týsdagur 21. januar 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 21. januar 1992
Síða 11
arbejds
åvisingin
Sosialurin hevur upprunaliga fødingarteigin
>Vælkomið, lítla barn«, Sosialurin hevur »Skriva
til Marner«, Sosialurin hevur einastu ókeypis lýs-
ingarnar í »Lysingartorginum« og Sosialurin hev-
ur...
Soleiðis kann verða hildið fram, men her skulu
vit nú avdúka tað allarnýggjasta tiltakið, Sosial-
urin fer undir.
EIN HJALPANDI HOND
Tað kallast »Arbeidsåvisingin«, og er tiltakið
ætlað ollum lesarum okkara sum ein hjålpandi
hond, nú so mong leita eftir einum arbeiði. Í fyrsta
umfari er »Arbeidsåvisingin« í Sosialinum hvgnn
mikudag og fríggjadag.
Øll kenna vit onkran, ið gongur arbeiðsleysur,
og øll vita vit, hvussu tungt og vónleyst tað kann
kennast, einki at hava at tríva í, einki at hava at
fara til hvgnn dag, einki at kunna gera fyri at
vinna sær og sínum pening til dagin og vegin.
BYRJAR LONGU MIKUDAGIN
Tí vil Sosialurin við hesum nýggja tiltakinum,
ið av álvara byrjar longu mikudagin, geva gllum
arbeiðsleysum í Føroyum møguleikan at sýkja um
arbeiðið fullkomuliga ókeypis her í Sosialinum.
Høgrumegin á hesi síðuni er ein lepi, tit kunnu
klippa úr blaðnum og senda okkum. Á hendan lep-
an skulu setast ymiskar upplýsingar um aldur, út-
búgving, starusroyndir og arbeiðsynski — tað vil
siga, hvat tit ynskja tykkum av arbeiði. Er líka-
mikið, hvat arbeiði tit kunnu átaka tykkum, ber
eisini til at skriva tað.
NAVNIÐ NIÐAST A LEPAN
Fyri at gera tað lættari hjá áhugaðum og
møguliga komandi arbeiðsgevarum tykkara at
finna útav, um onkur er úr tí økinum, har ardeidi
er leyst, ber eisini til at skriva, hvar ein ynskir at
fáa arbeiði — tað veri seg bygd, býur, oyggj ella
sýsla.
Niðast á lepanum er ein regla, har naunið á tí,
ið sendir lepan inn skal standa, so vit á Sosial-
inum vita, hvor sendir inn, skuldi eitt nú okkurt
verið, ið er skeivt komið fyri, ella um okkurt annað
. R ;
er, 10 ger neyðugt, at Vil Mugu Vé DRRU l
innsendaran
4 på / J EPO I >} re 'f #
framferðarháttin, tá titt
»Arbeidsåvisingini«.
FYRI TYKKARA SKULD
Skuldi onkur av lesarum okkara havt iva-
spurningar um, hvussu nýggja »Arbeidsåvisingin«
kann verða brúkt, ber eisini til at venda sær til
Sosialin mánadag til friggjadag frá kl. 9.00—15.30
å tlf. 11820, so geva vit tykkum alla ta upplysing,
ið vit kunnu hjálpa tykkum við.
Vónandi taka lesarar okkara og eisini allir
hugsandi arbeiðsgevarar væl undir við hesum
nýggja tiltakinum. »Arbeidsåvisingin« er til fyri
tykka.a skuld, og tí er tað upp til tykkum nú at
gera brúk av henni.
ALTÍÐ EINA ROYND VERT
Takið Sosialin uppá orðið — sendið lepan til
»Arbeidsåvisingina« beinanvegin — tí í hesum døg-
um er ein og hvor roynd verd at gera, tå um arb-
eiði ræður.
Sosialurin rættir tykkum tí hesa hjálpandi
hondina og ynskir tykkum alla góða eydnu og vón-
ar, at fleiri á hendan hátt kunnu fáa eitt arbeiði!
Dag og dagliga hoyrast tíðindi um eitt stórt arbeiðsloysi. Nú
kunnu lesararnir saman við Sosialinum og nýggju arbeiðs-
ávísingini hjálpa fólki til arbeiðis og hjálpa virkjum, fyritøkum
og ødrum arbeiðsplássum at finna tørvandi arbeiðsmegi
Vit vilja rætta TÆR
eina hjálpandi
1——{— - — —— — —- ON - ON - AO OM ON ON ON - I OO - - OO UU GR ON NN —- NR — —- ON UN OO NO 0
…
hond
=
O)
J Kvinna 2) Maður
Aldur ——
Útbúgving, skúli, læra ella annað:
Starvsroyndir:
Her vil eg helst arbelda
(bygd, byur, oyggj ella sýsla):
) Eg vil gera alt fyrifallandi arbeiði
Eg vil helst hava arbeiði sum:
Telefonnummar:
Aðrar upplýsingar:
innsendar:
Navn:
Adressa:
Telefonnr.:
At seta uttaná brævbjálvan:
Soslalurin, »ARBEIDSÅVISINGIN«,
Postboks 76, 110 Tórshavn