leygardagur 5. apríl 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2003
Óli P. er ein fasistur. Óli P. er
sjálvur fanin. Óli P. er ein makt-
sjúkur maður. Óli P. heilavaskar
øll á Sosialinum, eingin á Sosial-
inum klárar at hugsa ein tanka,
uttan at Óli P. hevur hugsað hann
fyri tey.
Heldur tú nakra av hesum
ákærum vera stuttliga? Nú kenni
eg slett ikki Óla P., so eg ani ikki,
um nakað av tí, sum eg havi sagt,
passar. Hetta er bara ein roynd at
venda myndini eitt sindur við.
Hetta eru grovar ákærur, og eg
hevði ikki torað at sagt hetta um
nakran annan enn Óla P. og
Sosialin, tí bæði Óli P. og blað-
stjórin duga at síggja okkurt
stuttligt í hesum. Hetta eru alt
ákærur, sum Óli P. hevur sett
ímóti Høgna Hoydal og tjóð-
veldisflokkinum seinastu árini,
og blaðstjórnin á Sosialinum
hevur góðkent hesar ákærur, tí
hetta er jú skemt.
Óli P. plagdi við kønari hond
at speireka politikarar nøkulunda
javnt, hann var faktiskt ordiliga
stuttligur, men hetta er eftir
øllum at døma farin tíð.
Fregnir hevði í fjør eina upp-
teljing av, hvussu nógvar tekn-
ingar Óli P. hevði havt av vara-
løgmanni, og tað var ikki smá-
vegis. Tað er í sær sjálvum ikki
so løgið, hann er ein almennur
persónur, og Óli P. skal eitast at
vera ein politiskur speiteknari, so
sjálvandi teknar hann Høgna,
men hví við so óndum penni.
Tað stuttliga og argandi er horv-
ið ístaðin eru tekningarnar
næstan áloypandi.
Tekningarnar hava sjálvdan
annað uppá hjarta enn at siga, at
Høgni Hoydal er ein maktsjúkur
maður sum heilavaskar øll, ella
at Høgni Hoydal er fanin. Hetta
er slett ikki stuttligt, hetta er
einki minni enn ein roynd at
fremja karaktermorð, at heila-
vaska fólk til at halda at Høgni
er fanin.
Eg tosaði við eina gamla konu
upp til síðsta val, hon segði mær
at hon ikki visti hvønn hon fór at
velja, men í øllum førum ikki
Høgna Hoydal, tí hann hevði so
ónd eygu. Nú er tað bara so, at
Høgni ikki hevur ónd eygu aðra
staðni enn í tekningunum hjá
Óla P., so spurningurin er hvør
tað er sum heilavaskar hvønn.
Eg haldi, at tað er ótrúligt, at
Sosialurin leggur baksíðu til
henda perversa atburð, frá tí sum
mest líkist einum súrum gomlum
manni.
Kanska kann henda klumma
tykjast sum roynd uppá karakter-
morð, men hetta ber slett ikki til,
tí Óli P. hevur langt síðan framt
karaktersjálvmorð, kanska til
stuttleikar.
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Ófantaligi Óli P.
Niels Uni Dam skrivar:
Innandurakapping hjá HB í mars 1978
Niðanfyri prenta vit frásøgn frá innandurakapping, sum HB skipaði fyri í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn vikuskiftið 18.
mars 1978. Tað vóru »Svøríki« og »Vesturtýskland«, sum vunnu innandurakappingina…
Sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2003
3
LÍVSSTÍLUR
Áki Bertholdsen
Tá ið 40 ljós standa í føðingar-
dagskakuni, munnu allarflestu
ítróttarfólk hava lagt frá sær.
Og tað eru í hvussu so er
ógvuliga fá, sum bíða við at
gerast virkin ítróttarfólk til tey
eru farin um tey 40.
Men 46 ára gamla Maj-Britt
Vestergaard úr Lopra, er eitt
livandi og talandi dømi um, at
tað er aldrin ov seint at fáa lív
aftur í stirðnaðar kroppar.
– At renna hevur givið mær
eitt heilt nýtt innihald í lívinum
og nú ætli eg mær ikki at setast
aftur, sigur Maj-Britt.
