fríggjadagur 24. januar 1992síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 16 — 24. januar 1992
=
anin hjá tryggingartakar-
anum aftur at sleppa til
arbeiðis.
Legtingið hevur sam-
tykt uppskot um at mæla
danska fólkatinginum til
at gera broytingar í grein 9
í forsorgarlógini. Her
verður mælt til at lækka
veitingina vegna arbeiðs-
loysi til fólkapensións-
upphæddina og eina upp-
hædd fyri hvert barnið.
Hetta er sanniliga ikki ein
broyting, sum m.a. Javn-
aðarflokkurin undir ødr-
um umsteðum hevði
kunnað tikið undir við.
Noyddir
at velja
Men her vórðu vit noyddir
at velja, sum so ofta fyrr.
Veitingarnar, sum í dag
fáast vegna arbeiðsloysi,
verða útroknaðar eftir tí
tørvi umsøkjarin hevur.
Okkum er tað greitt, at ein
arbeidsloysisskipan ong-
an møguleika fær i kapp-
ing vid forsorgarlógina,
við ti ursliti, at fólk flest
høvdu hildid seg til Al-
mannastovuna. Hennara
trygging er eisini sum so
ókeypis.
Við uppskotinum um
arbeiðsloysistrygging
hava allir foroyingar ella
rættari allir persónar
skrásettir i Feroyum mill-
um 16 og 67 ár, sum eru
tøkir á arbeiðsmarknað-
inum, meguleika at
tryggja seg.
Politiskt er tað eitt
ynski, at júst henda skip-
an skal vera tann primera,
imedan almannalóggávan
er tað seinasta, ið roynt
verður í hesum sambandi.
Tryggja okkum til
lívsins uppihald
ad c.
M.a. starvsmannafelags-
umboð hava í pressuni
ført fram, at hetta út-
gjaldingarsteðið, ið
tryggingin bjóðar, er als
ikki nøktandi fyri teirra
limir.
Til hetta er fyri tað
fyrsta at siga, at útgjald-
ingarstødid er fyribils sett
til 70% av eini arbeiðara-
løn, tí mett verður, at
skipanin ikki kemur at
hava sterri fíggjarliga
orku.
Fyri tað næsta hevur
tað ongantíð verið ætlan-
in, at skipanin skuldi
kunna svarað til eitthvort
kostnaðarsteði í okkara
samfelag. Fyrst og fremst
skal skipanin tryggja okk-
um til lívsins uppihald.
Fyri tað triðja hava vit
ongantíð ætlað at tryggja
luksus.
Lat meg enda við at
siga, at boðskapurin í
uppskotinum er greitt
tann, at vit fremst av øll-
um fáa eina skipan sum
sigur, at tað altíð skal løna
seg at átaka sær eitt
arbeiði heldur enn at
ganga arbeiðsleysur.
Fáa nógmikið
at ríva í
Uppskotið til logtingslóg-
ina er ein rammulóg, og
tað eru enn nógvir spurn-
ingar, sum ikki eru út-
greinaðir. So eydnast at
fáa eina skipan, so fáa
stýrið og leiðslan nóg
mikið at ríva í, serliga ta
fyrstu tíðina.
I Danmark kemur ein
kunngerð 14. hvenn dag
um hesi viðurskifti, og
teir hava havt skipanina í
skjótt hundrað ár.
Vit hava enn ikki tikið
tað fyrsta stigið, so ynski
um at alt skal vera leyst og
liðugt frá byrjan av, er at
krevja ov nógv.
Annars hava danir, vit
hava verið í samband við,
sagt; at teir meta uppskot
okkara skilagott. Serliga
er tað tað einfalda í skip-
anini, sum teir hava lyndi
at evunda okkum og tað,
at tað eru partarnir á
arbeiðsmarknaðinum,
sum sjálvir hava fíg-
gjarliga og administrativa
ábyrgd av skipanini.
Somuleiðis hava vit
fingið at vitað, at ILO
(International Labour
Organisation) metir upp-
skotið liva upp til tey krøv,
sum í dag vera sett til slíka
skipan.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður
berammet til
ved.
Aflysning av
tvangsauktion
Tvangsauktion over matr. nr. 40 Nes
torsdag den 06. februar 1992 kl. 10.30
tilhørende Eyðfinn Olsen, aflyses her-
Færgernes fogedret,
den 22.01.92
Ole G. Olesen
dfm.
