mikudagur 15. januar 1992síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Ov nógvur '
stuðul er bein-
leiðis skaðiligur :
Ov nógvur stuðul, sum vit kenna hann í
fiskivinnuni, sum forðar fyri tillaging, er
beinleiðis skaðiligur sigur Búskaparráðið í
sínum fyrstu almennu frágreiðing. Um
vinnulívið og arbeiðsmarknaðin sigur ráðið
m.a..
Vinnuliv og
arbeiðsmarknaður
Vinnulig umskipan
Gongdin tey seinastu ár-
ini hevur sum kunnugt
givið eitt vinnumynstur,
ið ikki er haldgott bú-
skaparliga sæð. Vinnu-
greinir sum t.d. bygging
og handilsskapur eru
vorðnar ov stórar. Fiski-
vinnan er somuleiðis vaks-
in ov nógv í mun til tað,
okkara tilfeingi kann bera.
Tann ósunna ovurhit-
ingin í búskapinum hevur
avlagað nógvar av teim
týðandi búskapar-
steddunum, fyrst og
fremst prísir og lenir.
Urslitið er, at samlaða
íkastið frá okkara vinnu-
lívi er minni, enn tað átti
at verið.
Ein má síggja í eyguni,
at samfelagið má gjegn-
um eina sera umfatandi
umskipan, fyrr enn sigast
kann, at búskapurin er
komin inn í eina sunna
gongd.
Neyðugt verður, at bú-
skapurin fær meguleika at
laga seg til eina rættari
legu. Tí skulu búskapar-
amboð brúkast við hesum
í huga. Ov nógvur stuðul,
sum vit kenna hann í fiski-
vinnuni, sum forðar fyri
tillaging, er beinleiðis
skaðiligur. Eitt annað
demi um tiltak, sum helst
hevði havt óhepna ávirk-
an, er uppskotið um eina
lønarlækking, sum var
100% fíggjað við skatta-
lækking. Nettoúrslitið av
hesum hevði helst verið
ein stuðul til heimamarkn-
aðarvinnur (t.d. bygging,
handil, fígging og ráðgev-
ing), sum hevði forðað fyri
tillaging. Í summum fer-
um kann tað vera neyðugt
skapa tær rettu for-
'eytirnar, fyri at markn-
iðarmekanisman kann
sleppa at virka. Hugsað
verður her fyrst og fremst
um fiskivinnuna og ali-
vinnuna, sum eru umredd-
ar niðanfyri.
mest
Arbeiðsloysisstuðul
Ein fylgja av umskipanini
verður, sum nevnt, minni
virksemi í nógvum vinnu-
greinum. Roknast kann
neyvan við, at aðrar vinn-
ur kunnu taka móti ellum,
ið missa arbeiðið. Arbeiðs-
loysi verður eitt úrslit.
Neyðugt verður við ar-
beiðsloysisstuðli. Tað er
tó sera umráðandi, at ein
heldur fast við, at hesin
stuðulin verður fíggjaður
av pertunum á arbeiðs-
marknaðinum. Landið eig-
ur bert at luttaka í tann
mun, landið sjálvt er ar-
beiðsgevari. Hetta er ein
neyðug treyt fyri, at len-
irnar eins og prísirnir
kunnu laga seg til eina
legu, ið hóskar seg til
viðurskiftini á marknaðin-
um.
Ætlada arbeiðsloysis-
tryggingarskipanin
kemur at ávirka búskapin
positiva vegin. Skipanin
ger tað meguligt at sanera
vinnulívið, tí at arbeiðs-
fólk hava nakað at liva av,
so leingi vinnuloysið var-
ar. Higartil hevur ofta
verið ómeguligt at lata
órentabul virki ella skip
fara á heysin, og eru tey
farin á heysin, eru ofta
nýggj órentabul feløg sett
á stovn, ið bert bera seg
við landskassastudningi.
Hevur vun..ulívið gingist
illa, hevur loysnin alt ov
ofta verið at økja um
studningar av ymsum
slagi.
Ein vælvirkandi ar-
beiðsloysistrygging kann
gera tað meguligt, við
saneringum og rekon-
struktiónum at byggja
eitt lenandi vinnulív upp-
aftur, serliga um hetta
verður samskipað við
meguleikum fyri útbúgv-
ing/endurútbúgving av
teimum arbeiðsleysu til
aðra vinnu.
Kapitalfåtæktin
i vinnuni
Ein størur trupulleiki i
nogvum fyritøkum i Før-
oyum er, at eginpening-
urin er sera litil. Sjålvt
likinda verkætlanir er tad
trupult at seta i verk, ti at
virkini eru so veik, at tey
megna ikki at taka tey
tap, sum tað altíð er vandi
fyri í nýggjum verkætlan-
um.
Tað eru nógvir trupul-
leikar av, at eginpening-
urin er ov lítil. Fíggingar-
kostnaðurin verður alt
ov hegur, eisini tá pen-
ingastovnurin hevur
trygd í veðhaldi frá eigar-
anum ella eðrum. Pen-
ingastovnurin og serstak-
liga aðrir kreditorar kenna
ofta ikki veruligu steðuna
í fyritekuni, fyrr enn fyri-
tekan er í gjaldferisneyð.
Tað hevði verið betri, um
okkurt var gjert, áðrenn
tað kom so langt. Tað
skuldi ein væntað varð
gjørt, um neyðugur egin-
peningur var, sum varð
umsitin ábyrgdarfult.
