mikudagur 29. januar 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19 — 29. januar 1992
ES SES Sk
Broytt uppskotid
Arebeiðsloysistryggingin verður tvungin, hevur
landsstýrið broytt tað til, nú uppskotið er lagt
fram
Seinasta vikurnar hevur
ágangurin verið stórur á
landsstýrið at fáa broytt
uppskotið, einarbeiðsbólk-
ur gjørdi, til arbeiðsloysis-
trygging.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður, segði tá
álitið varð gjørt, at góðar
grundgevingar skuldu
koma fram fyri at fáa lands-
stýrið at gera nakrar broyt-
ingar.
Líkt er til, at landsstýrið
helt skil vera í summum av
teimum viðmerkingum, ið
gjørdar eru til uppskotið, ti
landsstýrið vidgjørdi álitið
á fundi bæði mánadagin og í
gjár, og fleiri broytingar eru
gjørdar. hetta eru serliga
broytingar, ið arbeiðara-
feløgini hava mælt til at
gera.
Størsta broytingin varð
gjørd i gjår. Hon var, at
tryggingin i stadin fyri at
vera sjálvboðin nú skal vera
tvungin. Allir løntakarar,
fiskimenn og útróðrarmenn
skulu gjalda til tryggingina.
Í upprunaliga uppskotinum
varð álagt øllum arbeiðs-
gevarum at gjalda av øllum
lónum, og henda regla
stendur við.
B-skattgjaldarar = mugu
sjálvir um teirvilja tekna
Jóannes
Eidesgaard,
landsstýrismaður, legði
í gjár broytta uppskotið
fram
arbeiðsloysitrygging. Bara
fyri fólk í sjålvstødugari
vinnu er tryggingin sjálv-
boðin.
Ein onnur stór broyting
er, at í upprunaliga upp-
skotinum stóð, at fólk
kundu vera í skipanini og
fáa stuðul útgoldnan í 227
dagar í eitt vey ára skeið.
Hetta er nú broytt til 454
dagar í eitt trý ára skeið.
Viðvíkjandi útróðrar-
monnum er eisini ein broyt-
ing gjørd. Skotið var upp, at
útróðrarmenn umborð á
bátum undir 20 BRT skuldu
roknast sum sjålvstødugir,
omanfyri 20 BRT sum
løntakarar. Nú skal markið
ásetast eftir nærri samráð-
ingar.
I hinum uppskotinum
stóð, at útrokningargrund-
arlagið skuldi vera miðal-
inntøkan ty tey seinastu
árini. Hetta er nú gjørt til eitt
samlað 12 mánaða skeið trý
ey seinastu árini. Grund-
gevingin fyri hesum er, at
serliga timalønt kunnu hava
verið arbeiðsleys í longri
tíð.
Barnsburdarfarloyvi hev-
ur í broytta uppskotinum
fingið status sum sjúka.
Lógin skal endurskoðast
eitt ár eftir, at útgjaldingin
er komin í gildi. Og nú
verður tað landsstýrið, sum
velur formann og setir tey
seks fólkini í stýri eftir
tilmæli frå fakfeløgunum. Í
hinum uppskotinum valdu
partarnir á arbeiðsmark-
aðinum styrislimirnar
Seinnapartin í gjár skuldi
Jóannes Eidesgaard leggja
uppskotið fyri tingið
randi
Hartvig vonsvikin
- Nú er grundarlagið
undir álitinum, vit í
,
arbeiðsbólkinum gjørdu, burtur, sigur Hartvig
Hansen, formaður í Starvsmannafelagnum
Ein atfinningin hjá fak-
felógunum móti álitinum
um arbeiðsloysistrygging
var, at tryggingin átti at
verið tvungin. Men øll eru
ikki fyri tvungnari trygging,
og fleiri feløg settu eisini
treytir fyri tvungnari ar-
beiðsloysistrygging.
Eingin ivierum, atokkurt
fer at hoyrast frá fakfeløg-
unum, nú landsstýrið hevur
samtykt at gera nakrar
broytingar í uppskotinum
og hevur lagt uppskotið
broytt fyri løgtingið.
- Eg havi ikki tosað við
nevndina um málið, men
fyri egna rokning kann eg
siga, at eg eri vónsvikin,
segði Hartvig Hansen, for-
maður í Starvsmannafelag-
num, beint eftir, at útvarpið
bar boðini um uppskotið, ið
landsstýrið hevur broytt.
