Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 5. apríl 2003 21 Aftur í ár verður gallakvøldið hjá flog- bóltinum hildið á Hotel Føroyum, og sjálvsagt skulu tey bestu av teimum bestu finnast her FLOGBÓLTSGALLA Jákup Mørk Leygarkvøldið verður tað, at endaligt punktum verður sett fyri flogbóltinum fyri nú lidna kappingarárið. Seinasta kappingin var sum vant tann á Giljanesi, og nú er so stundin komin, har leikararnir fara at hittast undir meira óformligum umstøðum. Eins og í fjør, so verður gallaveitslan hildin á Hotel Føroyum, og tað er einki at ivast í, at ein rúgvu av teimum leikarum, sum í ár hava sett sín dám á kapp- ingina, fara at taka lut í kvøldinum, sum vanliga plagar at vera eitt hóskandi punktum fyri øllum. Gjøg- num mongu dystirnar hava leikararnir sjálvandi lært hvønn annan at kenna, men tá hetta verður gjørt í slík- um høpi, er talan tó um heilt aðra samveru. Taptir og vunnir dystir verða heilt víst millum evnini, sum prátað verður um, men hartil verða stundirnar eisini til so mangt annað enn tað, sum bara fyriferst á vøllinum. Ársins bestu Eitt er tó, sum hevur við spælið á vøllinum at gera. Høddarpunktið á slíkum gallakvøldum er sjálvandi, tá bestu leikararnir á árin- um skulu kjósast, og so- leiðis verður eisini í ár. Atkvøðugreiðslan í ár hevur tó verið nakað øðr- vísi, tí útlendsku leikararnir eru bólkaðir fyri seg. Rasisma hevur verið nevnt um hetta aðra staðni, men frá flogbóltssamband- inum verður ført fram, at talan sum so bert er um at seta meira fokus á heimligu leikararnar, tí hesi annars ofta hava lyndi til at drukna í prátinum um dugnaligu útlendsku leikararnar, sum sjálvsagt eisini seta sín dám á kappingarárið. Heilt við sviðið soð verða útlendingarnir tó ikki. Besti útlendski leikarin skal eisini kjósast, umframt at hópur av øðrum stjørnum eisini skulu finnast. Spenn- ingurin er oftast stórstur um, hvør verður ársins leikari og ikki minst ársins stjørnuskot, men hartil er so eisini talan um onnur, sum fáa eitt herðaklapp. Ársins álopsleikari, blokk- leikari, hevari, verjuleikari og sjálvandi venjari skulu finnast, og tað er longu nú greitt, hvørji tey eru, sum fyrst og fremst dystast um heiðrarnar. Eins og við Oscar-hand- anunum, so er nevnliga listi við nomineraðum leikarum settur upp fyri hvønn bólkin. Hesir listar fram- ganga aðra staðni á síðuni, og fara vit sum so ikki at gera meira við hetta, fyrr enn í týsdagsblaðnum, tá úrslitið av hesum fyriliggur. Ársins áleypari Anna M. Jacobsen Mjølnir Gudrid Nolsø TB Herborg á Mýruni Dráttur Margit Joensen Mjølnir Rannvá Dam KÍF Soley Philbrow ÍF Tina Jacobsen Mjølnir Ársins blokkleikari Annika Rasmussen ÍF Ingun Midjord TB Lena Buð Mjølnir Miriam Weihe Dráttur Sóley Philbrow ÍF Svanna Nielsen TB Tina Jacobsen Mjølnir Ársins verjuleikari Gudrid Nolsø TB Harriet Hammer TB Kristina Fleyr Margi Joensen Mjølnir Miriam Weihe Dráttur Rannvá Dam KÍF Rønn Eliassen ÍF Vera Larsen Mjølnir Ársins hevari Angili Johannsen KÍF Marjun Kalsø Mjølnir Randi Larsen ÍF Torgunn Jónsdóttir Dráttur Ársins stjørnuskot Birita Joensen KÍF Birita Joensen KÍF Durita Ljósstein Mjølnir Guðrun Dimon TB Heidi Dam KÍF Herbjørg Jøkladal ÍF Hildigarð Jacobsen KÍF Ingun Midjord TB Lena í Buð Mjølnir Maiken Sigmundsd. KÍF Rannvá Dam KÍF Ársins leikari Gudrid Nolsøe TB Elisabeth Rasmussen Dráttur Heidi Dam KÍF Ingun Midjord TB Margit Joensen Mjølnir Marjun Kalsø Mjølnir Miriam Weihe Dráttur Randi Larsen ÍF Sóley Philbrow ÍF Svanna Nielsen TB Tina Jacobsen Mjølnir Ársins útlendingur Marija Ninkov ÍF Marina Popovic TB Mirella Santiago Dráttur Nikolna Alter ÍF Zacharina Filipova Mjølnir Ársins venjari Boban Ilic ÍF Gencho Genchev Mjølnir Gudrid Nolsø TB Kristian