Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Loksins sleppur VB at spæla sum meistari, heldur enn at spæla fyri meistaraheitin- um KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað hevur verið sjónligt, at tað hevur staðið nógv á hjá vágbingum seinastu dystir- nar. Ikki minst hjá leikar- unum sjálvum, sum í teim- um báðum seinastu dystun- um hava havt løtur, har spælið hevur gingið mest sum stillisliga fyri seg, orsakað av at nervar hava læst leikararnar at kalla fastar. Nú skuldi tó verið slopp- ið í so máta. Sigurin hjá Stjørnuni á VÍF í miðvikuni handaði VB seinasta bitan av gullkøkuni, og nú sleppa tær í Vági endiliga at njóta ein hondbóltsdyst uttan at hugsa um, hvørjar avleið- ingar úrslitið av hesum fær. Tær eru meistarar, og so er ikki meira at siga um tað. Spurningurin er so, hvussu hetta fer at ávirka leikararnar, nú tær í sein- asta heimadystinum á árin- um skulu spæla ímóti júst Stjørnuni. Merkir hetta, at tær nú kunnu spæla púrasta frígjørt, samstundis sum tær megna at savna seg nóg mikið um dystin, so er einki at ivast í, at Stjørnan kemur í eitt satt ódnar- veður, tá tær fara á vøllin leygardagin. Og í øllum førum kunnu gestirnir rokna við einum ódnar- veðrið av áskoðaraplássun- um, har vágbingar vanliga eru óførir at stuðla liði sín- um. Hinvegin hevur Stjørnan eisini sítt at spæla fyri. Sigurin á VÍF opnaði fyri einum møguligum bronsu- merki, men skal hetta gerast veruleiki, so er helst neyðugt við sigri í Vági. Bronsudysturin Tveir aðrir dystir verða eisini leiktir hjá kvinnunum um vikuskiftið. Vinnur VB á Stjørnuni, so kunnu tær úr StÍF taka seinasta fetið móti bronsumerkinum, sum tað helst vóru fá, sum góvu teimum møguleikan fyri undan kappingini. Stranda- kvinnurnar hava tó verið treiskar gjøgnum alt árið, og einki er at ivast í, at nógvir áskoðarar vera í høllini at stuðla teimum, nú tær kunnu ogna sær eitt óvæntað - men tó kær- komið - heiðursmerki. Her hevur Neistin tó eisini nakað at siga. Tær kunnu nevnliga við tveimum triva- ligum sigrum í seinastu dystunum toga seg upp á triðja plássið, men tað krevur so eisini, at hvørki StÍF ella Stjørnan fáa nak- að stig afturat í ár. Seinasti dysturin verður í Havn, har Tjaldur kemur á vitjan.Eins og Neistin, so hevur Kyndil framvegis ein lítlan møguleika at ogna sær heiðursmerki. Verður tað so, at Neistin vinnur á Skála og VB í Vági, so er møguleikin eisini fyri, at grannauppgerðin í Havn á seinasta leikdegi verður ein dystur um bronsuna, og einki er at ivast í, at Kyndil ætlar at nýta dystin móti Tjaldrinum sum eina góða upphiting til hendan dystin. Hvørja mótstøðu Tjaldur fer at gera, tykist hinvegin meira ivasamt. Liðið er seinastu dystirnar smokkað fullkomuliga niður, so tað kann neyvan roknast við, at tær gera stórvegis um seg. Heldur ikki hóast tær júst á útivølli móti Kyndli fingu fyrsta sigurin í grundspæl- inum. Nr. 67 • leygardagur • 5. