hósdagur 16. januar 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 47
Trolararnir eru riknir burtur úr kantinum á Norðhavinum og
eisini er øll garnaveiða bannað har
Útróðrarmenn kring
landið kunnu, um teir ikki
eru heilt nøgdir vid
seinastu friðingarnar hjá
landstýrinum, íhvussu er
siga, at tað varð nú deyðs-
figgingin, trol og garna-
veiðan, sum fekk stórstu
neisirnar.
Norðhavið út á eini 250
favnar er friðað fyri allari
trol og garnaveiði í vár.
Tað vestara gkið í ein
rættvísandi norðan úr
Mýlingi og ein útnyrðing
úr Barðinum er friðað frá
31 í hesum og til 15 mars.
Og eystara ekið
uttanfyri 12 fjórðingar
rættvísandi norðan úr
Mýlingi og tað sama úr
Ennibergi er friðað frá í
gjár av og til 15 mei.
Innanfyri 12 fjórðingar
er friðað inná 4,5 fimm
fjórðingar 345 stig rætt-
vísandi úr Mýlingi og 360
úr Kallinum. Her er friðað
frá
Her er friðað frá 1. mars
til 15. apríl fyri allari
veiðu, eisini snelluveiðu.
Eisini er eitt gkið ves-
tanfyri friðað fyri allari
veiðu frá 15 februar til 31.
mars. Og tað sama eitt
økid á Munkagrunninum,
sum er friðað fyri troli og
gørnum árið ut. Hetta er
eitt koralgkið, sum trol-
ararnir enn ikki hava
kunna roynt á. Snellu-
bátarnir hava fingið væl
av upsa á hesum gkinum,
eisini í ár.
Hendrik Old sigur, at
friðingin av gkinum vest-
anfyri kann koma illa við
hjá línubátunum.
jústinus
Garnaveiðan avlívað.
--Tey fýra garnaskipini hava einki alternativ til friðaðu
leiðirnar, sigur Hendrik Old, formaður í fiskivinnunevndini
Teir fýra garnabátarnir
hava ongar møguleikar at
royna í vár, aftaná at
landstýrið hevur samtykt
friðingarnar á Norðhav-
inum.
--Eg havi víst á tað fyrr,
skotbrådid var ov stutt hjá
øllum teimum bátum, sum
friðingin gongur útyvir.
Serliga er tað garna-
bátarnir, sum hava riggað
til. Landstýrið má tosa við
eigararnar av hesum
bátum um hvat teir nú
Skulu gera, sigur Hendrik
Old.
--Friðingin er rættuliga
umfatandi. Toskurin er
ongantíð fyrr friðaður so
umfatandi. Tað ber nú ikki
til at friða so alt steðgar
upp, so vit hava roynt at
funnið eina millumleið.
Vit hava gingið nógv eftir
teimum skrivum, sum eru
komin frá teimum ymisku
feløgunum og eg haldi at
vit hava gingið so nógvum
ynskjum sum gjørligt á
møti, sigur Hendrik Old.
--Tað er púra greitt at
húkaveiðan fær fyrimun
av friðingunum. Og vit
hava roynt at friðað
soleiðis at tað ger mest
nyttu. Friðingarnar eru
bygdar á tær yvirlits-
trolingar, sum fiskirann-
sóknarstovan hevur gjørt
seinastu tíggju árini og
sostatt skuldu tær týd-
ningarmiklastu gýtingar-
leiðirar verið friðaðar,
sigur Hendrik Old.
--Tað einasta vit kunnu
gera er at friða. men nú er
ikki at vóna at tað verður
sum við lomviganum.
Hann hevur verið
friðaður, men stovnurin
bara minkar.
jústinus
— Fr mm
on
få
SS 2
A ———
Nr. 10 — 16. januar 1992
==
| )/ N } ; )
f 1 7 pr)
7 | y = i; VV +
i > | — 0: C Di! see IIITI —
g" 7
Skipaeigarar/yvirmenn
Diskrimineraðir
--Tað er átaluvert, at okkara limir, sum eisini eiga í skipum,
skulu fáa hetta skotið fyri bógvin á okkara fundum, sigur Ell-
intur Abrahamsen
Fleiri sum vórðu á fund-
inum hjá Skipara og
Navigatørfelagnum talaðu
eins nógv sum skipa-
eigarar sum yvirmenn á
skipunum.
Hetta dámdu ikki teim-
um, sum bert vóru yvir-
menn, og niðursetandi
kom fram, at hesir vórðu í
skeivum felag, teir skuldu
heldur verið í Reiðar-
afelagnum, tí tað var hetta
felag teir talaðu fyri.
Hetta fekk ein lim, sum
eisini átti part í einum
skipi at reisa seg og spyrja
um yvirmenn, sum vórðu
skipaeigarar vórðu væl-
komnir í fakfeløgunum
Á ',
Tað ber til at verða limur í Skipara og Navigatørfelagnum um ein er skipaeigari. Mynd: Kalmar
hjá yvirmonnunum. Hann
kravdi at atkvøtt var um
hetta.
Ellintur Abrahamsen,
formaður í Skipara og
Navigatørfelagnum var
ógvuliga avgjørdur og
åtaladi hvassliga, at yvir-
menn, sum vérdu skipa-
eigarar, ikki høvdu sama
rætt sum hinir.
--Skulu skipaeigararnir
koyrast út, so sindrast fel-
øgini, segði ein luttakari,
og fundurin var avgjørt
ikki fyri at visa nøkrum
burtur.
jústinus