Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 5. apríl 2003 33 10 Sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2003 Sum øllum kunnugt er alnótin ógvuliga nógv nýtt runt allan heimin. Hetta kærkomna tól ger lívið lættari og meira áhugavert fyri tey flestu av okkum. Tíverri er ikki møgu- leiki at hava eftirlit við, hvat ið er at finna á alnótini og hvør, ið hevur atgongd til tær ymisku heimasíðurnar. Hetta hevur tíverri við sær, at alnótin er trygg fyri pedofilar at finna sær børn at misnýta, uttan at verða forstýraðir av foreldrum. Í Onglandi eru eingi tøl almannakunngjørd viðvíkjandi tali á pedofilum í landinum, men stutt síðani bleiv upp- dagað, at 7000 bretar vóru limir á einari amerikanskari heimasíðu, har børn blivu misnýtt. Eisini er kunngjørt, at talið á misnýttum børnum er farið 322% upp tey síðstu 20 árini. Orsøkin til hetta er søgd at vera alnótin. Síðani alnótin kom, hevur tað verið lættari at fáa fatur á barnaporno, ið hevur havt við sær, at fram- leiðslan av barnaporno eisini er økt og tískil eisini talið á offrum. Nú á døgum eru tey flestu børnini rættuliga stinn í at nýta teldur, ofta meira stinn enn teirra foreldur, og alnótin er vanliga eisini ein partur av teirra áhugamálum. Her kunnu tey gera og finna alt tað, ið teimum hugar. Eisini kunnu tey fara inn á kjattrúm og tosa við fólk, ið tey ikki kenna. Hetta er tískil tað fullkomna staðið hjá pedofilum. Her hava teir frið og náðir at tosa við børn og lokka tey til at gera ella fortelja ymiskt, ið tey í veruleikanum ikki hava hug til. Fyri stuttum varð ein kann- ing framd í Onglandi av mynd- ugleikunum, har ein persónur meldaði seg til eitt kjattrúm, Yahoo, sum ein 12 ára gomul genta, "12-year-old Tina Bell". Áðrenn ein minuttur var liðin, var persónurin longu kontakt- aður av einum pedofili. Eftir fimm minuttum var "tann 12 ára gamla gentan" umringað av pedofilum, ið spurdu hana bæði eitt og annað, og eisini vóru tað summir, ið bjóðaðu henni at møtast. "The National Coalition for Children’s Charities" halda, at innan tey síðstu tvey árini eru 15 gentur neyðtiknar, eftir at hava møtt pedofilum á al- nótini. Eisini vísa kanningar, at eitt út av fýra børnum hevur upp á ein ella annan hátt upplivað okkurt keðiligt við at kjatta, ið eisini merkir, at hvønn 71 minutt verður eitt barn kontaktað av einum pedofili. Hetta eru tøl, ið skelka ein og fær ein at hugsa um, hvat ið kann gerast fyri at fyribyrgja hesum "paradísi" hjá pedofil- um. Ein møguleiki er at royna at fyribyrgja hesum við teldu- tøkni. Hetta kann gerast við at sperra atgongd til ávís kjatt- rúm, sum vil minka um vand- an, men ikki steðga honum fult og heilt. Ein annar møgu- leiki, ið ivaleyst er meira virkin, er at læra børnini um vandan við alnótini. Hetta kann verða framt bæði í skúl- unum og í heimunum. Hesin møgleikin er sjálvandi ei heldur 100% sikkur, men undir øllum umstøðum hevði tað vónandi minkað munandi um vandan við at børn vera mis- nýtt av pedofilum á alnótini. Alnótin – fullkomin fyri pedofilar! TELDUBRÆVIÐ Frá: Gudny Langgaard, gudny78@msn.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Sigrún Brend, sjónvarpskvinna Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Ja, eg komi úr einum heimi við klaveri, guitari, mandolin og enntá eisini cittara. Tað er mamman mín, Alma Bjartalíð, sum er so røsk at spæla øll hesi ljóðføri. Og stóribeiggi mín, Snorri Brend, spælir klaver. Spælir tú nakað ljóðføri? — Ja, tað er kanska nakað nógv sagt, men heima við hús havi eg eitt klaver, sum eg seti meg við, tá ið eingin er heima. Í mínum ungu árum gekk eg í 2- 3 ár til klaverundirvísing hjá Rigmor Waagstein. Men hugurin var ikki tann stóri, og tað nívir meg inn á sálina í dag, at eg ikki gjørdi meira við tað. Og so er tað guitarin. Tá eg var 13 ára gomul fór eg til Simma og keypti mær »Guitarbog for begyndere«. Har stóðu grepini A, D og G. Í dag dugi millum annað at spæla »Lille Lise« upp á guitar! Eg havi eisini sungið við í Tórs- havnar Kamarkóri í nøkur ár. Syngur tú undir brúsuni? – Nei, tað geri eg ikki. Satt at siga haldi eg, at tað er ein myta, at fólk syngja, meðan tey eru undir brúsu. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Tað er ikki fyrr enn á gamals- aldrinum, at eg eri farin at droyma um tað. So hevði eg verið yngri, so hevði eg helst spælt bass í onkrum orkestri í dag. Púra vist. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Tónleikur er balsam fyri sálina, og hann fyllur nógv í mínum gerandisdegi. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Eigi einar 100-200 plátur. Tær flestu keypti eg, tá eg las í Keyp- mannahavn fyrst í 80'unum. Fløgur eigi eg nakrar av eisini, men tað langt ímillum, at eg keypi fløgur. Seinastu fløguna keypti eg í handlinum Leikalund í Klaksvík í farnu viku, og tað var við týska bólkinum Ramm- stein. Hvat er tín yndisfløga? – Havi fleiri yndisfløgur, - alt eftir um eg havi havt ein góðan dag ella ein ringan dag. Ein góðan dag lurti eg millum annað eftir Tórshavnar Kamarkóri, Bee Gees ella Al Jarreau. Og ein av teimum keðiligu døgunum lurti eg m.a. eftir Geoge Michael og serliga sanginum Jesus To A Child. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Ja, nú veit eg ikki rættuliga, tí pengar eru altíð góðir at eiga. Men møguliga hevði eg klárað at sagt nei til pengar, um onkur beyð mær ein fløgu við growli - also »sangur«, tá tú ikki hoyrir lagið, ikki skilir orðini og ikki orkar at lurta eftir »lagnum«. Haldi ikki, at eg hevði tímað at átt eina slíka fløgu. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Eg veit ikki rættuliga, um eg kann loyva mær at nevna nakran sang, tí yrkjarin hevur helst gjørt sítt besta tá sangur varð yrktur. Men lat meg royna at vera diplomatisk: "Sejler op ad åen...." er ein sera troyttandi sangur! Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Eg eri í tí hepnu støðu, onga pínliga plátu at eiga. At eg so havi Doodle Bugs standandi á hillini er ein onnur søk. Hana fekk eg frá bólkinum, í sambandi við at eg arbeiddi í ÚF. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – Eg hevði valt Jesus To A Child hjá George Michael. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Eitt hugnaligt kvøld við ein góðum døgurða og víni? Ja, so er tað Islendsk Løg nr. 5. Tað er sera góður og róligur tónleikur. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Sunnumorgun lurti eg sjáldan eftir tónleiki. Tá sova øll í húsin- um uttan yngsti sonur mín, Gilli, sum er 1 1/2 ára gamal og eg. Sunnumorgun eri eg aloftast úti og gangi túr við honum, fyri ikki at vakja alt húsið. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Tað er larmandi tónleikur – also jammur, grenj og ov nógvar endurtøkur av tí sama. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Um tað er Jenka, valsur, rokk- ur ella disko. Bara orkestrið er gott og viðkomandi, og tann, sum eg dansi við, dugur at dansa, so er líka mikið hvør tón- leikurin er. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? — Tað var m.a. Sweet við lag- num »Fox on the Run«, Harpo við lagnum »Movie Star« og danski bólkurin Walkers. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Tað skal vera »Sum hjørtur hyggur tráðandi«. Victor Danielsen eigur orðini, og Ólavur Jøkladal eigur lagið. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Tað var í 1983, at eg var boðin til jubileumkonsert í konsertsal- inum í Tivoli við Los Angeles Philharmonic í sambandi við, at Brahms hevði fylt 150 ár. Ein fantastisk konsert. