leygardagur 5. apríl 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2003
SKIFTISNÆMINGUR
Ingrid Bjarnastein
Carolin Pecho er úr Bayern í
Týsklandi. Har býr hon í eini
lítlari bygd við eini 200 íbúgv-
um. Síðani á jólum hevur hon
búð í Gøtu hjá Elin, Óla Hans,
Maritu og Pæturi, og har dámar
henni væl, og hon stórtrívist.
- Tú veitst, tú sært hasar lýs-
ingarnar, og so hugsar tú, at um
barnið hjá tær kanska hevði havt
hug at farið við AFS, so hevði
tað verið gott at kent felagsskap-
in frá hesi síðuni. Tað er so at
siga orsøkin til, at vit valdu at
lata heimið upp fyri einum
afs´ara, sigur Elin Olsen, sum er
vertsmamma hjá Carolin.
AFS er ein altjóða felagsskap-
ur, sum eisini hevur støð í Før-
oyum. AFS sendir ungdóm
millum lond, og endamál tess er
at virka fyri friði í heiminum, og
at gera menniskju tilvitað um
heimsins mongu mentanir og
fjølbroyttu lívshættir.
Áhugavert
- Tað er stuttligt og áhugavert at
hava ein afs´ara heima hjá tær.
Tú lærir nógv um eitt annað
land, og ikki minst teg sjálvan.
Eisini er tað avbjóðandi, sigur
Elin, meðan hon hyggur yvir á
Carolin, sum nikkandi tekur
undir við nýggju »mammuni«.
Familjan í Gøtu taldi áðrenn
Carolin kom uppí fýra. Elin, sum
er mamman, Óla Hans, pápi,
Marita, sum er 15 ára gomul og
Pætur, sum er 13. Nú er Carolin
so komin afturat, so nú eru tey
fimm.
- Dagligdagurin hjá okkum er
ikki nógv broyttur. Sjálvandi, trý
børn er meira enn tvey, men
annars er ikki nógv broytt, held-
ur Elin.
Carolin ynskti sjálv at sleppa
til Føroya. Hon sigur, at hon
ynskti at sleppa til Norður-
evropa, og tá AFS ringdi til
hennara og segði, at valið var
millum Føroyar og Grønland, so
valdi hon Føroyar, tí í Grønlandi
hevði helst verið ov kalt.
- Her hava ikki verið nakrar
ósemjur. Í øllum førum ikki enn.
Tær báðar, Marita og Carolin
finna væl útav tí saman, og eg
haldi eisini, at hon hóskar sera
væl inn í familjuna.
Elin sigur, at Carolin hevur
eisini eina rúgvu at takast við í
frítíðini, so tað er als ikki so-
leiðis, at teimum nýtist at undir-
halda henni.
- Carolin kennir so nógv og
hevur lætt við at koma í samband
við fólk. Hon er í Havn um
vikuskiftini ella í Klaksvík, og so
hava hon og Marita eisini verið
til nøkur Prix Føroyar undan-
umfør, á ungdómsmøtum, og so
framvegis, so hon undirheldur
sær sjálvari, sigur Elin.
Um dagarnar gongur Carolin á
Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta
komst av, at fýra teir fyrstu mán-
aðirnar búði hon í Klaksvík, og
helt hon tað tí vera lættari at
halda fram har.
- Eg ferðist ímillum hvønn
dag. Tað var strævið í fyrstuni,
men nú havi eg vant meg við tað.
Eg var onki von við at sigla
áðrenn eg kom til Føroya, so eg
fekk lætt sjóverk, men nú bilar
ikki longur, sigur Carolin, sum
dugir avbera væl at tosa føroyskt.
Dúgvuna hevur Carolin eisini
eina meining um. Hon heldur, at
Dúgvan er avgjørt betra skipið at
sigla um Leirvíksfjørð við.
- Men ein undirsjóvartunnil
hevði sjálvandi verið nógv tað
besta!
Carolin hevur eisini fingið
góða hjálp frá lærarunum í Tekn-
iska skúla. Hon hevur fingið
eykatímar, og eisini hava lærar-
arnir greitt henni nógv frá før-
oysku søguni.
- Ja, eg royni at tosa føroyskt.
Tað tekur tíð, og mállæran er
ógvuliga torfør. Øll duga eisini
so væl enskt, og tað haldi er gott.
