Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 18. januar 1992 | visingin Sosialurin hevur upprunaliga fødingarteigin >Vælkomið, lítla barn«, Sosialurin hevur >Skriva til Marner<, Sosialurin hevur einastu ókeypis lýs- ingarnar í »Lysingartorginum« og Sosialurin hev- ur... Soleiðis kann verða hildið fram, men her skulu vit nú avdúka tað allarnýggjasta tiltakið, Sosial- urin fer undir. EIN HJÁLPANDI HOND Tað kallast »Arbeidsåvisingin«, og er tiltakið ætlað øllum lesarum okkara sum ein hjálpandi hond, nú so mong leita eftir einum arbeiði. Í fyrsta umfari er »Arbeidsåvisingin« í Sosialinum hvønn mikudag og fríggjadag. Øll kenna vit onkran, ið gongur arbeiðsleysur, og øll vita vit, hvussu tungt og vónleyst tað kann kennast, einki at hava at tríva í, einki at hava at fara til hvønn dag, einki at kunna gera fyri at vinna sær og sínum pening til dagin og vegin. BYRJAR LONGU MIKUDAGIN Ti vil Sosialurin vid hesum nyggja tiltakinum, ið av álvara byrjar longu mikudagin, geva øllum arbeiðsleysum í Føroyum møguleikan at søkja um arbeiðið fullkomuliga ókeypis her í Sosialinum. Høgrumegin á hesi síðuni er ein lepi, tit kunnu klippa úr blaðnum og senda okkum. Á hendan lep- an skulu setast ymiskar upplýsingar um aldur, út- búgving, starvsroyndir og arbeiðsynski — tað vil siga, hvat tit ynskja tykkum av arbeiði. Er líka- mikið, hvat arbeiði tit kunnu átaka tykkum, ber eisini til at skriva tað. NAVNIÐ NIÐAST Á LEPAN Fyri at gera tað lættari hjá áhugaðum og møguliga komandi arbeiðsgevarum tykkara at finna útav, um onkur er úr tí økinum, har arbeiði er leyst, ber eisini til at skriva, hvar ein ynskir at fáa arbeiði — tað veri seg bygd, býur, oyggj ella sýsla. Niðast á lepanum er ein regla, har naunið á tí, ið sendir lepan inn skal standa, so vit á Sosial- inum vita, hvor sendir inn, skuldi eitt nú okkurt verið, ið er skeiut komið fyri, ella um okkurt annað Síða 3 Dag og dagliga hoyrast tíðindi um eitt stórt arbeiðsloysi. Nú kunnu lesararnir saman við Sosialinum og nýggju arbeiðs- ávísingini hjálpa fólki til arbeiðis og hjálpa virkjum, fyritøkum og ødrum arbeiðsplássum at finna tørvandi arbeiðsmegi ávísingin er, ið ger neyðugt, at vit mugu venda okkum til innsendaran. Hyggja tit at lepanum, so skilja tit lættliga framferðarháttin, tá tit vilja royna lukkuna í »Arbeidsåvisingini«. FYRI TYKKARA SKULD Skuldi onkur av lesarum okkara havt iva- spurningar um, hvussu nyggja »Arbeidsåvisingin« kann verða brúkt, ber eisini til at venda sær til Sosialin mánadag til friggjadag frå kl. 9.00—15.30 å tlf. 11820, so geva vit tykkum alla ta upplysing, ið vit kunnu hjálpa tykkum við. Vónandi taka lesarar okkara og eisini allir hugsandi arbeiðsgevarar væl undir við hesum nýggja tiltakinum. »Arbeidsåvisingin« er til fyri tykkara skuld, og tí er tað upp til tykkum nú at gera brúk av henni. ALTÍÐ EINA ROYND VERT Takið Sosialin uppá orðið — sendið lepan til »Arbeidsåvisingina« beinanvegin — tí í hesum døg- um er ein og hvor roynd verd at gera, tá um arb- eiði ræður. Sosialurin rættir tykkum tí hesa hjálpandi hondina og ynskir tykkum alla góða eydnu og vón- ar, at fleiri á hendan hátt kunnu fáa eitt arbeiði! Vit vilja rætta TÆR eina hjálpandi hond % så) — J Kvinna J Maður Aldur: Útbúgving, skúli, læra ella annað: Her vil eg helst arbelda (bygd, býur, oyggj ella sýsla): ] | ] ! I i I I H í i Í i I I I I I I — . I Eg vil gera alt fyrifallandi arbeiði Í Eg vil helst hava arbeiði sum: I I I i H I f i I I i | I HI í I I I Í Telefonnummar: Aðrar upplýsingar: Innsendari: Navn: Adressa: Telefonnr.: At seta uttaná brævbjålvan: Sosialurin, »ARBEIDSÅVISINGIN«, Postboks 76. 110 Torshavn