
gera í samgonguni og ikki í
fjølmiðlunum, er tað ein-
asta vit fáa at vita frá An-
finni Kallsberg í hesum
umfarinum.
Nógv evni
Spurningurin
er,
hvør
nýggjur landsstýrismaðurin
verður, er ikki viðgjørdur í
Tjóðveldisflokkinun, upp-
lýsir Høgni Hoydal.
– Men sjálvsagt eru tað
nógv uppskot og nógvar
gitingar kring landið, men
vit hava ikki viðgjørt tað
enn í floksleiðsluni, hvør
nýggi landsstýrismaðurin
skal verða.
Og líkt er til, at tjóðveld-
isfólk hava góða tíð at
savna uppskot.
Og formaðurin hevur álit
á, at flokkurin finnur ein
góðan avloysarar til Annlis
Bjarkhamar.
– Àhugin er altíð stórur,
og vit mangla ikki skikkað
fólk, sigur Høgni Hoydal,
sum ikki metir sum annað
enn ein positivan trupulleika
at gera av, hvør skal vera
nýggjur landsstýrismaður.
Hóast
Høgni
Hoydal
hevur fingið fleiri málsøki,
so fær hann kortini ikki
tvífalda sína løn – hon er
tann
saman,
líkamikið
hvussu nógv málsøki, ein
landsstýrismaður
hevur
undir hond.
Eingin trupulleiki við tveimum størvum
Høgni Hoydal”: Høgni
Hoydal heldur ikki, at tað er
nakar trupulleiki, at hann
røkir tveir landsstýrissessir
næstu fýra mánaðirnar,
hóast tað ikki gongur í
longdini, metir hann.
Mynd: Jens Kristian Vang.
Tjóðveldisfólk hittast í Hósvík
Hetta vikuskiftið
hevur tjóðveldis-
flokkurin floksting í
Hósvík við føroysk-
um og útlendskum
gestarøðarum
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
Hetta vikuskiftið hevur
tjóðveldisflokkurin
sítt
árliga floksting. Floksting-
ið er landsfundur, ella aðal-
fundur floksins, og í ár
verður flokstingið í bygdar-
húsinum í Hósvík
Umframt
vanligu
skránna, er eisini ymiskt
annað,
forvitnisligt,
á
skránni, eitt nú eru bæði
føroyskir og útlendskir
gestarøðarar.
Flokstingið verður sett
fríggjakvøldið
klokkan
19.30. Tá verður roknskap-
urin
lagdur
fram
og
klokkan átta fer formaður
floksins at leggja ársfrá-
greiðingina fram.
Klokkan nígggju fríggja-
kvøldið verður so politiskt
orðaskifti um formansfrá-
greiðingina og tá verður
skift orð um m.a. fullveld-
ismálið,
fiskivinnumál,
sosialmál og útbúgvingar
Men fríggjadagurin er jú
ein forvitnisligur dagur í
føroyskum tónleikahøpið, tí
hetta er jú kvøldið, tá ið
Guðrun Sólja Jacobsen skal
syngja í finaluni í Stjerne
for en aften.
Og leiðslan í tjóðveldis-
flokkinum ætlar ikki at for-
koma møguleikanum hjá
teimum, sum koma á floks-
tingið, at fylgja við í kapp-
ingini, so á flokstinginum
verður møguleiki at síggja
Guðruna í sjónvarpi.
Gestarøðarar
Leygarmorgunin
verður
lagt til brots við morgun-
mati klokkan 9 og aftaná,
klokkan 9.30, verður polit-
iskt orðaskifti.
Tá fara tveir gestarøðarar
at halda røðu, teir verða
Josef Motzfeldt, formaður í
grønlendska
loysingar-
flokkinum, Inuit Ataqa-
tigiit, vanliga stytt IA, og
eitt umboð fyri íslendska
bróðurflokkin hjá tjóð-
veldisflokkinum.
Eftir døgverða heldur
politiska orðaskiftið fram
klokkan 13 og tá verður ein
annar, forvitnislig røða, tí
tá fer Hermann Oskarsson,
formaður í búskaparráðn-
um, at tosa um búskapar-
ligu møguleikarnar.
Aftaná drekka, klokkan
15, fara ymsar nevndir hjá
flokkinum at leggja fram
og eitt nú fer flokstingið at
viðgera fleiri uppskot um
serlig framtøk fyri flokkin.
Aftaná fer flokkurin at
velja fólk í ymisk álitis-
størv, eitt nú at velja sjálva
floksstjórnina.
Øll hava atgongd til
flokstingið og tá ið politiskt
orðaskifti er, hava eisini øll
høvi at taka orðið.
