Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 — 29. januar 1992 tíðindablaðið (Sosialurin Vandamikil móðurmerki Børn, sum eru fødd við stórum móðurmerkjum, hava 10-12 prosent stórri møguleika fyri at fáa krabbamein í húðina seinni í lívinum. Verður móðurmerki tikið burtur innan barnið er tvær vikur gamalt, er møguleikin fyri misprýðandi arrum næstan ongin Nú skulu jarðamgður og barnalækar á øllum sjúkrahúsum í Noregi beinanvegin boða frá og skráseta øll børn, sum verða fødd við stórum móðurmerkjum. Eitt stórt móðurmerki verður definerað til stødd- ar um ein hálv hond. Eisini vanlig móðurmerkir økja um møguleikan fyri at fáa krabbamein í húðina seinni í lívinum, skrivar Kari Aarstad Aase í norska blaðnum Verdens Gang. Avaring Um stutta tíð verður boðað frá hesum í tíð- arritinum hjá norska læknafelagnum. Læknar hava leingi verið greiðir yvir, at fleiri tilburðir av krabbameini í húðini finnst hjá fólkum við vidføddum stórum móðurmerkjum. --Fyri stuttum løgdu vit merki til, at møguleikin fyri einum misprýðandi arri er munandi minni, um eitt stórt móðurmerkið verður tikið burtur áðrenn barnið er tvær vikur gamalt. Verður merkið tikið so tíðliga, so er møguleiki fyri at skava tað burtur, sigurmPer Thune, yvirlækni á Ullevál sjúkrahúsi. Hann vísir á, at tað eru rættuliga få børn, sum verða fødd við stórum móðurmerkjum. Eitt út av hvørjum túsund. Av hes- um fáa millum 10-20 prosent húðkrabba seinni í lívinum. Egnar kanningar Í skjótt tvey ár hevur Ullevål Sjúkrahús gjørt sínar egnum kanningar og 2000 persónar eru kann- aðir. Hjá 40 av hesum hevur tað víst seg, at tey hava illkynja móðurmerki, sokallaðar melanomir. --Tað er ikki at siga ov nógv, at fleiri verða bjarg- aði orsakað av okkara projekti. Einasti viðgerðarhátturin sum vit kenna fyri hetta alt meira vanliga krabbameinslag er at skera móðurmerkini burtur nóg tíðliga, sigur Per Thune, húðlækni. Hann er ikki eina lotu í iva um, at øktu krabba- meinstilburdirnir í húðini koma av, at fólk sóla sær uttan skil. 800 nýggir tilburðir av melanom verða skrásettir í Noregi. Talið er tvífaldað seinastu 10 árini. Og per- sónar, sum verða raktir av hæuðkreft gerast alt yngri, vísa kanningarnar frá móðurmerkjaprojektinum á Ullevál sjúkrahúsi. Vanliga hevur eitt fólk millum 20-30 móður- merkir á kroppinum. Broyta hesi lit, stødd og útsjónd, ella fer at bløda úr teimum, tá er neyðugt at leita sær til lækna. --Okkara mál er, at skrásetingin av móður- merkjum skal verða var- andi. Tey sum hava illgrunasom móðurmerki skulu hava møguleikan fyri at vera kannaði. Krabbamein í húðini er hóast alt tann mest vanligi kreftformurin í dag og eisini ein av tí vanda- miklasta, sigur Per Thune, professari. jústinus Framsýning í a Húsinum Fero 2. februar kl. 14 - 18 lata teknarin og grafikarin Ingrid Møller og kera- mikarin Torben Ziska Jensen upp eina sokallada "Færø-billeder og kera- mik" framsyning í Føroya Húsinum, Vesterbrogade 18. Framsyningin synir 27 myndir og ein hóp av leirlutum, sum øll eru bygd á tað føroyska vakra landsskapið og ta eyð- kendu føroysku mentan- ina. Ingrid Møller er fødd i 1959 og hevur fleiri ferdir verið í Føroyum og seinast hon varð her búði hon í Havn í eitt ár. Hon sýnir fram silkimáling, oljupastal og málningar, og hugskotini hevur hon fingið tá hon hevur verið í Føroyum. "Tær smáu oyggjarnar í Atlantar- havinum bera stórar upp- livingar og ávirkanir, Amnesty International Skrivstovan í Vágsbotni er opin mánadag, miku- dag og friggjadag kl. 11—16. Tif. 15816. sum eg royni at minnast aftur í myndum mínum. Havið og himmalin. Litirnir, tað skiftandi ljósið, regnið og tann knappligi mjørkin. Sterkar åvirkanir, sum saman við føroya fólks stolta siði er ein ótgmandi íblástrarkelda, tá man sum eg arbeiðir við litum og formun". Torben Ziska Jensen sum er føddur i 1953 sýnir fram leir og høggmyndir. "Eg eri sonur hjá eini føroyskari mammu og einum påpa av Born- holm. Hugskot mini havi eg av luftini, bergunum og havinum. Eld, vatn, mold og luft og tekin hava vit menniskju altíð heft okkum við. "Tað er útfrá hesum, at eg arbeiði". Framsýningin av mynd- um og leirvørum er at síggja i Føroya Húsinum til 23. februar. Opið er: mánadag, mikudag. hós- dag og fríggjadag frá kl 12 - 19, týsdag frá kl 12 - 21 og sunnudag frá kl. 14 - 19. Ókeypis atgongd. Øll eru vælkomin. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Ingrid Møller, tlf. 31 31 08 01. Birna le i gjår. = va Grovasta dómi um toska- stuldur nakrantíð, sigur á- kærin. >Ég eri ósekur og skal prógva tað>, sigur Sonni Jo- hannesen, sum fer at kæra dómin Skiparin á Antuut, Sonni Johannesen, hevur fingið 50.000 krónur í bót. Hann er dømdur fyri toskastuldur og norðmenn siga, at hetta er grovasta dómi um stuldur, sum teir enn eru komnir framá. Antuut, fyrrverandi Enniberg, er dømdur eina bót uppá 1,5 millión krónur fyri at hava fiskað 103 tons meir enn skiparin hevði givið upp fyri norsku mynduleikunum. Akærumynduleikin hevði kravt eina bót uppá 1,9 milión, men rætturin lækkaði hesa við 400.000 krónum. Bakkar ikki Men Sonni Johannesen, skipari bakkar ikki ein | tumma. Hann sigur seg ikki hava fiska meir enn uppgivid og nú verður dómurin kærdur fyri hægri | rætt. | Sum høvudsprégv fer Sonni at nýta salt- | fiskalastina. Veidan hjá Antuut verður nå løgd upp og vigad. og vektarsedilin skal nýtast sum prógv i | rættinum. | Vit eru púra greiðir yvir, at vit hava ikki fiskað meir enn vit hava givið upp. Vit hava enntá givið | meir upp, enn vit hava mált niður. Tá lastin er vigað, | so verður munurin millum tað sum vit hava fiskað og tað sum vit hava givið upp, at norðmenn kunnu ikki rættarfylgja okkum, segður Sonni Johannesen við Sosialin í seinastu viku. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa samband við Sonna áðrenn blaðið fór til jústinus YANMAR Nú er tíð... -at bíleggja sær ein av teimum væl umtóktu YANMAR DIESEL bátamotorunum. Teir eru sera lættir og kraftmiklir. Fái eitt prát við okkum. Vit kunnu útvega motorar I pf. wenzel petersen, tlf. 13873