mikudagur 22. januar 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
————————————
Nr. 14 — 22. januar 1992
hesir sleppa
at fyrireika
Hetta er sera ålvarsligt, og tað er ikki bert
slatur vit hava hoyrt, sigur Suni Vinther, politi-
kommiserur. Mangt bendir á, at tað verður sera
ivasamt um teir, sum fyrireikaðu konsertina
leygarkvóldið, fáa loyvi til at halda fram
Tað, sum er komið fram
um konsertina í ítróttar-
høllini á Hálsi leygar-
kvøldid, meta vit sum eitt
sega álvarsligt mál, sum
nú verður kannað til botns,
sigur Suni Vinther, politi-
kommiserur, sum leggur
aftrat, at sógurnar eru ofta
mangar sum ganga, men
tað vit arbeiða við, er ikki
bert slatur frá hesum
kvøldinum.
Sum vit søgdu frå i
bladnum i gjår, fekk
politiið fleiri uppringingar
frá fólki í hellini hetta
kvøldid. Suni Vinther sig-
ur, at hesi fólkini boðaðu
politinum frá, at alt ov
mong fólk vóru i høllini.
Haraftrat vildu fólkini gera
vart við, at tey hildu hetta
kundi vera vandamikið.
Men hví før politiið ikki
á staðið, tá soleiðis stóð
til?
-Frá umsjónarmanninum
á brandstødini, sum var
har uppi, fingu vit at vita,
at stóðan var ikki kritisk,
og tí valdi politiið ikki at
fara niðan. Men gjørdist
stødan verri, skuldu vit
frætta aftur, leggur Suni
Vinther aftrat.
Síða 13
Klokkan 01.12 hevði
politiið Páll Arge, fyri-
reikara, í telefonini. Frá
hønum fekk politiið at
vita, at hann tá fór at enda
konsertina og lata aftur.
Men so var kortini ikki,
hava vit skilt.
Breyt
heilgidagslógina
Suni Vinther sigur, at
einki er at ivast i, at
fyrireikararnir hava brotið
heilgidagslógina. Øll tilik
tiltøk eiga at halda uppat á
miðnátt leygarkvøld, sigur
Suni Vinther men leggur
aftrat, at praksis hevur
verið, at fyrireikararnir
hava fingið ein tíma til at
tóma høllina, soleiðis at øll
skulu vera úti í seinasta
lagi klokkan eitt. Soleiðis
var ikki i itréttarhøllini á
Hálsi leygarkvøldid.
Suni Vinther er heldur
ikki í iva um, at alt ov
mong fólk hava verið í
høllini hetta kvøldid. Hetta
er eisini Ólóligt og sera
álvarsligt, og hesum hava
fyrireikararnir einsamallir
alla ábyrgd av. Hann sigur,
at tað er soleiðis, at stórar
vanlukkur eru hendar
aðrastaðir.
Eitt sera álvarsligt mál,
sigur Suni Vinther,
politikommiserur
Leggja hald á pengar
Politiið kannar nú málið
sera gjølla og so verður
stóða tíkin til, um ákæra
skal reisast. Suni Vinther
sigur, at tað kann koma
upp á tal, at somu fyrireik-
ararnir ikki fáa loyvi til at
skipa fyri konsertum aftur.
Suni Vinther sigur, at
politiid fer at leggja hald á
pengarnar, sum eru komnir
inn fyri tey atgongumerki,
sum vóru seld fleiri enn
tey loyvdu 1680.
Ræðslusligin foreldur
Eftir greinina í Sosial-
mum í gjár hava fleiri
foreldur ringt til okkara og
sagt frá søgum frá børnum
KRUPS
Røttu maskinurnar til
skjóta espresso og
cappuccino
kaffigerð.
—
Pf Køks
Fimm Sð HØV DSVINNINGA
Espresso 963
Kaffimaskinur
Koksmiðstoðin
sínum í itréttarhøllini hetta
kveldið. Søgurnar eru
ræðuligar. Um ungfólk,
sum meira ella minni vóru
traðkaði niður í gólvi, og
sum ikki megnaðu at koma
upp aftur við egnari hjálp.
Foreldrini, sum ringt hava,
siga seg øll hava ilt við at
loyva børnum sínum á
konsert aftur. Men ivasamt
er, um tað nyttar okkum at
nokta, og seta sítt álit á
myndugleikarnar um at
síggja til, at tílíkt íkki
endurtekur seg. Hesaferð
sluppu vit við skrekkinum,
men hvussu verður næstu
ferð, spyrja foreldrini.
tór.-
Á
0000; DT NE ED