Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 2003síða 25

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 67 - 5. apríl 2003 Nr. 67 - 5. apríl 2003 49 Toll og Skatt rentustuðul pdf www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Sosialurini Internet -ta -t ð loysir seg Í mong ár hevur Diana í Puntabyrgi myndað felagið Javna, har hon hevur verið formaður fýra skifti. - Styrkin kemur frá Harranum, og hann hevur verið vegleiðari mín í arbeiðnum, sigur Diana, nú hon leggur formansstarv- ið frá sær FÓLK Á LEIÐINI Rúna Sivertsen Diana í Puntabyrgi er fødd í 1941 á Selatrað, har hon eisini sleit sínar barna- skógvar. Foreldur hennara, Anna Maria og Mathias Jacob- sen, fingu 9 børn, og er Diana elst av systkjunum. Í 1962 giftist hon við Finn í Puntabyrgi av Tvør- oyri, og eiga tey børnini, Ann, Margee og Tórur. Barnaárini vóru góð, men Diana mátti arbeiða fyri seg. Pápi hennara, sum var timburmaður, var nógv burtur, viðhvørt til skips og onkuntíð smíðaði hann avstaðis. Mamma hennara var tí nógv einsamøll við stóra barnaflokkinum. Í einum húsi við so nógvum børn- um, var nógv at gera, og Diana slapp ikki at liggja á lætu síðuni. Hon var bert ein lítil smágenta, tá hon varð send til neyta og í torv. Tá í tíðini vóru heldur eing- ir hentleikar, so arbeiðið var hart og strævið. Tænti í Sloans húsi Tá Diana var 14 ára gomul, fór hon, eins og flestu gentur tá, út at tæna. Leiðin gekk til Havnar til Ellu Sloan, har hon skuldi vera arbeiðsgenta. - Hjá Ellu var gott at vera, tí tey vóru so fitt, og eg lærdi at arbeiða har, sigur Diana. Í Sloans húsi var stuttligt at vera, tí har kom altíð so nógv fólk. Húsið var altíð klárt at taka móti gestum, og ofta gisti onkur har eisini. Árini, hon var í Havn gekk hon í handilsskúla og tók handilsskúlaprógv í 1961. Tað var eisini í Havn, hon kom at kenna Finn, sum hon giftist við í 1962. Niður at lesa Tey fyrstu árini búðu tey á Skála. Tá arbeiddi hon eitt skifti á skrivstovuni á skipasmiðjuni hjá Kjølbro. Men tað gav ikki so nógv av peningi sum fiskaar- beiði. Hon tók tí tað strævnara arbeiðið í turki- húsinum framum, fyri at vinna meiri av peningi. Diana og Finn ætlaðu sær niður at lesa, og tað ráddi um at savna sær pening, tí tá vóru ikki so góðar fíggj- arligar sømdir hjá teimum, sum lósu niðri. Í 1964 fóru tey so avstað, hon at læra til sjúkra- hjálpara og hann at lesa til byggifrøðing. Árini í Danmark vóru góð, og danska samfelagið tók væl móti teimum, ser- stakliga tá tað vísti seg, at tvey av børnum teirra bóru brek. Av tí at føroyska sam- felagið lítið og einki hevði at bjóða teimum menn- ingartarnaðu, vóru tey ver- andi niðri og komu ikki heimaftur eftir lokna út- búgving. Men tá felagið, Javni, varð stovnað, broytt- ust umtøðurnar hjá teimum so við og við. Og tá Skúlin á Trøðni fór at undirvísa menningartarnaðum, hildu Diana og Finn av, at nú var tíð at flyta heimaftur. Entrepenørur Gjøgum árini hevur Diana eisini fingist við annað virksemi enn tað, sum er innan øki teirra menningar- tarnaðu. Í 1973 varð Føroya S j ú k r a h j á l p a r a f e l a g stovnað, og var Diana fyrsti formaður hjá felagnum. Í mong ár rak hon saman við manni sínum entre- penørfyritøkuna, P/f í Puntabyrgi, har hon hevði alt tað skrivliga um hendi. - Tað var ein spennandi tíð, og vit høvdu nógv góð arbeiðsfólk, sigur Diana. P/f í Puntabyrgi, við bú- merkinum, Varin Vísir Vegin, bygdi m.a. Nonnu- klostrið, sum er tað einasta av sínum slagi í Føroyum. Bygningurin, sum Sjó- vinnubankin læt byggja við SMS og ítróttarhøllin í Runavík, eru millum tey verk, sum standa eftir fe- lagið, tá tey góvust í 1985. Eigi at gevast nú - Nú eri eg gomul, tíðirnar broyttar, og eg eri broytt. Nú er tíð hjá mær at gevast - og hjá teimum yngru at taka við, sigur Diana. Diana sigur, at hon hevur havt eitt gott og spennandi lív. Tey menningartarnaðu hava fylt heim