Vit hittu hana ein dagin í
Lopra, nú hon var komin heim í
nakrar dagar.
Hon hevur nevniliga búð í
Reykjavík, síðani hon blaðung
fór til Íslands í 1975.
Tað var bara ætlanin, at tað
skuldi vera ein fyribilssteðgur í
Íslandi. Men tað endaði, sum so
mangan: Hon fekk bæði mann,
børn og hús og so kom hon
ongantíð heimaftur at búgva, tó
at hon javnan er her og vitjar.
Øll tey fyrstu árini gekk alt
sína dagligu gongd, uttan tey
stóru útsvingini. Hon fekk sær
útbúgving sum sjúkrahjálpari og
fekk arbeiði á íslendska Lands-
sjúkrahúsinum í Reykjavík, har
hon arbeiðir enn.
Men fyri seks árum síðani, tá
ið hon var farin um tey 40, hendi
nakað, sum síðani hevur havt
stóra ávirkan á hana.
Tá lokkaðu nakrar vinkonur
hana at melda seg í eitt renni-
felag í Reykjavík. Og síðani
hevur renningin verið hennara
fremsta frítíðarítriv.
– Í Íslandi er heilt vanligt við
rennifeløgum av hesum slagnum.
Í felagnum, sum hon er í, eru
einir 30 limir, bæði mannfólk og
konufólk
– So hava vit ein, sum stílar
fyri, tað er eitt slag av einum
formanni, sum ger av, hvagar og
hvussu langt vit skulu renna, tá
ið vit møtast.
Og møtast, tað gera tey ofta, tí
tey renna fýra ferðir um vikuna.
Tríggjar ferðir um vikuna renna
tey einar 8-10 kilometrar, men
leygardag renna tey eitt sindur
longri, kanska 15-20 kilometrar.
– Men eru kappingar fyri
framman, renna vit meiri, kanska
fimm, seks ferðir um vikuna í
einar tríggjar mánaðir, leggur
hon afturat.
Og hóast Maj-Britt var komin
væl til árs, í hvussu so er í ítrótt-
arhøpi, tá ið hon rann síni fyrstu
fet, ræðist hon ikki kappingar.
Hon hevur verið við í fleiri
kappingum í ymsum londum,
mest í maraton, hálvum maraton
og øðrum kappingum, har longri
teinar eru á skránni.
Hon er fullgreið yvir, at hon
kemur ikki at gera seg galdandi í
olympiskum leikum. Men tað er
heldur ikki tað, sum ítrótturin
snýr seg um hjá henni.
– Tá ið eg renni, er endamálið
at klára allan teinin, og so
kanska renna eitt sindur skjótari
hvørja ferð. Meiri krevji eg ikki,
sigur hon, sum hevur ímillum
fýra og fimm tímar um teir stív-
liga 42 kilometrarnar, sum eitt
fult maraton er.
Men í Íslandi hava tey eina
serliga útgávu av maraton, nevnt
ultra maraton, sum er ein teinur
upp á 55 kilometrar yvir dalar og
fjøll og um stórar áir. Eitt slíkt
maraton klárar hon uppá einar
átta tímar, viðhvørt eitt sindur
undir, viðhvørt nakað yvir. Tvær
ferðir hevur hon runnið ultra
maraton, tvær ferðir vanligt
maraton og fleiri ferðir hálvt
maraton og styttri teinar.
– Men tað stuttligasta at renna,
tað er ultra maraton, tí tá renna
vit í ymsum lendi, bæði í fjøllun-
um og vassa yvirum áir, so tað er
nógv meiri fjølbroytt.
Næst á skránni er, at hon ætlar
sær til Føroya at renna í eini
kapping í summar og í heyst fer
hon til Rumenia at vera við í eini
kapping í Bukarest.
– Rennibólkurin hjá okkum er
nevniliga ikki bara ítróttur. Vit
hava ein góðan felagsskap á
mangan hátt og ein partur av
hesum er, at vit skipa fyri útferð-
um saman. Fyri tveimum árum
síðani var rennibólkurin í Føroy-
um, her tey runnu hálvt maraton.
Nýtt innihald
Maj-Britt Vestergaard sigur, at
renningin hevur givið henni eitt
heilt nýtt innihald í lívinum.
