fríggjadagur 24. januar 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 16 — 24. januar 1992
Hesa fóðrimaskinuna
hava tey nýliga fingið.
Tað er bara at trýsta á
ein knøtt, og so fer
maskinan eftir skinnara
og leggur súrhoyggj fyri
neytini
D
selja neytakjøtid, ið tey
plaga atselja í fjórðingum.
Skal bera til
Rólvur ber ongan ótta fyri,
at vinna hansara ikki skal
hava nakra framtíð. Land-
búnaðurin má vera tað sein-
ásta, sum fer, tí hann er
primervinna.
Bøndur fáa ávísan stuðul
til sína framleiðslu, og tað
heldur Rólvur ikki vera
órímiligt. Fekst kjøt skal jú
kappast við innflutt kjøt, ið
verður væl stuðlað. Neyta-
kjøt sum lambskjøt.
Annars er studulin til
kjøt- og mjólkarfram-
leiðslu skorin nakað niður.
- Tí hava vit sum øll onnr
latið okkara part til sam-
felagið nú, sigur Rólvur.
Taðeru fleiri bøndur, sum
hava annað arbeiði við síð-
una av. Men tað eru serliga
bøndur, sum bara hava
seyð. Tað hevði hvorki
borið til hjá Rólvi ella
Honnu Elinu, tí tey hava
eisini smá børn.
- Eg kundi heldur ikki
hugsað mær at havt nakað
annað aftrat, sigur Rólvur.
spe?
Fyri tingið
týsdagin
Broytt ella óbroytt. Uppskotið
um
arbeiðsloysistrygging
verður undir øllum umstóýðum
lagt fyri løgtingid týsdagin
Tað eydnaðist ikki lands-
stýrinum á fundinum í gjár
| at avgreiða uppskotið um
| arbeiðsloysistrygging.
29 mál vóru á skránni fyri
fungig, og tey náddu ikki
stórt meira enn fiskivinnu-
málini. Uppskotið um ar-
beiðsloysistrygging varð
umrøtt, men tað krevur
meira viðgerð. Landsstýrið
fer at viðgera tað aftur í
næstu viku. Landsstýris-
fundur verður bæði mána
| dagin og týsdagin.
Jóannes Eidesgaard dugir
ikki at siga, um landsstýrið
ger nakrar broytingar,
áðrenn málið verður lagt
| fyri løgtingið. Stundir eru
ikki ul tær stóru broyting-
arnar, tí málið skal hvussu
víkir og vendir fyri tingid
týsdagin.
Seinastu dagarnar hevur
Jóannes Eidesgaard havt úr
at gerað við at ferðast um
landið og greiða frá upp-
skotinum. Landsstýrismað-
urin hevur saman við Inge-
borg Vinther, forkvinnu í
Føroya Arbeidarafelag,
verið á fleiri fundum, sum
arbeidarafeløgini hava
skipað fyri. Fleiri fundir
verða næstu kveldini,
áðrenn uppskoud verður
lagt fram.
randi
Vantar fólk
at Vitja folk
Skipanin hjá pensionistafeløg-
unum at senda fólk út at vitja
einsamøll
virkar
væl, men
teimum tørvar fleiri vitjanar-
vinir
10. desember byrjadi skip-
anin hjå Landsfelag pens-
ionistanna við vitjanarvin-
um. Tað er ein skipan við, at
fólk bjóða sær til at fara út at
vitja eldri og onnur, sum
sita einsamgll heima.
Longu nú eru umleið 30
eldri fólk, sum fáa slíka
vitjan einaferð um vikuna.
Báðir partar lata líka væl at.
Bæði tey, sum vitja, og tey,
sum fáa vitjan, sigur Brynj-
álvur Borðoy, skrivari í
landsfelagnum.
Tey hava sett av ein tíma
um vikuna til hvørja vitjan,
men hann hevur frætt, at
vitjanarvinirnir sita ofta væl
longur. Tey koma at kenn-
ast betur og betur, og so
gongur prátið.
Í Havn búgva flestu
fólkini, og tí eru tað eisini
flest í Havn, sum fáa vitjan.
Men hini stødini í landinum
eru komin væl við.
Summastaðni eru fólk,
sum hava biðið um at fá
vitjan, men landsfelagið
hevur ongan at senda út.
Tað er serliga í bygdunum
fram við Skálafjørðinum og
í Fuglafirði, at landsfelagið
kundi hugsað sær at fingið
vitjanarvinir.
Enneru tað mest kvinnur,
sum bjóða sær til at fara út at
vitja. Onkrir menn eru kor-
tíni millum vitjanarvinir-
nar. Líka nógvir menn sum
kinnur hava fáa vitjan.
Brynjálvur Borðoy ivast
ikki í, at tað við tíðini verða
fleiri og fleiri, sum biðja um
at fáa vitjan.
Landsfelagið hevur gjørt
ein faldara, sum í næstu
viku verður lagdur út á gll
almenn stød, har fólk koma.
Hesin faldari sigur frá skip-
anini við vitjanarvinum.
randi
Jóhanna Johannesen,
forkvinna, og Brynjálv-
ur Borðoy, næstformað-
ur og skrivari í lands-
felagnum, standa fyri
skipanini við vitjanar-
vinum
Nú er opið soteiðis:
friggjekvøld og leygarkveld frá kl. 19.00 til
01.00, og sunnukvøld frá kl.19.00 til 23.00.