Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. januar 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 NE s0Sialurin | i ST Nr. 16 — 24. januar í 1992 SENGE ne Tekstur: Randi Myndir: Kalmar Neyðugt vid fleiri nevtum Skal ein garður við mjólkneytum bera seg, má fjósið vera stórt, sig- ur Rólvur Djurhuus, bóndi í Kollafirði. Hann hevur gjørt ílógur i útgerð, sum ger arbeiðið væl lættari haf 1, Írémri partir áseyðir Rólvur hevur sett sær fyri at fáa væl fleiri kýr enn tær 16, garðurin hevði, áðrenn hann tók við. Hann miðar eftir at hava 30 mjólkkýr umframt ungneyt Og samstundis velur hann upp úr nýggjum. Bø- urin var 8-9 hektarar, og hann hevur nú grivid upp 10 ha aftrat. Tá tað arbeiðið er liðugt, kann garðurin føda 30 neyt. Og við so nógvum bøi er neyðugt at hava stór- an brunn tl alt grasið. Serligur brunnur Fólk, sum koma framvið, spyrja, hví Rólvur hevur bygt sær slíkan stóran rund- ansúrhoyggjabrunn úr glas- trevja-tilfari. Brunnurin er rundur, tí tað hóskar betur til maskinurnar, ið brúktar erða inni í brunninum til 0. R r kundi Valt at Ul Í , R KK y V KÍ % x tt skal fara av vindi. Verk- smiðjan veitir trygd fyrr, at brunnurin heldur til vind- megi 90-100 metrar um se- kundið, og so hevur Rólvur ankrað sína brunn betur enn vanligt. Væl útbúgvin Rólvur skuldi havt góðan kunnleika til sítt arbeiði, ti hann hevur útbúgvið seg væl uttanlands. Frá 1973 til 1987 var hann í Noregi og tók útbúgving sum land- búnaðarkandidatur. = Har fekst hann við gransking, m.a. í hvat árin umhvervið hevur á plantuvgkstur. Eitt skifti var hann eisini í Ong- landi og tók prógv sum dr. scient. í plantufrødi. Hann valdi kortini at koma aftur til Føroya og taka vid festinum í Kolla- firði. Rólvur er væl nøgdur við sítt arbeiði. Tað ber væl til at vera bóndi, men treytin er, at garðurin er stórur og hevur nógv neyt. Lætt arbeiði Tað er likamliga hart arbeiði at vera bóndi við fjósum, ið eru upp á tann gamla mátan. Men ráð eru fyri tí. Rólvur hevur valt at gera iløgur í tól, ið lætta um arbeiði, so tey sleppa frá at lyfta og sleipa. Eitt edv-stýrt tól syrgir fyri, at kríatúrini fáa súr- hoyggj og handilsfóður. Rólvur og Hanna Elina kulu bara trýsta á ein knøtt fyri at geva. Hetta tólið er tað einasta í landinum Handilsfóðrið fáa neytini av sær sjálvum, eisini við edv- stýrdari útgerð, fimm ferðir um dagin. Tað er betri fyri neytini at fáa fáa hetta fleiri ferðir um dagin í smáum nøgdum heldur enn stóra nøgd í senn. Mjólkmaskinan hongur í skinnara undir loftinum, og hesin skinnari gongur heilt úr fiósinum út í rúmið, har maskinan verður vaskað. Hetta lættir sera nógv um Kríatúrini eru ikki tað hættisligstaa fyri børn- ni. Hanna Elina ræðist meira, at bórnini kunnu fáa skaða av øllum sjálvvirkandi tólunum arbeiði. Við teirra maskinu ber til at mjólka seks kúm í senn. Loysir seg - Øll henda útgerðin kostar sjálvandi eitt sindur, men Ikki so nógv, sum fólk halda, og tað ber til fíggj- arliga við at fáa sær nøkur fleiri neyt, sigur Rólvur. Nú arbeiðið er blivid so nógv lættari, ber eisini væl til hjá Honnu Elinu at ar- beiða í fjósinum, geva og annað. Men tað er ein vansi við allari hesi útgerðini. - Nú er lívshættisligt at hava børn við í fjósið, sigur Hanna Elina. Men bundið er Rólvur og Hanna Elina arbeiða í felag á garðinum. 3. hvort vikuskifti kemur ein genta at hjálpa teimum. Hetta kemur væl við, ti sjålvt um arbeiðið er blivið lættari, er tað framvegis líka bundið. Tey eru bundin av fjósinum allar dagar á árin- um. Ikki ber til at vera Tað er bara at hava nóg mikið av mjólkneytum, so ber til. Hanna Elina er ikki uppvaksin i tílíkum arbeiði, men henni dámar arbeiðið væl. Her er familjan Hanna Elina og Rólvur við bórnunum Malan og Arant. Elsti sonurin, Haraldur, var í skúla, tá Sosialurin vitjaði heimanifrá nógvar tímar í senn. Royndarstødin hevur tó eina skipan, so bøndur kunnu fáa avloysara, men hesin má umbiðast í góðari tíð, og dýrt er at fáa avloys- ara. Hann kostar 2-3000 krónur fyri eitt vikuskifti. Rólvur væntar, at tá fjósið er fult, og nøkur ár aftrateru gingin, skuldi malið rími- liga væl runt hjá teimum. Seyðurin er at kalla viðfán- ingur, tí tað er mjólkin, tey liva av. Tí er tað so umráð- andi at hava nógv mjólk- neyt. Eingir trupulleikar eru atsleppa av við mjólkina, tí mjólkarbilurin kemur altíð, tá hann skal koma. Tað riggar alt væl, sigur Rólvur, sum heldur eitt tað størsta framstigið vera, at Mjólkar- virkið Búnaðarmanna kom, ti síðan hava øll duga at sæð virði í at hava góða mjólk. Heilt ongan týdning hev- ur seyðurin tó ikki. Tey selja á hvørjum ári livandi seyð, og væl hevur borið til at sleppa av við hann. Heldur ikki hevur staðið á at D FR