týsdagur 28. januar 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 18 — 28. januar 1992
- -
SE s0Sialurin
Síða 15
ítróttur
|
|
Topplidini Skåla og Neistin hittust:
Spennandi og
javnur dystur
Skåla-Neistin 18-19 (8-8)
Skála: Sóley Mikkelsen 13,
Anna Maria Berthelsen 2,
Palma Petersen Í, Katrin
Petersen 1, Alma Joensen 1
Neistin: Kára á Dunga 5,
Svanna Hanusardóttir 5,
Súna Mørk 3, Mildrid Jacob
sen 2, Rita Berg 2, Guðrun
Paturson 2
Åvaringar: Skåla 3, Neistin I
Utvisingar: Skåla 2, Neistin 3
Neistin, ið longu fyri nak-
að síðani uryggjaði sær
plássið í ovara bólkinum í
endaspælinum hjá kvinn-
unum við fýra stigum í
skjáttuni, hevði ikki fyri
neyðini at prógva nakað í
dystinum á Skála leygar-
dagin, tá spælt varð móti
Skála.
Men kortini gjørdu bæði
liðini sítt allarbesta fyri at
skapa ein góðan og spenn-
andi dyst. Ongantíð varð
stórt glopp millum liðini
bæði, ið fylgdust at kalla
alla tíðina við einum ella
tveimum málum á muni.
Verjutaktikkurin
eydnadist stórt sæð
Meginpartin av tíðini
var tað heimaliðið, ið var
frammanfyri, men móti
endanum gjørdi Neistin
ein vørr, ið varð nóg stór-
ur til, at gestirnir úr Havn
kundu fara heim aftur við
báðum stigunum, meðan
Skála sat eftir við ongum.
Skála hevði lagt verju-
spælið væl til rættis, og
gekk verjutaktikkurin stórt
sæð fgjøgnum, sum ætlað.
Eitt nú fekk Marjun
Christiansen, ið fleiri av
seinnu dystunum hevur
verið millum dyggastu
málskjúttarnar hjá Neist-
anum, ikki eitt einasta mál
hesaferð. Sóley Mikkelsen
tók sær av at dekka hana
upp. Somuleiðis fekk held-
ur ikki Svanna Hanusar-
dóttir eins leysar teymar
og hon onkran annan dyst
hevur fingið, men her bar
ikki til at forða fullkomu-
liga, og fekk hon tí fimm
mál kortini.
Dysturin millum Skála
og Neistan var spenn-
andi alla tíðina, og ikki
kom nakrantíð glopp
millum liðini, ið fylgd-
ust við einum máli á
munt. Mynd: Brandur
Hinar vart við seg
Hinvegin skaptu av-
markingarnar av ávísum
Neista-spælarum bert hin-
um stórri møguleika at
gera vart við seg, og tað
gjørdu tær eisini í so stór-
an mun, at tað at enda var
nóg mikið til sigurs.
Skála byrjaði dystin
væl, men hóast Neistin
hevði longri tíð um at
koma í gongd, og Skála í
løtum var á odda bæði 3-1,
4-21 og 7-3, varð stødan í
hálvleikinum 8-8.
Í seinna hálvleiki gekk
dysturin fram á sama hátt,
har Skála var tað eina mál-
ið frammanfyri. Men alla
tíðina var spenningur í
dystinum, júst tí liðini
ongantíð fóru frá hvørjum
ødrum, men fylgdust.
Ikki fyrrenn móti end-
anum tók Neistin rættiliga
dik á seg, og við brotskasti
í næstsíðsta minuttinum
sluppu Neista-kvinnurnar
endiliga framum, eftir at
hava fingið javnleik 18-18
í minuttinum undan.
Utskifting kostaði stig
Skála náddi tó at fáa
álop í gongd aftur, og við
14 sekundum eftir — og
ikki fýra! — >noyddi< róp-
andi åskodarafjøldin ein
av Skåla-spælarunum til at
skjóta frå miðjuni av, og
harvið var síðsti kjansur
fyri javnleiki rokin.
Ivingarsamt er, um
heimaliðið á nakran hátt
kann vera nøgt við at tapa
hendan dystin við einum
máli, men hinvegin má
sigast, at tað er Neistanum
til rós, at kvinnurnar ikki
koma úr Havnini fyri at
fáa dystin spældan lidnan
uttan ein innsats, sum
fryktast kann fyri í slíkum
dysti, har úrslitið í roynd
og veru ikki broytir so
nógv.
Neistakvinnurnar vildu
vinna, og til tess gjørdu
tær ein góðan innsats. Tað
sama vildu Skálakvinnurn-
ar eisini, men hesaferð
ikki við sama hepni sum
mótstýðuliðið.
Spurningurin er, um ikki
eisini ein helst eitt sindur
óneyðug útskifting í
verjuni móti endanum
kostaði meira, enn ráð
vóru ul, so sigurin glapp
úr hondum
Nýggjan málverja
Men í øllum fórum eru
bæði liðini í ovara end-
anum av endaspælinum,
har Neistin fær fýra stig
við sær og Skála trý, so 6-
ivad er onkur spennandi
uppgerð eftir enn millum
hesi bæði liðini.
Skála hevði annars
nýggjan málverja sunnu-
dagin — Jóhanna Mikkel-
sen, ið áður hevur vart mál
fyri Stjórnuna. Hon stóð
seg sera væl í dystinum og
tók nógv skot. Hon av-
loysir Andreu Weihe, ið er
niðri í løtuni.
(hj.)
Róðrarsamband Føroya
hevur nú fastlagt, nær
tær seks FM-stevnurnar
í kappróðri skulu vera.
Til í fjør vóru stevn-
urnar við FM-kapp
róðri fimm í tali, men
síðani er ein stevna
Sunda
Eitt sindur av ósemju
var í fjór um, nær hon
skuldi vera, tå greitt
varð, at hon kom at
liggja sama vikuskiftið
sum Eystanstevnan
yvir 30 ár hevur verið
Men nú munnu um-
boðini fyri tær ymsu
stevnurnar vera komin
til semju um hetta, ti
Fastlagt FM-
stevnurnar
aftur i år liggur Sunda-
lagsstevnan móti end-
anum á juni mánaði
meðan Eystanstevnan
nú er miðskeiðis í juni
Stevnurnar eru ann
ars lagdar í hesi rgð
Norðoyastevna
31. mai í Klaks
Fystanstevna 13.-14
juni í Runavík. Jóan
søka 21.-21. juni
Sundalagsstevnan
Vestanstevna i Vest
manna 11.-12. jul
Olavsøka í Havn 28
29. juli.
hj.
Virkisfótbóltskapping:
Fær góða
undirtøku
Komandi vikuskiftid
verður skipað fyri eini
sokallaðari virkisfót-
bóltskapping í Gunda-
dalshøllini. Kappingin
nevnist Sjóvinnubanka-
kappingin '92.
Síðsta freist at boða
frá luttøku varð úti í
gjárkvgldið, og kundu
65 lið tekna seg. Helst
er kappingini ruddiliga
fullteknað, tí longu í
farnu vikuni, langt fyri
tíðina, høvdu eini 40
lið teknað seg.
Minnist til
haldaragjaldið!
Ein av treytunum
fyri luttøku er, at liðini
bert hava loyvi at hava
ein spælara við, ið tvey
tey síðstu árini hevur
spælt í tímum teimum
ovastu deildunum i
landskappingini.
Sum er, sær út til, at
flestu liðini koma úr
Havnini, men eisini eru
eitt nú nøkur úr Klaks-
vík.
hj.