mikudagur 29. januar 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19 — 29. januar 1992
Læknin, ið gav Helenu nýtt hjarta og nýggj lungu:
Higartil hevur
alt gingið sum
Vit hava vonað
Hósmorgunin í farnu
viku fekk fyrsti føroy-
ingurin nýtt hjarta
og samstundis eisini
nýggj lungu. Talan er
um ta 20 ára gomlu
Helenu Kjelnæs av
Eiði, ið hevur havt
hjartafeil, síðani hon
var fødd. Sosialurin
hevur tosað vid lækn-
an, ið stóð fyri teirri
stóru og krevjandi
skurðviðgerðini.
Seinnapartin fríggjadagin
kundi Sosialurin sum
fyrsti føroyski fjølmidil
bera lesarum sinum ta
góðu og positivu søgu, at
20 ára gamla Helena
Kjelnæs av Eiði vid
skurðviðgerð á Ríkis-
hospitalinum í Keyp-
mannahavn hevði fingið
nýtt hjarta og nýggj lungu.
Síðani hon var fødd við
hjartafeili, hevur hon livaa
við ymsum avmarkingum,
sjúkan gav henni, og nú
hon varð løgd undir skurð,
var einki annað at gera,
enn at skifta hjarta og
lungu út.
Tært uppá lunguni
Tað sjúka hjartað hevði
tært so mikið uppá lung-
uni, at tey eisini máttu
skiftast út. Við gðrum orð-
um varð talan um eina
bæði stóra og krevjandi
skurðviðgerð, ið higartil
ikki var gjørd í Danmark.
Sosialurin hevur tosað
við læknan, ið stóð fyri
skurðviðgerðini. Hann eit-
ur Gøsta Pettersson og er
svii. Hendan skurðvið-
PETER
Fingig nytt <
gerdin var tann næsta av
hesum slag, hann hevur
gjørt.
»Eg må siga, at eg eri
ótrúliga glaður fyri, at alt
hevur gingið so væl. Hetta
er ein so mikið krevjandi
skurðviðgerð — bæði fyri
sjúklingin og okkum, sum
skulu gera hana — at rætti-
liga nógv verður sett uppá
spæl. Men við Helenu var
nú einki annað at gera, enn
at skifta hjarta lungu, so
vit eru sera glað fyri, at alt
hevur spælt so væl av
higartil,< sigur Gøsta Pet-
tersson. »Urslitid av einari
slíkari skurðviðgerð er
ikki eins givin og tá bert
hjarta skal skiftast, men
vit vónað tað besta, og
higartil hevur gingið, sum
vit høvdu vónað.<
Rós at bera Helenu
Svenski dr. med. og ser-
frødingurin í hjartasjúkum
og viðgerð fyri hesar,
hevur eisini rósandi orð at
bera Helenu Kjelnæs í
Forsíðan á
Sosialinum
leygardagin
sambandi við skurðvið-
gerðina:
>Tá talan er um eina so
stóra skuðrviðgerð sum
hesa, har sjúklingurin ikki
bert skal taka ímóti einum
nýggjum hjarta, men lung-
um við,< sigur hann. >Og
her má eg siga, at Helena
hevur klárað seg ótrúliga
væl. Tað er ein sera
sterkur persónur, vit her
hava við at gera. Tað er
sjálvandi lættari hjá einum
ungum menniskja at koma
í gongd aftur, men hetta
dómi við Helenu haldi eg
higartil hava verið
framúr.
Skurðviðgerðin av Hel-
enu Kjelnæs vardi í fimm
tímar, og ikki fyrrenn
einar tiggju tímar eftir
skurðviðgerðina raknaði
hon við aftur. Longu tá
hevði hon tað sera gott, og
síðani hevur í stórum bert
gingið framá við henni.
Ávirkar lunguni við
Gøsta Pettersson sigur,
at sjálv skurðviðgerðin
gekk fullkomuliga sum
ætlað.
>Helena sær higartil út
til at hava tikið væl ímóti
nýggju gøgnunum, og hó-
ast tað sjálvsagt ikki ber til
at siga nakað heilt avgjørt
um, hvussu hetta fer at
spæla av, fyrrenn einar
tríggjar ella fýra vikur eru
gingnar, kann eg bara siga,
at eg eru meira enn væl-
nøgdur við úrslitið higar-
til. Men best er, at ein
ansar sær ikki at siga ov
nógv, tí enn eru jú bara
Síða 7
>Ein hjarta- og lungatrans-
plantatión hevur ikki eitt
givið úrslit, men higartil
teknar alt gott við Helenu
Kjelnæs,< sigur skurð-
læknin Gøsta Pettersson
nakrir dagar
enn,< sigur hann. >Men
Helena hevur tað gott, og
eingir trupulleikar av
nøkrum sum helst slag
hava verið.“
Tað er ikki óvanligt, at
hjartafeilir, sum tann
Helena hevði, kunnu
ávirka lunguni, so tey eis-
ini verða skadd, men nú er
ikki so vanligt longur, at
so er.
