mikudagur 22. januar 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14 — 22. januar 1992
Russisku skipini
merkt småsøluna
SNEG
hava verið um fjøruti í tali. Hundradtals russarar hava sett dám á býarm
Síða 3
SE
yndina, men tad hevur ikki
Mynd: Hilmar Jan
Russarainnrås
Onkrir handlar å Tvøroyri hava selt fitt av provianti, men småsølan hev-
ur so gott sum einki fingið burtur år fremmandamonnunum, hóast teir
hava vitjað handlarnar dúgliga
Í fjørvår var rættilig 'russ-
arainnrås' á Tvøroyri, ið
er uppskipingarhavn hjá
russiskum skipum. Hend-
an avtalan var galdandi
fyri árið 1991, og er fyri-
bils longd til 1. mars.
— Tað var spennandi at
síggja nýtt fólk í býnum
og á tann hátt fáa eitt
sindur av lívi í, sigur eitt
tvøråfélk.
Hon greidir frå, at russ-
ararnir gingu nógv í by-
num og kólaðu. Hetta var
áðrenn Sovjettsamveldid
fór í molar.
— So hetta hevur mest-
sum verið eitt søguligt
upplivilsi, at síggja sovj-
ettbúgvar, sigur eygleiðar-
in.
Men misjavnt er, sum
russararnir hava lagt eftir
seg av peningi. Småsølu
handlarrir lata yvirhøvir
illa at.
Hyggja nógv -
— men keypa lítið
Russararnir hava verið
nógv inni í handlum og
hugt eftir øllum tí, ið kann
fåast, men teir hava ikki
keypt nógv, sigur ein, ið
stendur innan fyri diskin í
einum av handlunum.
Ein russi kom inn í
handilin og vildi hava eina
øl. Tá so krambakvinnan
spurdi, hvat fyri øl, hann
vildi hava, svaraði hann
'alkoholfrítt'.
— So tann kundan mistu
okur eisini, sigur kramba-
kvinnan.
Summi tvøråfélk hava
prátað nógv við fremm-
andamenninar, so langt
sum málið loyvir. Russar-
arnir hava m.a. fortalt, at
teir fáa ikki meira enn 300
krónur um mánaðin, so
har er ikki verið nógv at
taka av.
Keypt frå russum
Krambakvinnan sigur,
at tað heldur hevur verið
øvugt: tey hava keypt frá
russum.
- Teir hava selt húgvur,
smáar dukkur, kaviar og
okkurt annað, greiðir
krambakvinnan frá.
Tvgráfólk hava kortini
fingið eitt sindur meira
enn samskiftið við fremm-
andamenninar burturúr.
— Teir hava ruddað byin
fyri gamlar bilar og eyka-
lutir, sigur ein tvøråmadur.
Bilar, ið hava verið í so
frægum standi, at teir
koyra, eru seldir fyri mill-
um 6.000 10.000 krónur.
Teir, ið hava havt mun-
andi handilssamskifti við
russarnar, eru handilin hjá
N. J. Mortensen og hjá
John Hammer.
Fitt av provianti
— Vit hava selt rættiliga
filt av provianti, sigur
Gudmund Mortensen,
stjóri í N.J. Mortensen-
handlinum.
Hann vil kortini ikki
seta tal á, hvat russara-
handilin við nøkur av
teimum 40 skipunum, ið
hava verið á Tvøroyri,
hevur givið.
Gudmund Mortensen
sigur, at tey hava lagt seg
eftir hesum handlinum og
hava tískil eisini ført seg
fram teirra millum og
bjóða vørurnar út, men
hava ongan sáttmála havt.
- Vit stårdu rættiliga
nógv fyri, at vit ikki fóru
at fáa peningin, men tað
hevur gingið uttan trupul-
leikar, sigur Gudmund
Mortensen.
Fleiri um boðið
Skipafelagið Føroyar, ið
er russiskt umboð í Føroy-
um, hevur verið millum-
maður í samskiftinum.
Síðani í summar hava
russisk-skip ikki verið á
Tvøroyri. Skipini eru á
svartkjaftaveiðu og um-
skipa ikki til móðurskip.
Um Tvøroyri eisini
verður umskipingarhavn
fyri russar eftir 1. mars er
Óvíst, tí fleiri pláss í Før-
oyum eru um boðið.
ówh
- Tá ljósini
eru røtt -
ferðin lott
| dt |
| FERDSLUTRYGD
Dånjal av Rana:
Vit rokna
vid somu
avtaluni
Borgarstjórin á Tvøroyri,
Dánjal av Rana, væntar at
galdandi avtala millum
kommununa og russar fer at
halda fram eftir samráðing-
arnar í februar
Trongisvágur sum um-
skipingarhavn hjá russ-
um gjørdist veruleiki á
vári á fjør, tá tey fyrstu
skipini komu.
Síðani gjørdust tey
alsamt fleiri í tali, og í
fjør vóru tilsamans 42
russisk skip á Trongis-
vági — onkuntíð upp í
eini sjey í senn.
>Tann avtalan, vit
hava havt við russar,
hevur fyri okkara við-
komandi verið góð, og
umframt beinleiðis inn-
tøkurnar til sjálva
havnina i havnargjaldi,
hevur avtalan eisini
verið við til at gjørt, at
russar eisini á annan
hátt hava lagt pengar
eftir seg, millum annað
við ávísum handli,<
sigur borgmeistarin á
Tvøroyri, Dánjal av
Rana.
Hevur loyst seg
Hann heldur tað hava
loyst seg hjá kommun-
uni at fara uppí hetta
samstarvið, ið nú hevur
eitt ár á baki.
Avtalan skuldi eftir
røttum verið endur-
nýggja eftir nýggjar
samráðingar fyri 1.
desember, men samráð-
ingarnar eru útsettar til
einaferð í februar, og í
meðan er sáttmálin
longdur nakrar mánaðir
fram.
I síðstun hevur ljóð-
að, at fleiri kommunur
hava áhuga fyri at gera
slíka avtalu við russar,
sum tvøråmenn nú
hava havt. Tí hevur
eisini tankin verið
frammi, um tað ikki
kann føra við sær, at
kommunan har suðuri
missir sína avtalu.
Meira enn ríkiligt
Hesum er Dánjal av
Rana tó ikki so bangin
fyri:
»Vit rokna við at fáa
somu avtalu at verða
galdandi framyvir, tí
roknast kann ikki við,
at broytingarnar í fyrr-
verandi Sovjettsam-
veldinum hava stórveg-
is ávirkan á komandi
samráðingarnar.
Russar hava yvirtikið
samráðingarnar, og tað
eru stórt sæð teir somu,
ið vóru frammanundan,
so tað skuldi ikki verið
nakar trupulleiki í ti.«
Fer ikki at
nerva Tvøroyri
Borgarstjórin á
Tvøroyri sigur, at
spurningurin er, um
ikki meira enn rikiligt
av russiskum skipum
eru undir Føroyum, til
at Trongisvågur kann
rúma øllum, og at tað tí
ikki á nakran hátt kem-
ur at nerva Tvøroyri, at
aðrar kommunur eisini
liggja framvið.
Men sum er, er gald-
andi avtala bert fram-
longd. Samráðingarnar
verða sum nevnt i kom-
andi månadinum, og tå
fæst so greidi å, hvussu
ein møgulig komandi
avtala fer at síggja út.
hj.