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 06.04 14.30 Kyndil-Tjaldur 06.04 14.30 StÍF-Neistin 06.04 15.00 VB-Stjørnan 1. deild menn 05.04 16.00 H71-KÍF 06.04 16.00 Kyndil-Tjaldur 06.04 16.00 StÍF-Neistin Fótbóltur Kappingin um Løgmanssteypið Bólkur 1 05.04 NSÍ-B68 Birgir Sondum 05.04 FSV-TB Petur Skarðenni Bólkur 2 05.04 EB/S-VB Dagfinn Olsen 05.04 KÍ-AB Eiler Rasmussen Bólkur 3 05.04 GÍ-HB Lassin Isaksen 05.04 B36-Skála Oddmar Andreasen Vágbingar síggja meistararnar Meistaraheitið er avgjørt, men er bronsan eftir at stríðast um. Og ein av avgerandi dystunum í so máta er tann millum StÍF og Neistan, sum verður á Skála sunnudagin 19 18 Nr. 67 - 5. apríl 2003 - Hjá fíggingarstovn- unum er eingin "góða mamma", og har er einki at heinta, sigur Bjarni Petersen, skip- ari á rækjutrolaran- um, Arctic Viking. Hann heldur ikki, at bankarnir eru laga- ligir, tá ið tað er dýrari at fíggja skip enn bilar RÆKJUFLOTIN Vilmund Jacobsen Í blaðnum í gjár skjeyt Bjarni Petersen, skipari á rækjutrolaranum, Arctic Viking, upp, at føroysku rækjuskipini sleppa undir eina FAS-líknandi skipan, soleiðis at skipini hava ein møguleika at svara sínar skyldur. Felagið Rækjuskip stuðlar uppskotinum og hevur vent sær til myndug- leikarnar við hesum. Men myndugleikarnir hava hvørki verið at høgt ella stungið í og skjóta seg inn undir, at sleppa rækjuskip- ini undir eina tílíka skipan, fara aðrir veiðihættir at krevja tað sama. Støðan hjá rækjuflotan- um er so álvarsom, at verða eingi politisk stig tikin, fara øll tey 8 skipini, sum eru undir føroysku flaggi í dag, á húsagang. - Tvey skip eru longu farin av knóranum í ár og tey, ið eftir eru, standa øll til at fara, sigur Bjarni Pet- ersen, skipari á Arctic Vik- ing. Onkur, sum stendur rækjuvinnuni nær, hevur borið uppá mál, at fígg- ingarstovnarnir hava verið lagaligir, og tí hórar rækju- flotin enn. Men her er Bjarni Peter- sen ikki samdur. - Eg haldi ikki, vit kunnu siga, at bankarnir eru laga- ligir, tá ið tað er dýrari at fíggja skip enn bilar. Hann vísir á, at bankarnir dríva forrætning, og har er eingin "góða mamma", sum hann tekur til. - Vit skulu ikki rokna tað sum nakra sjálvfylgju, at rækjuskipini, sum fara av knóranum, verða verandi í Føroyum. Tey verða seld, hagar hægsta boðið kemur - antin tað er úr Føroyum ella uttanlands. Hetta sóu vit, tá ið Ocean Pride endaði í Kanada, og Rækjuvirkið á Oyri keypti Kappan. Afturút sigldir Bjarni vísir á, at føroyski rækjuskipaflotin er ikki bara illa fyri fíggjarliga, men hann er eisini púrasta afturút sigldur. - Øll skipini, undantikið Hvilvtenni, eru 15 ár og eldri, og kortini ber ikki til at fáa raksturin at hanga saman. Hann sigur, at norðmenn hava skift síni rækjuskip út við nýggj, soleiðis at norð- menn í dag hava einar 10 nýggjar rækjutrolarar. Spurdur, um veiðimøgu- leikarnir hjá einum før- oyskum og einum norskum rækjutrolara ikki eru líkir, sigur Bjarni: - Jú, tað eru teir. Vit hava somu veiðimøguleikar á Flemmish Kap og við Svalbard, men umstøðurnar eru ikki tær somu. Ein norskur rækjutrolari for- vinnur einar 20 milj. krónur meira um árið enn ein føroyskur. Munurin er prís- urin, teir fáa fyri sínar rækjur - og so sáttmálin millum skip og manning. Bjarni vísir á, at norð- menn fáa eina krónu meira í miðal fyri sínar rárækjur enn føroyingar, og haraftrat hava teir ein manningar- sáttmála, sum kostar nógv minni enn tann, ið vit