Ein týskur føroyingur
- Tað er stuttligt og áhugavert at hava ein afs´ara í heiminum. Tú lærir
nógv um eitt annað land, og ikki minst um teg sjálvan, sigur Elin Olsen,
sum síðani á jólum hevur verið vertsmamma hjá týsku Carolin Pecho
Carolin her avmyndað á altanini heima í Syðrugøtu saman við familjuni. Pápin Óla Hans, Elin, Pætur, Marita og Carolin
Mynd: Jens Kr. Vang
Sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2003
9
Fyrsta mánaðin var tað ógvuliga
ringt, tí tú skilir jú einki, men
lærarar og næmingar hjálptu
mær væl.
Men sjálvt um Carolin eisini
dugir væl enskt, so tosar hon
føroyskt so at siga alla tíðina.
- Tað eru vit sum eru hervilig,
sigur Elin.
- Vit leypa yvir í enskt alla
tíðina, og tað er bara ein óvani.
Og nú Marita hevur fingið
eina týska systir, so fær hon
eisini góða hjálp við skúlating-
unum í týskum, og halda floks-
felagarnir, at hon er ógvuliga
heppin.
Ferðast
Í vetur hevur Carolin eisini ging-
ið á kvøldskúla. Har hevur hon
lært hon hornarbeiði, og helt hon
tað vera ógvuliga áhugavert.
- Eg havi eisini ferðast eitt
sindur. Eitt vikuskifti vóru vit í
Suðuroy og eitt annað vóru vit í
Hattarvík á Fugloynni. Kirkjubø
og so runt alla Eysturoynna,
greiðir Carolin frá, meðan Elin
leggur afturat, at nú veðrið fer at
gerast betri, so verður meira utt-
an iva gjørt við at síggja oyggj-
arnar.
Elin heldur ikki, at tað merkir
eyka stríð at fáa ein skiftisnæm-
ing heim til sín at búgva.
- Dagurin glíður bara og gong-
ur sum hann skal. Tú fyristillar
tær, at tín familja ikki er nógv
áhugaverd og ikki hevur nakað at
bjóða, og at tú allatíðina skal
renna runt við teimum. Men
Carolin passar seg sjálva, so
soleiðis hevur tað als ikki verið.
Marita, vertssystirin, er nú
eisini farin at spæla sær við
tankan um at fara út í heimin við
AFS. Hon hevði kunnað hugsað
sær at farið til Italia, Frankaríki
ella Spania. Familjan Olsen í
Gøtu hevur eisini ætlanir um at
fara ein túr til Týsklands at vitja
Carolin har. Ikki beinavegin,
men onkra summarfrítíð fara tey
helst at leita sær ein túr niður í
Suðureysturtýskland. Har búgva
foreldrini hjá Carolin og 30 ára
gamla systir hennara.
Kemur aftur
Í hesum døgum ber ikki til at
tosa við ein týskara uttan at tosa
um fótbólt. Og tað siga tey øll
beinanvegin, at fótbóltsdystin
ætla tey sær at fara til.
- Sjálvandi vil eg hyggja. Eg
veit ikki, hvørjum eg fari at
halda við, men tað verður heilt
vist spennandi. Eg havi ongantíð
sæð landsliðið í Týsklandi, so
tað verður stuttligt, sigur
Carolin.
Sjálvt um Carolin tosar væl
føroyskt og so at siga er føroy-
ingur, so er føroyskur matur ikki
tað, sum henni dámar best. Ræst-
ur fiskur ella ræst kjøt stendur
nú heldur ikki ovarlaga á listan-
um.
- Men mær dámar blóðpylsu,
sigur Carolin og flennir.
Framtíðarætlanirnar hjá 17
ára gomlu Carolin eru rættiliga
greiðar. Tá hon kemur aftur til
Týsklands fer hon at arbeiða, so
hon kann forvinna pening til
koyrikort, og so fer hon aftur í
skúla. Hon gongur á
studentaraskúla.
- Men eg komi aftur til
Føroya. Nær veit eg ikki, men eg
ætli mær at koma aftur. Eg havi
hoyrt so nógv um ólavsøkuna, at
hana má eg uppliva, flennir
Carolin, sum fer avstað síðst í
juni mánaði.
Sjálvt um Carolin er nógvar
míl heimanifrá, so leingist henni
ikki heim.
- Tað er bara eitt ár, og tað
gongur so skjótt! Mamma plagar
at ringja onkrar sunnudagar, men
eg haldi, at tað er meira henni,
sum leingist enn mær.
Tó er tað enn tíðliga at
hugsa um at fara avstað aftur. Nú
skal tíðin, sum er eftir í Føroyum
njótast.
- Carolin er ordiliga blivin
sum ein systir, og tað er ordiliga
stuttligt, sigur Marita, at enda.
Carolin her avmyndað á altanini heima í Syðrugøtu saman við familjuni. Pápin Óla Hans, Elin, Pætur, Marita og Carolin
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
31
30