Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2003 óvanliga óndur maður. Einaferð hevði hann dripið ein prest. Hann kruvdi prestin og tvingaði hann at ganga rundan um eitt træ, so at vilini ringdust runt um træið, meðan Stalin hugdi at, ivaleyst við frøi. Hetta var sjálvandi ein søga ella eitt líknilsi, av tí slagnum, sum børn og einfaldar sálir hava brúk fyri, tá tey royna at fata tann søguliga veruleikan. Men hvør var tann søguligi veruleikin? Hvør var Josef Stalin? Á hvønn hátt gjørdist hann heimsins mætasti valds- harri? Hvør var hansara heimspeki? Hvussu kann ein lýsa hansara hugmynda- frøði, hennara uppruna, innihald og avleiðingar? Spurningurin er viðkomandi, kanska ein tann týdningarmesti politiski og søguligi spurningur í okkara tíð. At hetta málið eisini er aktuelt í dag, skilst greidliga, eitt nú, um hugsað verður um, at ein av Stalins ítastu næmingum og eftirlíknarum — Saddam Hussein, valds- harri í Irak — í hesum døgum stendur fyri falli. DREYMURIN HJÁ KEKE JOSEF VISSARIONOVITJ Djugasjvili varð føddur í tí lítla býnum Gori í Georgia, einum fjallalandi í Kaukasus vestan fyri Svartahavið. Georgia, sum russarar róptu Grusia, er tiltikið fyri sín villa, stórbæra vakurleika. Upprunaliga var tað eitt frælst land, við eini kristnari mentan, ið var nógv eldri enn tann russiska siðmenningin og søgan. Georgi- arar, sigur søgnin, skulu vera ættaðir frá Thargamos, ið var langabbasonur tann bíbilska Jafet. Gori var ein lítil býur, mest at kalla ein bygd. Yvir býnum, á einum hamara, sæst ein gomul borgartoft. Gjøgnum býin streymar áin Kura. Í fjøllunum stutt frá býnum er eitt landslag fult av hellum og holum, og longur burturi rísa Kaukasus- fjøllini, kavatakt ovast, móti himli. Fyri aldarskiftið fyrra var Gori ein lívligur eysturlendskur staður við basarum, har handilsmenn sótu og drukku vín ella spældu nardy, sum er eitt borðspæl líka- sum talv. Ymisk fólkasløg tyrptust her, eitt nú armenar, azerbadjanar og jødar. Vanliga verður upplýst, at Stalin varð fødddur í desember 1879, og hetta verður eisini í dag borið víðari av blað- og søgu- monnum. Veruleikin er, at hann varð føddur tann 6. desember 18781 . Hetta er bara ein av óteljandi sagnum, sum hava verið sagdar um henda mann. Foreldrini hjá Stalin vóru bæði av smá- bóndaætt. Bóndafrígeringin í Russlandi kom ikki fyrr enn í 1860-árunum, og bæði foreldur høvdu sostatt verið ófrælsir fest- arar ella lívogn. Pápi Stalin æt Vissarion — róptur Beso — Djugasjvili, var ættaður úr bygdini Didi Lilo og lívbjargaði sær sum skómakari. Seinni flutti hann til Tiflis og fekk arbeiði á eini skóverksmiðju. Stalin vaks upp í mesta vesældómi. Í barnaheimi hansara — húsini eru til og eru sjálvandi í dag forngripur — var bara eitt rúm, umframt ein lágan kjallara. Helst hevði lítli Josef mammu síni fyri at takka, at hann reis upp um sína stætt. Ekaterina Geladze, rópt Keke, var ikki meira enn sekstan ár, tá hon giftist við tí 24 ár gamla Beso. Hon var vøkur, ljóshærd og frøknut, musikalsk og las bøkur. Hon átti fyrst tveir synir, sum báðir doyðu stutt eftir barnferðina, annar í vøgguni. Tá ið Jósef varð borin í heim, og eftir at hann vísti seg at vera lívførur, tykist hon at hava droymt um, at hann fór at gerast prestur. Tá ið Keke var gomul og gjørdist sjúk, kom sonur hennara — hvørs tign og veldi nú bóru av øllum, hon nakrantíð hevði droymt um — at vitja hana. "Jósef — hvør ert tú í grundini nú?" helt mamman fyri. "Minnist tú zarin?" svaraði Stalin. "Íðan, eg