Tað er tí vert at um-
hugsa okkurt tiltak, til at
útvega eginpening til fyri-
tekur við framtíðarmegu-
leika. Tað eru bólkar (m.a.
peningastovnar, trygging-
arfelog og tilkomnir per-
sónar) í landinum, sum
eiga pening og onnur
virði. Kundi ein partur av
hesum peningi verðið sett-
ur í ílegupartafeleg, sum
spesialiseraðu seg til at
umsita eginpening i fyri-
tøkum saman vid fyri-
tekuleiðsluni, so vórðu
helst varandi virði skapt
fyri vinnulív og samfelag.
Alivinnan
Ein týðandi spurningur
fyri skipanina av alivinn-
uni er samstarvið millum
smoltalararnar og alistød-
irnar annars. Tað er sjálv-
andi ikki haldgott, at
smoltalararnir vegna sína
marknadarstødu mótvegis
hinum
hava
alarunum, kunnu
stór avlop, sam-
stundis sum hinir alarar-
nir hava stórt hall. Tey
farnu árini hetta
hevur
havt við sær stórar ílegur
í smoltaling við tí úrsliti,
at eisini smoltalararnir í
dag hava trupulleikar.
Av alstórum týdningi er
eisini, at alingin ikki fer út
um tað, sum firðir okkara
kunnu bera, fyrst og
fremst lívfreðiliga, men
eisini búskaparliga. Tað er
stórur vandi fyri, at ein
tilik øking av framleidsl-
uni fremur trupulleikar av
lús og sjúku, soleiðis at
fyrimunurin lættliga
hvervur av sterri kostnaði
og lægri prísum. Tað má
takast í álvara, tá ið fyrst
og fremst lívfreðingar
mæla til, at ein ikki fram-
leiðir meira enn 11—
12.000 tons um árið.
Halda vit okkum til hesa
negd, so er kravið til fígg-
ing eitt heilt annað enn
um vit skulu framleiða tey
20.000 tonsini, ið ofta eru
nevnd.
Fiskivinnan
Ongin ivi er um, at fiski-
flotin er væl sterri, enn
okkara tilfeingi gevur
grundarlag fyri. Sum vera
man, verður nógv tosað
um kvotaskipanir, friðing,
at skip skulu liggja o.s.fr.
Búskaparliga sæð er tó
neyvan nakar ivi um, at
flotin má minka. Tað
verður aldrin lenandi at
hava framleiðsluorku, ið
ikki kann gagnnýtast fult
út. Hetta er ikki bert gald-
andi fyri flotan, men eisini
fyri fiskivinnuna á landi.
Tað slepst ikki undan, at
fiskavirkimugu
leggjast.
Í fyrstu atlegu ljóðar
niður-
Nr. 9 — 15. januar 1992
hetta sum ein smeitur fyri
samfelagið, men í veru-
leikanum er steðan tann,
at bæði fiskivinnan og
samfelagið sum heild í
longdini fer at fáa sera
stórar fyrimunir av at
minka flotan og fiskivinn-
una á landi. Í dag fáa vit
minni burturúr, enn vit
hevdu fingið við minni
kostnaði. Andrass Krist-
iansen, fiskivinnufreðing-
ur, hevur í bleðunum
greitt væl frá steðuni, og
hansara uppskot um selju-
ligar skipakvotur hevði
loyst nógvar trupulleikar í
fiskivinnuni. Í ellum fer-
um er tað týðandi, at vinn-
an sjálv fær áhuga í at
minka yvirkapasitetin.
Tað er meguligt, at ein
framvegis noyðist at ar-
beiða við einum ávísum
studningi, men tað skal
ikki vera meira enn neyð-
ugt, og hesin minstistudn-
ingur eigur at minka so
hvert, sum kostnaðarleg-
an í landinum rættar seg.
Tað, at vit hava megu-
leika fyri at varðveita og
kanska økja veiduna við
minni flota, má síggjast
sum ein lukkulig støda o
ikki øvugt, sum, ein
onkuntid hevur varhugan
av, verður hildið. Farast
skal sum skjótast undir at
gagnnýta henda megu-
leika.
Fiskiídnaðurin
Roknað verður við, at
fiskiídnaðurin fær eina
meirinnteku upp á umleið
50 mió. kr. orsakað av EF-
avtaluni. Fyrimunurin
verður nakað sterri uppá
longri sikt, so hvert sum
vinnulívið brúkar megu-
leikarnar at økja um fram-
leiðsluna av meirgóðskað-
um verum.
Fiskiídnaðurin stendur
tí í 1992 framman fyri ein-
ari stórari avbjóðing,
nevniliga skjótt at finna
fram til, hverjar fram-
leiðslur loysa seg best við
nýggju EF-avtaluni og
nýta hesar meguleikar so
væl sum gjerligt.
Ídnaður
Ídnaðurin stendur eisini
fyri einari stórari avbjóð-
ing í 1992. Frá 1. januar
1993 verður sama avgjald
(meirvirðisgjald) lagt á
foroyskt og útlendskt
framleiddar verur, og so-
statt er 1992 seinasta árið
føroyski
heimamarknadaridnadur-
in fer at hava tollverju. Ti
er neyðugt so skjótt sum
gjørligt at finna fram til
hverji virki hava nakran
meguleika at bera seg.
Í fyrsta lagi er hetta
neyðugt, fyri at tey virki,
sum hava meguleika at
standa seg í kappingini,
fáa fyrireikað seg uppá
hesa kapping m.a. við ný-
ílegum í betri framleiðslu-
tól og umlegging til ratio-
nellari rakstur annars.
Í ødrum lagi er hetta
neyðugt fyri at virki og
lánstovnar ikki nýta
óneyðuga fíggjarorku og
arbeiðsorku til at halda
virki í gongd við sterri og
sterri missi, um kortini
ongin
meguleiki er at
standa seg í kappingini
aft:n á 1. januar 1993.
i
H