Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2003 FRÍTÍÐ Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kristian Vang Tað er kalt úti. Onkrar kavaflykr- ur dala niður av og á, og við- hvørt eru ælini long og vindhørð. Men inni í Frítíðarklubbanum rínur kuldin ikki við. Har er fjálgt og matangurin stendur heilt uttar í gangin. Róp og gangur koma úr øllum ættum, og illa ber til at siga annað, enn at her er lív í. Í Frítíðarklubbanum við Hoy- víksvegin í Havn hava tey í kvøld matkvøld. Nógv eru komin at hugna sær, og onkur heldur, at fleiri enn 40 fólk eru komin í kvøld. Í køkinum standa Ragnhild og Sámal og stákast óført. Tey gera grýturætt til øll, sum eru komin úr sambýlum, bústovnum og heimanfrá, at hugna sær saman við vinunum. Ragnhild og Sámal reka Frítíðarklubban fyri tey menningartarnaðu. Lívligt Væl verður tikið ímóti okkum. Eitt klemm her og har, eitt klapp á herðarnar, og hondin verður rist væl og virðiliga fleiri ferðir. Nei, smæðin eru tey ikki, og tað er eyðsæð, at tey eru ógvuliga fegin um at hava fingið gestir. - Frítíðarklubbin møtist tvær til tríggjar ferðir um vikuna. Eina- ferð um mánaðin hava vit mat- kvøld, og tá gera vit mat her. So eru vit úti og eta, í biograf, bowla, hava spælikvøld, ganga túrar og annað, sigur Ragnhild, meðan hon stákast uppiyvir grýtuni. Tey flestu, sum ganga í Frí- tíðarklubbanum búgva á sambýl- um ella á bústovnum. Við eitt borð sita tveir og spæla eitt spæl, og við eitt annað sita nøkur og spæla kort. Í einum rúmi dunar tónleikur úr einum lítlum fløguspælara, og inni har stendur eisini ein telda, og við hana sita fleiri og leggja kabal. Vit setast niður at práta við eitt borð, og skjótt kemur Tórur, tí nú skal hann taka sjómanstak. Og áðrenn nakar fær vent sær sita eini fýra við borðið og taka sjómanstak, og spart verður ikki uppá kreftirnar. - Kom nú! Torir tú ikki! sigur Ólavur og stórflennir. Ólavur er ein stórur drongur - hann man nærkast eini tveimum metrum, og er nógv størri enn øll hini. Hann er blíður og ógvuliga prátingarsamur. Gleðin lýsir av øllum, sum eru komin í Frítíðarklubban í kvøld. Tey práta óført og hugna sær. Erlig eru tey eisini. Tey siga, tað tey meina og onki við at balla tað inn. Og nú er klárt at eta. Tórur fer at bjóða og á borðinum standa nú borðiskar, chips, flutes og Ragnhild oysir grýturætt upp á borðiskarnar, meðan Sámal blandar saft. Og skjótt veksur røðin, og nú eru øll komin at fáa sær. Onkur hevur trupulleikar við at halda vanliga røðsið, men tað leggja hini onki í. Tá liðugt er at eta koma øll inn aftur við borðiskunum og síðani verða kaffi og te sett á borðið. Drekkamunnurin er komin niðurum, og nú byrjar so smátt at fækkast. Foreldur koma eftir teirra, og onkur bussur frá onkrum sambýli er eisini at síggja uttanfyri. Og tá klokkan nærkast tíggju, er so at siga tómt. Jú, tilveran verður notin í Frítíðarklubbanum, og tað við lív og sál. Tí lívið tað skal livast Í Frítíðarklubbanum á Hoyvíksvegnum hugna tey sær óført. Tey hittast tvær til tríggjar ferðir um vikuna til matkvøld, spælikvøld, biograftúrar og annað. Sosialurin var við, tá Frítíðarklubbin herfyri hevði matkvøld Í Frítíðarklubbanum liva tey lívið. Hetta kvøldið var matkvøld, og borðreitt varð við einum leskiligum grýtirætti Sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2003 5 1. partur MINNI Hanus Kamban EIN GUDUR Í ANDALEYPI VALDSHARRIN Í Kreml hevði í mong ár havt tann vana at sita uppi til langt út á morgunin. Saman við honum vóru vanliga nakrar av teimum eltibløðrum, sum í o.u. eina fjórðingsøld høvdu framt hansara