Framhald av síðu 2
visari minkan av rúsinum,
hendir aloftast tað, at tað
evni, sum verður nýtt til
avrúsanina, gerst eitt
nýtt misbrúksevni fyri
sjúklingin/klientin, og
harvið er onki vunnið,
„misnýtsluspektrið< er
bert víðkað.
Hetta eru royndir, vit
sjálvur hava gjert og á-
sannað. Viðgerð okkara
hevur eisini tikið við læru
av hesum, og hava vit til-
rættað okkara avrúsanar-
deild eftir hesum, soleiðis:
viðgerðin á Heilbrigdi
byggir á fólk, ið ynskja at
gerast heilt leys av rús-
evnum, og byrjar henda
viðgerð í somu letu sum
tann einstaki kemur inn á
viðgerðarstovnin. Tað er
júst her at tann motiver-
andi innlæringin fer fram,
og at tað, so hvert sum
rúsurin minkar, verður
sett nakað í staðin fyri
sjálvan rúsin.
(11)
Sjálvt um avrúsan fer
fram á eðrum stað, so vil
hetta, hvat viðgerð á Heil-
brigdi = viðvíkur, ikki
stytta um viðgerðartíðina,
og fyri stovnsbygnaðin,
sum hann er aftan á spar-
ingarnar, vil hetta ongan
týdning hava.
út frá hesum kunnu vit
bert síggja hetta sum eitt
fyri landið dýrkandi lið, ið
kundi verið nýtt betri á
eðrum eki.
(111)
Karmurin kring eina av
rúsan er a
týdningi,
alstórum
fyri at henda
kann gerast »effektiv«.
Her verður misnýtarin al-
oftast at
»fremmantlikam« á eini
vanligari sjúkrahúsdeild,
har hann skal viðgerast
millum aðrar lutfallsliga
»stillar« sjúklingar, og vil
hetta bróta alla vanliga
arbeiðsgongd.
Hin vegin er misnýtarin
aloftast sálarliga alt ov
frískur til at verða lagdur
inn á pyskiatriska deild.
Og her skal viðmerkj-
ast, at í samband við
likamligar og sålarligar
»komplikationir«, hava
vit havt framúr gott sam-
starv við intensiv og
psykiatrisku deild á
Lanaðsjúkrahúsinum.
Okkara niðursteða er, at
samanspælið millum teir
einstøku misnýtararnar,
meta sum eitt
tað læknaliga og tað peda-
gogiska, skal lýsa støduna
hjá einstkalinginum, sam-
stundis við at hann/hon
verður minkað/ur burtur
úr rúsinum og »gøddur«
til ein betri heilsu- og
sálarligan stand, út frá
hverjum hann gerst ferur
fyri at broyta sín lívshátt.
At enda
Hetta kann kanska tykj-
ast eitt sindur eintáttað,
sæð uttanífrá, men mega
vit her enn einaferð undir-
strika, at hetta ikki er
teori, men harafturímóti
eitt úrslit av miðvísum
royndum undir steðugari
leiðbeining frá íslendskum
serkenum læknum.
Vit hava í hesi 5—6 árini
funnið eina arbeiðslegu,
og samstundis ásannað,
at onki haldgott arbeiði
við misnýtarum av rús-
evnum kann gerast, uttan
so at hesir verða settir í
eina motiverandi viðgerð
frá fyrsta avrúsingardegi.
Undir hesum fortreyt-
um hava vit gjøgnum tey
farnu árini bygt ein
starvsfólkahóp upp, har
hver einstakur á sínum
virkiseki hevur fingið holl-
an kunnleika til avrúsing-
ararbeiðið. Og tað er júst
hetta samarbeiði, ið undir
teim røttu »fysisku« um-
stødunum kann kallast
karmurin um eina avrús-
an.
Velbastaður 22. jan. 1992
Anfinn R. Nielsen, lækni
Odmar Fære, lækni
Fróði Helmsdal,
viðgerðarleiðari
Brúktur motorur
— í góðum standi
5 ára gamal VOLVO PENTA, typa MD
30 — 62 HK v/ hydr. geari og sliriventili
v/ kompl. skrúvutoyi, útstoyti og regu-
lering — til sølu.
Box 101
Qlfred
Rasmusargøta 4
Telf. 11735
i av blusum
nidurdeilum
troyggum
buksum
frakkum
& jakkum
5 byrjar friggjamorgunin
24. jan. kl. 9.
7
Opið er til kl. 19.
| SAMA MÓTI |
Klaksvík - TIf. 55902