eri sum ein zarur." "Mætari hevði verið, um tú bleiv prestur," svaraði mamman. EITT KONUBROT MEN LÍKINDINI til at rísa upp um byrjunarkorini í Gori vóru ikki góð. Aftrat armóðini komu viðurskiftini í heiminum og hjúnanna millum. Skómakarin Beso - lágvaksin, døkkleittur, við yvirskeggi og skeggi - var váttligur og harðligur. Hann bukaði sonin og fýrdi ikki fyri at leggja hond á konu sína. Tey fyrstu árini tykist Keke ikki at hava vitað sær onnur ráð enn at taka tann ræðslusligna drongin og renna inn til onkran granna. Men Keke tykist at hava verið eitt rættiligt konubrot. Hon forvann sær nøkur oyrur við at ganga út til múgvandi fólk at vaska og seyma. Sum hon búnaðist, og styrknaði av arbeiðinum, vildi hon ikki longur lata sær alt lynda. Hon sló afturímóti, og endin var, at Beso rýmdi til Tiflis. Longu tíðliga í tíðini koma — um ein kann taka so til — tey ljósaru brigdini í Stalins persónleika til sjóndar. Hann var gløggur, hevði framúr gott minni og var musikalskur. Vit vita eisini, at hann hevði sjónleikaragávur og dugdi væl at herma. Hann slapp inn á kirkjuskúlan í Gori og var skjótt tann besti í sínum flokki. Stalin varð um hetta mundið vanliga bara róptur Soso, sum sjálvsagt er kelinavn fyri Josef. Ein annar næmingur, David Suliashvili, greiðir soleiðis frá: Føstuhátíð var í kirkjuni, og tríggir sangarar sungu iðrunarbønirnar. Teir, sum høvdu best mál, vórðu altíð valdir, og Soso var altíð teirra millum ... Til kvøldarmessuna lógu tríggir dreingir á knæ í kórskjúrtum og sungu bønirnar ... einglarøddirnar hjá teimum trimum børnunum ... tann gylta kórsgrindin stóð opin ... presturin hevjaði sínar hendur móti himli, og vit løgdu okkum fram á grúgvu fyltir við einum fagnaði sum ikki var av hesum heimi. KOBA Sagt verður um tann unga Josef Djugasjvili, at hann var gudrøkin, dámdi væl fara túrar út í ta villu natúrina ella at klintrast, og at hann saman við vinum sínum plagdi at gera ferðir til tann merkiliga avtoftaða hellisbýin Uplis Skúlaflokkur í kirkjuskúlanum í Gori. Stalin í aftasta rað í miðjuni Framhald av síðu 5 Sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2003 7 Tsikhe, sum er frá undankristnum øldum. Hann las dúgliga. Ein av hansara yndisbókum var skaldsøgan Faðirbanin eftir georgiska rithøvundin Kazbegi. Hetjan í bókini er tann djarvi og útlagni Koba, sum eggjar fjallabúgvunum til stríð móti zarinum, verður svikin og drepur sín svíkjara. Stalin tók sær seinni — sum kollveltari — dulnavnið Koba. "Kanna, hvat hendi í Linz", yrkir enska skaldið W.H. Auden. Linz var býurin, har Adolf Hitler var føddur, og yrkjarin vil ivaleyst við hesum orðum vera við, at lykilin til mannin finnur tú í barndómin- um. Tað man vera fáfongt at royna seg við fikkusálarfrøði ella vísindaligum útgrein- ingum um upprunan til Stalins muru. Eitt tykist kortini týðiligt. Hann var ikki nakað vanligt umboð fyri sítt fólk. Um georgiarar verður ofta sagt, at teir eru glaðlyntir, stórtóknir, kurteisligir, latir og oyðslutir. Flestir eygleiðarar eru samdir um, at Stalin var tigandi, lúnutur, tykkin og íminnin. Í hansara sinni andi meira enn ein feril av jødahatri, eitt fyribrigdi, sum annars ikki fanst í Georgia. Seinni kom undan kavi, at hann var meira enn vanliga forfongiligur (men gjørdi alt fyri at krógva henda eginleika), og at hann var illa riðin av undirluta- kenslu. Tjóðskaparliga og málsliga var Josef Djugasjvili í eini serstøðu. Í bygnaði og bending er georgiskt á einum eldri stigi enn tey indoeuropeisku