Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 67 - 5. apríl 2003 Nr. 67 - 5. apríl 2003 35 Guðrun millum vinir Kvøldið fyri stóru fin- aluna í "Stjerne for en aften" í Forum, nýtti Guðrun S. Jacobsen í vinalag í danska høv- uðsstaðnum TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Stóra finalan í Forum í kappingini "Stjerne for en aften" er óiva¨ein hugsan, sum kann fáa hárini at reisa seg hjá finaluluttakarunum. Kvøldið fyri stóru final- una nýtti føroysku finalist- urin Guðrun S. Jacobsen undir tryggum umstøüm í góðum vinalag í danska høvuðsstaðnum, eftir ein langan hósdag, við roynd- um í Forum. Í prestagarï á Nørrebrúgv hittust føroyskt/danskt vinalag til ein betri bita. Í Føroyahúsinum er í kvøld. Leygarkvøld, sonevnt Suð- uroyarkvøld, og í hesum sambandi vitjaðu eitt nú bólkurin Blanding, Torgerð Suðuroy, skemtari, og onn- ur í høvuðsstaðnum. Eitt kvøld við einum betri bita og felagssangi og hugna. Í skrivandi stund er eingin sum veit finaluúr- slitið, men Guðrun løddi undir tryggum umstøðum. Undir tryggum umstøðum og í góüm vinalag løddi Guðrun undan stóru finaluni í Forum. (Myndam: Knút H. Nielsen) KÓR Jóannes Hansen Sunnukvøldið kl. 18 verður Siloakórið at hoyra í Ítróttarhúsinum á Svanga- skarði. Tað er samkoman í Nebo á Toftum, sum hevur boðið kórinum úr Fugla- firði út á Toftir at syngja. Umframt kórsang verða solistar at hoyra saman við kórinum. Eftir fundin verð- ur ein nátturðabiti bjóðaður øllum teimum, sum møta á Svangaskarði í annaðkvøld. Siloakórið er mannað við umleið tredivu sangarum. Nógvir eru sjálvandi úr Fuglafirði, men sangarar eru eisini úr grannabygdun- um Leirvík og Gøtu, og fleiri eru av Skálafjørðin- um, eisini av Toftum. Kórleiðari hjá Siloakór- inum er Eyðun á Lakjuni, sum er tónleikalærari á Studentaskúlanum á Kambsdali. Kórið hevur sungið støðugt seinastu 15- 16 árini. Undan jólum góvu tey fløgu út, sum hevur verið væl fagnað. Nú tað stundar fram ímóti sumrin- um fer kórið at ferðast eitt sindur og syngja á fundum. Síðst í mai fara tey saman við sangbólkinum Salt at hava konsert í Mentanar- húsinumí Fuglafirði. Nýggjan sal Samkomubygningurin hjá Nebo er næstan sjeyti ára gamal. Hann er víðkaður og hevur fingið ábøtur einar tvær ferðir, men hann er ikki nóg stórur og tíðar- hóskandi til sovorna vitjan, sum í morgin verður úr Fuglafirði. Tí verður sang- fundurin í ítróttarhúsinum á Svangaskarði, har tað ofta hava verið samkomur av hesum slagnum. Kanska verður tað ikki so heilt leingi, inntil samkom- ur av hesum slagnum kunnu haldast í bygningin- um hjá Nebo. Tey eru farin undir at byggja nýggjan sal í Flatabø, sum tað verður kallað á Toftum. Sam- komubygningurin verður bygdur dygst uttanfyri, har Nes kommuna nú byggir eldrasambýli. Byggibúnin- gin av samkomubygningin- um er liðug, og teir hava stoypt tvær ferðir. Bygn- ingurin ætlast at vera í tveimum hæddum. Tað er ikki greitt enn, nær bygn- ingurin verður liðugur. Men tað verður miðjað eftir at inniloka niðaru hæddina í ár, verður sagt av Toftum. Siloakórið á Svanga- skarði TÍÐINDASKRIV Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu verður ein roynd gjørd at sameina 6 kommunur í senn. Higartil hava samein- igarnar snúði seg um eina og eina kommunu. Talan er um at sameina Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Saksunar-, Hal- dórsvíkar-, Sunda- og Gjá- ar kommunu. Fólkatalið í hesum kommununum er umleið 1500. Nevndin sum hevur arbeitt við málinum er nú komin so langt, at borgara- fundir eru lýstir at vera. Tann 8. apríl eru fundir í Hósvíkar kommunu, Gjáar kommunu, Halvíkar kom- munu og Saksunar komm- unu. Tann 10. apríl eru fundir í Sunda kommunu og Haldórsvíkar kommunu. Tann 29. apríl er felags- fundur fyri øllum borgarum úr øllum kommununum í Eydnuni á Oyrarbakka. Treytin fyri at komm- unustýrið er bundið av fólkaatkvøðuni er: 1. at tað í hvørjari ein- stakari kommunu eru fleiri enn 50% av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøða fyri og 2. at tær kommunur har meiriluti er umboða meira enn 70% av samlaða fólkatalinum í økinum Lógartreytirnar fyri at ein sameining kann fara fram eru m.a. at sameinda