Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Løgtingid eigur at seta Tryggingina uppå plåss! -Eg meti henda seinasta ågangin frå trygg- ingini at vera av so grovum slag, at Trygging- arsambandið eigur ikki at sleppa snikkaleyst frá hesum. Kann ongin annar gera nakað, so eigur løgtingid at leggja upp i og seta teir uppá pláss skrivar Sofus Johannesen, deildarleiðari m.a. í Sjónarmið í dag. Nógv hevur verið tosað um biltrygging hesa seinastu tíðina, og er tað væl skiljandi, aftan á henda kjaftfiskin vit fingu frá Tryggingar- sambandinum millum jól og nýggjár. Hóskveldið var so ein av stjórunum á Trygg- ingarsambandinum í sjónvarpinum og royndi at verja stovnin, og var tað hetta, ið fekk bikar- ið hjá mær at flóta yvir Framgangsmátan hjá Tryggingarsamband- inum loyvi eg mær at kalla markleysan frek- leika. Tíðliga seinasta heyst sendu teir ein lítl- an faldara í húsini, har tað cvast á breddanum stóð skrivað, at nú fingu flestu bilferarar pengar aftur frá tryggingini. Gjerdi tú tær so tann ómak, at tú las faldaran, skilti tú, at tað kortini ikki var so, men hinveg- in sluppu tey flestu at gjalda meira. | | SJÓNARMIÐ | | Tað ljóðaði eisini meira trúligt, tí Trygg- ingarsambandið rindar ongum pengar aftur, uttan so, at teir taka teir tvífalt aftur beint aftaná. Fyri jól kom so ein lit- fagur bóklingur í húsini, har ein nýggj skipan fyri trygging varð um- redd. Eg gjørdi mær tann ómak at lesa henda bókling, og kom til ta niðursteðu, at her var ikki verri vorðið enn ilt við teimum nýggju tryggingargjeldunum. Gjaldast skuldu kr. 3.079 í trygging. Men um nýggjárs- mundið kom skelkurin! Nu visti tad seg at hetta gjaldið var um kvartalið og ikki, sum eg hevði roknað við, um árið. Hví kann tryggingin ongantíð upplýsa fólk á rættan hátt. Tað stóð ikki við einum orði í faldaranum, at gjaldið var um kvartalið, og tá gjaldið var oman fyri 3.000 kr. fyri ein gamlan bil, var ikki órímuligt at halda, at talan var um ársgjald. Í hesum førum er tað ein hækking av trygg- ingargjaldinum frá kr. 2.171 til 3.079, ella kr. 908 í hækking (41,8%). Eg vil kalla hetta at revsa fólk, ið roynir at fylgja ráðunum frá politikarum at minka um nýtsluna. Fólk letur vera at keypa nýggjar og dýrar bilar og roynir í staðin at pjøssa um gamla bilin, fyri harvið ikki at ekja um inn- flutningin. Men tey fáa nú ein dyggan undir vangan frá Tryggingar- sambandinum, sum Nr. 13 — 21. januar 1992 Sofus Johannesen, deildarleidari: - Okkurt man vera heilt galið við tryggingar-skip- anini krevur so at siga eins nógv í trygging fyri teir gomlu bilarnar, sum fyri teir nýggju og dýru bilarnar. Frágreiðingin um hví Tryggingarsambandið nú sendir hesar risa- rokningar til fólk kom í sjónvarpinum í kveld. Bjartur Dalsgarð segði, at orsekin var minkandi inntekur hjá stovninum. Inntekurnar minkaðu, tí fólk nú fylgdu betur við, hvussu nógv bilurin var tryggjaður fyri, og so lækkaðu tey trygg- ingarupphæddina so hvert bilurin eldist. Hetta var brotsgerðin, sum fólk hava gjert ímóti tryggingini og sum tey nú skulu revs- ast fyri. Men ikki eitt orð frá Bjarti Dalsgarð um, hvussu tryggingin igjøgnum mong ár hevur »snytt« fólk, sum ikki hava lækkað trygg- ingarupphæddina reglu- liga. Tí Tryggingarsam- bandið hevur alla tíðina lækkað upphæddina, ið teir hava útgoldið fyri ein bil, ið gjørdist vrak, líka mikið um bilurin