Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. januar 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ce Nr. 11 — 17. januar 1992 Jórn Boe Hansen, Maersk Drilling Føroyar mugii bíða -Utjadaraøkir eru ikki áhugaverd í løtuni. Serliga ikki nú tvey av heimsins mætastu oljuframleiðaralondum, Irak og Kuweit aftur brynja seg til at vinna kriggid innaftur figgjarliga, oljuprís- urin fer helst at falla, sigur hann Tað skulu øgiliga góðar fíggjarligar umstødur til, at eitt oljufelag fer at biðja um at fáa konsessión til at leita eftir olju undir Før- oyum í dag. Hetta heldur ovastin á einum av bori- pallunum hjá Maersk Drilling, Jórn Boe Hansen er hansara meining -Tå vit hugsa um tær torføru umstødur, sum eru undir Føroyum. Hardligt veðurlag, stórt dýpi o.s.v so skulu pengarnir verða ógvuliga lokkandi, áðrenn oljufeløg koma hendan- vegin, sigur Jørn Boe Hansen. --Tá vit hugsa um, at tvey av heimsins mætastu oljuframleiðaralondum, Irak og Kuweit um stutta tíð, tá oljuútbúnaðurin aftaná kríggið er um- vældur, fara at framleiða alla tað olju teir klára, fyri at koma fyri seg aftur fíggjarliga. So er lítil ivi um, at oljuprísurin fer at lækka og tá eru útjaðara- gkini ikki áhugaverd í oljuleiting, sigur Jørn Boe Hansen. Men Hetlands megin sjómarkið verður borðað nátt og dag og har eru umstødurnar ikki ørvisi enn i føroyskum sjógkið. Maersk Drilling Maersk Drilling er eitt sjålvstødugt felag innan Maersk fyritøkuna -Vit arbeida heilt sjålv- stødugt Og hava vit ikk lægsta boðið, so sleppa vil heldur ikki at bora fyri Maersk Olie og Gas. Tað er frí kapping, sigur Jørn Boe Hansen. —Vit arbeiða kring allan heim. Eitt nú Egyptalandi, USA, Thailandi og vit fara nú eisini at bora í Sýriu. Vit bora eisini nógv í Norðsjónum. Ikki bert í donskum øki, men eisini hjá norðmonnum og bret- um, sigur hann. Maersk Drilling er í dag millum heimsins stórstu fyritøkur inna oljuleiting og boring. jåstinus Síða 9 Frå vinstru: Vagn Mols Poulsen, Jørn Boe Hansen og Dorit Olsen. Mynd Kalmar Arbeiðsmóguleikar innan donsku oljuvinnuna: Krav nr. 1. Tu skalt húgva Í Danmark -Danska oljuvinnan er í rúkandi menning og arbeiðsplássini gerast fleiri. Men tað ber ikki til at búgva í F óroyum og arbeiða á okkara boripallum, sigur Vagn Mols Poulsen, Maersk Olie og Gas Tað ber ikki til at búgva í Føroyum og arbeiða á einum boripalli í danska parunum av Norðsjónum, ella verða við einum av skipunum, sum antin flyta góðs út á pallarnar ella ansa eftir pallunum. --Hetta kemst ikki av, at vit ikki líta okkara flogfelag, Maersk Air, men tað er heldur tað føroyska veðurlagið, sum vit Gttast, sigur Vagn Mols Poulsen. | —Vit arbeida i skiftivakt- um, 14 dagar úti og fjúrtan dagar heima. Tað verður ringt at halda eina tilika vaktarskipan, um fólk hjá okkum liggja vedurføst í Føroyum, sigur hann. -Eisini verda okkara starvsfólk sett í eina ógvu- liga neyva eftirútbúgving, og hendan er bert í frí- tíðini, sigur Vagn Mols Poulsen. --Okkara felag gerst alt meira internationalt og tí rokna vit við, at brúk verður fyri fleiri fólkum í framtíðini. Í løtuni arbeiða umleið 900 fólk hjá Maersk Olie og Gas og tey komandi fýra-fimm árini fara vit at lata fleiri nýggj feltir upp. Danski ídnaðurin klárar at levera so at siga alla útgerð, vit hava brúk fyri, Vagn Mols Poulsenø Sigur Boðnir til Føroya Fleiri verkafeløg i Før- oyum hava bjóða um- boðum fyri Maersk Olie og Gas til Føroya at greiða frá oljuvinnuni í Norð- sjónum. Felggini eru Maskinmeistarafeløgini, Skipara og Navigatørfel- agið, Føroya Handverk- meistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Føroya Verkfrødingafelag og Landskúlafyrisitingin. Maersk umboðini hava ferðast kring føroyar síðan tey komu seinasta sunnu- dag og tey fóru avstað aftur í gjár við Atlan... nei Maersk. Elektrikarar og maskinfólk --Umborð á oljuboripall- unum er brúk fyri fólki innan nógv fak. Eisini er brúk fyri ófaklærdum fólki. Einasta kravid til hesi er, at tey hava ein kranfgraraprógv. Men vit hava nógv brúk fyri maskinfólki, maskinmeist- arum og elektrikarum, sigur Dorit Olsen frå Maersk Olie og Gas. Eisini hava vit brúk fyri navigatørum. Hesir verða allir tíknir úr flotanum hjá 130 feroyingar sigla við Maersk Føroyingar eru yvirmenn á nogvum skipum í danska handilsflotanum. Bert innan Maersk eru 130 føroy- ingar og teir sita so at siga allir á yvirmannastørvum. Føroyingar sigla serliga sum skipara, stýrimenn og í maskinuni. Maersk. jústinus jústinus HØVUDSVINNINGAR: KRUPS Espresso 963 Kaffimaskinur Røttu maskinurnar til skjóta espresso og cappuccino kaffigerð. 7 Koksmiðstoðin Døtturtelag hjá Jákup á Dui Pf Keksmiðstoðin. Á Hálsi, P.O. Box 1. FR-110 Tórsh:. n Tlf. (+298) 14949, Fax (+298) 11330