leygardagur 5. apríl 2003síða 26
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 67 - 5. apríl 2003
Nr. 67 - 5. apríl 2003
51
Rejsehuset í Danmark
skipar fyri sokallað-
um heilsubótarferð-
um til Póllands. Ferð-
irnar eru fyri øll, men
serliga eru tað fólk
við ringum ryggi,
ovurviðkvæmi og
ringum blóðrensli,
sum brúka henda
møguleikan. Fleiri
føroyingar hava eisini
verið á heilsubótar-
uppihaldunum
HEILSA
Ingrid Bjarnastein
Danir kalla tað fyri »kur-
rejser«. Og í løtuni eru tær
ógvuliga væl um tóktar, og
fleiri føroyingar eru við á
heilsubótarferðunum, sum
danska »Rejsehuset« skipar
fyri til Póllands nakrar
ferðir um árið.
- Vit skipa fyri hesum
heilsubótarferðunum mill-
um annað til Póllands, men
eisini aðrastaðni í Evropa.
Vit hava verið til í 12 ár, og
heilt frá byrjanini hava vit
havt føroyingar við á ferð-
unum, sigur Ryszard H.
Nickel, stjóri á Rejsehuset.
Ryszard H. Nickel er
sannførdur um, at føroy-
ingar hava veruliga tørv á
slíkum heilsubótarferðum
til heitari lond.
- Ferðin gongur ikki bara
út uppá heilsu. Tað er eisini
ein ferð við mentan og
upplivingum. Skipað verð-
ur eisini fyri útferðum,
konsertum
og
øðrum,
greiðir Ryszard Nickel frá.
Náttúrligt
Rejsehuset leggur stóran
dent á, at allar viðgerðirnar
á heilsubótarstaðnum eru
náttúrligar. Ferðirnar eru
fyri øll, men tað eru serliga
fólk við ringum ryggi,
ovurviðkvæmi og ringum
blóðrensli,
sum
brúka
henda møguleikan.
- Vit viðgera hesar sjúk-
urnar á staðnum. Vit brúka
vatnmýking, runubað, salt-
vatnsbað, svávulsýrubað og
annað. Eisini hava vit
varmakeldur, akupunktur,
zoneterapi og nógv annað.
Allar
viðgerðirnar
eru
náttúrligar, og ongi evna-
frøðislig evni verða nýtt,
sigur stjórin.
Fleiri føroyingar eru við,
tá Rejsehuset skipa fyri
ferðunum. Nógvir føroy-
ingar venda eisini aftur ár
eftir ár, og lata teir sera væl
at viðgerðini.
At fara eina heilsubótar-
ferð er ikki so kostnaðar-
mikið, sum ein kundi
hugsað sær. Ein ferð til
Polczyn í Póllandi kostar úr
Danmark
smáar
5000
krónur, og tá er alt við. Tað
verið seg ferð, uppihald,
matur og viðgerðir.
Í dag, leygardag, verður
ein fyrilestur í Skálanum í
Tórshavnar
Kommunu-
skúlanum klokkan 16.00.
Har fer Ryszard H. Nickel
at greiða frá um heilsu-
bótarstøðini hjá Rejsehuset.
Til Póllands at njóta lívið
Soleiðis sær út á tí eina heilsubótarstaðnum í Póllandi. Her ber veruliga til at taka sær av løttum og njóta tilveruna
Ryszard H. Nickel, stjóri í
Rejsehuset, heldur í dag,
leygardag klokkan 16 fyri-
lestur um heilsubótarstøðini,
sum Rejsehuset skipar fyri
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
51
50
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Leygardagin 05.04.kl. 2030
Sunnudagin 06.04.kl. 1930
Leygardagin 05.04.kl. 2000
Leygardagin 05.04.kl. 2300
Sunnudagin 06.04.kl. 1915
Sunnudagin 06.04.kl. 2200
Leygardagin 05.04.kl. 2230
Sunnudagin 06.04.kl. 2130
Frumsýning
Fríggjadagin 11.04. kl. 1900
Fríggjadagin 11.04. kl. 2115
Fríggjadagin 11.04. kl. 2330
KOMANDI FILMUR
P BIO P
KIOSKIN
Heitt Pop-Corn -
Coca Cola -
Góðgæti - Fóm ís
- o.m.a.