Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. januar 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 -Høllin á Hálsi er góðkend at hýsa 1680 fólkum. Hetta er í mun ul gólvvídd og tær hurðar, sum fólk kunnu sleppa út igjøgnum, um nakað er áfatt. Hetta eru rímilig krøv sum sjálvandi eiga at verða virhildin. Men verða nógv fleiri stúgvaði innar er stødan ein heilt onnur sigur Petur á Lava Olsen leiðari á Brunaumsjón Landsins. Hann sigur, at fyrireikararnir hava verið skammleysir, tí hetta kveldið kundi enda í eini stórari vanlukku. Petur á Lava Olsen sigur, at fólk óttast av góðum grundum eld, men van- lukka kann eisini henda av øðrum ávum. Um fólk bert gjørdust kløkk av einum bresti, sum í sær sjálvum var meinaleysur, kundi hetta havt vid sær, at øll mannamúgvan tusti móti hurðunum, og tá kundi lættliga fleir ligið undir,- Fleiri fólk. ' kundu verið! kroyst til deydis Konsertin á Hálsi leygarkvøldid kundi lættliga enda í eini stórari vanlukku. Bert ein hvøkkur kundi fingið alla mannamúgvuna at lopið á dyr, og tá kundu mong ligið undir, sigur Petur á Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjónini kroyst til deyðis. Alt sortnaði fyri mær Vit hava hoyrt um fleiri fólk, sum vóru illa fyri í høllini. Eitt av teimum greiðir soleiðis frá: -Eg kom niðan í høllina beint áðrenn miðnátt tí eg visti, at Smokie byrjaði ikki at spæla fyrr enn tá. Leitaði mær fyrst nakað væl inn í høllina, men eg merkti skjótt, at eingin luft var í høllini, og eg kendi Nr. 14 — 22. januar 1992 meg ikki væl. Setti meg ti å ein bonk ytst vid dyrnar, til alt fór at sortna fyri mær, og visti mær ti eingi onnur ráð enn at fara út at fáa fríska luft. Men hetta gekk ikki so væl, greiðir hesin áhoyrar- in frá. -Eg var vid at svíma, men kom kortini út móti einari hurð, men dura- vørarnir syttu mær at fara ut tann vegin. Hetta var hurdin at koma innar i høllina, og ikki út, søgdu teir, og vísti mær á aðra hurð. Men tá svímaði eg, og visti einki frá mær sjálvum fyrr enn eg løtu seinri vaknaði inni í einum rúmi í ítróttarhgllini. Soleiðis endaði konsertin fyri hendan áhoyraran, sum heldur, at tað var einki minni enn lívsvanda- mikið at vera í høllini hetta kvoldið. Onnur sum vit hava tosað við. og sum vóru í høllini hetta kvøldid siga, at stóðan var tað tey kalla so kaotisk, sum neyvan kann sigast í orðum. tór.- Hetta má ikki endurtaka seg -Hóllin setur sínar treytir til tey sum leiga, og vit vilja ikki hava, at tílíkt sum hendi leygar- kvóldið, endurtekur seg, sigur Hans J. Herman- sen, formaður í hallarneyndini Hóast itrottarhøllin á Hálsi onga ábyrgd hevur fyri sjálvum tiltakinum leygar- kveldið hevur hallamevnd- in longu tikið spurningin upp Hans J. Hermansen, for maður í hallarnevndini sigur, hetta er fyrstu ferð tey vita um, at tílíkir trupulleikar hava verið í samband við eitt tiltak í hellini, og at tey vilja ikki CK greitt at vita hvørjar treytir fylgja vid leiguni av høllini. Har verdur millum annað sagt frå, hvussu mongum félkum loyvi er at koma i høllina, og hvussu nógvir duravørar Skulu vera, sigur Hans J. Hermansen og leggur aftrat, at tey leggja stóran dent á trygdarvidurskiftini. At høllin soleiðis verður misnýtt kunnu vit ikki liva Hans J. Hermansen, hallarnevndarformaður: Frygdin skal setast i varð tosað um ymiskar møguleikar hvussu forðast kana fyri tílíkum. Ein av møguleikunum, sum vóru nevndir var, at høllin stendur sjálv fyri prent- ingini av atgongumerkjum. Men enn er einki avgjørt. -Nú vilja vit kanna hvussu skilið veruliga var og síðani fara vit at seta okkara regkur upp so fólk til eina og hvørja tíð kunnu koma ekkaleys í høllina, sigur hallarformaðurin. tór. HØVUDSVINNINGUR: Lux OR ASO-video ASO gevur týðiligari mynd | og betri litir, tá talan er um slitin bond kopiering leigaðar filmar Bert eitt av mongum í stóra úrvalinum hjá p/f Esmar Simonsen, Í Tlf. 44405, Kambsdalur Box 78 | | Í í | i 3 = BATA TE