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Teir eru tveir, Al Jarreau og Donald Fagen. Grundlógarráðstevna var herfyri í Norður- landahúsinum. Kári á Rógvi hevur verið við í grundlógararbeið- num mestsum frá byrjan og hugleiðir her um ráðstevnuna og framtíðina Kári á Rógvi Ein poppsangur var at hoyra fyri árum síðani, sum æt "Give me the good news!" Ráðstevnan, sum grundlógarnevndin við Jóan Paula Joensen á odda helt 11. til 13. mars var helst dømi um tað, sum sangurin var um: tað er meira spennandi hjá fjøl- miðlunum at takast við tey ringu tíðindini, við ósemju, trætu og kríggj. Sum drong- urin í fjørðuni hjá Pipari og Salti segði: "doyði so ongin? – Hatta var ein ring søga!" Semjast ella stríðast Tað er helst ikki av tilvild, at ein fólkalívsfrøðingur hevur greitt vegin til semju í arbeiðnum at smíða Før- oyum eina nýggja stjórnar- lóg. Tað krevur, skulu vit siga eina vissa stødd, at slóða fyri. Tingmenn á tingsins røðarapalli standa eftir útlendskari fyrimind og halda drúgvar røður fyri hvørjum øðrum, belæra hvønn annan og vóna at veljarin lurtar eftir, hvussu teir stríðast fyri síni søk. Í grundlógarnevndini hevur verið minni talað og meira lurtað. Í lógsmíði vanliga eru tað embætismenn og umboð fyri seráhugamál, ið hittast og semjast um sonevnd "faklig tilmæli", sum síðani tingmenn so skulu lesa saman við hundrað øðrum uppskotum og álitum í tíðarskeiðnum frá mars til apríl. Eisini her hevur verið vent í holuni. Formaðurin og hansara frøðingar hava lagt tilfarið fyri tingmenn og sett fram spurningar, men at taka støðu og svara spurningunum er fyri tey fólkavaldu. Úrslitið sóu tey, sum vóru á ráðstevnuni. Til end- ans á stevnuni tóku polit- iskir leiðarar sum Anfinn Kalsberg, Jóannes Eides- gaard, Høgni Hoydal og Eyðun Eltør orðið – og vóru samdir! Á stevnuni vóru aðrir leiðarar sum Lisbeth Petersen, Jenis av Rana og Edmund Joensen, umframt tingfólk, landstýr- ismanning og mong onnur. Eftir fleiri ára stríð og strevan bar tað til at lýsa, hvussu ein tjóðskaparlig semja kann gerast um for- treytirnar fyri eini føroysk- ari stjórnarlóg. Hvat er problemið? Føroyar eru eitt land og føroyingar eru eitt fólk. Hetta eru vit samd um. Vit hava eitt løgting, eitt lands- stýri, kommunur, fyrisiting, kærustovnar og annað, sum krevst til, at Føroyar kunnu virka sum eitt land. Tað ber snøgt sagt til at stýra Før- oyum uttan stórvegis bein- leiðis hjálp frá øðrum lond- um. Vit eru í dag í einum samveldi við Danmark. Danska ríkið røkir summi viðurskifti okkara vegna, og mong fólk halda tilknýti til Danmarkar vera ein fyri- mun, so ella so. Men, eftir stendur, at Føroyar longu nú eru eitt land við politiskum stovn- um og við so nógvum sjálvræði, at føroyskir borgarar næstan bara merkja til føroyskar mynd- ugleikar í samskiftinum við "tað almenna". Problemið er so, skulu vit hava eitt skjal við viðtøkum og reglum fyri hetta landið, og hvussu skal hetta skjalið eita? Fyri flestu skilafólk, sambands og tjóðveldis, reinskerarar og lærarar er tað ikki so ringt at svara: Fyri tað fyrsta er tað brúk fyri einum slíkum skjalið, og fyri tað annað er tað næstan karvandi líka mikið, hvussu tað eitur. Tí, vit hava longu eina stýrisskipanarlóg fyri land- ið. Vit hava eina ríkis- grundlóg fyri ríkið. Og vit hava eisini eina heima- stýrislóg, sum er samtykt fyrst á føroyskum, so á donskum, sum lýsir tilknýti millum land og ríki. Tey einastu vanligu skila- fólkini, sum hava nakað ímóti eini føroyskari grund- lóg eru tey sambands- sinnaðu, sum halda, at orðið "grundlóg" smakkar ov nógv av fullveldi – og so tey sjálvstýrissinnaðu, sum halda, at orðið "grundlóg" er eitt dekan og danskt orð. Síðani eru nøkur fólk, sum hava verið niðri og lisið og halda seg hava skilt, at "tað ber ikki til reint princippielt, í og fyri seg við, atliti til Ross og grundnormin, og bla. bla. bla". Tey tími eg ikki at fást við; tey hava fingið, skulu vit siga, umhvørskaða. Hvør er so semjan? Semjan er at skriva nakrar fáar ásetingar í eitt skjal, sum siga, at Føroyar eru land, føroyingar fólk, at vit eiga ómissandi sjálvsav- gerðarætt, at vit eru í eini samveldisskipan, sum vit kunnu taka okkum úr á tann hátt, sum vit sjálvi áseta, og at vit somuleiðis kunnu knýta okkum í aðrar skip- anir, um vit vilja tað, men altíð hava rætt at broyta støðu. Samtykkja vit hetta á tingi og á fólkaatkvøðu, so er tað okkara støða og okkara grundleggjandi lóg. Í semjuni