málini, kanska á sama stigi sum eitt nú baskiskt ella piktiskt. Stalin lærdi russiskt í skúlanum, men tosaði tað ongantíð reint. Eina tíð var hann hugtikin av tí georgisku tjóðskapar- rørsluni, men seinni vendi hann allari tjóðskaparkenslu bakið. Við tað, at hann slepti sínum georgiska uppruna, men ongantíð til fulnar nam ein sannan russiskan samleika, kom hann at sveima í leysum lofti tjóðskaparliga. Hetta akkersloysið var bara ein táttur í einum nógv víðfevndari rótloysi. Í PRESTASKÚLA Í TIFLIS JOSEF DJUGASHVILI dugdi væl í skúlanum, serliga søgu, landalæru og georgiskt. Hann var so heppin at vinna ein lestrarstyrk, og sostatt fór hann í september 1894 at ganga á gudfrøði- skúlanum í Tiflis. Í Georgia var eingin lærdur háskúli, og hesin gudfrøðiskúlin var sostatt hægsti útbúgvingarstovnur í landinum. Undirvísingin var ruddilig, og høvuðslærugreinirnar vóru liturgi, tann halga skriftin, kirkjuslavoniskt, grikskt, latín og russiskt. Stalin var helst í fyrstuni ein nærlagdur næmingur. Sum greinskrivari og talari hevði hann lyndi til seinni, sum marxistur, at brúka ein heldur barnsligan og klossuttan stíl, við spurningi og svari, har spurningurin fyrst varð tikin uppaftur og síðani svaraður. Stílkønir halda seg vita, at hann má hava lært henda dogmatiska katekismus-stílin í prestaskúlanum í Tiflis. Í sambandi við gudfrøðiskúlan í Tiflis heftir ein seg annars við tvey eyðkennir. Skúlin umboðaði í fyrsta lagi tað russiska hjálandaveldið og royndi av øllum alvi at virka ímóti ella beina fyri øllum, ið minti um georgiskan tjóðskap. Undirvísing í georgiskum bókmentum var forboðin, og næmingar, ið virkaðu fyri georgiskum tjóðskapi, vóru burtursagdir. Í øðrum lagi hevði skúlin strangt eftirlit við næming- anna hugsan og lesnaði, og eitt nú var forboð ímóti at lesa rithøvundar sum Turgenev, Tolstoj ella Dostojevskij. Lærarum var álagt at njósnast eftir, hvat næmingar gjørdu ella lósu, og smetta fyri skúlaleiðsluni, um teir varnaðust atburð, ið vakti illgruna. KARL MARX Tann køvandi, lúnski andin á skúlanum tykist at hava ment hetta treiska, óflættiliga bragdið í Stalins lyndi. Tann dugnaligi næmingurin verður, 16 ára gamal, ólýðin og mótræsin. Hann lesur forbodnar bøkur, eftir eitt nú Victor Hugo og Letourneau og kanska Darwin. Á skúlanum frættir hann eisini um tann týska heimspekingin Karl Marx. Kanska er tað ikki so undarligt, at ein læra sum marxisman kundi bergtaka hugan á ein unglingi, ið longu hevði nomið meira enn ein feril av gudfrøði- ligari dogmatikk. Líkasum tann ortodoksa gudfrøðin hevði marxisman svar upp á allar spurningar, bæði av eitt nú politisk- um og heimspekiligum slag. Hvat framtíðini hjá tí stóra, ridlandi russiska ríkinum viðvíkti, var hennara læra greið. Sjálvsagt skuldi zarveldið beinast burtur, og eitt nýtt rættvíst ríki koma í tess stað. Men Russland var eitt ovurstórt bóndasamfelag, við eini lítlari borgarastætt og enn bara einum farra av ídnaði. Tann russiski bóndin, henda treiska, afturhaldssinnaða veran, lá sum eitt ovurstórt, illtungt andrifti og forðaði øllum tiltøkum, sum kundu skapa framburð í hesum samfelag. Sostatt var neyðugt allarfyrst at um- skapa tað russiska samfelagið til eitt ídnaðarsamfelag. Úr tí arbeiðarastætt, sum ídnaðurin fór at ala fram, ella rættari sagt, úr hennara kollveltingarliga medviti, fór eitt nýtt stættaleyst ríki at rísa. 1 Eftir tí julianska álmanakkanum. Næmingur í gudfrøðiskúlanum í Tiflis Sum ungur kollveltingarmaður. Í Batum í 1902 C M Y K 29 28