leygardagur 25. januar 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 17 — 25. januar 1992
grundgevingar fyri at velja
júst hetta landið
Eg hevði hoyrt, hvussu
vakurt har var, og hvussu
gott verðurlagið var. Beint
tá vóru eisini oyggjaleik-
imir í Alandi, sigur Poul
Eli.
Hann var næstan tríggjar
mánaðir í Álandi. Seinast í
august noyddist hann heim,
tá Norrøna gavst at sigla, tí
hann hevði bil við. Onkur
hevði mælt honum til at
hava bil við, tí bussleiðin í
Álandi er ikki serliga ålit-
andi.
Poul Eli var framman-
undan eitt skifti arbeiðs-
leysur, men hevði annars
gingið á landbúnaðarskúla á
Royndarstødini, har hann
sidan var fastur avloysari
fyri bøndur. Hann bað ti um
at fáa arbeiði í landbúnaði-
num, og tað fekk hann á eini
royndarstød við vakstrar-
húsi, og tey høvdu eisini
grønmeti og plantur úti.
Poul Eli sigur, at hann
treivst ómetaliga væl i
Álandi. At veðrið ikki alla
tíðina var líka gott, sum
honum var sagt, er ein
onnur søga.
Poul Eli var einasti før-
oyingur, sum í fjør hevði
nordjobb í Álandi. Tveir
aðrir føroyingar høvdu
fingið arbeiði, men tær
góvu avboð. Tað vóru stak
blíð fólk, hann var ímillum.
sigur hann. Í frítðini var
hann mest saman við nøkr-
umestlendingum, hann hitti
í Alandi, og vinarlagið
teirra millum bleiv so gott,
at teir skriva saman enn.
Hesir høvdu einki við
Nordjobb at gera.
Ikki kann sigast annað
enn, at Poull Eli var heppin,
tå hann kom aftur til Før-
oya: Hann fekk beinan-
vegin arbeiði hjá Lands-
verkfrødinginum við at
breiðka vegin norðanfyri
Kollafjørð. Poul Eli kundi
hugsað sær aftur at roynt at
fingið nordjobb, men so
leingi hann hevur arbeiði,
fer hann ongan veg.
Samson, Beinta og Poul Eli
halda seg kunna mæla
ødrum ungdómum til at
royna at fáa nordjobb, sum
øll millum 18 og 26 år
kunnu sýkja. Tað mátti
verið so upplagt ikki minst
fyri tey mongu, sum einki
arbeiði hava, halda tey.
Eingin av teimum trimum
dugdi at finna upp á nakað
serligt at svara, um ikki
okkurt var við skipanin, ið
átti at verið gðrvísi. Alt
spældi væl av, tey fingu gll
løn sambært sáttmála í land-
inumum, og vórðu tí ikki á
nakran hátt misnýtt sum
bilig arbeiðsmegi. Lenin
varso mikið góð, at tey ong-
ar útreiðslur høvdu av at
fara burtur.
- Tað var summarfrí við
løn, siga tey.
randi
Teknisk deild hjá Tórs-
havnar býráð var miku-
dagin seinnapartin úti
við Sandá og kannaði,
hví so nógv skúm
knappliga floymdi úr
brunninum við brúnna
og úr frárenslinum á
Argjalandinum.
Skúmið var sápu-
skúm, men hvaðani tað
kom, vita teir á tekn-
isku deild ikki. Tað
kann vera frá ðrum av
vaskaríunum, ið bæði
hava bundið í kloakk-
ina har.
Tekniska deild held-
ur ikki, at skúmið kann
hava elvt til nakran
skaða. Reinsiverk eru
longur uppi til at taka
tað ringasta.
Meira verður ikki
gjørt við málið, tí tað er
heldur ikki forboðið at
koyra sápu í kloakkina.
Givin
Leitað verður ikki
longur eftir tí 45 ára
gamla vestmenning-
inum, Jón Hansen, sum
eingin hevur sæð, síðan
hann týsmorgunin fór
út í báti at taka upp línu.
Tó vóru nakrir smá-
bátar í Vestmanna úti í
gjár, og somuleiðis
Vesturbúgvin.
Skip og bátar leitaðu
mikunåttina, mikudag-
in og hósdagin. Tað
einasta, ið funnið er, er
ein glúpur.
Tyrlan hjá donsku
sjóverjuni skuldi fara
at leita hósdagin, men
tá bar ikki til, tí veðrið
var so ringt, og sýnið
sera vánaligt. Tyrlan
fór tí gjáramorgunin og
fleyg fram við landi-
num nordanfyri. Um
hålvgum ellivutíðina
g6vust teir við teimum
boðum, at teir einki
høvdu sæð.
