Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 10 — 16. januar 1992 29 føroyingar fáa meira enn eina million i løn Av teimum tilsamans 44.560 føroysku skatt- gjaldarunum liggja 25 oman fyri milliónini, og 300 millum hálva og eina millión. Inntókan hjá helminginum av øllum skattgjaldarunum er minni enn 75.000 krónur Talið á føroyskum skatt- gjaldarum er stórt. 44.560 í tali. Hetta kemur av, at ein og hvør, sum yvirhøvur nakrantíð hevur havt eina A ella B inntgku, er rok- naður sum skattgjaldari. Tað hesir skattgjaldarar forvinna er ógvuliga ymiskt. Sambært einum yvirliti í Hagtíðindum sæst, at helmingurin av øll- um føroysku skattgjaldar- unum forvinna minni enn 75.000 krónur. Síðani eru 3.307 millum 75.000 og 100.000 krónur, 2.788 før- oyingar forvinna millum 100.000 og 125.000 krónur, 2.588 liggja mill- um 125.000 og 150.000 krénur, og millum 150.000 og 175.000 krénur eru 2.696 fólk. Tå vit koma longur upp i inntøku eru fókini færri i tali. Millum 175.000 og 200.000 krónur eru 2.592 fólk, og 2.130 forvinna millum 200.000 og 225.000 krónur. 1.556 fólk forvinna millum 225.000 og 250.000 krónur, og stívliga 1000 fólk eru í inntgkubólkinum millum 250.000 og 275.000 krón- ur. So fer at fækkast av álvara. 803 føroyingar forvinna millum 275.000 og 300.000 krónur og 961 liggja milum 300.000 og 350.000 krónur í inntøku. Tá vit koma so høgt í inn- tóku sum millum 350.000 og 400.000 krónur finna vit 465 fólk. 399 fólk forvinna millum 400.000 og 500.000 krónur. tór.- Annar hvor føroyskur skattgjaldari liggur niðan fyri 75.000 í løn Lítil lekur kann gerdast til Stóra á Heldur ikki fólk í granna- lagnum hjá Mjólkavirki Búnaðarmanna í Hoyvík halda, at tað nyttar at gráta um spilta mjólk, men tey hava kortini undrast á, at síggja mjólk fara til spillis gjøgnum kloakkina. Hend- an dagin rættiligt åarføri var, sást sprænurin av mjólk standa upp úr ein kloakkdeksli. Vit hava spurt á mjólkavirkinum hví tey stoyta mjólk í kloakkina. Tey siga, at tað kann koma fyri, men ikki er tað ofta, at mjólk, sum stendur undir viðgerð, miseydnast. Men orsøkin hendan dag- in er helst tann, at skoli- vatnið, eftir skoling av einum av tangunum, sum hvør tekur um 20 tons, hevur litað vatnið hvítt. Demi eru um, tá ið nógv åarføri og vindur er, at froyur stendst av hesum skolivatni, so tað sær held- ur ógvusligt út. Tá kann tykjast sum stórri nøgdir av mjólk fara til spillis. Streymslit kann vera dýrt Tey siga, at tað kann verða sera óheppi um streymurin fer tá fram- leiðslan er í gongd. Sjálv- virkandi skipanir verða settar til, millum annað sentrifuguna, og fer streymurin, kann hetta vera sera óheppið. Í ring- asta føri má tann mjólkin, sum tå er til viðgerðar, Stoytast burtur. Sagt verður, at hóast áðurnevndu trupulleikar, hava tey ikki neyðstreym- tól. Tosað hevur verið um tað, men pláss skal til slíkt, og haraftrat má ein sam- anbera kostnadin og krøv annars við hvussu stórur streymtrupulleikin er, og um tað harvið loysir seg. tór.- ———————————Ú——aW——— HØVUDSVINNINGAR: KRUPS Espresso 963 Kaffimaskinur Fer streymurin, kann tað gerast dýri fyri Røttu maskinurnar t mjólkavirkið. Mynd skjóta EeSpress Kalmar cappuccino kaffigerð 4 JE Køksmistødin ag hjå Jåkup å Du