týsdagur 14. januar 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
Nr. 8 — 14. januar 1992
( Lesarabrøv )
Fråbodan frå Fiskimannafelagnum
Føroya Fiskimannafelag
hevur saman vid Føroya
Reidarafelag sunnumorg-
unin góðkent semingsupp-
skot frå semingsstovnin-
um, og er tiskil aftur sått-
måli millum feløgini.
Sáttmálasteðan hevur
verið sera trupul hesa ferð
og uppskot hava verið
frammi, sum heilt grund-
leggjandi vildu broytt
sáttmálaviðurskifti fiski-
manna. Havandi í huga,
at við framhaldandi sátt-
málaloysi kundu vit ikki
fola okkum tryggar fyri,
hvat ið kundi fara at
henda, metti felagsstjórn-
in, at við at góðtaka sem-
ingsuppskotið, kundu vit
sleppa so frægt burtur úr
hesi sáttmálatrætu, sum
vit kundu rokna við.
Broytaingarnar í sátt-
málanum eru hesar:
1. Fyri rækjuskip fer nú
allur pakningur til smærri
enn 5 kg. eskjur av óbýtt-
um, meðan tað áður bert
var meirkostnaðurin í
mun til 5 kg. eskjur.
Grundgevingin fyri hes-
um er at stuðla gongdini
at pakka sterri part av
rækjunum í smærri eskj-
ur, og harvið fáa bæði
sterri veiðuvirði og megu-
liga fleiri arbeiðspláss um-
borð á skipunum.
2. Fyri ísfiskatrolarar
hava vit góðkent at fast-
læsa samlaða manningar-
partin við 5 monnum til
tann, sum var galdandi
við 6 monnum. Og at fast-
læsa manningarpartin við
4 monnum til tann, sum
var galdandi fyri 5 mans.
Við 6 monnum er samlaði
manningarparturin
40,3%. Við 5 monnum fer
hann upp á 42,3%. Vit
vilja tiskil fastlæsa saml-
ada manningarpartin til
nevndu 40,3%, soleidis at
fiskiparturin ber helvtina
av nidurskurdinum uppå
2%, treytad av at yvir-
mannapartarnir bera hina
helvtina. Grundgevingin
fyri hesum er at vit vilja
medvirka til at varðveita
arbeiðspláss umborð á
skipunum. Nakað herfyri
byrjaðu fleiri partrolarar
at hava tríggjar manning-
ar við tveimum skipum.
Samstundis varð mann-
ingartalið minkað, í flestu
forum úr 6 í 5. Hetta hev-
ur verið ein skipan, sum
menn hava verið fegnir
um. Men um ársskiftið
frættist, at fleiri reiðarí
høvdu sagt ta einu mann-
ingina upp og at nu skuldi
farast aftur til gomlu skip-
anina. Grundgevingin
skuldi vera tann eyka
kostnadur hjå reidarinum,
sum kom av at manningin
var minni. Tiskil hava vit
å henda hått viljad gjørt
okkara til at varðveita
flest megulig arbeiðs-
pláss, og júst hugskotið
við meira enn einari fast-
ari manning til hvert skip-
ið er ein nýhugsan, sum
kanska sum frá líður
kundi verið útbygd í sam-
ráð millum allar partar og
politiskar myndugleikar.
3. Tann einasta beinleiðis
slakingin, vit hava gjert
er at loyva, at proviantur
fer av óbýttum í bruttu-
sáttmálum. Men vit hildu
okkum sum steðan var
kunna liva við hesum.
Hetta kemur at merkja
ein lægri fiskipart upp á
slakar kr. 20 um dagin.
Men fyri miðalinntekur
merkir dagstudningurin,
at tapið verður uml. kr. 14
um dagin, og tá skatturin
er av verður veruliga
minkingin kr. 7 fyri miðal-
inntekurnar og kr. 10 fyri
tær hægru inntekurnar
um dagin.
Feroya
Fiskimannafelag
Tryggari samanstoytur
Saab-verksmiðjan hevur enn einaferð økt
um tryggleikan í einum frontalum saman-
stoyti við at innseta airbag-skipanina i
bilar sinar
Airbag-skipanin virkar
upp å tann måtan, at ein
luftpúta verður uppblåst
ímillum førara og róður,
tá ið ein bilur rennur á.
Bara við 15 km/t blæs-
ist hon upp, og tað hendir
ígjógnum 20 millisekund;
luftpútan tekur 70 litrar.
Airbag-skipanin er ein
góð hjálp til tryggleikan í
bilinum, men hon er als
ikki so góð at fólk gera
væl í at lata vera við at
sita íbundin í trygdarbelti
í bilinum.
Airbag-skipanin hjá
Saab uppfyllir vanligu
Wreytirnar fyri US-standard.
