Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 67 - 5. apríl 2003 Kári Thomsen form. Í FNU Íslendska stjórnin hevur sett út í kortið, at orkutil- feingi landsins skal gagn- nýtast fult út tó so at náttúra og umhvørvi ikki verður skalað, og útlendskir íleggj- arar skulu takast við í orku- krevjandi ídnaðin og stuðl- ast skal undir menningina innan vetnistøkni og fram- leiðslu. Eisini hevur stjórn- in viðtikið at nýta partar av EU-ravmagnsdirektivinum og loyva frían ravmagns- og orkumarknað. Í 1999 varð felagið Ís- landsk Nýorka sett á stovn sum samtak millum land- sins orkuframleiðarar, Fróðskaparsetrið, Tøkiliga háskúlan, einum fíggingar- grunni og annars útlendsku feløgunum Shell Hydro- gen, Norsk Hydro og DeimlerChrysler. Enda- málið er at menna tøkni og búskap og gera landið óheft av innfluttari orku, ið er olja og gass. Við nógva jarðarhitanum og orkuni haðani bleiv útlendsk ser- frøði, tøkni, fígging og ráð- geving sett at gera verk- ætlan, ið skal framleiða vetni sum brennievni til flutningsskipanina á landi og sjógvi. Upphiting av húsum og ravmagnsfram- leiðsla stavar so at siga øll frá jarðarhitanum og nakað av vatnorku. Oljunýtslan er góð 30% av orkutørvinum og fer hon øll til skipa- flotan og flutningin á landi. Ísland hevur ikki enn tikið undir við Kyoto av- taluni og er tað einamest vegna lága útlátið av vakstrarhúsgassum. Sum er kunnu íslendingar økja útlátið við 10% frá 1990 støðinum, men vegna ætl- aða Kahranjúkar- bræð- ingarvirkið, ið byggjast skal á norður-eysturlandin- um, verður neyðugt at seta tiltøk í verk at tálma vakst- rarhúsgassunum. Einasti møguleikin at minka um gassnøgdinar er minni nýtsla av olju- og gassi, og meta teir við vetnisætlanini at hetta verð- ur gongda leiðin soleiðis at Ísland verður heimsins fyrsta vetnis-samfelag grundað á varandi og burð- ardygga orkuframleiðslu. Vetnis-verkætlanin er stuðlað av EU úr sonevndu 5. rammuætlanini og eru 5 europeisk lond við í tiltak- inum, ið nevnist ECTOS (Ecological City Transport System). Íslandsk Nýorka hevur gjørt ætlan í 6 stigum, har fyrsta er at menna og seta upp áfyll- ingarstøðir til vetni og í almennu flutningsskipanini seta inn 3 bussar í Reykja- vík, ið nýta brennikyknu- tøknina. Hetta fyrsta stig er liðugt bygt, og er áfyll- ingarstøðin sett upp í samband við eina Shell – bensinstøð. Á fyrsta summardegi Íslands hin 24. apríl koma íslendingar á heimsbreddan tá fyrsta komersiella vetnis- áfyllingarstøðin verðu tikin í nýtslu. Hetta er fyrsta av sínum slag í heiminum. Annað stig í planlegging íslendinga er útskiftan av øllum bussum til vetni sum brennievni. Triðja stig er tá privat- bilisman fer yvir til brenni- kyknubilar, ið kunnu vant- ast um fá ár. Fjórða stig er roynd við 100 tons fiskiskipi við 500KW brennikyknu. Fimta stig er ein stigvís útskiftan av fiskiflotanum til skip, ið nýta vetni og brennikyknu. Sætta og seinasta stig er at seta upp vetnisfram- leiðslu til útflutning til m.a. europeisk lond. Sum nevnt verður vetnis- støðin latin upp 24. apríl og verður fyrsti bilurin, ið fær vetni á tangan nýggjur Mercedes konceptbilur. Skipað verður tveir dagar ráðstevna við yvirskriftini "At gera vetni nýtiligt til almenningin." Fleiri áhuga- verdir fyrilestrar eru á skránni m.a. við stjóranum fyri Shell, Jeron van der Veer, ið kemur at siga frá um Shell og vetni. Norsk Hydro er umboðað av stjóranum Tore Torvlund, ið kemur at siga frá um av- bjóðingar á vegnum til burðardyggan flutning. Og frá DeimlerChrysler kemur stjórin fyri umhvørvis- deildini prof. Dr. Herbert Kohler at siga frá um mál og ætlanir teirra í brenni- evni og motor/kyknuskip- anum. EU granskingarráðið viðvíkjandi Global Change and Ecosystems er um- boðað av stjóranum Dr. Christian Paterman, ið vil siga frá um mál og ætlanir teirra til burðardygga menning og týdningin í umhvørvisvinarligari tøkni. Fleiri aðrir áhugaverdir fyilestrar eru á skránni m.a. við stjóranum fyri Ís- lendsk Nýorka, Jón Bjørn Skúlason, og Hjálmar Árnason, Altingslimi og nýsettur leiðari fyri europeiska vetnissamtakið EC High Level Group on Hydrogen. Hópurin av innbodnum eru frá londum sum Japan, Týskland, USA, Svøríki, Danmark, Noreg, Ongland v.m. Eisini úr Føroyum. Island við fyrstu áfyllingarstøð til vetni 24. apríl verður fyrsta vetnisstøðin í heiminum latin upp í Reykjavík og verður fyrsti bilurin, ið fær vetni á tangan ein nýggjur Mercedes konceptbilur. Skipað verður tveir dagar ráðstevna við yvirskriftini "At gera vetni nýtiligt til almenningin." Á hesi ráðstevnu eru eisini føroyingar við, eitt nú Kári Thomsen frá FNU. Hann er boðin við av Íslandsk Nýorka, sum framhald av Orku- og Umhvørvisráðstevnuni, ið skipað varð í mai síðsta ár. Oljumálaráðið hevur goldið fyri ferðing og uppihald. Sosialurin hevur heitt á hann at greiða frá hesum sera áhugaverda málinum. C M Y K 22 Nr. 67 • leygardagur • 5. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Eingilin í Gori Greinarøð eftir Hanus Kamban um Josef Stalin - eitt fimti ára minni Lesið síðu 5, 6 og 7 HEIMURIN Edvard Joensen Tað suðar stillan undir teimum. Æðunum, sum sita á klettinum og durva. Hava verið á veiðiferð í morgun. Onkran krabban hava tær tikið, og eru nú setstar á helluna at hvíla eina løtu. Ikki tí at tær eru so nógv fyri at sita á helluni. Dáma betri at flóta. Men nú tær eru kropnar upp á land, verða tær sitandi. Leggja ikki so nógv í, hvussu til stendur. Fløðir tað so mikið, at tað tekur upp undir bringu- fjaðrarnar, ja so lata tær seg bara flotna og glíða spakuliga við flóðini út á flot aftur. Fara ikki so langt. Halda seg fram við fjøruni og hyggja eftir, um onkur onnur eisini flýtur soleiðis. So taka tær seg í flokk, og leggja seg at andøva aftan fyri onkran tanga, har tað ikki rekur. Blikarnir eru ikki langt burtur, og spakuliga byrjar ein sítt djúpa og langdrigna »Oooouuu«. Onkur svarar aftur, og so liggja tær og pjátra sínámillum har undir tanganum og óttast ongan vanda, tí eingin er, sum ger teimum nakað. Ungar eru eingir at verja, og ov stórar eru tær til bæði likku og bak at fara í holt við. So her er friður og eingin vandi, og tær hava tað gott. Verri var við krabbanum, æðan tók upp frá botni í morgun. Hann helt væl til standa og spák- aði sær so friðaligur millum steinarnar á botni tá hetta stóra rovdýrið kom úr erva og rykti hann burtur úr øllum friðinum. Tikin varð hann upp á flot, har hetta ódjórið fór at sláa hann í vatnskorpuna og royta beinini av honum. Misti hann viðhvørt, so hann byrjaði at søkka. Kom bara undir, og hey, so var hetta aftur og beit í. So uppaftur, og sama lívið umaftur. Aftur slitnaði eitt bein av, og at enda vóru øll tikin. Ikki fyrr enn tá gjørdi hon bart og slúkti kroppin. Teir lurta eftir tíðindunum umborð á einum báti, sum liggur við bryggjuna heldur heimari, enn æðurnar liggja og andøva. Útvarpsmaðurin greiðir frá, hvussu summi eru við at knúlva onnur einastaðni har langt burturi í verðini. Á einum staði, sum vit kenna frá Gamla Testa- menti, har friður var og eingin vandi, til fólk fóru at kenna seg so týdningarmikil, at tey vildu byggja torn til himmals og soleiðis leggja alt vald undir seg. Men tað endaði galið, og so- leiðis siga tey í útvarpinum, at tað eisini fer at enda galið hjá hesum, sum nú hava lagt alt vald á økinum undir seg. Sjálvir halda teir tað vera tiltrongt at fáa avgreitt hendan vandan soleiðis, at eingin er, sum setir seg sjálvan til harra yvir øðrum. So best er at gera seg so máttmiklan, at ein kann blaka annan út, so hesin ikki verður ov sterkur. Ella kann tað bara henda, at vit glíða í olju, og tað er ikki so gott. Men æðurnar skilja einki av øllum hesum. Halda bara, at nú er ov ófriðaligt, nú hesin larm- urin úr einum og hvørjum tóli, tær hvørki kenna ella skilja, fyllir alla fjøruna. Tær eru ikki tryggar, og flyta eitt sindur út frá tanganum. So mikið, at tað rekur undir teimum, og tær verða fluttar heim aftur við fjøruni. Koma inn um aftur grótkastið og liggja sum nell. Nú fjarar so mikið aftur, at beinini taka í helluna, og tær standa. Lata standa til. Her er friður. Eingin ger teimum nakað, og tær lata bara sjógvin fjara undan teimum. Leggja seg niður á helluna, tá so frægt turt er. Onkur stingur høvdið undir vongin, og so er aftur friður. Krabbin er við at sodna, og skjótt verður aftur tíð at veiða av nýggjum. Men tað er ikki neyðugt, fyrr enn fjarað er nakað meira, og so mikið styttri at kava. Friður Flóðin røkkur næsta niðan undir tær. Æðurnar. Tað bara akkurát dregur um fliðuna, og hellan gerst ikki ordiliga vát heldur. Tær kenna seg tryggar. Eingin hóttan nakrastaðni frá, og tær vita ikki, at soleiðis er ikki allastaðni kortini 23