kommunan skal hava eitt navn og ein kommunu- bygnað. Navnið á sameindu kommununi verður Sunda kommuna og kemur at hava høvuðssæti á Oyrarbakka. Navnið er valt út frá tí at onki staðarnavn er bein- leiðis bundið til navnið og at tað hoyrir til eina av verandi kommunum. Talið á kommunustýris- limum verður 11 og tað verða 3 nevndir, fíggjar- nevnd, teknisk nevnd og trivnaðarnaevnd. Ætla at sameina seks kommunur í eina Mars Mars Broyting Jan-Mar Jan-Mar broyting %broyting Akfaraslag 2003 2002 Mar 2003 2002 2002/20032002/2003 02/03 Brandbilar 0 0 0 0 0 0 Bussar 2 2 0 2 4 -2 -50,00% Hýrubilar 1 2 -1 5 7 -2 -28,57% Lastbilar 0 1 -1 1 1 0 0,00% Leguvognar 1 0 1 3 1 2 200,00% Motorsúkkla 4 0 4 4 1 3 300,00% Líkvognar 0 0 0 0 0 0 Neyðsendakfar 0 0 0 1 0 1 Persónbilar 115 132 -17 305 336 -31 -9,23% Smábussar 0 0 0 1 0 1 Tangabilar 3 0 3 3 0 3 Viðfestivognar 4 1 3 16 14 2 14,29% Vøruvognar 25 24 1 74 69 5 7,25% Samlað 155 162 -7 415 433 -18 -4,16% Tað eru skrásett 31 nýggj prutl í fyrsta ársfjórðingi 2003. Bilasølan fyrsta ársfjórðing TÍÐINDASKRIV Av hesum sæst at sølan av privatbilum er minkað við sløkum 10 prosentum og at bilasølan sum heild er góð 4 prosent minni enn fyrsta ársfjórðing í fjør Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri fyrsta ársfjórðing í 2003, samanborið við 2002. Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum Ársaðalfundur Mbf hevur aðalfund leygardagin 10. mai 2003 kl. 14.00 í Pállstovu. Skrá smb. viðtøkum felagsins. Mál, ið skulu viðgerðast á aðalfundinum, mugu verða starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn t.v.s. fríggjadagin 25. apríl 2003. Møti fjølment. Starvsnevndin Søkt verður eftir reingerðingsfólki til dagstovnin í Sandavági Søkt verður eftir 2 fólkum til reingerð 2,5 tímar/dag. Vaska verður við mikrofibrum (grønt umhvørvið). Lønarviðurskifti Starvið verður sett eftir avtalu. Lønin verður sam- bært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag. Umsóknir saman við upplýsingum um royndir og møguligum viðmælum skulu vera Sandavágs kommunu, 360 Sandavágur, í hendi í seinasta lagi 14. apríl. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3531 Navn: Sp/f K. A. Hjánøvn: Sp/f Kei-Grillin (Sp/f K. A.), Sp/f Grillin (Sp/f K. A.), Sp/f Grillin á Keiini (Sp/f K. A.), Sp/f Klaksvíks Grillin (Sp/f K. A.), Sp/f Norðoya Grill (Sp/f K. A.), Sp/f Norðgrill (Sp/f K. A.), Sp/f Pylsan (Sp/f K. A.), Sp/f Aurora (Sp/f K. A.), Sp/f Búffurin (Sp/f K. A.) og Sp/f KAT (Sp/f K. A.) Adressa: Postbox 230, 700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 21.03.2003 Viðtøkudato: 21.03.2003 Kapitalur: Kr. 150.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 150.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Karsten D. Johannesen, Víkavegur, 700 Klaksvík og Atli S. Justinussen, 727 Árnafjørður. Nevnd: Karsten D. Johannesen, Víkavegur, 700 Klaksvík (formaður) Stjórn: Atli S. Justinussen, 727 Árnafjørður. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av nevndini og einum stjóra. Grannskoðari: Búskaparstovan v/ Finnur Sivertsen, 700 Klaksvík. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 21.01.2003 - 31.12.2003 Endamál: Endamál felagsins er at reka grillsølu, matstovu, handil, ídnað og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 3. apríl 2003 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2249, Sp/f Á Marknoyri, 900 Vágur. Nevnd: Farin úr nevndini: Ingrid Kirstine Jacobsen, 370 Miðvágur. Innkomin í nevndina: Súsanna Kristina Lindenskov, 900 Vágur. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Ingrid Kirstine Jacobsen, 370 Miðvágur. Innkomin sum stjóri: Súsanna Kristina Lindenskov, 900 Vágur. Skráseting Føroya tann 3. apríl 2003 Kristin Balle _______________________ Leikhúsið Gríma framførir Per Gúnt eftir Henrik Ibsen leikstjórn Eyðun Johannessen á Meiarínum leygardagin 5. apríl kl. 18.00 týsdagin 8. apríl kl. 19.30 mikudagin 9. apríl kl. 19.30 Útselt Atgongumerki á kr. 125,- fáast á Kunningar- stovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning. Bólkar uppá 10 ella fleir fáa 20% avsláttur. 25 ára hátíðarhald www.sosialurin.fo C M Y K 35 34