Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SA i 5 Skuldin alt ov høg! Skuldin er munandi meira enn í teimum londum vit vanliga samanbera okkum við sigur Búskaparráðið í frágreiðing síni Almenn umrøoa av ymsum búskapar- viðurskiftum Samfelagsligi vansin av stórari uttanlandsskuld Uttanlandsskuldin er framvegis ein stórur trup- ulleiki fyri føroyska sam- felagið. Skuldin er meira enn 120 prosent av tjóðar- úrtekuni. Hetta er mun- andi meira enn í ellum teimum londum vit van- liga samanbera okkum við. T.d. kann nevnast, at skuldin í Danmark er um 35 prosent, í Noreg 25 prosent, og í Íslandi er hon umleið 60 prosent av tjóðarúrtekuni. Tær negativu fylgjur- nar av eini ov stórari utt- anlandsskuld merkjast nú væl á føroyska búskapin- um. Fyrst og fremst tí renta og avdráttir av hesi skuld til útlond taka ein alt ov stóran part av tí búskaparliga tilfeingin- um, í eðrum lagi tí skuldin setir sera trongar karmar fyri búskaparpolitikki okkara og samstundis fyri tí frælsi, sum politisku myndugleikarnir hava at arbeiða innan fyri, og í triðja lagi tí búskapur okkara í verandi steðu sera illa tolir nakað bak- kast. Almenn mótvegis privatari uttanlandsskuld Tað hevur verið fert fram, at privata uttanlands- skuldin ikki er nakar álv- arsligur trupulleiki fyri foroyska búskapin, mill- um annað tí at hvert lán bert er ein sak millum lán- takaran og lánveitaran. Hetta er tíverri ikki so. Privata uttanlandsskuld- in, sum liggur um tær 6 milliardirnar, drenar fer- oyska samfelagið fyri ein so stóran part av samlaðu fíggjarorkuni, at hetta darvar einari skilagóðari menning og útbygging av samfelagnum. Privatir lántakarar skulu gjalda rentur og av- dráttir uppá 1,2 mia. kr. árliga. Hetta skerjir sjálv- andi útlánsmeguleikarnar hjá føroysku peninga- stovnunum munandi, ti torført er at endurfiggja skuldina leypandi. Privata uttanlands- skuldin tyngir harum- framt eisini gjaldførid hjå almenna sektorinum, vid tad at renturnar av hesi skuld kunnu dragast frå i lands- og kommunuskatt- inum. Tann gongdin, vit hava sæd seinastu årini, har landskassin hevur åtikid sær ein størri part av utt- anlandsskuldini ger so- statt ikki støduna verri fyri føroyska buskapin sum heild. Hinvegin tyng- ir tað sjålandi bæði gjald- føri og rakstur landskass- ans at ein størri partur av uttanlandsskuldini nå skal figgjast av almenna sektorinum. Samfelagsgjaldførid Onkuntíð hevur verið ført fram, at landið t.d. gjøgn- um húsalánsgrunnin skuldi ført gjaldføri til samfelagið uttanífrá, fyri harvið at avlasta peninga- stovnarnar, so teir fingu gjaldferi til at fíggja ílog- ur. Meguleikin fyri nýggj- um lenandi virksemi eru tó smáir, og eitt tað týdn- ingarmesta fyri okkum í framtíðini er, at vit ikki nýta tilfeingi okkara til virksemi, ið ikki er sam- felagsliga lønandi. Tað er ein trupulleiki, at húsa- lánsgrunnurin fær so ringa prioritetsstødu, bædi ti at hann tekur ov låga rentu i mun til priori- tetsstøduna, og ti at hann hevur so litlan kunnleika um gjaldsførleikan hjá lántakunum. Tað er ikki sunt búskaparliga, at lán- veitingin fer fram til rentu lægri enn marknaðar- treytir, tí tað ferir við sær ein eftirspurning, ið ikki er í tráð við samfelagsliga kostnaðin av at fremja tær iløgur, ið verða fíggj- aðar av tí stuðlaðu fígg- ingini. Tað, at samfelagsgjald- forið er vánaligt, sam- stundis sum at lítið len- andi virksemi er at seta í gongd, hevur við sær at nýggj bakkast merkjast sera mein. Tað er tí um- ráðandi at gjaldførid gerst betri. Við okkara stóru uttanlandsskuld í huga og við tí veruleika í huga, at beint sum er, eru bert fáar kredittverdar iløgur at finna i ti føroyska samfe- lagnum, so må vidurkenn- ast, at tad ikki er uttan- ifrå, at gjaldførid skal ella kann koma. Tað føroyski búskapur- in hevur verið fyri stórum bakkasti tey seinastu 2—3 árini. Orsøkin fyri bak- kastið er fyrst og fremst at finna í ti iløguvirk- seminum, ið føo fram, bæði alment og privat, upp gjøgnum — 80-ini. Stórar iløgur vórðu framd- ar, sum ikki vøru lønandi, hvørki samfelagsliga ella — i longdini — privat. Ur- slitid er, at vit i dag vid rentum skulu afturgjalda eina skuld, sum ikki hevur givið munandi ikast til samfelagið. Gjaldsjavnin Gongdin í okkara sam- handli við útheimin hevur tó tey síðstu árini