politikk og gingið honum til handa. Beria, Malenkov, Khrustjov, onkuntíð Bulganin. Bossin róptu teir hann. Tá ið dagsins arbeiði var av, fóru teir viðhvørt í biograf í Kreml og koyrdu seinni við Bossinum út til hansara summarhús í Kuntzevo. Har drukku teir, fortaldu krønikur ella stungu hvør øðrum skør, til klokkan bleiv bæði trý og fýra. Vanliga var Josef Stalin á fótum um ellivutíðina dagin eftir. Men tann 1. mars 1953 bleiv klokkan 11, uttan at nakað lívstekin hoyrdist úr valdharrans íbúð. Middagur kom, og framvegis var einki lívsbragd at hóma. Ampi kom á tey fýra, sum høvdu umsjón við Bossinum og summarhúsinum - tveir vaktarmenn, kommandanturin Lozgasjeff og Matriona Petrovna Butusova, konan, sum reiddi upp og hevði umsjón við valdsharrans seingjarklæðum. Stalin hevði strangliga álagt teimum undir ongum umstøðum at fara inn í íbúð hansara, uttan so at tey vóru boðsend. Klokkan nakað yvir tíggju um kvøldið tók Lozgasjeff mót til sín og gjørdi sær ørindir inn í íbúðina við postinum. Hurðin inn í køkin var á glopp, og gjøgnum gloppið sá hann, at heimsins mætasti maður lá á gólvinum. Hann fór inn. Stalin hevði høgru hond á loft og royndi at siga okkurt, men frá honum kom bara eitt ljóð, sum surr frá eini býflugu. Lozgasjeff ringdi straks eftir hjálp. Tey fýra hjálptust um at bera Bossin inn í stovuna, har hann varð lagdur á eina sofu. Hann var ísakaldur, og Butusova breiddi eitt teppi oman yvir hann. TANN SEINA HJÁLPIN Ymisk tíðindir ganga um, hvat síðani hendi. Stalin-biografurin Edvard Radzinskij hevur kannað hesi viðurskiftir, og søgan, hann fortelur, er ógviliga løgin. Boð vórðu send eftir valdsharrans mætastu skutilsveinum. Heilir fýra tímar gingu, til Beria og Malenkov komu út í summarhúsið. Teir fóru inn til Bossin, komu út aftur, søgdu, at honum bagdi einki og fóru so avstað aftur. Eina ferð enn varð ringt, og nú lótu teir høgu harrarnar senda boð eftir lækna. Urið hjá Bossinum var steðgað klokkan hálvgum sjey um kvøldið, sostatt var tað ivaleyst tá, hann var dottin. Læknarnir komu millum hálvgum níggju og níggju morgunin eftir. Bossurin hevði tá ligið óhjálptur í einar 12 tímar. Stalin hevði eftir øllum at døma havt eina heilabløðing, og tað var greitt, at honum stóð ikki til bata. Dysturin við deyðan vardi í fimm dagar. Valdsharrin andaðist tann 5. mars klokkan hálvgum tíggju um kvøldið. EITT FAÐIRLEYST FÓLK TÍÐINDINI UM hesa hending fóru sum eldur um tað velduga sovjettrussiska ríkið. Valdsharrin rúgvaði um hetta mundið líka nógv upp sum teir gomlu zararnir, hann var tignaður og æraður sum undan honum Pætur Mikli ella Aleksandur Fyrsti. Og meira enn tað, hann var í roynd og veru ikon, gudur. Hjá vanligum russarum kendist tað, sum høvdu teir mist faðir sín. Fólk ven- aðu seg og grótu, og mong, sum innast inni høvdu hildið, at teirra halga faðir- bílæti fór at hava ævigt lív, fingu álvar- saman sálarhvøkk. Tá ið valdsharrin stóð undir børu, og fólk streymaður til Moskva úr øllum ríkisins avkrókum at síggja hann, varð slík trokan, at fólk í hundraðatali vórðu kroyst til deyðis. Tíðindini um Stalins deyða frættust víðari út um hansara ríki, og vórðu borin, helst við danska ella norska útvarpinum, seinni sjálvsagt við bløðunum, út í ta lítlu útoyggj, har eg sjálvur búði. Eg var ellivu ár um hetta mundið. Ein genta, sum var tvey ár eldri enn eg, greiddi okkum frá, hvør Josef Stalin var. Pápin sín, segði hon, hevði fortalt, at hetta var ein JOSEF STALIN — EITT FIMTI ÁRA MINNI EINGILIN Í GORI Húsini í Gori, har Josef Stalin varð føddur Framhald á næstu síðu C M Y K 27 26