Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EA ella lll legs 002 SSSSSNSSSSSS:SNSSSNSNSSNNSS SN Nr. 8 — 14. januar 1992 a Skála raknaði við I seinna hálvleiki Dysturin í Runavík kundi verið væl málríkari, stóðu málverjarnir á báðum liðunum seg ikki so væl í hvør sínum hálvleiki NSI-Skála, 1. deild kvinnur, 12-15 (7-6) NSI: Beinta Hansen 6, Anja Qul 2, Leila Davidsen 2, rouisen Turið Miller 1, Hildur Jacob- en Í Skála: Sóley Mikkelsen 9, Súsanna Kalsoy 3, Eyðleyg Mikkelsen 2, Bjørg Mikkel sen i Avaringar: Skála 1 Útvísingar: NSÍ 2, Skála 2 Vónirnar hjá skálafólki, ið var komið yvirum fjørdin at hyggja at bygdakvinn- unum, sum skuldu meta kvinnunum úr Runavík, fækkaðust so hvert sum fyrri hálvleikur leið. Skála kundi aftur hava Eyðleyg Mikkelsen á liðn- um, og tað skuldi í sjálvum sær verið munagóður styrkur fyri liðið. Hon hevur verið skadd hetta síðsta árið, og er júst komin so frægt fyri seg aftur, at hon hevur spælt nakrar dysur á 3. deildarliðnum, og nú skuldi spæla tann næsta á 1. deild. Tað byrjaði eisini lov- andi. NSI legði seg fram- um 2-0, men so svaraði Skála aftur við tveimum málum, ið Eyðleyg skjeyt. Men gleðin var stokkut. Í skotinum til seinna málið snaraði hon knænum so mikið, at hon fekk pínu og mátti av vellinum við tað sama. Og tá so eisini Katrin Petersen fekk ilt í sitt knæ løtu seinni, sá ikki so gott út hjá gestunum. Og í meðan royndi NSI at leggja sær stødi undir einum sigri, og rætta vegin gekk eisini við tí. Liðini fylgdust væl upp- eftir á hálvleikinum, har tey annadhvørt vóru åjøvn í málum, ella NSI var frammanfyri. Stødan i hålvleikinum var 7-6 til NSI. Í fyrra hálvleiki hevði serstakliga verjuparturin hjá NSÍ eydnast væl, ikki minst við einari Anniku Gregersen í málinum, ið tók at kalla alt, ið kom Dysturin í Runavík sunnudagin millum 1 kvinnuliðini hjá NSÍ og Skála, var merktur av, at hetta var ein rétt grannauppgerð, har hvorki liðið vildi lata nakað frá sær, uttan at fáa okkurt afturfyri. Mynd: Hilmar Jan henni ímóti. Tá liðini komu á vøllin til seinna hálvleik, var tað sum vent í holuni, og nú var tað Skála, ið legði harðari út. Skála-kvinn- urnar fóru beinanvegin framum — fyrst við einum og tveimum málum, men komu so við og við upp á leiðsluna 14-10, tá einir tíggju minuttir vóru eftir. Tá var dysturin eisini stórt sæð avgjørdur. Hóast NSÍ eisini royndi seg við álopum, so stóð í hesum hálvleikinum málverjin hjá Skála, Andrea Weihe, sera stinn, so fleiri av NSI- álopunum fóru til spillis, tá komið var til skot. At dysturin kortini var so javnur til tíðir — serliga í fyrra hálvleiki - skyldaðist sjálvsagt fyrst og fremst, at talan var um ein rættan grannadyst, har heimaliðið ikki hevði hug at lata føroyameistararnar fáa nakað við dyrnar. Hinvegin var munurin á liðunum nokk stórt sæð tann, at tær ferðirnar NSÍ lá betri fyri og fekk meira lut í spælinum, var tá tær drógu spælið niður í ferð. Spælið hjá Skála var meira lætt í tí, og hóast liðið av góðum grundum ikki hev- ur sama stødi sum í fjør, er tað ikki hvørja ferð, at fólk gerast lin — hetta prógvaði dysturij sunnudagin i hvussu er í mun til dystin hjá Skála fyri viku síðani. Ósigurin hevði annars fyri NSÍ stórt sæð tað við sær, at eitt pláss í ovara bólki og harvið medalju- kjansirnir eru farnir. hj. 2 IF fekk ikki mannað aðalneyvndina Noyddist at hava fýra aðalfundir At ofta er trupult at manna nevndir í ymsum feløgum, so sum ítróttarfeløgum og ødrum, hevur ÍF so sanni- liga fingið at sanna, hóast felagið telist millum tey størru itréttarfeløgini i Føroyum. Sunnudagin var einki minni enn fjórði (!) adal- fundurin hildin við ti fyri eyga at manna nevnd. Hesaferð eydnaðist tað, men sum skilt við tógvið stríð. Vanligi ársaðalfundurin hjá ÍF varð hildin móti endanum á oktober, og har eydnaðist at fáa manning í undirnevndirnar, ið hvor í sínum lagi halda skila á fótbólti, flogbólti, hond- bólti og kappróðri. Men at fáa fólk í adalnevndina eydnaðist ikki so væl. Øl bóru seg undan Tey, ið heitt varð á, bóru seg undan, við tí úrsliti at nýggjur eykaað- alfundur mátti haldast í november. Á tí fundinum spurdist einki burturúr, men á ødrum eykaaðalfundinum, ið var í desember, varð ein limur valdur aftrat í aðalnevnd- ina, ið nú taldi trý fólk — umframt formenninar í undirnevndunum — men skuldi telja fýra, skuldi hon vera fullmannað. Tískil mátti ein tridi eykaaðalfundur fáast í lag. Hann varð so hildin nú sunnudagin, og hesaferð eydnaðist betri, og varð fjórði adalnevndarlimurin valdur. Umframt undirnevndar- formenninar sita nú Anna Larsen, Benny Hgjgaard, Maria Thomsen og Harriet Petersen í adalnevndini. Ein tungur burður, men vónandi gongst somikið betri hjá nevndini, nú hon endiliga kann fara til verka við fullari kraft. bj. Havnar Svimjifelag Skipar fyri mini- vatnpolokapping Sunnudagin 2. februar skipar Havnar Svimjifel- ag fyri einum nyggjum tiltaki, um nóg stór und- irtøka loyvir ti. Talan er um eina mini-vatnpolo- kapping í Svimjihøllini í Havn. Talan er um eina opna kapping við 15 ára ald- ursmarki, so gll kunnu vera við, sum hava hug til tess — bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Av tí at hetta spæl ikki verður nógv spælt í Føroyum, eru reglurnar so einfaldar sum gjørligt til hesa kappingina. Fimm spælarar kunnu vera á hvgrjum liði, um- framt ein útskiftara. Mest minnir hetta spælið um hondbólt, við tað at spælararnir skulu kasta ein bólt ímillum sín og royna at fáa hann í málið hjá hinum part- inum. Ikki er loyvt at forða mótspælarum ov harðliga, og heldur ikki er loyvt at sláa bóltin úr hondini á øðrum spæl- ara, eins og tað bert er loyvt at lofta og blaka bóltin við aðrari hond- ini. Tilmelding til kapp- ingina fer fram frá í dag og til leygardagin á tlf. 13973. 17475 ella 17800 — helst eftir kl. 18. Nærri upplýsingar um kappingina fáast annars við at venda sær til Kunningarstovuna á tlf. 15788. hj. vi ET FEEL ge fr SSR SR.