Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. januar 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 17. januar 1992 Gekk snillnakin á Strandferðslu . - Í hesum tjaldinum omanfyri Strandferðslubygningin á Strondum hevur 49 ára gamla Maj Wallenlid úr Finlandi bú- leikast síðani einaferð í summar, men fútin skal nú gera av, hvørja lagnu hon fær, ti tjaldingarstaðið er ikki góðkent og sum skilst, vilja strandingar heldur ikki hava hana at vera verandi har. Tað eru ikki smávegis or- sekir til, at fólk á Strond- um ongantíð ov skjótt vilja av við ta 49 ára gomlu Maj Wallenlid, ið er úr Finlandi, og hevur búð í tjaldi á Strondum síðani einaferð í summar. Tjaldingarstað hennara er á einum grónum bletti undir einum steini nakað omanfyri bygningin hjá Strandferðsluni á Strond- um. Hendan finska kvinnan er nakað fyri seg. Hon sigst koma millum lítið og einki í samband við onnur fólk, men kortini vísir tað seg, at strandingar kenna seg ikki sørt órógvaðar av henni. Men tá hevur tað eisini verið við manér — ella rættari sagt : Ikki við manér. Spillnakin og mól Millum tað, ið sagt verður um ta finsku kvinn- una, er at hon hevur gingið nakin niðri í hesum hús- inum, Strandferðslan hev- ur á Strondum, tá hon hev- ur verið har og vaska sær, og hvat hon annars hevur gjørt, so eingin annar hætt- ar sær inn har. Enntá tá fólk hava sitið og fingið sær ein bita í bíðirúminum har, er hon komin uppí og hevur bara etið burturav. Løgreglan hevur eisini fleiri ferðir verið á Strond- um og gjørt óteljandi royndir at koma á tal við kvinnuna, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás, heilt bókstaviliga. Mugu hava kvinnuligt løgreglufélk við >Vit mugu eisini altið hava ein kvinnuligt løg- reglufólk við okkum, tí ikki er hon altíð soleiðis klødd, at vit fáa gjørt okk- ara grindi á sámuligan hátt,< sigur ein løgreglu- maður á Politistødini í Runavík. >Tá vit í farnu viku vóru ein túr framvið hjá henni, var hon í at kalla ongum. Eina lítla blusu ella okkurt líknandi hevði hon uttaná sær, og so hevði hon ein OMO-pakka um “tað allar- heilagasta”,« sigur hann. Inni í tjaldinum hevur hon eina rúgvu av papp- eskjum, har hennara so- kallaðu ognarlutir verða goymdir, og hevur hon m.a. eisini kynt sær eld inni í tjaldinum, har annars ikki alt ov nossligt er. Roynt óteljandi ferðir Løgreglan hevur fleiri ferðir roynt at fingið avtal- að tíð við Maj Wallenlid, so viðurskifti hennara kunnu verða avklárað, men tað hevur ikki eydnast. Ta einu ferðina bað hon løgregluna koma framvið í missiónshúsinum á Strondum eitt leygarkvøld kl. 20, so skuldi hon vera har, og koma at tosa við løgreglufélkini. Tað gingu tey sjålvsagt ikki vid til. Tað ljóðar eisini, at Sjó- ar Bygdaráð skal hava samtykt, at kvinnan skal fara av sínum verandi tjaldingarplássi í kommun- uni, men tað hevur íkki eydnast Sosialinum enda- liga at fáa váttað hesi tíð- indi. >Onkur á Strondum hevur tikið synd í kvinnuni og givið henni tilboð um innivist, men tí tekur hon ikki av,< sigur løgreglumadurin fyri Sosialinum. Málið latið fútanum Í llum fórum hevur Maj Wallenlid, ið tilsamana hevur verið í Føroyum í eini tíggju ár, sambært tjaldingarlógini ikki loyvi at hava tjald sítt Mynd: Kalmar standandi á staðnum, har tað stendur nú, og tað er fyrst og fremst hesi viðurskifti, løgreglan hevur roynt at fingið í rættlag við at hava heitt á hana um at flyta á annað góðkent tjaldingarstað. >Vit hava nú gjørt so mikið nógvar royndir at fáa skil á viðurskiftini, at vit nú ikki royna meira, men lata fútanum málið at taka stóðu til,< sigur løg- reglumadurin. »So er tað uipp til hansara at taka stóðu til, hvussu hetta mál verður loyst.< Miðskeiðis í november hevði Sosialurin eitt prát við ta 49 ára gomlu finsku kvinnuna. Tá var sera ringt at fáa skil á nakað av tí, hon segði, og megin- parturin av tí, ið tá fekst burturúr henni var mjørka- tos um nomadatilveru í tjaldi og helst framyvir í einum bjargingarbáti, ið skuldi vera so góður at búgva í. Hóast dúgliga varð roynt bar ikki tá til at fáa tikið eina mynd av Maj Wallenlid. Tað vildi hon ikki hoyra talan um. Síða 5 byggileikur a tvær av teimum stóru eskjunum á 16 m við hús um/havnalagi í hvørjum vinningi. KLIKO, v/ Árna Hansen, Tórshavn so er MØDE at vinna tilfarið: Flúgger maling HØVUDSVINNINGUR: Nýgerð ella hampa um rúmið, 35 m? av glasvevi v/ lími og tveimum umførum av máling. Sjálvandi frá serhandlinum. Tórshavn Klaksvík Leirvík tif. 432 48 Sørvågi BRUDARKOYRINGIN VIÐ OKKARA GÓÐA, 5 GAMLA AT eg mn pf. wenzel petersen, tif. 13873