Hann visti kortini framm-
anundan, hvat landsstýrið
ætlaði, tí arbeiðsbólkurin
var ein dag í seinastu viku á
fundi í landsstýrinum. Hart-
vig Hansen var sjálvur við í
arbeiðsbólkinum, ið gjørdi
upprunaliga álitið.
Hartvig Hansen heldur, at
nú eru allar fortreytirnar
fyri uppskotinum burtur.
Tað varð gjørt sum ein
semja millum partarnar, og
nú er uppskotið broytt uttan
samráðingar við partarnar á
arbeiðsmarknaðinum. ,
Upprunaliga uppskotid
bygdi å, at tad skuldi vera
ein sjålvbodin trygging. Og
tað er broytt nú.
Fleiri av fakfeløgunum
við fastløntum starvsfólk-
um hava sagt, at tey einki
hava ímóti at gjalda til eina
skipan, um hon bara var
ødrvisi, enn uppskotið
sigur. T.d. hevur Starvs-
mannafelagið víst á, at upp-
hæddin, ið skal veitast
arbeiðsleysum er ov lág.
- Vit halda okkum íkki
vera meira verd enn onnur,
men tað er ein sannroynd, at
útreiðslustóði okkara er
hægri, sigur Hartvig Han-
sen.
Hann ber eisini Ótta fyri,
at nå landsstýrið hevur gjørt
hesar broytingarnar, fer tað
at seta uppaftur fleiri kílar
millum fakfelggini. Summi
hava fingið krgv síni hoyrd,
og onnur uppskot um
skipan, tey ikki halda seg
hava nakra gleði av.
randi
Síða 3
Mánadagin seinnapartin kom Ólavur Halgi inn vid båtinum, ið var sokkin við Glyvursnes
Nú verður báturin kannaður
Politiid er við at kanna bátin, ið sakk við Glyv-
ursnes sunnunáttina, tí illgruni er um, at alt ikki
ruggar rætt
Mánadagin aftaná døgurda
kom Ólavur Halgi inn á
Havnina við bátinum, sum
sunnunáttina sakk við
Gluvursnes.
Eftir at stór leiting varð
farin fram allan sunnudagin
í Nólsoyarfirði, funnu menn
á Olavgi Halga bátin, har
hann lá sokkin á grunnum
vatni við Glyvursnes.
Meðan leitað var, bótu
fólk ótta fyri, at onkur kundi
hava verið fyri vanlukku.
Men eingin var saknaður.
Politiið bað tann ella teir,
sum høvdu verið við báti-
num, um at boða frá, 6-
nevndir um tað skuldi vera,
men eingin læt við seg
koma.
Undir leitingin varð ein
bjargingarvestur av báti-
num funnin uppi á landi á
Glyvursnesi. Tað var heilt
greitt, at vesturin ikki kundi
vera ríkin upp á land, tí høgt
var uppfyri.
Hol var í botninum á bát-
inum, og hetta hol sær sera
løgid út, siga fólk, sum hava
sæð bátin, nú hann er tíkin
upp. Tað løgna er, at holið
sær út sum, at brotið er hent
innan úr bátinum. Hetta
merkir, at báturin ikki hevur
ent á land. Politið er nú
farið at kanna hetta.
Båturin kom úr Íslandi til
Føroya seinasta summar.
Hann er tryggjadur. Islend-
ingar kalla hetta bátaslagið
fyri Trilla.
Eigarin, sum býr í Havn,
hevur greitt politinum frá,
at hann var við bátin leyg-
ardagin. Sunnudagin á mid-
degi varnaðist hann, at bát-
urin var burtur. Hann fór at
leita, um hann sá henda
sermekta bát, men tá hann
einki fann, meldaði hann
bátin stolnan.
Politið heitir á fólk, sum
hava verið í Vágsbotni, har
båturin lá, leygarkvøldid og
kanska hava sæð onkran við
bátin, um at boða frá.
Politiið heldur, at báturin
er farin út umleið kl. 22-23,
tí onkur hevur gjørt vart við,
at tey tá sóu ein bát fara út
eftir vágni, og hetta hildu
tey vera so legið, tí tað var
myrkt og ruskut í sjónum.
randi