Verða fyrri vidgjørd
Gøsta Pettersson sigur,
at í dag er læknavísindin
vitandi um fleiri ting við-
víkjandi slíkum hjartafeil-
um, og eisini verður í dag
farið til verka, meðan
sjúklingurin er yngri, so
ein skurðviðgerð longu
beinanvegin kann fyri-
byrgja, at ein hjarta- og
møguliga eisini lunga-
transplantation gerst neyð-
ug.
Helena Kjelnæs er ann-
ars annar sjúklingurin,
Gøsta Pettersson yvirhøv-
ur hevur skift bædi hjarta
og lungu å.
I februar 1990 gjørdi
hann eina sama slag skurð-
viðgerð á sjúkrahúsi í
Svøriki, men hóast hann
stutt eftir fór til
Danmarkar at arbeiða, er
tað ikki fyrrenn nú lógin
um staðfesting av
heiladeyða er komin í gildi
í Danmark, at slík skurð-
viðgerð kan verða gjørd á
Ríkishospitalinum. Og
ikki fyrrenn einaferð
seinni í ár var ætlanin, at
byrjast skuldi, men at
Helena slapp framat longu
nú, hevur ikki minst
samband við, at støda
hennara var um at verða
heilt álvarslig og ein
transplantatión harðliga
tiltrongd.
Upplivað mótsisðu
>Fyri einum mánaði
fekk eg her í Keypmanna-
havn vitjan at hesum sjúk-
frálidnir
linginum, ið nú í skjótt
tvey ár hevur livað við
nýggjum hjarta og nýggj-
um lungum, og longu er
fult virkin aftur í sínum
dagliga arbeiði,< greiðir
Gøsta Pettersson frá. >Tað
hevur nevniliga verið
rættiliga stór métstøda í
Danmark móti skurðvið-
gerðum, har bæði hjarta og
lungu verða skift út, so tí
var eg vorðin so troyttur
av øllum ti, ið fór fram, at
eg trongdi til uppmuntring
nú.<
Og tað fekk svenski
læknin eisini, so tað var
við nýggjari megi og við
nýggjum íblástri, at hann
tók sær av skuðrviðgerðini
av Helenu.
lvi såddur um
livskvalitetin
>Tað, sum hevur verið
ført fram av mótstóðufólk-
unum, hevur verið, um
ikki spurnartekin kann set-
ast við lívskvalitetin hjá
teimum, ið hava fingið
skift hjarta og lungu út, í
Tíðliga hósmorgunin fekk Helena
Kjelnæs (myndin niðanfyri) nýtt
hjarta og nýggj lungu við skurð-
viðgerð á Ríkishospitalinum í
Keypmannahavn. Maðurin, ið á
skurðstovuni stóð fyri stóru og
krevjandi skurðviðgerðini, tann
svenski hjartaserfróðingurin og
dr. med Gøsta Pettersson (myndin
vinstrumegin) er sera glaður fyri,
at alt higartil hevur gingið so væl
>Tað, sum gav mær styrki at fara
undir hesa mína næstu skurðvið-
gerð av hesum slag var, at ee fekk
vitjan av ti sjúklinginum, ið eg
hevði skift hjarta og lungu á fyri
skjótt tveimum árum síðani. Tá
fekk eg mót av nýggjum. Og eg
fegnist eisini um, at Helena hevur
klárað tað so væl. Hon hevur verið
sera sterk
er, hevur alt gingið, sum v6nad.«
tað skal hon eiga. Sum
mun til tað, slíkar skurð-
viðgerðir kosta. Men tað
haldi eg, at hesin sjúkling-
urin úr Svøriki so
ruddiliga staðfesti yvirfyri
mær, at einki var í vegin
við,< sigur svenski læknin
við Sosialin.
Tað verða Gøsta Petters-
son og hinir læknarnir, ið
tóku sær av skurðviðgerð-
ini, ið nú eisini halda fram
við teirri viðgerðini av
Helenu Kjelnæs, ið er
neyðug eftir skurðvið-
gerðina.
Innlegd i seks víkur
»Eitt er at gjøgnumføra
skurdvidgerdina við góð-
um úrsliti, men íkki er
minni týdningarmikið, at
uppfylgingin er í lagi,«
sigur Gøsta Petiersson. >Í
komandi tíðini skal
Helena so heilt einfalt
venja seg við nýggju
gøgnini, og rokni eg við,
at vit skulu hava hana her
á sjúkrahúsinum í einar
fimm ella seks vikur.«
bj.