Eingin hevur minsta
varhugan, hvat kann
vera hent. Leitað hevur
verið serliga væl norð-
anfyri, men eisini suð-
ur gjøgnum Vest-
mannasund, og danska
tyrlan hevur flogið
nakrar ferðir suður-
yvir. Alt uttan úrslit.
randi
blaðið
Gevast
Ikki so
Havnar
Arbeiðskvinnufelag
stríðist við halda óorganiserað
fólk burtur frá vaskingini á
Eysturskúlanum
Tað vóru nakrar kvinnur,
sum frammanundan høvdu
vaskað á Eysturskúlan, ið
fingu vaskingin, tá skúlin
bjóðaði arbeiðið út. Hesar
áttu ikki lægsta tilboðið,
men tær bjóðaðu lægri enn
tær 14 vaskikonurnar, sum
høvdu tikið seg saman um
at bjóða.
Tær, sum fingu vasking-
ina, eru framvegis limir í
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ag. Felagnum dámdi annars
lítið, at nakrar fáar skuldu
fáa alla vaskingina, sum tær
frammanundan vóru allar
um.
Ein dag í seinastu viku
frætti nevndin í Havnar
Arbeiðskvinnufelag, at tað
vóru aðrar enn tær, sum
áður høvdu vaskað og sum
fingu arbeiðið, ið vóru við
til at vaska. Hetta vildi
felagið ikki góðtaka, tí limir
í felagnum mugu íkki ar-
beiða saman við gðrum, ið
ikki eru limir
Tí fóru tveir nevndarlimir
í felagnum friggjakvøldid
út á Eysturskúlan. Har
rendu tær seg fyrst í eina
vaskikonu, sum hevði
vaksnu dóttrina at hjálpa
sær við at vaska. Nevndar-
limirnir góvu greið boð, at
onnur noyddist at gevast og
ikki koma aftur, og dóttirin
valdi at fara.
Tær hittu eisini eina aðra,
sum somuleiðis fekk hjálp
frá síni vaksnu dóttur. Tær
báðar fingu somu boð.
Hósmorgunin frætti
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ag aftur, at ikki limir í felag-
num framvegis vaskaðu
Eysturskúlan. Móti kveldi
fór nevndin út á skúlan at
kanna, hvussu var, men tá
vóru allar dyr læstar.
Tær bíðaðu so við dyrnar,
og út komu aftur móðir og
dóttir.
Gera tiltøk
Nevndin í Havnar Arbeiðs
kvinnufelag ætlar ikki at
lata hetta ganga. Tær fara
atsenda út lýsing og nokta
limum sínum at arbeiða
saman við gðrum enn lim-
um í felagnum á Eystur
skúlanum, og tær fara eisini
at nokta gðrum limum enn
teimum, sum áður hava
vaskað á skúlanum, at taka
hetta arbeiðið á seg.
Høvdutær, sum nú vaska
ikki verið limir og vóru
farnar pp í Havnar Arbeiðs-
gevarafelag, var einki í
forðaði teimum í at taka
børn og kasnka mannin við
Fundur fyri
álitisfólkini
Seinnapartin í dag hittast
álitisfólkini hjá heimahálp-
arafelagnum í hølum felag-
sins í Havn.
Har fáa álitisfólkini frá-
greiðing um, hví nevndin
valdi at siga upp limaskap
sin í Føroya Arbeiðarafel-
ag. Nevndini ætlar sær
eisini útkring landið at geva
limunum frágreiðing.
Hetta verður gjørt, sam-
stundis sum misnøgdir limir
skipa fyri fundum við enda-
málinum at fáa nevndina at
taka uppsøgnina aftur.
Ein fundur var seinast
leygardag við Gøtugj6gv,
og tann fundurin heitti å
nevndina um antin at taka
uppsøgnina aftur, at kalla til
eykaaðalfundar ella leggja
frá sær.
Fundur hevur verið í Suð-
uroynni, og hóskvgldið var
fundur í Havn. Av fund-
inum í Havn frættist, at 18
møttu á hesum fundi, ið
varð hildin í hólum Føroya
Arbeiðarafelags. Fleiri
rýmdu av fundinum, tá
nakað var fráliðið, og tá so
fáar vóru eftir, kundi hesin
fundur ikki gera nakra sam-
tykt.
randi
ul arbeiðis. Tað hevði
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ag einki kunnað sagt til.
- Men tær eru limir hjá
okkum og sambært lóg
felagsins mugu tær ikki
arbeiða saman við øðrum,
sum ikki eru limir, sigur
Vígdis Johannesen, for-
kvinna í Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag.
Tað, sum kanska argar
nevndin í Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag mest, er, at
onnur vaskikonan, sum
hevði dóttrina við, ikki er
nøkur tilvildarlig kona.
Henda er nevniliga kona
Síða 5
Havnar Arbeidskvinnu
felag ansar væl eftir, at
ikki aðrar enn tær, sum
áður Eystur-
skúlan, gera hetta ar-
beiðið, ið skúlin læt til
nakrar fáar
vaskaðu
formannin í Havnar Ar-
beiðsmannafelag.
- Eitt er at konan er limur í
okkara felag. Men tað er
serliga grovt, at kona ein
fakfelagsformann arbeiðir
ímóti okkara felag, sigur
Vígdis Johannesen.
. randi
… ANN NÝGGI
FORD ORION TRAVELLER,
-HEVUR TU SÆD HANN?
UM IKKI, SO KOM!!
ti
pf. wenzel petersen, tif. 13873