mikudagur 29. januar 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19 — 29. januar 1992
tíðindablaðið
Sjalvt nonnurnar skulu
eisini brúka n-bollar!
Lesið niðanfyri áhugaverda læknateigin, har
læknin svarar spurningum frá lesarunum
Æðrarnar eru
so sjónskar
Eg eri ein kona um 50 ára
aldur. Sum barn hevði eg
vakrar reyðar kjálkar, sum
óll hildu vera ógvuliga
sjarmerandi, men nú eg
eri vorðin hálvgomul, eri
eg so forharmað um, at
æðrarnar liggja so uttar-
laga, at eg altíð noyðist at
smyrja meg við litaðum
ti annars síggi eg
ræðulig út. Eisini havi eg
fingið einar 2-3 reyðar
blettir á nósina. Nú er tað,
at eg vil spyrja teg, um
hetta kann fáast burtur, og
hvussu? Um so er, ber so
til at fáa sjúkrakassan at
gjalda nakað av hesum,
ella má eg bera allar út-
reiðslurnar sjálv?
Omman
kremi,
Tað er vanligt, at tá konur
koma yvir 50 ára aldur og
eru í skiftisårum, at holdið
broytist so at eitt nú húðin
gerst tynri, og at æðrarnar
síggjast betur av tí sama.
Teir reyðu blettirnir á nøs-
ini eru helst nakað annað
fyri seg, og her finst við-
gerð, og tað er at ein við
einum nálaspískum tóli
brennir beint í, har æðrin
sæst. Eg kann ikki siga við
vissu, hvar tygum kunnu
fáa viðgerð, men eg vildi
rátt tygum ul at farið til
egna lækna tygara. Hevur
hann diathermi-tól, kann
tað væl nýtast. Annars
vildi eg rátt til, at tygum
taka kvinnulig hormonir,
tí tey gera, at húðin — ser-
liga í andlitinum — íkki
forferst so skjótt. Men
hetta eiga tygum eisini at
tosa við læknan um.
Marner
Hvussu leingi
tekur tað at
fáa hørn?
Maður mín og eg hava nú
í skjótt tvey ár roynt at fáa
foreldrini
bórn. Men eg verði ikki
uppá vegin. Er tað vanligt
at so long !íð gongur?
Ella hvat skulu vit gera?
Barnleys
Tá tað vísir seg hjá konu
og manni, at trupult er at
fáa børn, verður altíð
roynt í tvey ár uttan við-
gerð ella kanning. Men tá
henda tíð er gingin, eiga tit
bæði at verða kannað, um
tit framvegis ynskja at
gerast við barn. Bæði tvey
eiga at fara til slíka
kanning, har maðurin fyrst
verður kannaður. Um
hann er í lagi, verður farið
víðari við at kanna kon-
una. Fyrst er talan um
kanning, og síðani verður
stóða tikin til gitnadar-
fremjandi viðgerð. Um
maðurin í fyrsta umfari
verður funnin ikki at vera
heilt í lagi, er einfaldasti
møguleikin at viðgera
hann, og tí verður í fyrsta
umfari einki gjørt við kon-
una. Farið tit tí bæði til
lækna tykkara og tosið við
hann um hendan spurning.
Marner
Eru p-bollarnir
Skaðiligir?
Eg eri ein 15 ára gomul
genta, sum havi fingið ein
drong, sum eg fari í song
við. Eg ætlaði at brúka
okkurt fyribyrgjandi. Men
hvat skal eg brúka? Havi
hoyrt, at p-bollar skulu
vera skaðiligir — er tað
? Eg tori illa at fara til
lækna við hesum, tí eg
ræðist kanningina, og
heldur ikki vil eg hava, at
skulu frætta
nakað um tað.
Ung genta
Sjálvandi eigur tú at nýta
okkurt fyribyrgjandi, tí so
ung mást tú ikki gerast við
barn. Har finnast ymiskir
møguleikar, eitt nú mini-
bollar, sum ofta verða
nýttir ul ungar gentur, men
eisini tey nýggju sløgini
av p-bollum eru ógvuliga
vælegnað: Mercilon, Gyn
era 0.0. Tað eru nevniliga
teir veikastu p-bollarnir.
Få spyrt, um teir eru
skaðiligir. Tað eru teir
helst ikki, ti nýliga varð
komið eftir, at nýggju p-
bollarnir verja konufólkini
móti mongum sjúkum. Tí
verður ofta sagt, at allar
konur í gitingarførum aldri
skulu taka hesar p-bollar.