liggur, at ongin sambandsmaður er so for- heraður, at hann heldur uppá, at loysing ber ikki til. Ongin loysingarmaður er heldur so forrendur, at hann er ímóti at mannagongdin at loysa er heldur truplari enn vanlig lóggáva. Øll semjast um, at støðan nú ikki er so heilt galin, í øllum førum samborið við aðrar smátjóðir, ið ikki hava nakað land. Meginparturin av hesi landsgrundlóg, evstulóg, stjórnarlóg ella Føroya lóg verður tó um onnur mál. Ein partur verður um stýriskipanina, hesin partur kemur í staðin fyri stýris- skipanarlógina. Avbjóðing- in á hesum økinum er at taka sær tíð at skriva betri reglur enn tær, sum í dag volda okkum so stórar trupulleikar, tá ræður um lutin hjá løgmanni, lands- stýrismonnum, tingmonn- um, embætismonnum, tá ræður um fíggjarviður- skifti, fyristing, samgongu, uttanlandsvald og ríkissam- starv, og so frameftirni. Síðani koma teir partar- nir, sum mangla í dag. Nærri ásetingar um dóms- vald. Ásetingar um grund- reglur, ið øll halda seg kenna, men sum ikki eru at finna nakra staðni, ella áttu at verið lyftar upp á hægri rók. At øll eru líka fyri lógini, ella at øll eiga rætt til innlit í almenn viður- skifti, um ikki týðandi mót- atlit eru, tað eru dømi um slíkar grundreglur. Har- afturat eru meginreglur um vælferð, umhvørvi og til- feingi. Síðani koma rætt- indi, ofta nevnd manna- rættindi. Vit mugu sjálvsagt hava minst líka góð rættindi sum í ríkisgrundlógini, so leingi vit eru í samveldi. Vit mugu eisini halda altjóða sáttmálar. Men, tað er í sjálvum sær neyðugt at hava rættindini á føroysk- um, skulu føroyingar taka tey til sín, og tað ber so øgiliga væl til at hava bæði onnur og betri rættindi enn danir og aðrir. Hvat gera vit so? Løgtingið viðger nú, hvussu grundlógarnevndin skal arbeiða. Summi klók høvd skulu vera við. Onnur skulu sum fólkavald um- boða fólkið. Nevndin skal hava høli, tíð og pengar. Tingmenn hava áhuga fyri hesum arbeiði, og allir flokkar eru umboðaðir í tingnevndini, sum leggur lunnarnar, vit skulu draga eftir. Formaðurin hevur í frá- greiðing, ið liggur á netin- um (grundlog.fo), og kann fáast frá løgmálaráðnum í Havn, greitt frá, hvat hann heldur. Tá báturin er flotaður aftur, og formaðurin setstur aftur í rong, skulu vit søkja nøkur mið. Á ráðstevnuni vitjaðu vit onkran plink. Hans Pauli Strøm, fyrrverandi ting- maður og limur í nevndini, róði fram undir tingskip- anina. Við støði í tí, sum nevndin higartil hevur arbeitt við, kjakaðist hann við fólk um at skipa ting- arbeiðið betur í framtíðini við hoyringum og semju- søkjandi lógfyrireiking og meiri arbeiði aðrar tíðir av árinum enn eftir hálvan mars. Vit fara í holt við mong onnur slík evni í komandi tíð, vónandi bæði á ráð- stevnum, fundum um land- ið alt og í sjálvari nevndini. Fíggjarvald, eftirlitsvald, stjórnarvald, rættindi, meg- inreglur, rættarskipan, tingskipan og annað mangt er longu partvíst fyrireikað og fer at vera víðari við- gjørt. Fólkið skal kunnast Vit, ið vóru við, kundu á ráðstevnuni gleðast um Chimène Keitner, ið greiddi frá altjóða lóg og royndum við sjálvsav- gerðarrætti hjá smálondum. Samstundis greiddi Hans Pauli Strøm frá politisku møguleikunum at brúka henda serkunnleika til at finna semju í Føroyum. Á saman hátt kundu vit fegnast um, at serfrøðingar í grundlógum úr Danmark, Svøríki, Norra og Finlandi og aðrastaðni somuleiðis røddu um royndir í granna- londum okkara og aðra- staðni. Eisini tingfólk úr fleiri grannalondum vitjaðu stevnuna. Tað er ongin ivi um, at vit fáa alla ta hjálp, vit leggja í, frá teimum. Sjálvsagt eru tað mest "tey hægstu í Havn", sum kunnu fara til slíkar stevn- ur. Men tingfólk, lærarar, fakfelagsfólk, miðlafólk, embætisfólk, kommunu- stýrisfólk, vinnufólk og onnur vóru møtt og góvu øll formanninum góð ráð um, hvussu kunningin skal fara fram hereftir. Sjálvur vóni eg bara, at miðlarnir – og fólkið – halda, at tað er ein góð søga, sjálvt um ongin missir høvdið, so ella so. Tinghellan Fyri alt fólkið C M Y K 33 32