Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Fara helst at tendra ggtuljósini aftur Sparingin av at hava bert annaðhvórt gøtuljøs í Havn tendrað, hevur verið sera lítil kostnadinum,- ella 300.000 krónur um árið Hetta heldur hann vera ov lítið í mun til vansan av, at hálvmyrkt hevur verið Serliga tá hugsað verður tann vánaliga stand, vegimir cru I Formadurin HjOS IYSEL i Teknisku Nevnd sigur, at "tta hevur ikki 4 10 tær støru sparingarnar Arnstein Niclasen, for- maður i Teknisku Nevnd sigur, at sparingin er bert umleið 20% av samlada umsitingin ger nú nakrar kanningar, samstundis sum pengar eiga at finnast soleiðis, at øll gøtuljøsini kunnu tendrast aftur. Arnstein Niclasen vónar, tíðindablaðið at kommunan kann tendra oll gøtuljøsini einaferð í vár. Heldur lýst enn fýst Omanfyri Sjónleikarhús- ið hevur kommunan gjørt ein gosbrunn, sum er rættiliga orkukrevjandi. Sprænir við fullari megi úr brunninum er el-rokingin 150.000 krónur um árið. Men so nógv vil komm- unan ikki brúka til fýsið úr Havnará. Tí er megin sett niður, so brunnurin ikki kostar "meira" enn 50.000 krónur um árið í el-rok- ning. Spurdur um formað- urin í Teknisku Nevnd heldur tað vera rímiligt at nýta el til gosbrunn heldur enn at hava øll gøtuljøs tendað sigur hann, ai tað hevði líka honum betri at tað hevði lýst enn fýst. Meira til asfalt Vegirnir í Havn eru í ringum standi, men so skjótt sum líkindi verða, fara teir undir at asfaltera. Arnstein Niclasen sigur, at mangastaðni, serliga á høvudsvegunum, eru spor- ini so djúp, at neyðugt hevur verið at seta meira pengar av í ár til enda- málið enn gjørt varð í fjør Ein trupulleiki við asfalt- eringini í fjør var, at tilfar fekst einki úr Hundsara- botni, men mátti koyrast av Lambareiði. tór.- Mong hava illskast inn á myrku elsteyrarnar, men nú er ljós fyri stavn,- bæði so og so. Mynd: Kalmar Nógv minni arheiði og torført at fáa pengarnar inn Í hvussu er ikki fyribils hava teir 30 menninir, sum hava sítt dagliga arbeiði á Klaksvíkar Sleipistød or- søk at Óttast fyri at missa arbeiði, hóast Kristin Ras- mussen, hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri, og at skipasmiðjan hevur nakað lítið at gera. Svend Thulesen, nevnd- arformadur sigur, at teir fara helst at søkja eftir nýggjum stjóra skjótt. Hann dylur ikki, at arbeiðið á sleipistødini er nógv minkað seinastu árini. Arbeiðið er farið niður í helvt av tí tað var fyri bert trimum árum síðani, sigur hann. Ein annar trupulleiki er, at torført er at fáa pengar inn fyri arbeiði, sum gjørt er. Svend Thulesen sigur, at nógv skip eru komin í gjldføristrupdulleikar, og hetta gongur eisini út yvir sleipistødina. Nevndarformadurin leggur aftrat, at hóast utlitini ikki eru ov bjørt, eru í hvussu er ikki fyribils nakrar ætlanir um at snara lykilin um á sleipistgðini í Klaksvík. tór.- Í dag arbeiði einir 30 mans á Klaksvíkar Sleipistød. Mynd: Kalmar Nr. 19 — 29. januar 1992 Til fundir og veitslur Páll og Jórun Petersen í Kaldbak høvdu einaferð ætlanir um at stovna egið snikkaravirkið í Havn. Tey bygdu eini hús í Mykinesgøtu til endamålid, men húsini vóru ikki meira enn liðug, tá stígur av álvara kom i byggivinnuna, og harvið eisini í ætlanir teirra. Húsini hava nú staðið tóm í tvey ár, og tað hava tey helst hildið vera bæði synd og skomm og alt ov dýrt. Tey gjørdu ti herfyri av, at nýta húsini til annað endamál. -Tað verður skipað fyri so mongum í bý- num, og ofta hoyrist, at torført er at fáa innivist ul ymisk tiltøk. Tað verið seg veitslur og samkomur av ymiskum slag, og gjørdu vit ti av, at innrætta ovaru hædd- ina ul tilik endamál, greiðir Páll Petersen frá. Nú hava tey eini snotulig høli, 300 fer- metrar stór, við góðum køki og annars øllum útbúnaði. Páll Petersen sigur, at tey eru væl kapingarfør í prisi í mun tl verandi høli í býnum, og hann letur væl at undirtøkuni higartil. Sí annars lýs- ing aðrastaðni í blað- num. tór.- lit i rygginum lit i lendunum Ischias Beinkrampa Diskusprolaps Kennir tú aftur onkrar av hesum trupulleikunum SUPRAMED HITA- á MASSASJUPÚTAN vælroyrid tysk dygdar- framleiðsla 10 ára framleiðslu- trygd. orkusparandi 30 daga royndartíð - gev so tær sjálvum %2 tíma um dagin F . S. C. SKIPAN Box 1297 110 Tórshavn - Tlf. 18659