Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 9 — 15. januar 1992 Sigmund Bjørgum, stjóri í Selmer Furuholmen Anlegg: Vit ætla okkum ikki at flyta til Førovar« Stór ca byggifyritøk- Selmer Furuholmen ar fyrstu hoyrdu um sent í t, tå teir vóru í Føroy mbandi við kann- ngarnar av undirsjóartunli undir Vestmannasundi, er ikki so áhugað í Føroyum, at hon ætlar at etablerað nakað serligt virksemi í Føroyum Vit hava áhuga fyri øll- um tí arbeiði, vit kunnu fáa, eisini tá talan er um arbeiði í Føroyum,« sigur stjórin í fyrtøkuni, Sig- mund Bjørgum, við Sos- talin Í gjár skrivaði Sosialur- in, at Selmer Furholmen Anlegg nú eisini hevði sýnt havnarútbyggingini í Havn áhuga, og hevði vent sær til Tórshavnar Býráð fyri at sleppa uppí part, tá avgerð skal takast um, hvor skal gera arbeiðið at leingja Molan í Havn. Hava áhuga fyri øllum arbeiði Tað er rætt, at vit hava spurt okkum fyri viðvíkj- andi arbeiði í Havn, men eg havi ikki so stóran kunnleika til smálutirnar í hesum máli, at eg kann siga stórt meira enn tað,< sigur Sigmun Bjørgum. »I Noregi er byggivirksemið ikki so stórt, og tað er tað nokk heldur ikki í Føroy- um, men tað forðar okkum ikki í at sýna øllum arb- eiðsméguleikum áhuga, eisini um teir eru í Føroy- um. Og tá vit jú eru ser- frødingar í havnargerð, er heilt náttúrligt, at vit royna at liggja framvid.« Stjórin í Selmer Furu- 10lmen Anlegg avsannar tó, at fyritøkan skal hava so mikið stóran áhuga fyri ymsum arbeiðum í Føroy- um, at hon etablerar nakað stórri virksemi her: >Vit hava ikki áhuga fyri at “flyta ul Føroya”, um tú skilir, hvussu eg meini. Einstók arbeiði hava áhuga, men ikki alt arbeiði í landinum sum heild.< Stendur illa í tí Hvussu vorðið verður við framtíðini hjá Selmer Furuholmen Anlegg, held- »Føroyingar skulu ikki vera bangnir fyri at geva okkum arbeiði, ti teir ikki kenna seg tryggar, um vit megna at gera arbeiðini liður, áðrenn vit fara á húsa- gang, ti við nýggju umfíggingini eru vit fullførir at taka allar uppgávur á okkum eisini í Føroyum, um tað skal vera,< sigur Sigmund Bjørgum, stjóri í stóru norsku fyritókuni Selmer Furu- holmen Anlegg, ið m.a. hevur sýnt undirsjóar- tunlinum undir Vest- mannasundi og leinging av Molanum í Havn áhuga. Mynd: Kalmar ur Sigmun Bjørgum tó ikki vera nakran trupulleika, hóast norska sjónvarpið mánakvgldið visti at siga, at fyritøkan nå tekniskt er farin å húsagang: »Vit hava niðurskriva partapeningin til 0 krónur, men tveir teir størstu bank- arnir í Noregi standa aftan- fyri eina nýggja ætlan um umfígging av fyritøkuni, so eg beri onga bangheit „Á Svend Aage Ellefsen, landsstýrismaður í samskiftismálum, skrúvar fyri: Torshavnar Havn fær ikki eitt oyra aftrat ur Tinganesi >Eg haldi, at tað er heilt burturvið, at Tórshavnar Havn verður útbygd við teirri grundgeving, at hon skal verða fáa eitt betri kappingar- føri í mun til aðrar havnir av sama slag í landinum. Slíkum stuðla vit ikki higani úr Tinganesi!< Hesi orðini eigur Svend Aage Ellefsen, landsstýris- maður ís amskifusmálum, og tey sigur hann í sam- bandi við, at tað nú í sein- astuni hevur verið tosað nógv um at útbyggja Tórs- havnar Havn. Ætlanirnar eru at leingja Molan við 100, 150 ella 200 metrum, og verður tað arbeiðið nú boðið út í al- menna lisitatón. Er longu bjóðað út Fyrireikingarnar eru nú komnar so mikið áleiðis, at tilboðstilfarið er sent millum átta og tíggju før- oyskum byggifyritøkum, umframt teirri norsku fyri- tøkuni Selmer Furuholmen Anlegg, 10 verdur mett sum serkøn innan havnar- gerð, og annars sambært Sosialinum í gjár hevur sýnt havnarútbyggingini í Havn serligan áhuga. Tilboðsfreistin er annars sett ul hálvan næsta mán- að. Men hóast Tórshavnar Havn nú fer undir at víð- ariútbyggja havnina, ið longu hevur kostað nógvar milliónir, sum hon liggur, so er ivasamt, hvussu tað skal fara at bera til hjá Tórshavnar Kommunu at finna pengarnar, ið skulu til hetta stóra arbeiði. Einki úr Tinganesi Roknað verður við, at útbyggingin, ið eftir er, kemur at kosta millum 20 og 25 milliónir krónur. Men Tórshavnar Havn fer at fáa trupulleikar, tá pengarnir skulu finnast, tí t.d. verða eingir pengar at fáa úr landsstýrinum. >Landsstýrið hevur ikki játtað Tórshavnar Havn nakað til víðkanina, ið ætl- anin nú er at fara undir,< sigur Svend Aage Ellef- sen, landsstýrismaður. »Og vit fara heldur ikki at játta nakrar pengar til út- byggingina, tí talan er eina óneyðuga iløgu, Havnin har er í ferð við at gera.< »Heilt burturvig!« Svend Aage grundgevur víðari fyri hesi stødutak- anini, at tå orsøkin til, at farið verður undir eitt so- vorðið arbeiði við ti fyri eyga, at Tórshavnar Havn skal fáa eitt betri kapping- arføri í mun til aðrar havn- ir av sama slag í Føroyum, vil landsstýrið ikki vera við meira. >Tað eigur at vekja til eftirtanka, at ein slík út- bygging við landsins stuðli skal verða gjørd við ti fyri eyga at gera kappingarføri hjá gðrum vælútbygdum havnum verri, enn tað er framman- undan,< sigur landsstýris- maðurin. >Tað er jú heilt burturvið!< Svend Aage Ellefsen vísir samstundis á, at teir í landsstýrinum sjálvandi ikki kunnu forða Tórs- havnar Havn at útbyggja, men at tað bara má gerast uttan stuðul úr Tinganesi. hj.