Hjarnar
/
$* * SRA LRAR“ = 9 KARLAR? KKA
Airbag-skipanin hjá Saab er konstruserað til krøvini í
USA, har airbag-skipanir skulu kunna verja føraran —
uttan trygdarbelti. Í Føroyum, har trygarbeltið er eitt
krav, er Airbag-skipanin bara ein eyka vernd.
200 krónur
fátækari
Fríggjamorgunin hevði
onkur óboðin verið inná
gólvið í Timburhandlinum
í Runavík, og eftir vitjan-
ina var umburhandilin 200
krónur fátækari, enn hann
var frammanundan. hj.
Fridarligt
Av Politstødini i Runavík
er ikki tað stóra at frætta,
og segði vakthavandi har
fyrrapartin i gjår, at viku-
skiftið hevði verið stak
fridarligt, og høvdu teir
íkki havt serliga stórar
trupulleikar at dragast við,
so higartil hevur 1992
roynst eysturoyingum har
fridarligt. hj.
Altjédaflogvøll-
urin å Glyvurs-
nesi bert ein tíð-
arspurningur!?
Tá Glyvursnes-
verkætlanin nakað
síðani varð umredd,
segði Poul Michelsen,
borgarstjóri, at tann
hálva milliónin, Tórs-
havnar Kommuna nýtti
til at kanna umsteður og
meguleika fyri at gera
altjóða flogvell á
Glyvursnesi er als ikki
burturspiltur peningur.
So er Glyvursnes-
ætlanin ikki slept. Tað er
so bert ein
tíðarspurningur, nær
arbeiðið byrjar. Eitt, ella
nekur fá ár kunnu
ganga, áðrenn skjetul
verður settur á verk-
ætlanina, men, givið er
tað, altjóða flogvellurin
kemur, Glyvursnes-
ætlanin verður framd,
innan fyri eitt relativt
stutt áramál,
framburðurin kann ikki
forðast, og tíðin er skjótt
búgvin.
Eitt er vist, er tað
nekur kommuna, ið er
for fyri tí, so er tað
Tórshavnar Kommuna.
Tað hevur hon so
mangan víst, hon er ein
ábyrgdar kommuna. Um
Tórshavnar Kommuna
so keypir flogvallarekið,
ella leigar/líggjar (=
»leasar«) tad frå
Kirkjubear Kommunu,
ella onkur onnur skipan
verður gjerd, tað mugu
Býráðið og Kirkjubear
Kommuna samráðast
um, og finna eina loysn
á. Hetta mál hevur ligið
stilt eina tíð, nú man tað
vera búgvið at taka fram
aftur, og fremja.
Mótmæla friðing
Ar 1991, tann 21. de-
sember kl. 15.00 varð
regluligi ársaðalfundur-
in hildin í Meginfelag
Útróðrarmanna á Hotel
Hafnia og á skránni var
m.a.: Friðing av landleið-
ini.
Aðalfundurin
tykti einmælt at mót-
mæla tí uppskotinum,
landsstýrið var komið
við.
Mótmælið bygdi á tað,
at í tíðarskeiðnum
friðingin var, var ikki
sam-
Samráðingar vóru
millum kommunurnar,
tá hetta mál var reist,
Kirkjubøar Bygdarstyri
var positivt, er tað vón-
andi enn. Forarbeidi er
eisini gjørt har úti, við
grótbrotinum. Ein treyt
eigur at vera, at bert før-
oyingar gera verkætlan
og arbeiðið. Ein flogvell-
ur verður sprongdur út,
Feroyar eru uppbygdar
av gróti, spreingiarbeiði
vita vit alt um. Tað
burtursprongda tilfarið
fer til ífyllu, har tað er ov
lágt. Tað er flogvøllurin,
ið hevur týdning.
Bygningar koma í 2.-3.
rað. Vit 48.000 sálir, ið
her búleika, nýta ikki
somu húsarúmd sum
milliónabýir í útlondum
Bidihøll, tollgongd,
vaktarstova verða
sjálvandi gjørd hóskandi
stór, hóskandi útgjerd
Tak altjóða flogvellir-
nar í karibisku, ella eðr-
um smáum londum, teir
eru nógv sterri, og hava
nógv meiri ferðslu, og
kapasitet, enn Vágarnar.
Og, terminalarnir hósk-
andi stórir, og hóskandi
utgjørdir, har er alt, ið
eigur at vera. Onki óney-
ugt, garvilt prestisju
luxus.
Allar sakligar grundir
tala fyri, at best egnaða
stað til nýggja, altjóða
flogvellin, er Glyvurs-
nes, tað er einans ein
tíðarspurningur, nær
hann verður gjerdur.
Fe.
hugsað um útróðrar-
mannin og hvat hann
skuldi liva av.
Tí mótmælti Fundurin
uppskotinum, og bað
landsstýrið taka upp-
skot sítt aftur, og taka
nýggjar tingingar upp
við M.U.
soleiðis samtykt á aðal-
fundi tann 21. des.
1991
Jóan Hendrik Svabo
Samuelsen, skrivari
WT
rene