Mikkelsen KÍF Niclas Joensen Dráttur Ársins áleypari Rúni Weihe ÍF Bartal Eliasen ÍF Ragnar Petersen Fram Trygvi H. Poulsen Mjølnir Ársins blokkleikari Heiðrikkur Bergsson Fram Jan Áki Olsen ÍF Kenneth Neshamar ÍF Ragnar Petersen Fram Suni Hansen SÍ Suni Petersen Fram Trygvi H. Poulsen Mjølnir Ársins verjuleikari Bartal Eliasen ÍF Eirikur Thomassen Fleyr Finnur Justinussen Fram Joen Petur á StongumSÍ Rúni Weihe ÍF Trygvi H. Poulsen Mjølnir Ársins hevari Kaj á Stongum SÍ Odd Eiliassen ÍF Bogi Isaksen Mjølnir Ársins stjørnuskot Andrass Jógvansson Fleyr Eirikur Thomassen Fleyr Hans Fróði Jensen SÍ Hanus Elisassen ÍF Høgni Viderø Fram Ian Dam Fleyr Jóan P. á Stongum SÍ Kaj á Stongum SÍ Leif á Stongum Mjølnir Ólavur Jensen SÍ Tom Vinther Fleyr Ársins leikari Bartal Eliassen ÍF Joen Petur á Stongum SÍ Odd Eliassen ÍF Rúni Weihe ÍF Suni Hansen SÍ Trygvi Poulsen Mjølnir Ársins útlendingur Boban Ilic ÍF Borco Ilic SÍ Gencho Genchev Mjølnir Reiko Petrovic SÍ Romica Øster Fram Stan Hristov Mjølnir Ársins venjari Boban Ilic ÍF Borco Ilic Sí Claudio Pitigoi Fleyr Gencho Genchev Mjølnir Reiko Petrovic SÍ Romica Øster Fram Flogbóltsveitsla Tær bestu Kandidatar-kvinnur Teir bestu Kandidatar-menn Í fjør gjørdust ávíkavist Anna Müller Jacobsen og Rúni Weihe ársins leikarar í flogbólti, og tey hava eisini bæði møguleika at fáa okkurt steypið nú leygarkvøldið, tá tey bestu enn einaferð skulu finnast 21 20 Nr. 67 - 5. apríl 2003 Fleiri eru longu nú ávegis fjórðingsfinal- unum í steypakapp- ingini, men hjá eitt nú B36 og KÍ stendur heilt nógv á, tó at talan á pappírinum er um yvirkomiliga mótstøðu LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Triðja umfarið í steypa- kappingini stendur nú fyri framman, og í ymsu bólk- unum er støðan hjá lið- unum nú so smátt farin at tekna seg. Nøkur teirra eru mest sum longu nú komin við í fjórðingsfinaluna, meðan tað hjá øðrum als ikki hevur skorist so væl, sum roknað varð við undan kappingini. Svangir vágamenn Í bólki eitt teljast vágamenn avgjørt millum teirra, sum høvdu vonir um størri úrtøku, enn veruleikin sigur. Gaman í hevur talan verið um tveir truplar útidystir í Runavík og á Toftum, men talan var í báðum førum um tepur tap, og hetta kann so endurtaka seg móti TB, um vágamenn ætla sær sess víðari í kappingini. TB má í øllum førum metast sum veikasta liðið í bólkinum, men teir hava longu tikið stig frá B68, og spurningurin er tí, hvussu lættir teir eru at syfta hóast alt. Hin dysturin í bólkinum er ímillum NSÍ og B68. Steypavinnararnir frá í fjør hava vunnið teir báðar fyrstu dystirnar, og við einum sigri her kunnu teir sópa allan iva til vist í spurninginum, hvørt teir skulu víðari ella ikki. Toftamenn hava hinvegin mist tvey stig, og tí skulu teir helst fáa okkurt burtur úr her, tó at tað fyri teirra viðkomandi ikki er nøkur katastrofa, um talan verður um eitt tap. Oddadystur á Eiði Í bólki tvey hevur EB/ Streymur higartil verið positiva elementið, og við fullum stigatali fyri tveir dystir hava teir longu stungið sínar ætlanir út í kortið. Tað hava vágbing- arnir sum so eisini, men hjá teimum kom tað heldur dátt við, at KÍ skuldi javna í illveðrinum seinasta viku- skifti. Dysturin á Eiði líkist mest av øllum eina uppgerð um, hvat lið skal enda ovast í bólkinum, og við útlit- inum fyri heimavølli í fjórðingsfinaluni er tí einki at ivast í, at báðir partar fara at leggja nógv fyri. Klaksvíkingar fingu sum kunnugt annað stigið við sær úr Vági, og einki er at ivast í, at hetta kom væl við. Í øllum førum reinsaði hetta nakað av svíðandi tapinum frá fyrsta dystin- um av leikarunum, og og tí man sjálvsálitið vera kvinkað nakað uppeftir, tá AB kemur á vitjan. Argja- menn hava