Á flokstinginum hjá
tjóðveldisflokkinum í Hósvík
hetta vikuskiftið, fer
Hermann Oskarsson,
formaður í búskaparráðnum
at tosa um búskaparligu
møgugleikarnar í framtíðini
Fremja sálarligan yvirgang
ímóti almennum starvsfólki
– Tað kann undir
ongum umstøðum
góðtakast, at politik-
arar skalta og valta
við mannalagnum,
soleiðis sum teir gera
við manningini á
Strandferðsluni í
løtuni, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð, for-
maður í Starvs-
mannafelagnum
ÓTRYGGLEIKI
Áki Bertholdsen
– Tað er heilt forkastiligt,
soleiðis sum politikarar
skalta og valta við manna-
lagnum.
Gunnleivur
Dalsgarð.
formaður í Starvsmanna-
felagnum, er rætt og slætt
skelkaður av framferðini
hjá politikarunum ímóti
teimum, sum eru í starvi
hjá tí almenna.
Hesa síðstu tíðina er
manningin á strandfara-
skipinum Dúgvuni søgd
upp. Men nú skal hon
kanska setast aftur í starv.
Hendan mannagongdin
hjá politikarunum skelkar
formannin í Starvsmanna-
felagnum.
Men hann sigur, at mann-
ingin á Dúgvuni er ikki
eindømi og nú bíðar hann
bara eftir, hvat tað næsta
verður.
–
Nú
Strandferðslan
skuldi spara, gjørdi leiðslan
av at siga manningini á
Dúgvuni upp. Men síðani
hevur politisk ósemja tikið
seg upp um sparingina og
nú ljóðar, at uppsagnirnar
skulu takast aftur.
– Slík mannagongd er
undir alt lágmark og hetta
er ein mannagongd sum
Starvsmannafelagið undir
ongum umstøðum kann
góðtaka, sigur Gunnleivur
Dalsgarð.
Men akkurát, hvat felagið
kann gera, veit hann ikki.
– At missa arbeiðið er eitt
tað ringasta sum kann henda
einum menniska. Og at siga
fólki upp, er tað sama sum at
rykkja alt tilverugrundar-
lagið undan teimum. Tað er
eitt slag yvir nakkan sum
næstan ikki kann saman-
berast við nakað annað.
Formaðurin
í
Starvs-
mannafelagnum er sostatt
skelkaður av, hvussu lætt tað
fellur politiska myndug-
leikanum at skalta og valta
við mannalagnum, soleiðis
sum tað er gjørt í hesum føri.
Beklagiligt arbeiðslag
Hann sigur, at tað er heilt
beklagiligt, soleiðis sum
tað politiska valdið ar-
beiðir.
– Tá ið fíggjarlógin varð
viðgjørd og samtykt, vóru
tað politikarar, sum brúktu
stór orð um, at nú skuldi
sparast
og
eykajáttanir
komu ikki upp á tal.
– Ein partur av hesum
sparingum skuldu gerast á
Strandferðsluni, sum varð
skerd nakrar milliónir.
Gunnleivur Dalsgarð sig-
ur, at tí eigur tað ikki at
koma óvart á politikarar, at
Strandferðslan skal spara, tí
tað hava teir sjálvir sam-
tykt.
– Tað er umráðandi at
leggja dent á, at tá ið fíggj-
arlógin varð samtykt, vistu
politikararnir av, at játtanin
var so lág, at skerjingar
máttu gerast.
– Sostatt fekk leiðslan á
Strandferðsluni boð um at
spara. Ein avleiðing av hes-
um er, at hon setir sparitil-
tøk í verk og ein partur av
hesum er at siga manning-
ini á Dúgvuni upp.
– Men tá ið tað hendir, fáa
sparingarnar
knappliga
persónligar avleiðingar fyri
ávísar politikarar, tí nú er tað
teirra lokala økið sum verð-
ur rakt, og so kemur róp í.
Úrslitið av tí er, at upp-
sagnirnar kanska verða
tiknar aftur í eini líka skjót-
ari handavending, sum tær
vóru útskrivaðar.
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum ásannar
hvussu lítil álvari býr í pol-
itikarum.
– Tað skal sparast fyri at
síggja gott út á fíggjarlógini.
Men hvørja ferð ein sparing
verður sett í verk, kemur róp
í hjá teimum politikarunum,
sum eru úr økinum, har
sparast skal. Tað skal sparast
alla aðrastaðni, bara ikki á
teirra egna heimabeiti. Spar-
ingar skulu bara gerast tá ið
tað ikki rakar teirra egna val-
dømi.