verið góð, soleiðis at skilja, at okkara handilsjavni er batnaður nógv. Fyri 1991 er útlit fyri javnvág á gjaldsjavnanum. Um vit ikki fáa kurstap á okkara uttanlandsskuld, so merk- ir hetta, at skuldin við árs- lok 1991 ikki verður nógv sterri enn skuldin við árs- lok 1990. Hetta er ein einastand- andi skjót gongd. Eitt sera stórt gjaldsjavnahall í 1988 er upp á trý ár vent til javnvág í 1991. Nógv vilja kanska siga, at so eru vit komin á mál. Vit kunnu seta aftur í gongd virksemi, fáa hjól- ini at mala. Vandamikið er tó at hugsa so! Tað vit skulu, er at koma inn í eina gongd, har javnvág ella avlop á gjaldsjavnanum heldur er reglan enn undantakið. Javnvág á gjaldsjavnan- um í 1991 er sera týdning- armikið og gott, men kort- ini bert eitt stig á veg- num! Niðursteðan av oman- fyristandandi er tó ikki, at virksemið og hjólini skulu standa still. Tað er sera umráðandi, at íleguvirksemið ikki steðgar upp. Eitt samfe- lag við lítlum og ongum íleguvirksemi verður aft- urútsiglt, fær arbeiðsloys- istrupulleikar og hevur sera ringt við at koma í gongd aftur. Tað er umráðandi at ílegur verða framdar í fiskivinnuna, eisini í fram- tíðini, tó at tað als ikki eigur at vera í sama mun, sum tað hevur verið gjert tey farnu árini. Fiskivinn- an má somuleiðis umstill- ast til eitt hóskandi veiði- trýst undir Feroyum. Alivinnan er ein kapital- krevjandi vinna, sum tey komandi árini má skipast, so hon fær givið samfelag- num tað íkastið, sum hon óivað eigur at kunna. Hartil kemur, at tað verður sera neyðugt at umskipa okkara vinnulív, m.a. mugu heimamarkn- aðarvinnurnar vegna tann nýggja EF-sáttmálan i framtíðini kappast á jovn- um føri við innfluttar verur og tænastur. Henda umskipan fer at seta krev til fígging. Treytin fyri at fremja tær omanfyrinevndu iløg- urnar skal vera, at tær geva eitt samfelagsbú- skaparligt ikast. Ílegur, ið ikki geva eitt íkast, skulu framvegis ikki fremjast! Vit standa sostatt í tí truplu steðu, at vit hava tørv á fígging til iløgur, samstundis sum vit hvørki skulu ella kunnu fåa hesa figging til vega i útlondum, vit noyðast jú at læna uttanlands fyri at rinda avdráttir av verandi skuld. Hetta er tað sama sum at siga, at vit sjálvi mugu fáa fíggingina til vega. Tann einasti mátin vit sjálvi kunnu fáa fígging til vega, er við at økja um uppsparingina. Ella við eðrum orðum, at nýtslan má minka. Stimbring av uppsparingini Nýtslan kann ávirkast beinleiðis frá fíggjarlógini, við avgjøldum og/ella við beinleiðis sparingum á fíggjarlógini. Hesin megu- leiki skal eisini nýtast, men tað er tó uttan iva av nógv sterri týdningi, at borgararnir sjálvir fáa sterri trongd til at spara upp, enn talan er um í dag. Okkara skattaskipan i dag eggjar til skuldarset- ing, serstakliga tann ólíka skattavidgerdin av rentu- inntøkum og rentuút- reiðslum. Nakað er tó gjørt á hesum eki, rentu- frádrátturin er avmarkað- ur, soleiðis at rentuút- reiðslur av nýtslulánum gevur ikki frádrátt í skatt- inum. Avtekan av rentufrá- dráttarrættinum fyri nýtslulán fer at fáa posi- tiva ávirkan á búskapar- gongdina. Hetta tiltakið tvingar uppsparingina upp, við tað at tiltakið ferir til minni lánteku og samstundis skjótari aftur- gjalding av lánum, tí at prísurin uppá læntan pening er uppfarin. Hetta minkar munandi um láns- fíggjaðu nýtsluna, og minkar hetta í eðrum lagi um handils- og gjalds- javnahallið. Hinvegin hev- ur landsstýrið samtykt eina skattalækking á landsskattaskalanum, sum uppvigar ta skatta- hækking, sum kom fram við avtøkuni av rentufrå- dráttarrættinum fyri nýtslulán. Samanumtikið virkar henda broyting kortini positivt, tí rentufrá- dråttarrætturin virkaði sum ein landskassastudn- ingur til at keypa bil, summarhús, sethús nr. 2 og 3 og stuttleikabát osfr. Landskassin beinleiðis skundaði sostatt fólki til at læna so nógv sum gjer- ligt til tílík endamál og virkaði hetta avlagandi fyri feroyska búskapin. At hesin óbeinleiðis studningur til privat- nýtsluna nú er burtur, er eitt stórt framstig. Avmarkingin í rentufrá- dráttinum hevur tó ikki tikið burtur ta ólíku skattaviðgerðina av rent- um, t.v.s. ein lågur rentu skattur og stórur rentu frádráttur. Um rentufrá- drátturin fyri onnur lán enn nýtslulán verður minkaður, so økist tann omanfyri viðgjerda ávirk anin á nýtsluna