hava. - Tað er bara Rækjuvirkið á Oyri, sum kann bjóða uppá okkara rækjur. Selja vit í Noregi, noyðast norsku virkini at gjalda 3. landstoll fyri rárækjurnar, og tað fer burtur av prísinum, vit fáa. Fiska vit eini 2500-2700 tons um árið, og helming- urin er rárækjur, er talan um 1,2 milj. krónur minni í okkara part. Selja norð- menn sínar rækjur í Før- oyum, hava teir sama trupulleika við 3. landstolli, sum vit hava, um vit selja í Noregi. Íslendingar flaggaðu Sum skilst, hevur støðan hjá íslendska rækjuflotan- um verið meinlík okkara. Bjarni sigur, at fyri 8-9 árum síðan høvdu íslend- ingar heili 48 skip á Flem- mish Kap; í dag hava teir trý. Hini sigla nú undir fremmandum fløggum, serliga baltiskum fløggum. Hann heldur, at hetta átti at verið ein lærupeningur hjá føroyskum myndug- leikum, um teir halda, at vit framhaldandi skulu hava ein rækjuskipaflota undir føroyskum flaggi. - Nú fiska íslendingar við skipum undir baltiskum flaggi og eru við til at trýsta prísin á rækjum - eisini mótvegis teimum skipum, sum enn eru eftir í ís- lendska flotanum. Spurdur, hvussu støðan er hjá kanadiska rækjuflot- anum, sigur Bjarni, at hon er rættiliga góð. - Kanadisk rækjuskip tíma ikki út á Flemmish Kap, hóast tey hava kvotu har. Tey fáa bæði nógv fleiri og størri rækjur í egnum sjógvi. Skiparin sigur, at meðan ein føroyskur rækjutrolari fiskar eini 9 tons um døgnið, fiskar ein kanad- iskur rækjutrolari 40 tons og ein grønlendskur helsti eini 30 tons. - So, her kann eingin samanburður gerast, sigur Bjarni. Hann vísir kortini á, at bæði kanadiskir og grøn- lendskir rækjutrolarar høvdu eisini farið av knóranum við verandi rækjuprísum, um teir ikki høvdu møguleikan at økt um kvoturnar. - Tað er fult av rækjum, bæði í Grønlandi og Kana- da, og tá ið tað sansar at hjá rækjuflotanum, veksa teir bara kvoturnar, soleiðis at teir fáa so mikið meira burtur úr. Á henda hátt fiska kanadisk og grøn- lendsk rækjuskip tríggjar ferðir so nógv sum tey føroysku, sigur Bjarni. Stongdir úti Skiparin sigur, at tað hevur ikki gjørt umstøðurnar hjá føroyska rækjuflotanum betri, at teir eru stongdir úti í kanadiskum havnum or- saka av stríðnum um Grand Bank. - Vit løgdu veiðina upp og skifti fólk í Ný Found- landi, men tað kunnu vit ikki gera longur, nú havn- irnar har yviri eru stongdar fyri okkum. Bjarni sigur, at vanliga komu rækjuskipini, sum royna á Flemmish Kap, heim til Føroya einaferð um árið ella so, men nú noyðast tey í føroyska havn einar 5 ferðir um árið. - Vit hava nógv viður- skifti ímóti okkum í løtuni. Tí vóna vit, at myndug- leikarnir umsíðir fáa eyg- uni upp fyri, at allur okkara rækjufloti liggur í anda- leypi og gongur skjótt móti húsagangi, sigur Bjarni Petersen at enda. – Eg haldi ikki at bankarnir eru lagaligir Fyri 8-9 árum síðan høvdu íslendingar heili 48 skip á Flemmish Kap; í dag hava teir trý. Hini sigla nú undir fremmandum fløggum, serliga baltiskum fløggum. - Hetta átti at verið ein lærupeningur hjá føroyskum myndugleikum, um teir halda, at vit framhaldandi skulu hava ein rækjuskipaflota undir føroyskum flaggi, sigur Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking C M Y K 18