teirra. Nærmastu grannar eru tvey sambýli; tað hevur eisini ríkað heimi hjá Dianu og Finn. - Okkara vinfólk eru av góðum orsøkum tey menn- ingartarnaðu og teirra av- varðandi, sigur Diana. - Tíðin, sum formaður í Javna, hevur verið ser- stakliga góð fyri meg. Tað hevur verið avbjóðandi og stuttligt, og eg eri komin at kenna nógv fólk, sum eg annars ikki hevði havt møguleikan at hitt, sigur hon. Diana, sum er eitt ar- beiðsgrev og ikki orkar at binda frið, er takksom fyri, at hon er signað við góðari heilsu. Nú fer hon at gera alt tað, sum stundir ikki hava verið til fyrr. Hon ætlar sær at hugna sær heima og at vitja fólk. - Í øllum hevur Gud verið skjól okkara, og hann hevur hjálpt okkum í neyðini. Nú lati eg arbeiðið frá mær og fari út í urtagarðin at hjálpa Finn. Diana – rødd teirra veikastu Í dag leggur Diana í Puntabyrgi frá sær sum formaður í felagnum Javna. Hon hevur røkt hetta starv í tilsamans 11 ár, fyrst frá 1978-80, síðani 1984-89, frá 1992-96 og frá 2000-03. Í 1977 var hon næstformaður hjá felagnum. Fyrsta blaðið hjá Javna kom út í 1973, og var Diana ábyrgdarblaðstjóri fram til 1976. Diana er 61 ára gomul. Fakta Í dag leggur Diana í Puntabyrgi frá sær sum formaður hjá Felagnum Javna C M Y K 49 48 UNGMANNAFELAGIÐ KELDAN, SKÁLAVÍK Sandoyarstevnan verður á Keldu vikuskifti 18., 19. og 20. juli. Nevndin TIL SØLU Radiatorur 30x75. Hurð b. 55 cm. Vask, Bilbarnastólur. Tlf. 443056 ella 213313 H-VINDEYGU TIL SØLU 4 stk. nýggj H-vindeygu 128,8 x 118,8 cm. til sølu við loddrøttum sprossa. 2 stk. av vindeygunum hava loddrættan sprossa á vinstru síðu og 2 stk. vindeygu hava loddrættan sprossa á høgru síðu. Tlf. 456017 ella 216121 FRÁ FØROYA AKVARIUFELAG Loppumarknaður verður á gongugøtuni 3. mai. Um onkur hevur hug at lata nakrar lutir eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á tlf. 213232 ella 504805 KØLIREOL br. 2.5 m. hædd 2 m. við leysum kompressara bíliga til sølu. Tlf. 315528 FRYSTIBOKS við glasloki bíliga til sølu. Tlf. 315528 SAMLAÐ AVHEINTINGARTILBOÐ Ein wc-kumma, eitt baðikar, eitt vask, ein brúsikabina. Liturin er karry myrkagulur. Tlf. 318914 BRENNIOVNIR TIL SØLU Ein stórur brenniovnur, 100x65x50, sum hitar upp til uml. 80 fermetrar, bíliga til sølu. Tlf. 319601 APEX FERÐASEÐIL Eigur onkur ein Apex ferðaseðil at selja mær eitt sindur bíligari. Ring 316371 ella 216371 NOKIA 3330 við 7 coverum + eina tasku til sølu fyri 1400 kr. Tlf. 250908 Kári HEY! Hava tit klæðir, bøkur, møblar ella onnur brúksting, ið tit vilja sleppa av við, vilja vit fegin avheinta tað. Í Vágum tlf. 255669 í Havn tlf. 267704 02.b TIL SØLU Ein góð elektrisk skrivimaskina til sølu Carrera II. Tlf. 252623 TIL SØLU Saðil 15" og boksl str. Full til sølu fyri 2.200,- Nýprísur 3.700,- Lítið brúkt. Tlf. 458020 ella 226383 ANTIKVITETER SÆLGES BILLIGT Grundet kommende flytning bl.a. afsyrede møbler, blik dåser, petroleumslamper, billeder, kikkerter. Rich's samlealbum og meget andet. Tlf. 319194 ella 257246 NOKIA 3210 fartelefon við løðara 500,- kr. Tlf: 442181 MODELBÁTUR til sølu. Báturin er heimagjørdur. Ein elmotorur fylgir við. Prísin kunnu vit tosa um. Tlf. 251439 TIL SØLU Innhurð v/karmi, 0,77 x 2.10 m, til sølu fyri 500 kr. Tlf. 219994 YNSKIST Kølibox 12 V skal brúkast í bili, ynskist til keyps. Tlf. 219125 YNSKIST Er tað nakar, sum hevur ein Apex flogferðaseðil Keypmannahavn og aftur bíliga til sølu. Tlf. 312762 aftaná kl. 15 KIOSK INVENTAR bíliga til sølu: Hillar, stativ, frystiboks, kølidiskar. Tlf. 447579 NÝGGJ FARTELEFON Nokia 6100. Fartelefonin hevur ikki verið í brúk. Til sølu fyri 3100 kr. Tlf. 60679949 MYNDATÓL TIL SØLU 1 1/2 ára gamal Minolta Dynax 500si kassi til sølu fyri 1800 kr. 1 ára gamalt Minolta 3500 xi blitz til sølu fyri 1500 kr. 1 ára gomul Tamron 28-300 mm. aspherisk linsa. til sølu fyri 5000 kr. Samlað til sølu fyri einans 7500 kr., nýprísur 13000 kr. Tlf. 260590