Gunnleivur
Dalsgarð
sigur, at soleiðis verður
apan send víðari og nú situr
hann bara og bíðar eftir,
hvat tað næsta verður.
Verða uppsagnirnar á
Dúgvuni tiknar aftur, skal
sparast onkra aðrastaðni og
nú sparingarnar um Leir-
víksfjørð fóru í vaskið, er
bara at bíða eftir, hvat
Strandferðslan so skal spara
og hvørjar avleiðingar tað
fær,
Hann sigur, at hetta er
forkastiligt og prógvar í
veruleikanum, hvussu lítið
at sær komnir politikarar
eru. Fólk verða søgd upp í
blindum, ella upp á gjøt, og
so verða tey kanska sett aft-
ur. Síðani verður apan koyrt
runt so at onkur annar verð-
ur sagdur upp. Men rópa
politikararnir úr tí økinum,
sum tá verður rakt, nóg
hart, verða tær uppsagnir-
nar kanska eisini tiknar aft-
ur. Soleiðis melur alt í
klingur. Hetta er at gera
mannalagnur til politiskar
kastibløkur og tað kann
okkara politiska vald heilt
einfalt ikki loyva sær. Hetta
má halda uppat, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
– Sostatt er tað ongin ið
kann føla seg tryggan og
tað er heilt ótolandi hjá al-
mennum starvsfólki. Og
tað er heldur ikki í samsvari
við útsøgnir hjá løgmanni
og øðrum politikarum, sum
seinastu tíðina í samabndi
við landsfornfrøðingin og
uppsagnirnar í heimarøkt-
ini hava brúkt nógva tíð at
tosað um tað neyðuga í, at
tryggleiki er í almennu
umsitingini.
Tað, sum teir sýna í verki
er júst tað øvugta: Skapa
ótryggleika og órógv, sigur
Gunnleivur Dalsgað.
– Slík framferð, sum tann
ímóti
starvsfólkunum
á
Landssjúkrahúsinum og
sum tann, ið manningin á
Dúgvuni er fyri í hesum
døgum, er einki minni enn
sálarligur yvirgangur og
skapar bæði órógv og
ótryggleika og tað vilja vit
ikki finna okkum í, sigur
Starvsmannafelagið.
Lukta pengar
Hann heldur eisini lítið um
tosið, sum nú er um, at
privatir skulu reka sigling-
ina um Leirvíksfjørð.
– Jógvan við Keldu hevur
enntá skuldsett tað almenna
fyri at hava stolið hendan
vinnuvegin frá teimum
privatu.
– Hetta er heilt burturvið.
Sannleikin er, at tað al-
menna varð noytt til at átaka
sær uppgávuna, tá ið tað pri-
vata kastaði frá, tá ið neyð-
ugar íløgur skuldi gerast.
– Men nú hevur tað al-
menna bygt eina tænastu
upp og nú tað er fingið at
virka, koma fólkafloks-
menn kropp av kroppi og
skulu hava siglingina á
privatar hendur. Tað kann
bara vera tí at teir aftur
hava følt luktin av pengum,
sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Annars heldur hann, at tað
er sjálvsagt, at tað er tað
almenna sum hevur Strand-
ferðsluna um hendi, tí
flutningur ímillum oyggjar-
nar er ein almenn uppgáva!
Góðar umstøður
hækkaðu ikki støðið
Gunnleivur Dalsgarð sigur,
at annars hava politikarar
hesi seinastu árini lagt stóran
dent á, hvussu týdningar-
mikið tað var, at teir fingu
betri arbeiðsumstøður. Tí var
tað altumráðandi, at teir
bæði fingu nógv hægri løn
og eitt fínt løgtingshús fyri at
støðið í tí politiska arbeiðn-
um kundi hækkast.
– Og teir fingu bæði Teir
fingu bæði stóra lønar-
hækking og nýtt løgtings-
hús. Og tá ið peningurin til
løgtingshúsið var uppi,
fekk ongin av teimum ringa
samvitsku av at tríva niður í
landskassan eftir 17-18
milliónum afturat til at gera
húsið liðugt fyri.
– Men nú ein tíð er farin
kunnu vit ikki annað enn
staðfesta, at tað hevur av-
gjørt ikki hækka støðið í
politiska arbeiðnum, at pol-
itikararnir bæði hava fingið
stóra lønarhækking og fínt
løgtingshús, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð turrisliga.
– Tað er skelkandi at politik-
arar ikki himprast við at gera
almenn starvsfólk til polit-
iskar kastibløkur, sigur for-
maðurin í Starvsmanna-
felagnum, Gunnleivur Dals-
garð, sum er skelkaður av
framferðini hjá politikar-
unum
C
M
Y
K
17
16