alla tíðina var tryggj- aður fyri ta upphædd, ið hann á sinni varð keypt- ur fyri, ella tryggingar- takarin hevði verið so umhugsin at fylgt við tryggingarvirðinum og lækkaði tað so hvert bil- urin eldist og minkaði í virði. Tryggingin hevur við eðrum orðum livað uppá manglandi vitan hjá fólki, sum harvið hava snýtt seg sjálvan. Tá fólk nú vaknar og fer at fylgja betur við, so broyta teir bara skipan- ina við einum penna- stroki. At Bjartur Dalsgarð so í siónvarpinum í kveld sigur, at hjá teim- um, sum hava bil, ið er 7 ár ella eldri, loysir tað seg als ikki at hava bilin tryggjaðan eftir hesi nýggju skipanini, sigur so mikið, at okkurt man vera heilt galið við hesi skipanini. Tað skilja oll, uttan tey á tryggingini. Eg meti hendan seinasta ágangin frá tryggingini at vera av so grovum slag, at Tryggingarsambandið eigur ikki at sleppa snikkaleyst frá hesum. Kann ongin annar gera nakað, so eigur legtingið at leggja upp í og seta teir upp á pláss. So leingi vit hava einkartrygging, eigur slíkt ikki at kunna bera til. Gjogv, 16. januar 1992 Sofus Johannesen I Yvirlýsing um nýggja rúsdrekkaló ggávu frá Kristiliga Fólkaflokkinum, Foroya Framburðs- og Fiskimannaflokki Nýggj rúsdrekkalóg må hava tað sama endamál, sum samtyktin hjá 30. aðalfundinum hjá W.H.O., og miða ímóti at minka um nýtsluna av alkoholi við í minsta lagi 25% til ár 2000. Flokkurin kennir seg sannferdan um, at hetta ger uppskotið hjá Lands- stýrinum um innflutning, selu og útskeinking ikki, men ferir heldur tvertur- ímóti til ekta nýtslu á sama hátt sum tá ið farið varð undir at bryggja sterkari øl í Føroyum. Nú ið rættarnevnd Fer- oya Legtings í drúgva tíð hevur havt uppskot lands- stýrisins til viðgerðar og leggur fram álit sítt, heitir flokkurin á Feroya Leg- tingi um at leggja hetta rúgvismikla tilfar út til al- ment orðaskifti, so at fólkaatkveða kann verða hildin um nýggju rús- drekkalógina. Tað er ellum greitt, at núverandi óskil við rús- drekka kann ikki halda fram, og flokkurin mælir til at skamta eisini ellum øli, krevja samleikaprógv og fáa steðgað øllum øl- klubbavirkseminum. Alkohol er eitur Beiskar royndir vísa, at alkohol brýtur niður menniskjað, leggur manga familju í skeljasor og er tann stersta samfe- lagsbyrðan og hóttan í okkara parti av heimin- um. Tí má ansast væl eftir hesi nýtslu. KFFFF fer í næstum at leggja fram uppskot á ting, sum hava til enda- máls at byrgja upp fyri og í summum førum forbjóða nýtslu av rúsdrekka á ym- iskum samfelagsekjum, og í førum tå ein hevur serliga ábyrgd av lívi og heilsu hjá næstanum og sær sjálvum. Her verður serliga hugs- að um ferðslu og arbeiðs- pláss á sjógvi og landi, landsstýrið, løgtingid, al- mennar stovnar, fólka- skúlar og skúlar við mið- námsútbúgving. Flokkurin mælir til at stuðla teirri viðgerð fyri alkoholmisnýtslu, sum farið varð undir, bæði á Blákrossheimi og Heil- brigdi, meðan flokkurin hevði familjumál í lands- stýrinum frá 1985-88, og tekur flokkurin á ongan hátt undir við teim niður- skurðum, sum hesir við- gerðarstovnar eru raktir av. Starvsnevnd Kr F.F. F.F's góð HØVUDSVINNINGUR: Lux OR ASO-video ASO gevur týðiligari mynd | og betri litir, tá talan er um: slitin bond | kopiering leigaðar filmar 8 A Bane — Bert eitt av mongum í stóra úrvalinum hjá p/f Esmar Simonsen, Tlf. 44405, Kambsdalur - Box 78 - 530 Fuglafjørdur | Á