Ja, sjálvt nonnur skulu eis-
ini taka teir!
Marner
Kynsdriftin
upp í royk
Síðani eg var 12 ára
gamal havi eg roykt, og
tað illani eisini. Nú eri eg
miðskeiðis í tjúgunum,
uttan tó at merkja nakað
til, at roykingin skaðar
nakað. Men tá eg fari í
song við onkrari gentu,
havi eg ikki fyrr havt
trupulleikar av nókrum
slagi. Nú er verri, tí verri
enn so altíð klári eg at
halda meg nóg stívan til,
at eg kann gjøgnumføra
samleguna. Onkuntíð er
tað so, at »javnaldurin«
mitt í øllum bara dovnar,
og so er spælið spilt. Eg
íðki ítrótt, so forminum er
einki í vegin við. Kunnu
tað vera sigarettirnar, ið
taka kynsdriftina frá mær?
Dovningurin
Neyvan er tað bert royk-
ingin, ið er orsøk til tinar
stóru trupulleikar. Men
sjálvandi er royking ikki
gott fyri nakað í likam-
inum, so tað lættasta hjá
tær er at halda uppat við at
roykja í eini tvey ella try
ár, fyri at vita, um tað
hjálpir. Men tað er væl
ikki soleiðis, at tú íðkar so
nógvan ítrótt, at eingin
megi er eftir?
Marner
Fríggjadagin komu plátan
og fløgan >Allar ættir< hjá
bólkinum Plúmm saman
við Holger Laumann á
føroyska marknaðin.
Utgåvan fevnir um 12
løg, harav Holger Lau-
mann eigur tey flestu. Ar-
nold Ludvig eigur trý og
Leivur Thomsen eitt. Eitt
av løgunum hava so teir í
Plúmm gjørt saman.
lolger Laumann er ikki
ókendur í Fóroyum. Hann
spældi í 70'unum við
bólkinum Kræklingum, og
síðani hevur hann roynt
seg fleiri ferðir saman við
øðrum føroyskum bólkum.
Bólkurin Plúmm er ein
av teimum sera vælspæl-
andi bólkunum her á landi.
Teir byrjaðu at spæla sam-
an av álvara fyrst í 80'un-
um, men upprunaligu rgt-
urnar til bólkin liggja langt
alturi
Í oktober 1989 kom eitt
samstarv í lag millum
Plúmm og Holge Lau-
mann, tá hann varð biðin
um at spæla við Terja og
Føstufressum, ið er sama
manning sum Plúmm. Síð-
ani er hetta samstarv økt í
stóran mun, og nú er so
Endiliga kom
talan um, at pláta og fløga
er útkomin við teimum.
Upptøkurnar eru gjørdar
i L.T.-Studio i Havn i døg-
unum 19.-23. augusti fjør,
og er alt ljóðblandað niðri
í Birdland Studio í Árhus.
Danin Johannes Andersen,
10 stóð fyri upptøkunum,
hevur eisini ljóðblandað.
Teir, ið spæla við, eru:
Holger Laumann, tenor-
og sopransaxofon, Leivur
Thomsen, guitar, Magnus
Johannesen, tangentar,
Síða 1 7
Plátuhúsan á ti nýggju
útgávuni hjá Plúmm,
„Allar ættir«, hevur
Annika Hansen prýtt
Finnur Hansen, tangentar,
Rógvi á Rógvu, trummur
og Arnold Ludvig, bass.
Plåtan og fløgan eru at
fåa kring alt landid. Plåtan
kostar 130 krónur og fløg-
an 210 krónur.
hj.
Tyskur tangabåtu
inn vid maskinbr
Um åttatidina månakvøld-
ið kom vaktar- og bjarg-
ingarskipið >Tjaldrið< á
Havnina við týska tanga-
skipinum »Tecumseh«.
Skipið, ið er skrásett í
týsku skipaskrásetingini
við heimstaði í Hamburg,
var statt emar 170 fjórð-
ingar vestan fyri Føroyar
fekk maskinbrek.
Galið var við smyrjing-
ini, so einki annað var at
gera enn at biðja um hjálp.
»Tecumseh«, ið var á
veg úr Íslandi til Rotter-
dam við fiskaolju, hevði í
gjár fólk úr landi umborð
at hyggja at maskinuni og
umvæla brekið. So skjótt
umvælingararbeidi var av,
helt skipid leidina vidari
fram.
Skipid er 85 metrar
langt og lastar 816 tons.
Bruttotonnasjan er 999
tons hj.