Hon sigur, at áðrenn hon fór at
renna, orkaði hon ikki serliga
væl og tað kom ikki fyri, at hon
gekk á fjøllunum í Føroyum.
– Men síðani eg fór at renna,
eri eg farin at gera nógv burturúr
at ganga í fjøllunum, tá ið eg eri
í Føroyum, tí nú orki eg nógv
betur.
Hon leggur afturat, at hon
hevði leingi verið plágað av
ovurviðkvæmi , men tað er eisini
horvið. Hon heldur, at ein orsøk
kann vera, at immunverjan er
styrknað, nú hon er blivin so
nógv betur fyri kropsliga. Tað
ger, at nú tolir hon tað nógv
betri, sum hon ikki toldi áður, so
at hon heilt sleppur undan at taka
heilivág fyri ovurviðkvæmi.
– Men yvirhøvur gevur tað
eina kenslu av vælveru, tá ið eg
havi runnið. Onkusvegna gevur
tað eisini størri sjálvsálit at orka
betur og betur.
– Og tað er vist, at forsømi eg
renningina ein dag, manglar
okkurt í lívinum, tí so sakni eg
tað, sigur Maj-Britt Vestergaard.
Hon sigur, at tað er avgjørt
nakað hon kann mæla øllum til
at gera meiri av.
Men tað er umráðandi ikki at
fara ov bragdliga fram, men at
byrja í smáum. Hjá henni byrjaði
tað við, at hon rann ímillum tveir
lyktapelar, so gekk hon yvir til
tann næsta og so rann hon aftur.
So við og við tók hon fleiri og
fleiri lyktapelar ísenn, áðrenn
hon steðgaði á og hvíldi seg.
– Tá ið eg fór at renna var tað
bara fyri at røra meg eitt sindur.
Men so bleiv tað meiri og meiri
spennandi og tað gekk eisini ein
tíð, so sá eg, at eg eisini kundi
vera við í kappingum. Og nú er
tað blivið málið at klára meg
betur og betur fyri hvørja
kapping.
Hon heldur, at Føroyar eru eitt
avbera gott land at renna í, tí her
eru so nógvar brekkur, sum
kunnu geva serligar avbjóðingar.
Ikki minst kundi hon hugsað
sær at sæð fleiri konufólk í
Føroyum runnið.
Men hon heldur, at skal nakað
veruligt gerast burturúr, skulu
fólk taka seg saman í rennibólk-
ar, eins og tey gera í Íslandi, tí
tað er nógv hugaligari enn at
renna fyri seg sjálvan. Í bólkin-
um halda tey hvørjum øðrum til
og so hava tey eisini nógv onnur
sosial tiltøk saman, so at talan er
um ein rættan felagsskap.
Í hesum bólkinum skal tað
eisini vera ein "formaður", sum
helst skal hava eitt sindur av skili
fyri renning. Men tað er so for-
maðurin, sum stílar fyri og sigur,
hvar tey skulu renna í dag og,
hvussu langt.
– Men tað, sum hevur størstan
týdning, er at hava einar ordiliga
góðar renniskógvar. Nógv, sum
ætla sær at renna, gera tað mis-
tak, at tey keypa einar bíligar
skógvar fyri at vita, hvussu tað
er. Er renning ikki nakað fyri tey,
hava tey í hvussu so er ikki tveitt
nógvan pening burtur til einar
skógvar.
Men í vánaligum skóm er
skjótt at fáa ilt í føturnar og so
gevast fólk beinanvegin. Tí skal
týdningurin av einum ordiliga
góðum renniskóm ikki undir-
metast - heldur ikki hjá teimum,
sum fara sín fyrsta túr, sigur
Maj-Britt Vestergaard.
Fekk eitt nýtt innihald í lívinum
Hon var 40 ára gomul, tá ið hon fyrstu ferð læt seg í einar
renniskógvar. Síðani hevur hon ikki kent sær afturhald og nú ferðast
hon í fremmand lond at renna maraton
– Forsømið er renningina ein dag, manglar okkurt í lívinum, tí so sakni eg tað, sigur Maj-Britt Vestergaard
C
M
Y
K
25
24