higartil tapt tepurt í tveimum heima- dystum, og megna teir eitt líkinda úrslit í Klaksvík, gevur hetta í øllum førum ábendingar um, hvar liðið ætlar sær at spæla komandi ár. Trýst á B36 Seinasti bólkurin er bólkur trý, har HB og GÍ longu hava seks stig, og tí eru heilt nær einari fjórðings- finalu. Vanliga er talan ikki um keðiligar dystir, tá hesi hittast í Sarpisgerði, og dysturin hesa ferð verður neyvan nakað undantak. Samstundis er hetta ivaleyst eisini eitt gott høvi at meta um, hvussu væl liðini eru fyri til árið, tó at tað enn er nakað eftir, áðrenn sjálv landskappingin byrjar. Hini bæði liðini í bólk- inum eru framvegis stiga- leys, og serliga hjá B36 man hetta kennast tungt. Nógv varð annars roknað av liðnum, men fyrst og fremst hava skaðar sett sínar forðingar fyri, men hetta eru ikki ráð at hugsa um leygardagin. Her er kravið heilt einfalt trý stig, og um ikki kann talan lætt- liga gerast um farvæl til steypakappingina, longu áðrenn hon av álvara kom ígongd. Hóast Neistin kanska kann órógva fyrireik- ingarnar hjá StÍF nakað, so tykist stór- vegis spenningur ikki at valda um mans- dystirnar um viku- skiftið MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast fult umfar er í lands- kappingini hjá monnum um vikuskiftið, so telir tað ikki rættiliga við. Tað er eins og halda øll ondini í spenn- inginum um komandi viku- skiftið, tá FM-heitið verður avgjørt, og so má restin bara bíða. Av dystunum hetta viku- skiftið er tað í veruleik- anum bert tann í Havn, sum hevur nakað at siga. Kyndil hevur nevnliga framvegis møguleika at ogna sær silvurmerkini á seinasta leikdegi, men so krevur tað fyrst og fremst, at teir vinna sítt. Og lítið er at ivast í, at móti Tjaldri eru teir í øllum førum stórfavorittar. Á Skála hitar StÍF upp til gulldystin við at taka ímóti Neistanum, og tó at talan á pappírinum ikki er um lætta mótstøðu, so er einki at ivast í, at strandingar eru favorittarnir. Sálarliga tókt- ust neistamenn eisini at vera farnir í summarfrí, tá teir taptu greitt fyri VÍF, og spurningurin er, hvussu langt upp teir kunnu sveiggja seg hesaferð. Seinasti dysturin er í Hoyvíkarhøllini, har sam- búgvarnir, H71 og KÍF skulu gera av, hvør teirra skal av næst niðasta sessin- um. Nakran favoritt er trupult at peika á her, tí seinastu umførini hava bæði liðini greitt sýnt, at fyri teirra viðkomandi er árið liðugt. Spurningurin í so máta verður tí helst, hvat av liðunum spælir minst vánaligt hendan dagin. Lítið upp á seg Nú stendur á Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 10 9 - 1 - 0 575 459 116 28 2 VÍF 11 7 - 2 - 2 538 448 90 24 3 Stjørnan 11 4 - 1 - 6 506 505 1 17 4 StÍF 10 5 - 1 - 4 522 533 -11 17 5 Kyndil 10 3 - 1 - 6 533 549 -16 13 6 Neistin 10 4 - 0 - 6 455 487 -32 13 7 Tjaldur 10 1 - 0 - 9 416 564 -148 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 11 8 - 0 - 3 722 608 114 25 2 StÍF 10 7 - 2 - 1 646 559 87 25 3 Kyndil 10 7 - 2 - 1 614 571 43 22 4 Neistin 10 4 - 1 - 5 619 593 26 18 5 KÍF 11 2 - 2 - 7 617 657 -40 11 6 H71 10 4 - 0 - 6 563 652 -89 11 7 Tjaldur 10 0 - 1 - 9 554 695 -141 4 Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 NSÍ 2 2 - 0 -0 7 2 5 6 2 B68 2 1 - 1 -0 5 4 1 4 3 TB 2 0 - 1 -1 2 5 -3 1 4 FSV 2 0 - 0 -2 4 7 -3 0 Bólkur 2 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 2 2 - 0 -0 5 0 5 6 2 VB 2 1 - 1 -0 3 2 1 4 3 KÍ 2 0 - 1 -1 1 5 -4 1 4 AB 2 0 - 0 -2 1 3 -2 0 Bólkur 3 tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 2 2 - 0 -0 9 1 8 6 2 GÍ 2 2 - 0 -0 6 1 5 6 3 B36 2 0 - 0 -2 0 4 -4 0 4 Skála 2 0 - 0 -2 2 11 -9 0 Vanliga er talan ikki um keðiligar dystir, tá GÍ og HB hittast, og dysturin hesa ferð verður neyvan nakað undantak í so máta C M Y K 20